Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. januar 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 6 - 10. januar 2003 Nr. 6 - 10. januar 2003 7 -Hetta er eitt mál, sum er koyrt eftir forskriftunum í Stýrisskipanarlógini, og bólturin má liggja hjá teimum, sum hava hann. Vit fara ikki og taka bóltin frá nøkrum, uttan so at hann verður spældur yvir til okkara sigur Høgni Hoydal um Jørgen Niclasen málið. Hann metir tað tí verða eitt mál fyri landsstýrismann- in, løgmann og flokk teirra. Ikki fyrr enn málið kemur í tingið er tað eitt mál fyri Tjóðveldisflokkin eisini KANNINGAR Jan Müller Í blaðnum í gjár undrast fyrrverandi landsstýris- maðurin hjá Tjóðveldis- flokkinum, Signar á Brúnni stórliga á, hví leiðslan í Tjóðveldisflokkinum er so tigandi í málinum, sum hevur tikið seg upp um embætisførsluna hjá Jørgen Niclasen, landsstýrismanni. Hann vísir til, at hetta var so ikki støðan, tá ivi tók seg upp um hansara embætis- førslu og hann mátti fara frá. Høgni Hoydal sigur við Sosialin, at hann hevur onga viðmerking til tað, sum Signar á Brúnni førir fram. –Tað eru tó fleiri onnur, sum hava spurt, hví flokkurin ikki hevur verið meira frammi í hesum mál- inum. Vit siga tað vit halda innanhýsis. Vit hava víst í slíkum málum, at vit taka tey upp innanhýsis og við- gera tey í flokkinum og millum teir persónar, sum eru partar av einum máli. Tað vóna vit, at aðrir gera eisini. Høgni Hoydal sigur, at teir hava heldur ongantíð fyrr verið úti alment og út- talað seg um mál, sum liggja hjá øðrum flokkum, øðrum landsstýrismanni ella løgmanni. Hann vil heldur ikki fara út og siga nakað alment um málið, fyrr enn tað hevur verið fyri í løgtinginum. Høgni Hoydal leggur aftrat, at Tjóðveldisflokkur- in letur bóltin liggja, har hann eigur at liggja, til hann so verður spældur yvir til flokkin. – Hvar eigur bólturin at liggja í løtuni? – Hetta er eitt mál um eftirlit við landsstýris- monnum. Tað verður gjørt antin av løgmanni ella av løgtinginum. Løgmaður hevur so heldur ikki tikið málið upp av sínum ein- tingum. Tí er tað tikið upp av løgtinginum. Tá liggur bólturin formelt í tinginum, har kanningarstjóri er sett- ur. Men av tí at løgtingið ikki er saman liggur bóltur- in eisini hjá løgmanni, landsstýrismanninum og flokki teirra og hava teir í hesum førinum fingið eina rættiliga langa umhugsing- artíð. Høgni Hoydal vísir ann- ars aftur gitingum um, at flokkurin vil ikki úttala seg alment um málið av ótta fyri at tað skal fáa avleið- ingar fyri samgongusam- starvið. – Vit gera einki øðrvísi her enn vit gera í øllum øðrum málum. Tá mál hava verið fyri, sum snúgva seg um landsstýr- isfólk hjá Tjóðveldisflokk- inum, sum hava havt trup- ulleikar, so hevur tað ikki altíð verið av løgfrøðiligum slag. Tað er eisini tá, at tingini eru mett politiskt, men vit hava ongantíð verið úti og úttalað okkum um landsstýrisfólk hjá øðrum flokkum. Vit hava tó gjørt tað, tá málini enda í løg- tinginum. Høgni Hoydal hoydi ikki tjakið í útvarpinum miku- dagin, men tá talan er um kanningar av hesum slag vísir hann til tey amboð, sum vit hava í Stýrisskipan- arlógini. Hetta aktuella málið er so kannað eftir teimum reglum, sum Stýr- isskipanarlógin fyriskrivar og so má tað gerast ein nið- urstøða út frá tí. Hvat viðvíkur tjakinum um jura kontra politikk, so sigur hann, at tað altíð er ein politisk metan í øllum málum. Tað var tað eisini í málunum viðvíkjandi Signar á Brúnni og Tór- bjørn Jacobsen á sinni. Man kann ikki fáa eitt facit frá juristum. Man má meta um tingini politiskt, um tað skapar trupulleikar fyri starvið hjá einum lands- stýrismanni oa. Tað merkir ikki, at nakar hevur gjørt nakað juridiskt skeivt. Tað er sum so tað sama sum hendi við málinum um Signar á Brúnni. Signar er jú langt síðani fríkendur fyri nakað juridiskt. Tað, sum hann sjálvur segði, tá avgerðin varð tikin, var, at hann vildi ikki sita í eini støðu, har hann var undir eini konstantari ákæru og ikki fekk arbeitt. Hann vildi gjarna ganga fram sum eitt gott fyridømi, og tað haldi eg eisini hann gjørdi. Signarmálið var tað fyrsta í føroyskum politikki, sum fekk avleiðingar. Og tað hevur gjørt, at eyka fokus hevur verið á hetta og at onnur seinni hava verið noydd til at taka støðu sum hann eisini gjørdi, tá hann valdi at fara frá. – Spurningurin er so, um hann valdi ella varð tving- aður at fara frá? – Tað er jú altíð ein kombinatión, sum eisini kemur fram nú. Tá kundi málið eisini verið endað í løgtinginum. Tað málið var heldur ikki ein spurningur um jura men um eina polit- iska meting, um tað var skilagott ella ikki og um man við tí kundi fáa betri arbeiðsumstøður hjá lands- stýrismanninum, hjá sam- gonguni oø. – Løgmaður sigur, at landsstýrið framdi justits- morð móti Signar á Brúnni, og Signar spyr í blaðnum í gjár, um tað ikki eigur at fáa fylgjur fyri tað lands- stýrið? – Hatta má vera eitt mál millum Signar og løgmann. Eg vil ikki gera viðmerk- ingar til tað, sum løgmaður hevur sagt. – Tú følir sostatt ikki, at tú sum varaløgmaður og partur av landsstýrinum eisini var við til at fremja umrødda justitsmorð móti Signar á Brúnni? – Tað vil eg als ikki gera viðmerkingar til. Tað málið hevur einki við hetta at gera, og tí má man taka tað upp í øðrum samanhangi. Eg ætli mær so ikki inn í tað tjakið. Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksins: Leggja okkum ikki út í innanhýsis mál hjá Fólkaflokkinum Høgni Hoydal vil ikki gera viðmerkingar til úttalilsinii hjá løgmanni í »Signarmálinum« Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksins Løgfrøðiliga er onki at koma eftir, sigur hann, men politiskt eru dagarnir kanska taldir. Hendir tað, so er tað kortini ongin persónlig katastrofa, tí tað eru treytirnar í politikki, sigur Jørgin Niclasen landsstýris- maður við fiskivinnu- málum DEADLINE Ingi Rasmussen Hann er í sínum higartil harðasta ódnarveðri sum landsstýrismaður við fiski- vinnumálum. Lagnan stóð til at vera avjørd hósdagin 9. januar 2003. Spurningurin er, um hann yvirlivdi dagin á brúnni. Og gjørdi hann tað, so stendur ein blóðtyst andstøða klár at reisa misálit, sum eisini fólk í samgonguni eru sinn- að at styðja. Jørgin Niclasen vardi seg líka til »deadline«, tá løg- maður skuldi skera ígjøgn- um. Sjálvur heldur hann seg onki skeivt hava gjørt. Men avleiðingin kann kort- ini gerast, at hann antin verður koyrdur ella sjálvur leggur frá sær, tí hann gerst ein byrða fyri samgonguna og kann skala álitið á pol- itisku skipanina. Alt stavar frá, at ein kanningarstjóri hevur funnist at hansara umsting fyri handfaringina av um- legging av nøkrum lánum. – Kanningarstjórin viðger málið juridiskt, men jur- idiskt er onki at fara eftir. Tað útilokar kortini ikki, at málið kann fáa ta politisku avleiðing, at eg noyðist frá. Eg veit um aðrar landsstýr- ismenn, sum hava lagt frá sær, hóast teir onki skeivt halda seg hava gjørt, sigur Jørgin Niclasen. Hann stríðist fyri sínum politiska lívi, har hann er gyrdur í brøkur, men per- sónliga óttast hann ikki at missa sessin. – Tað er ongin persónlig katastrofa fyri meg, um eg noyðist frá. Tað eru treytir- nar, tá tú ert landsstýris- maður, tí tú veitst framman- undan, at tú bert hevur starvið í eitt avmarkað tíð- arskeið, sigur Jørgin Nicla- sen. Rýkur Jørgin Niclassen úr landsstýrinum, heldur hann kortini fram í føroysk- um politikki, tí hann er valdur tingmaður fyri Fólkaflokkin í Vágum. – Eg havi sagt við míni fólk í Fiskimálaráðnum, at tey hava onki at ræðast, tí eg eri tann fyrsti, sum rúki, um nakað er galið. Og tað skal eg nokk klára at liva við. Eg havi bæði tingsess- in at detta afturá og eitt virki at reka, sigur hann. Tá blaðið fór til prenting- ar, var landsstýrislagnan hjá Jørgin Niclasen fram- vegis óviss. Kanska løg- maður slepti honum av húkinum, men avleiðingin kundi vera, at øll samgong- an kom sær í vandasjógv. Tí kundi hugsast, at skiparin í Fiskimálaráðnum noyddist í land eina tíð. Niðurstøðurnar hjá kanningarstjóranum byggja á misskiljing- ar, sigur Jørgin Nicla- sen landsstýrismaður í sínari verjurøðu til løgmans. Áðrenn løgmaður skuldi fella dóm í málinum, sendi landsstýrismaðurin 20 síður við frágreið- ingum og niðurstøð- um frá sær sjálvum, umsitingini og serligu 3-mannanevndini til løgmann VERJURØÐA Ingi Rasmussen »Mín metan er, at øll málini eru framd á einum hald- góðum grundarlagi í sam- svari við lógina«. Kanska ikki so óvæntað, afturvísir Jørgin Niclasen, landsstýrismaður við fiski- vinnumálum, allar ákærur um at hava verið á saman- stoytskós við lógina um umlegging av lánum til fjarfiskiflotan, ið hava sett hansara landsstýrissess í vanda. Tað ger hann í skrivligum viðmerkingum til løgmann, dagfestar 8. januar 2003. Viðmerkingarnar hjá landsstýrismanninum byggja á eina frágreiðing frá umsitingini í Fiskimála- ráðnum, sum er undirskriv- að av Kaj P. Mortensen að- alstjóra og Heðin Weihe løgfrøðingi, og serligu 3- mannanevndini mannað við advokatunum Julionnu Klett og Anfinn V. Hansen og búskaparfrøðinginum Sjúrði Horsdal. Niðurstøðan hjá lands- stýrismanninum er, at øll málini eru viðgjørd eftir sama aðalleisti, einsljóð- andi leiðreglum og siðvenj- um og útint á einum hald- góðum grundarlagi í sam- svari við lógina. Einføld lóg Jørgin Niclasen førir fram, at lógin, sum talan er um, er sera einfald og stuttorðað. Hann hellir seg til endamál- ið við lógini, sum er at varðveita skipini á føroysk- um hondum. Í løgtingsvið- gerðini hevur hetta staðið hægri og havt størri týdning enn at orða nágreiniligar reglur fyri, hvussu málsvið- gerðin av skuldarumlegg- ingini skuldi fara fram, sigur hann. Tí mátti umsitingin og 3- mannanevndin leggja lóg- artulkingar fyri málsvið- gerðina. Tað sama hevur kanning- arstjórin Turið Debes Hentze advokatur gjørt, tá hon hevur viðgjørt málið. Og har fara partarnir skeiv- ir av hvørjum øðrum. Niðurstøðurnar hjá kann- ingarstjóranum eru »eyð- sýnt ikki tær einastu gald- andi og røttu«, sigur Jørgin Niclasen, »og ikki í sam- svari við tulkingarnar hjá teimum, sum hava viðgjørt málini.« Misskiljingar Landsstýrismaðurin heldur, at alt málið, sum tað er komið fram, byggir á mis- skiljingar. »Hevði kanning- arstjórin frammanundan al- mannakunngerðini av frá- greiðingini lagt høvuðsat- finningarnar fyri fyrisiting- ina, so høvdu nakrar mis- skiljingar ikki komu fyri og úrslitið verið eitt annað,« skrivar Jørgin Niclasen. Samanumtikið sigur landsstýrismaðurin, at hann hevur góðkent málini í samsvari við tey tilmæli, sum eru komin frá 3- mannanevndini og síðan frá fyrisitingini. »Eg eigi sum landsstýris- maður ongan leiklut í máls- viðgerðini av einstøku mál- unum, og havi eg í mínum endaligu avgerðum fylgt niðurstøðunum frá fyrisit- ingini og 3-mannanevnd- ini«, sigur Jørgin Niclasen í sínari verjurøðu fyri løg- manni. Løgmaður skuldi fella politiskan dóm í málinum seinnapartin hósdagin, men vit fingu ikki dómin við, áðrenn blaðið fór til prent- ingar. Eingin katastrofa at fara frá Hetta eru treytirnar, tá tú ert landsstýrismaður, sigur Jørgin Niclasen, sum kanska noyðist av brúnni í Fiskimálaráðnum »3-mannanevndin metir sostatt ikki, at virðið á landskassans veðrættar- støðu er versnað við um- leggingunum«. Tað sigur serliga nevnd- in, ið skuldi gera ummæli, tá lánini hjá trimum rækjutrolarum vóru løgd um. Nevndin, sum er mannað við advokatunum Julionnu Klett og Anfinn V. Hansen og búskapar- frøðinginum Sjúrði Hors- dal, hevur givið eina stutta frágreiðing til frá- greiðingina hjá kanning- arstjóranum Turið Debes Hentze advokati. 3-mannanevndin er av tí fatan, at hennara virk- semi er útint í samsvari við lógina. Hon er eisini av tí fatan, at fyristing og landsstýrismaðurin hava fylgt teimum ummælum og tí viðgerðarleisti, sum 3-mannanevndin hevur lagt lunnar undir. Sostatt styðjar nevndin landsstýrismannin, sum sigur seg onki skeivt hava gjørt. -ir 3-mannanevnd- in styðjar Jørgin Jørgin verjur seg til tað síðsta Endin á undirskrivaðu verjurøðuni hjá Jørgin Niclasen landsstýrismanni C M Y K 7 6