Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-10, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. januar 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 6 - 10. januar 2003 Nr. 6 - 10. januar 2003 5 Landsverk- frøðingurin sigur, at byrjað verður uppá tunnilin ímillum Øravík og Hov í juni mánað í ár SAMFERÐSLA Áki Bertholdsen Suðuroy: Nú hómast endin á tí tíðarskeiði, tá ið suður- oyingar máttu koyra allan vegin upp um Hovsegg fyri at sleppa ímillum syðra og norðara part í oynni. Samstundis verða enda- lig stig nú tikin til at bøta um vánaligasta landsveg í Føroyum, í hvussu so er á teimum stóru oyggjunum. Tí nú verður nevniliga farið undir at bora tunnil ímillum Øravík og Hov. Tá ið fíggjarlógin varð til viðgerðar beint fyri jól, varð nevnt, at tá ið tunnilin til Gásadals var liðugur, skuldi útgerðin flytast til Suðuroyar, tí so skuldi byrj- ast uppá tunnilin ímillum Øravík og Hov beinanveg- in. Útgerð og manning suður Og nú váttar Landsverk- frøðingurin at so verður! Hann sigur, at tá ið arbeiðið at gera Gásadals- tunnilin er liðugt, verða bæði útgerð og manning flutt til Suðuroyar, tí tá verður byrjað uppá tunnilin ímillum Øravík og Hov. Arbeiðið at sprongja ogt bora í Gásadali verður lið- ugt heilt skjótt, men so er eftir at tryggjað tunnilin og at gera teir seinastu snøkl- arnar liðugt og tað tekur nakrar mánaðir afturat. Landsverkfrøðingurin sigur, at gongst sum ætlað, verður byrjað at bora tunni- lin ímillum Øravík og Hov í juni, men møguliga verður arbeiðsplássið rigga til eitt sindur áðrenn. Byrjað verður at bora norðaru megin. Í ár eru sjey milliónir settar av á fíggjarlógini til tunnil ímillum Øravík og Hov og tað væntar Oyvind- ur Brimnes verður nóg mikið til at hava arbeiðið gangandi tað, ið eftir er av árinum. Hann væntar, at umframt at rigga arbeiðsplássið til, fer tað at bera til at bora nakrar hundrað metrar inn í fjallið fyri játtanina í ár. Spurningurin er so, nær tunnilin verður liðugur. – Tað veldst alt um, hvussu stór játtanin til ar- beiðið verður. Tað hevði borið til at bora ígjøgnum uppá hálvtannað ella tvey ár, men tað er nakað eftir at gera, áðrenn tað kann tak- ast í nýtslu. Men hvussu skjótt tað gongur, veldst í mestan mun um, hvussu stór játtanin verður. Tunnilin ímillum Øravík og Hov verður 2100 metrar langur. Landsverkfrøðing- urin mintist ikki akkurát í høvdinum, hvussu nógv hann kostar. Men í einum skjali, sum varð handað fíggjarnevndini, tá ið hon viðgjørdi fíggjarlógina fyri í ár, verður upplýst, at til- samans er arbeiðið mett at kosta 126 milliónir. Sjálvur tunnilin er mettur at kosta 84 milliónir, vega- gerðin norðanfyri er mett at kosta 28 milliónir og vega- gerðin sunnanfyri er mett at kosta 14 milliónir. Tilsamans skulu 2800 metrar av vegi gerast norð- anfyri tunnilin og 1400 metrar av vegi sunnanfyri. Politisk neyðsemja At tunnilin ímillum Øravík og Hov verður gjørdur nú, er ein politisk neyðsemja í samgonguni, tí tað er minst eitt ár fyrrenn enn uppruna- liga ætlað. Einferð stóð hesin tunni- lin á langtíðar fíggjarætlan- ini hjá landsstýrinum til at byrja í 2004 og onkuntíð hevur tað eisini verið nevnt, at tað varð enn seinni at farið varð í holt við hann. Men nú Vágur verður slept sum samferðsluhavn hjá Smyrli, endaði tað við, at tunnilin verður fram- skundaður ístaðin fyri at gera sambandið ímillum norðaru og syðru helvt í Suðuroynni nøktandi, tí tað hevur verið tann størsti fløskuhálsurin í samferðsl- uni í Suðuroynni í mong ár. – Tað er heilt burtur- við, at Jenis av Rana hóttir samgonguna í einum máli, sum full semja er um, sigur Kári Højgaard, sjálvstýrismaður í samgonguni SAMGONGUSTEV Áki Bertholdsen –Tað er ringt at taka Jenis av Rana í í álvara. Kári Højgaard, sjálvstýr- ismaður í samgonguni, heldur lítið um, at Jenis av Rana í Sosialinum miku- dagin hóttir við at rýma úr samgonguni, verður nýggi bygningurin hjá Lands- sjúkrahúsinum ikki tikin í nýtslu at kalla beinanvegin eftir at hann verður liðugur á Ólavsøku. Í mikudagsblaðnum høvdu vit verið so gáloysin at gloyma, at eisini sjálv- stýrisflokkurin er í sam- gongu. Men tað eru teir sanniliga og einasti tingmaður teirra, Kári Højgaard, heldur ikki, at tað er serliga fremjandi fyri samstarvið í samgong- uni, at hótta við slitið í fjølmiðlunum, heldur enn at føra síni sjónarmið fram í samgonguni. – Tá ið Jenis av Rana brúkar Landssjúkrahúsið at hótta samgonguna við, er tað heilt burturvið. Hann sigur, at tað eru ikki meiri enn tríggjar vikur síðani, at Jenis av Rana at- kvøddi fyri eini fíggjarlóg. – Tá hoyrdist ikki eitt kis frá honum og tað loysir ongan trupulleika at hótta samgonguna í fjølmiðlun- um. – Jenis av Rana veit eis- ini, at nýggi bygningurin hjá Landssjúkrahúsinum er eitt mál, sum øll samgong- an er samd um at raðafesta ógvuliga høgt. – Samgongan hevur tos- að nógv um nýggja bygn- ingin hjá Landssjúkrahús- inum og tað er púra greitt fyri samgonguni, at málið skal loysast. Sostatt er ongin sum helst orsøk hjá Jenisi av Rana at hótta í fjølmiðlun- um. – Og eg vænti avgjørt ikki, at nýggi bygningurin kemur at standa tómur í nógvar mánaðir, tí sam- gongan er samd um at loysa trupulleikan sum skjótast. Kári Højgaard sigur, at hetta er eisini eitt mál, sum samgongan í fíggjarnevnd- ini tosaði nógv um og eisini hon er samd um, at trupul- leikin skal loysast. Og tað er ein viðgerð, sum Jenis av Rana hevur verið við í alla tíðina. – Vit eru samdir um, at málið skal loysast og vit eru samd um, at arbeiðið skal ikki dýrka av tí, at tað verð- ur lagt stilt av væntandi játtan fyri síðani at verða tikið uppaftur seinni. Tingmaðurin vil kortini ikki siga, hvørja loysn talan hevur verið um, men aðrir hava nevnt møguleikan at samtykkja eina verklags- lóg, so at útgerðin kann bí- leggjast beinanvegin, men at hon so verður goldin næsta ár, ella yvir eini tvey ár. Byrja nú at bora tunnil ímillum Øravík og Hov Hetta er høvuðsferðsluæðrin í Suðuroynni, nú vit eru farin inn í 21. øld.. Men hetta vita løgtingslimir alt um, tí myndin er tikin, tá ið løgtingslimir vóru í Suðuroy í september og tað er júst løgtingslimir, sum eru í bussinum á myndini. Men nú verður hesin vegurin skjótt søga (Mynd: Leivur Nygaard) Hóttan frá Jenis av Rana loysir ongar trupulleikar Nýggi bygningurin hjá Landssjúkrahúsinum fer ikki at standa tómur leingi, sigur formaðurin í fjórða samgonguflokkinum, sjálvstýrisflokkinum Mentanarhúsið Atlantis í Klaksvík hevði heilar 15.000 vitjanir í fjør. Dagligi leiðarin, Jógvan Eliasen, vónar, at talið fer at hækka til 20.000 komandi ár MENTANARHÚS Ingrid Bjarnastein Klaksvík: – Eftir umstøð- unum gekk tað fínt í fjør, sigur Jógvan Eliasen, dag- ligur leiðari í Mentanarhús- inum Atlantis. Vitjunartalið kom upp á yvir 15.000 vitjanir, og kann tað sigast vera ógvu- liga gott, tá hugsað verður um karmarnar húsið hevur at virka undir. – Biografurin er tað drív- andi í húsinum. Vit sýna filmar fimm kvøld um vik- una – frá mikudegi til sunnudag. Viðhvørt eru tveir filmar hvørt kvøldið, so rundaða talið kemur helst upp á eini 5-600 sýn- ingar um árið. Leiðarin eftirlýsir tó mið- aldrandi fólk, av tí, at tey flestu, ið ganga í biograf eru ungdómar. – Nú er at fara at venja miðaldrandi fólk aftur við at fara í biograf, tí tað eru ógvuliga fá tilkomin, sum koma her at hyggja eftir einum filmi. Hentleikar Jógvan Eliasen sigur, at húsinum vantaði nógvar hentleikar, og er seinastu tíðina roynt at fingið hetta upp á pláss. Millum annað hevur húsið fingið eina nýggja atgongumerkjaskip- an og eisini eina nýggja uppvarping, sum ger tað møguligt at hava framløgur á stórskýggjanum niðri í salinum. – Pengarnir strekkja ikki so langt, so alt má gerast so hvørt. Nú vit hava fingið ein nýggjan uppvarpara gevur tað okkum møgu- leika til at brúka hølini øðr- vísi, greiðir Jógvan frá. Sjónleikarafelagið heldur eisini til í Atlantis, og henda morgunin Sosialurin var á gátt, var ein flokkur frá Tekniska skúla og hugdi eftir einum dvd-filmi í samband við undirvísing. – Húsið stendur tómt í dagtímunum, og er tað har eg hevði ynskt, at tað varð meira brúkt. Til dømis sum í morgun, tá Tekniski skúlin er her. Barnaansingin var eisini inni her einaferð í fjør til eitt tiltak, har Karl Martin sang fyri børnun- um. Tað er jú upplagt at húsið verður brúkt til slík tiltøk. Tá spurt verður um kapp- ingina frá Mentanarhúsin- um í Fuglafirði, sigur Jógv- an, at hetta kann als ikki samanberast. Hann heldur, at tað er næstan skeivt at kalla Atlantis fyri eitt Mentanarhús. – Hetta er bara ein bio- grafsalur við einum palli. Vit hava als ikki somu um- støður sum húsið í Fugla- firði, og kunnu als ikki bjóða tað sama. Vit hava heldur ikki orku til at arbeiða við at fáa stór nøvn henda vegin, tí grundar- lagið fyri inntøku er so lítið. Yvir 20 ymisk tiltøk vóru í Atlantis í fjør. Tað verið seg konsertir, sjónleikir, politiskir fundir og annað. – Mítt størsta ynskið fyri 2003 er, at vit sleppa at byggja út á loftinum. Vit hava eitt loft, sum stendur óinnrættað, og har hevði eg kunnað hugsað mær, at vit fingu nøkur høli, sum vit kunnu brúka til fund. Klaksvíkar kommuna hevur játtað at gjalda tað, ið skal til, um landið játtar at gjalda sín part. So í løtuni verður bara bíðað eftir svarið frá Mentamálaráð- num. – Men við vælvild frá Mentamálaráðnum, so fara vit at hava eitt innrættað loft í summar, sum vit kunnu taka í nýtslu. Leiðarin leggur stóran dent á, at hølini eru ikki egnað til størri tiltøk. Sal- urin tekur bert 120 fólk, og setur tað avmarkingar í sær sjálvum. Ongin køkur er og onki veitsluhøli. – Eg haldi, at tað hevði verið áhugavert at funnið útav, hvat Klaksvíkin ætlar við mentanini her í býnum. Tí tá undirsjóvartunnilin kemur, verður tað spenn- andi at síggja, um vit ætla at útflyta mentanina, ella um vit vilja, at fleiri skulu koma hendan vegin. Men samanumtikið er Jógvan Eliasen ógvuliga væl nøgdur við, hvussu 2002 hilnaðist. Hann vónar tó, at talið á vitjandi fer at hækka til eini 20.000 í ár. Atlantis hevði 15.000 vitjanir í 2002 Jógvan Eliasen, dagligur leiðari í í Atlantis, vónar, at karmarnir í húsinum verða betri í 2003. Tó er hann væl nøgdur við árið í fjør C M Y K 5 4