Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. januar 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 5 - 9. januar 2003 Nr. 5 - 9. januar 2003 19 Í 1902, sama ár sum Robert Bosch upp- fann tendriproppur- in, fekk Otto Schulze, ið var føddur í Stras- bourg, patent uppá heimsins fyrsta speedometur. Speedometrið er í høvuðsheitum ikki nógv broytt hesi hundrað árini FERÐMÁLARI Magnus Gunnarsson Áðrenn Otto Schulze kom við speedometrinum, var bert mett um, hvussu skjótt ið bilarnir koyrdu. Tað fyrsta speedometrið var rættuliga komplicerað, men í 1907 vórðu nakrar broyt- ingar gjørdar. Tá bleiv speedometrið standardút- gerð í øllum nýggjum bil- um, skrivar týska bilblaðið Auto Bild. Í høvuðsheitum er speedometrið ikki nógv broytt hesi 100 árini, men tað hava tó verið ymisk bil- modell, sum hava havt annarleiðis speedometur, sum t.d. teir gomlu Citroën GS og CX og sum vit síggja tað á Toyota Yaris við einum skíggja í miðjuni á instrumentborðinum. Tað heilt nýggja er, at speedo- metrið er eitt "head-up dis- play" í framrútinum. Hend- an skipanin verður nýtt á nýggjastu útgávuni av Chevrolet Corvette. Kelda: Motor Magasinet Tá vit hugsa um nógvar av gomlu bilunum, sum vit minnast frá fyrr í tíðini, er tað ofta ljóðið, man hoyrir fyri sær. Serliga frá bilum við V6 og V8 motorum. Tað er ikki tilvild, men dýrgoldin háteknologi sum ger av, hvussu ljóðið á bilunum skal vera ÚTSTOYT Magnus Gunnarsson Ljóðið, sum kemur frá út- stoytinum á bilum, er ikki einans ein tilvildarlig blanding av ljóðinum frá motorinum og útstoytinum, men er ein vísindi fyri seg sjálvan. Ljóðið verður fyrst skilt sundur og mált hvørt fyri seg, síðan verður tað sett saman aftur fyri at fáa tað heilt rætta ljóðið frá út- stoytinum. Uppgávurnar sum út- stoytsverksmiðjurnar fáa frá bilverksmiðjunum verða alsamt størri og meira krevjandi. Tá ein nýggjur bilur verður kon- strueraður, verður eisini hugsað um, hvussu hann skal ljóða. Serliga eru tað teir stóru og dýru bilarnir og sportvognarnir, ið skulu ljóða sum tað, teir veruliga eru. Verkfrøðingarnir arbeiða við framkomnum koncept- um. Teir hava til dømis eft- irlit við óljóðinum, broyti- ligum geometri-skipanum og ymiskum katalysator- um. Eisini verður arbeitt við, hvussu ljóðið frá út- stoytinum ávirkar ljóðið í kabinuni. Ikki líka mikið við ljóðinum Speedometrið 100 ár Otto Schulze fekk patent uppá tað fyrsta speedometrið í 1902. Í høvuðsheitum er speedometrið ikki nógv broytt hesi 100 árini. Framkomin tøkni verður brúkt til at fáa tað heilt rætta ljóðið til bilin Inni á ljóðgranskingarroyndarstøðini hjá Sebring. Her er tað ein BMW, ið skal hava tað heilt rætta ljóðið. Civic 30 ár Síðan Honda Civic komu á marknaðin fyri 30 árum síðan, eru 14 milliónir bilar gjørdir. Civic er ein av mest seldu bilum í sínum klassa í Japan. Kelda: Motor Magasinet Alto við airbag Suzuki Alto, ið fram- vegis verður gjørdur í Indien, fæst nú við dupultum airbag. Danski Suzuki innflytarin hevur enn ikki fingið bilin til rætta prísin. Kelda: Motor Magasinet Lexus uttan diesel Hóast ynski frá fleiri marknaðum um at fáa Lexus við dieselmo- torum verður tað ikki fyrr enn í fyrsta lagi í 2004 ella 2005, verð- ur upplýst frá Lexus. Kelda: Motor Magasinet Manningin á Nærabergi fekk longda jólafrítíð Tá verkfallið var av leygardagin, løgdu flestu skipini frá landi aftur. Men Næraberg má liggja nakrar dagar enn, orsaka av umvælingum í mask- inuni. Skipið verður væntandi klárt at fara avstað aftur leygar- dagin FISKISKAPUR Rúna Sivertsen Nógv ungfólk eru við Nærabergi, og hjá teimum kemur helst væl við at fáa nakrar dagar eyka heima. Við Nærabergi eru um 80 fólk, harav eru einar 20 kvinnur. Fleiri pør eru mill- um manningina, so ikki allir kunnu syngja við sang- inum, “Nú má eg aftur fara... sig mær farvæl mín kæra”. Tá verkfallið var av, fóru flestu skipini avstað aftur, men Næraberg hevði fingið maskinskaða og mátti tískil liggja nakrar dagar. Nýggja fiskapumpu Hanus Hansen, stjóri hjá JFK-Trol, sigur, at árið í fjør ikki var nøktandi hjá Nærabergi, men at tað nú sær heldur ljósari út. – Vit hava fingið ísetta eina fiskapumpu, sum fer at geva okkum eina javnari til- gongd av rávøru og fer at hækka góðskuna av fram- leiðsluni, sigur hann. Hann sigur eisini, at teir aftur í ár hava fingið loyvi at royna í ES-sjógvi. Fyrr- árið hevði Næraberg loyvi at royna í ES-sjógvi, og tað árið royndist heldur frægari enn árið í fjør. Mannbjørn í Grund førir Næraberg, sum fer undir Føroyar at royna. Næraberg hevur fingið ísetta eina fiskapumpu, sum fer at geva eina javnari tilgongd av rávøru og fer at hækka góðskuna av framleiðsluni. – Í ár hevur Næraberg aftur fingið loyvi at royna í ES-sjógvi, so nú sær heldur bjartari út hjá okkum, sigur Hanus Hansen, stjóri. (Mynd Rúna Sivertsen) Uppgávan hjá Ed- mundi Joensen er at vera løgtingsformað- ur hjá bæði samgongu og andstøðu, og tí setir hann ikki kann- ingina av embætis- førsluni hjá Jørgin Niclasen á dags- skránna hjá løgtingin- um, hóast tað var løgtingið, sum bað um frágreiðingina MISÁLIT Ingi Rasmussen Málið liggur í løgtinginum, og nú er tað upp til løg- tingsmenn sjálvar at gera av, um kanningin og niður- støðurnar skulu viðgerast í løgtinginum. Soleiðis sigur Edmund Joensen, løgtingsformaður, nú ein kanningarstjóri hev- ur gjørt sínar niðurstøður í málinum um embætis- førsluna hjá Jørgin Nicla- sen landsstýrismanni, tá lán vórðu umløgd í fjarfiski- flotanum. Kanningin hevur ta nið- urstøðu, at landsstýrismað- urin handlaði í heimildar- loysi, tá hann legði lán hjá tveimum rækjutrolarum um og broytti veðrættarstøðuna hjá landskassanum, og tí er spurningurin settur við framtíðina hjá landsstýris- manninum. Tað var fráfarni løgtings- formaðurin, Finnbogi Ísak- son, sum eftur áheitan frá landsstýrismálanevndini setti Turið Debes Hentze advokat at fara ígjøgnum málið. Tá hon gav nýggja løgtingsformanninum kanningina, handaði Ed- mund Joensen hana víðari til allar tingmenn, og har liggur málið nú. Róð hevur verið fram- undir, at løgtingið eisini eigur at sleppa at viðgera úrskurðin hjá kanningar- stjóranum, tí tað var løg- tingið, sum bað um frá- greiðingina. Men Edmund Joensen, løgtingsformaður ger staðiliga vart við, at hansara lutur í málinum er lokin. Fyribils. – Løgtingið hevur biðið um kanningina, og eg havi formidlað hana til løgtings- menn. Nú er tað upp til løg- tingsmenn at gera av, um nakað víðari skal henda við málinum. Teir skulu taka støðu, og ein og hvør løg- tingsmaður kann reisa eitt misálit móti landsstýris- manninum, um hann vil tað, sigur Edmund Joensen. Uppgávan hjá tingfor- manninum er at umboða bæði samgonguna og and- støðuna, og tí setir hann ikki sjálvur málið á dags- skránna hjá løgtinginum. – Tvørturímóti. Eg má vera so nevtralur og ópart- ískur sum yvirhøvur gjør- ligt, og tí mugu tingmenn sjálvir taka støðu, um eitt misálit skal setast fram, ella kanningin skal viðgerast í aðrar mátar, sigur Edmund Joensen. Í løtuni liggur bólturin kortini hjá Anfinn Kalls- berg løgmanni, sum bíðar eftir einari frágreiðing frá landsstýrismanninum sjálv- um. Edmund ger einki meira C M Y K 19 18