fríggjadagur 10. januar 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 6 - 10. januar 2003
Nr. 6 - 10. januar 2003
9
Sambært teimum,
sum hava roynt tað,
er einki at taka seg
aftur í, at hægri
lesnaður uttanfyri
kongaríkið kann
gerast ein rættiligur
fongur. Hóast danir
ikki altíð eru líka
fegnir at viðurkenna,
so fylgja fleiri aðrir
fyrimunir við, sum
illa eru at fáa í konga-
ríkinum
LESNAÐUR
Orð: Heri á Rógvi Myndir:
Jens Kristian Vang
Hálir vegir og myrkur
kundu ikki halda fólki
burtur, tá kunnandi fundur
um víðari útbúgvingar utt-
an fyri Danmark varð hild-
in á Kambsdali miku-
kvøldið.
Eini trýss fólk høvdu
funnið vegin fram til aul-
una á samanbygdu skúlun-
um á Kambsdali.
Ein fittur partur vóru
fólk, ið kanska hava nomið
sær útbúgving og vóru
áhuga at hoyra meira. So
vóru tað eisini tey, ið enn
ganga í miðnámsskúla,
saman við teimum, ið
gjørdust liðug við mið-
námsútbúgvingina fyri ikki
so langari tíð síðani.
Holger Arnbjerg, leiðari
fyri Altjóða skrivstovuna,
segði innleiðandi, at tann
besti mátin at kunna um
hesar útbúgvingarmøgu-
leikar er at fáa fólk, sum
hava roynt tað, at siga frá
sínum royndum.
Tað var Altjóða skriv-
stovan saman við lestrar-
vegleiðarum á Kambsdali,
ið skipaði fyri fundinum.
Fundurin mikukvøldið
varð skipaður soleiðis, at
panelið í fýra umførum
greiddi frá.
Panelið varð mannað við
fýra fólkum, ið øll hava
nomið sær hægri útbúgving
uttanfyri Danmark.
Hanna í Horni hevur lisið
antropologi og politikk í
Swansee í Wales. Í løtuni er
hon Ph.D. lesandi í Uni-
versity of Wales í Swansee.
Sonja Jógvansdóttir kann
kalla seg Master of Arts
(honours) í politikki. Hetta
hevur hon lisið á Edinburgh
University.
Hans Jacob Kollslíð hev-
ur tikið ein bachelor í
"Business
English
and
Marketing" í Bangkok í
Teilandi.
Tummas
Pauli
Mýri
hevur lisið "Business Eco-
nomics" – fyrst í Aberdeen
og síðani í Glasgow.
Øll fýra høvdu tey tað til
felags, at tey hava gingið á
Miðnámsskúla í Eystur-
oynni.
Byrjanin
Fyrsti spurningurin var,
hvusssu alt hetta við at lesa
uttanfyri kongaríkið byrj-
aði.
Tumms
Pauli
Mýri
greiddi frá, at hann tímdi
ikki so væl at sita á skúla-
beinki í 4-5 ár út í eitt, so
hann fær eitt sokallað sand-
wich course, har møguleiki
eisini er at fara í praktikk.
Hann nevnir – eins og øll
hini – at hann fegin vildi
læra enskt mál. Samstundis
var tað rættiliga líka til hjá
honum at fara til Skotlands,
tí Smyril um tað mundi
sigldi til Aberdeen, og
Aberdeen er oljuhøvuðs-
staðurin í Evropa, og gav
honum harvið vónir um at
sleppa innum hesa vinnu,
sum eisini er sloppin.
Tummas Pauli byrjaði at
lesa í 1995, og hann gjørd-
ist liðugur við Master út-
búgvingina í 2000, har
hann eisini hevur arbeitt hjá
ymsum oljufeløgum.
Fyri Honnu í Horni kom
lestarlívið at ganga fyri seg
í Swansee í Wales, og hetta
hevur ongantíð angra síð-
ani.
— Eg vildi fegin lesa
antropologi,
men
hetta
kravdi meira enn tíggju í
miðal fyri at sleppa inn í
Danmark, so eg mátti fara
aðrastaðni at lesa.
Fyrst ætlaði eg mær til
Norra, men frá lestrar-
vegleiðari fekk eg uppskoti
um fara til Bretlands, sigur
Hanna í Horni.
Hon leitaði eftir fakinum,
hon ynski sær, í stóra yvir-
litinum. Hon hevði lítlan
hug at fara til ein stórbý
sum London.
— Eg valdi Swansee, tí
staðið virkaði gott, og frá
øðrum hevði universiteti
fingið góð viðmæli, sigur
Hanna.
Men tað var ikki alt so
líkatil við at fara til Wales
at lesa. Rúgvusmiklar um-
sóknir skulu fyllast út. Eitt
annað, sum kanska víkir frá
donsku skipanini, er, at á
fyrsta ári skulu tey lesandi
umleið helvtina av tíðina
lesa onnur fak enn teirra
"høvuðsfak". Tað merkti, at
Hanna las Antropologi,
men hevði eisini fleiri aðrar
lærugreinir.
Júst hesin mátin vakti
hennara áhuga fyri øðrum
enn antropologi. Hon end-
aði við at taka "joint hon-
ours" í antropologi og
politikki. Nú skrivar hon
Ph.D. ritgerð í politikki.
Sonja
Jógvansdóttir
hevði ikki rættiliga hug at
fara til Danmarkar at lesa.
Ein lærari hjá henni hevði
lisið politikk í Skotlandi,
og hetta valdi hon so eisini
at royna.
Hon søkti seks ymisk
universitet og valdi Edin-
burgh, tá alt kom til alt.
Tey
fyrstu
trý
fóru
kanska ikki so langt út í
heim, men tað gjørdi Hans
Jacob Kollslíð hinvegin.
Hann legði leiðina til
Teilands, har hann hevði
verið í AFS nøkur ár áðr-
enn. Hann fór yviraftur til
Teilands í 1992. Hann
segði, at áhugin fyri landin-
um og einari ávísari gentu
fingu hann aftur til Tei-
lands.
— Eg vildi sleppa til Tei-
lands, og eg fór tí at leita
eftir einum skúla. Eg kom
fram til ein altjóða skúla í
Bangkok. Har eru fleiri
altjóða skúlar, og á hesin
skúlanum hjá mær gingu
einir 20.000 næmingar,
sum koma allastaðni frá,
sigur Hans Jacob.
Málið, tosað varð á
skúlanum, var enskt.
Øll eru tey samd um, at
málsliga er sera lítið av
forðingum, og tað gevur
hinvegin eina røð av fyri-
munum at hava frálíka
góðan førleika í enskum.
Pengarnir
Tá fleiri av panelluttakar-
unum fóru út í heim at
nema sær til kunnleika,
vóru
stuðulsskipanirnar
ikki sum tær eru nú.
Nú kanst tú fáa upp til
120.000 kr. árliga frá
Stuðulsstovninum til skúla-
gjald umframt danskan SU.
Flest
allir
útlendskir
skúlar kosta at ganga á. Í
hesum førinum ger hetta
serliga seg galdandi í Bret-
landi.
Hjá Honnu í Horni vóru
ráð fyri tí. Hon søkti sum
dani. ES borgarar kunnu
ganga í skúla hjá hvørjum
øðrum fyri lítið og lætt,
men ert tú ikki ES-borgari í
Bretlandi, so kann tað ger-
ast dýrt.
— Eg skrivaði alt á
donskum – fekk fatur á
donskum umsøknarbløðum
og hevði danskt pass. Eg
vónaði so bara, at eingin
for at leggja til merkis, at
eg var úr Føroyum. Enn í
dag haldi eg ikki, at tankin
hevur streifað tey í Wales,
at "Færøerne" eru eitt land
uttanfyri ES, sigur Hanna.
Men tað at søkja inn sum
dani er farin tíð, segði hon.
Hans Jacok Kollslíð fekk
skúlagongdini rættiliga bí-
liga, men hann fekk ikki
SU fyrr enn eftir fleiri ára
lestur. Hetta gjørdi, at hann
mátti taka lán.
Sjálvt tað at søkja og
sleppa upplivdu panellut-
takararnir ikki sum nakað
serliga torført.
— Mínar royndir siga
mær, at tað er ikki so ringt
at søkja – men tað tekur
nógva tíð. Tey vilja fegin
hava føroysk lesandi. Ikki
minst tí hesi gjalda nógvar
pengar fyri at ganga á skúl-
anum, segði Sonja Jógv-
ansdóttir.
Fyri at fáa SU skal út-
búgvingin góðkennast í
Danmark, og hetta kann
gott taka eitt sindur av tíð.
Øll fýra vóru tey samd
um, at skipanin, tá tey byrj-
aðu, ikki var serliga góð,
men nú er støðan ein onnur.
Hans
Jacob
Kollslíð
skuldi eisini til eina roynd í
enskum. Hetta kann eisini
koma fyri á sumum enskum
skúlum.
Onkur av teimum í Bret-
landi hevur eisini roynt at
arbeitt, men hetta gevur
ikki so nógvar pengar.
Tummas Pauli Mýri valdi
ikki at arbeiða, tí hetta ikki
gav so nógv í mun til stríð-
ið.
Tey í Bretlandi lótu eisini
sera væl at hjálpseminum
hjá universitetunum.
— Tey hava altíð eitt
kontór onkrastaðni til at
nøkta júst tín tørv, segði ein
av panelluttakarunum.
Sosialt
Ì fundinum mikukvøldið
varð nógv tosað um út-
búgvingarstøðini í mun til
Danmark. Taka vit eitt nú
Bretland sum eitt dømi, so
er tað sjálvandi munur á í
mun til Danmark.
Skipanin er øðrvísi í
forhold til áramál og heiti
og annað. Eisini verður ofta
gingið nógv minni í skúla í
Bretlandi – einans 32 vikur
um árið nógvastaðni.
Men reint sosialt er
Bretland einki at halda seg
aftur við at fara til.
— Tú skalt veruliga vilja
vera einsamallur, um tú
skalt enda við at siga einsa-
mallur. Tað er ómøguligt
ikki at møta fólki og fáa
vinir, segði Hanna í Horni
og hini eru ikki ósamd.
Tað at koma inn í málið
og kanska eisini mentanina
tók stutta tíð.
Hinvegin kunnu ávísir
trupulleikar stinga seg upp
í mun til Danmark.
Danir eru ógvuliga aftur-
haldandi við at góðskriva
lesnað í øðrum landi.
Sonja
Jógvansdóttir
nevndi sum eitt dømi, at
hon bert kundi fáa góð-
skrivað hálvtannað ár á
Københavns Universitet, tá
hon ætlaði at fara at lesa
víðari har.
Hetta verður arbeitt við
at bøta um, men hjólini
mæla ikki so skjótt í løtuni.
Undantikið
Honnu
í
Horni eru tey øll komin út í
vinnulívið at arbeiða.
Tummas
Pauli
Mýri
segði, at hann allatíðina
visti, hvat hann vildi, og
hann hevur fingið arbeiði
hjá oljufelagi. Eisini Sonja
og Hans Jacob arbeiða,
men Hans Jacob valdi tó at
leggja eitt sindur um, og
hann er nú lærari.
Standardurin nýttur verð-
ur í Danmark og í Føroyum
vísir seg at vera ógvuliga
danskur, var boðskapurin,
men úti í verðini eru eitt nú
bretskar útbúgvingar nógv
verdar.
Hanna í Horni
Sonja Jógvansdóttir
Tummas Pauli Mýri
Hans Jacob Kollslíð
Ein lestrarheimur uttan fyri Danmark
Á Altjóða skriv-
stovuni hava tey
merkt ein øktan
áhuga fyri lesnaði
uttanfyri Norðan-
lond
LESNAÐUR
Heri á Rógvi
Sum støðan er nú lesa
eini 50 føroyingar uttan
fyri Norðurlond. Hesir
eru nógv teir flestu í
Stóra Bretlandi, men
fleiri eru eisini í USA.
Nøkur einkult lesa í hin-
um londunum í Evropa
og onkur lesur eisini
aðrastaðni í heiminum.
Økta
áhugin
kann
skyldast øktu stuðuls-
møguleikarnar,
sum
m..a. innibera, at skúla-
gjald upp til 120.000 er
Stuðulsstovnurin sinn-
aður at gjalda. Er gjalda
hægri enn hetta, so ber
til at lána restina av pen-
inginum.
SU skal góðkenna út-
búgvingina fyri at geva
stuðul. Verður útbúgv-
ingin góðkend fáa eisini
føroyingar SU úr Dan-
mark, meðan teir ganga
á skúla uttanfyri konga-
ríkið.
Til flestu víðari út-
búgvingar
uttanfyri
kongaríkið og Norður-
lond er eitt føroyskt
miðnámsskúlaprógv
nóg mikið til at sleppa
inn, men á ávísum skúl-
um kann tað hugsast, at
kravt verður, at umsøkj-
arin tekur eina førleika-
roynd.
Mett verður, at før-
oyskir næmingar í nógv
teimum flestu førunum
standa seg væl í serliga
enskum. Talan kunnu tó
vera
um
byrjunar-
trupulleikar, men hesir
eru í flestu førum ikki so
umfatandi.
Umsóknarfreist
Tað er rættiliga ymiskt í
teimum ymsu londunum
og er eisini skiftandi frá
útbúgvingarstaði til út-
búgvingarstað. Tú mást
altíð kanna á staðnum,
nær freistin er og hvussu
mannagongdin er.
— Vanliga er freistin
millum 5 og 7 mánaðar
fyri lestrarbyrjan. Tað
kann eisini vera eitt heilt
ár fyri lestrarbyrjan,
men hinvegin eru eisini
dømi um, at tað ber til at
søkja um upptøku bara
nakrar fáar dagar áðrenn
lesturin byrjar – um
pláss eru tøk á staðnum.
Sum sæst er hetta eisini
ein
spurningur
um,
hvussu stórur kravgang-
urin er eftir útbúgvingini
og útbúgvingarstaðnum,
stendur at lesa á heima-
síðuni hjá Altjóða skriv-
stovuni.
Fleiri upplýsingar fáast
á www.ask.fo
Áhugin var rættiliga stórur fyri kunnandi fundinum um víðari úbúgvingar uttanfyri Danmark, sum varð hildin á Kambsdali
mikukvøldið
At fara útum kongaríkið gevur nakrar fyrimunur. Panelið á fundinum nevndi serliga málsligu fyrimunirnar, og sosialt er ein
útbúgving, eitt nú í Bretlandi, ógvuliga gevandi
Størri áhugi
—Skúlar í USA
vilja ógvuliga
fegnir hava før-
oyskar næmingar.
Sjálvt teir heilt
stóru skúlarnir,
sigur Michael
Reveal
LESNAÐUR
Orð: Heri á Rógvi
Myndir: Jens Kristian
Vang
Michael Reveal, sum er
amerikumaður og býr í
Føroyum, hevur fingist
við at hjálpa føroyskum
áhuganum at søkja inn á
skúlar í USA.
Á fundinum á Kambs-
dali
mikukvøldið
greiddi hann frá, at
áhugin hjá amerikonsk-
um skúlum er stórur at
fáa føroyskur næmingar
til USA.
— Í USA eru tey
áhugaði í at fáa fatur á
føroyskum næmingum,
tí tey hava ongar før-
oyskar næmingar. Skúl-
ar í USA vilja ógvuliga
fegnir hava føroyskar
næmingar. Sjálvt teir
heilt stóru skúlarnir,
sigur Michael Reveal.
Nógvir av teimum
stóru skúlunum – Ivy
League – kosta rættiliga
nógv at ganga á. Men
Michael Reveal heldur
ikki, at tað skal vera
nøkur forðing, tí áhugin
sum sagt er stórur, at
skúlin oftani er sinnaður
at hjálpa væl til.
— Tað er nógv at fylla
út, og tú skalt senda alt
møguligt. Men tað er
týdningarmikið at lesa
væl, hvat teir skrivað til
tín, og oftani er ein veg-
ur rundanum forðingar –
eisin fíggjarliga forðing-
ar, sigur Michael Re-
veal.
Tað
finnast
eisini
skúlar, ið als ikki eru so
kostnaðarmiklir sum eitt
nú Harvard, og hesir eru
minst líka fegnir um at
fáa føroyskar næmingar.
Í løtuni ganga fleiri
føroyskar næmingar á
skúlum.
Bartal Nolsøe Poul-
sen, sum gongur á MIT
við tøttum tilknýti til
Harvard, eydnaðist at
fáa fígging til størsta
partin av sínari útbúgv-
ing. Hann gongur á
college, sum svarar til
støði á studentaskúla í
fyrstani og síðani uni-
versitetsstøði.
Havast skal í huga, at
ÚSUN veitir 120.000 kr.
í skúlagjaldi – eisini í
USA.
— Tú nýtist ikki at
vera akkurát liðugur við
miðnámsskúlaútbúgvin
gina. Tað eru nógvir
møguleikar eisini fyri
meira tilkomin fólk,
sigur Michael Reveal.
Søkið út í
heim
Robert Gordon University í Skotlandi, har m.a. Tummas
Pauli Mýru gekk.
Michael Reveal heldur ikki, at føroyingar skulu á
nakran hátt halda seg aftur við at søkja útbúgvingar í
londum uttanfyri Danmark – eisini í londum langt
burturi.
— Tey eru sera áhuga at fáa tykkum á skúlan, sigur
hann
C
M
Y
K
9
8