fríggjadagur 10. januar 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 6 - 10. januar 2003
Nr. 6 - 10. januar 2003
11
Tá sokallaða fíggjarlógin varð samtykt áðrenn jól,
segði Torbjørn Jacobsen fíggjarnevndarlimur, at
alternativið til semjuna um fíggjarlógina var "svart
samband". Fyrst er at siga, at vit síggja, hvussu nógv
semjan er verd. Longu nú fyrst í januar mánaði byrja
samgongulimir at tosa um eykajáttanarlógir. Hetta tos
fer ivaleyst at vinda upaftur meira uppá seg, tá asosiala
ávirkanin av fíggjarlógini fyri 2003 fer at síggjast.
Umsitingina gjørdu teir einki við, hóast serliga tjóð-
veldismenn rópa upp um, at almenni sektorurin í Før-
oyum er alt ov stórur, tí at vit fáa blokkstuðul. Hetta er
skeivt. Almenni sektorurin – og her hugsa vit um mið-
fyrisitingina – er alt ov stórur, tí at samgongan undir
borgarligari leiðslu hevur latið umsitingina bólgnað
upp, soleiðis at hon er tíggjutals milliónir dýrkað
síðani 1998. Hetta hevur einki við blokkstuðulin at
gera, men bert við manglandi føroyskari stýring.
Um vit nú venda aftur til orðini hjá Torbjørn Jacobsen
um, hvat alternativið til sitandi samgongu er, so er at
siga, at sitandi samgonga er ein heimastýrissamgonga,
ið kanska enntá hoyrir til tær minni yvirtøkuhugaðu
søguliga sæð.
Hendan samgongan fer ikki at yvirtaka løgregluna, tí
tað stendur greitt í samgonguskjalinum, at hetta bert
skal fyrireikast í hesum valskeiðnum. Fólkakirkjan, ið
skal yvirtakast í hesum valskeiðnum, kemur ongan
veg. Handalagið tykist vera sera vánaligt, og kann hetta
geva ein illgruna um, at har, sum yngra ættarliðið í
Tjóðveldisflokkinum sleppur framat, endar alt í rok og
klandri, uttan at stórvegis ítøkiligt kemur burturúr.
Man hevur kappað á stokkinum við allar teir gomlu,
sum sótu við nógvum royndum m.a. um konsensus og
at loysa stórmál í breiðum semjum.
Fólkakirkjan kundi verið yvirtikin av andstøðuni við
nógv betur handalagi, enn samgongan megnar. Tað er
klárt, at ein yvirtikin kirkja má vera í sama líki sum nú,
har statsins partur fer á fíggjarlógina. Um man bíðar
eftir, at politikarar, fríkirkjufólk og prestar semjast, so
verður kirkjan ikki yvirtikin í okkara tíð, tí hesir bólkar
semjast ongantíð. Tá tað er sagt, so skulu sjálvandi
bispur og prestar takast uppá ráð viðvíkjandi tí reint
praktiska viðvíkjandi einari yvirtøku.
Flestu yvirtøkur og framstig annars á sjálvstýrisleið í
Føroyum eru hend undir javnaðarleiðslu. Hetta er eitt
søguligt faktum, ið sjálvt Torbjørn Jacobsen má fyri-
halda seg til. Alternativið til núverandi heimstýris-
samgongu við fáum yvirtøkum við vánaligum handa-
lagi og einari fíggjarlóg við borgarligari slagsíðu, er
ein samgonga við fleiri yvirtøkum við betri handalagi
og einari solidariskari fíggjarlóg. Vit eru jú øll, inklusiv
Tjóðveldisflokkurin, samd um at vera innanfyri Ríkis-
felagsskapin tey næstu árini – ella hvussu?
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Er alternativið svart
samband?
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 4449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Petur Dahl Nolsøe
Vágur
Nei, onki er tað, tað deiliga
menniskja Marianne Tell-
ing, prestur í Vági, ið ikki
tolir tann føroyska diesel-
roykin, at hon heldur vil
fara til royk-osan í Kjøpen-
havn… tí tað liggur jú
nakað heilt annað aftanfyri,
og tað er tað, at hon er gift
við einum fanatikara og
Bach-virtuosi, Claus Tell-
ing – ið ikki tolir royk –
sum er eitt geni – innan
tónleik – og tíverri – bara
tað.
Originalur, má sigast. –
Tíverri altso, vit hava jú
brúk fyri sovornum talent-
um, serliga í Suðuroy, og
Stóra Pakkhús, sum hevur
eitt flunkandi nýtt flygel
(klaver) av flottasta slag,
var, ella er hann spesialistur
at tangentera uppá, og hev-
ur fingið bæði Brand og
Trónd Enni, og fleiri aðrar
topp musikkarar (m.a. Edv.
N. Debes) og sangarar
lokkandi til hetta flotta
flyglið, ja tað er bara spell,
at man missir slík talentir. –
Men, men – tá eg hoyrdi at
Claus Telling hevði bjóðað
Sumbiar kirkju tað gamla
orglið frá 1872, ið stóð í
olmussu-kirkjuni á Kirkju-
kletti í Vági, (tann kirkjan
stendur nú í Hovi, har
hovbingar taka sær væl av
henni), tí orglið í Sumbiar
kirkju var falskt – tann eina
dagin hann varð biðin um
at spæla har suðuri, tá
hvakk eg við.
Søgan um tað gamla
orglið, sum kom heim til
Vágs við einum kornskipi,
er víða kend og nógv
skrivað um í ymsum bók-
um – er loksins blivið
restaurerað fyri nógvar
pengar – og tað biður Claus
Telling bara sumbingar fara
avstað við, »for det står der
til ingen nytte«.
Nei, gott er Claus, hav
tað gott í royk-osanum í
Kjøpenhavn og Marianna,
takk fyri tíðina tú var her,
og blíðan byr framyvir, – tú
kom tó at læra føroyskt
hetta eina árið, vælgagnist.
Er du blevet røg-forgiftet Marianne Telling?
Johan Dahl
Løgtingsmaður
Tað er sera ringt at fáa
eygað á økisø og útjaðara-
menningar
politikkinum
hjá samgonguni, hann er
nærri at kalla ein miðvísur
avoyðingarpolitikkur.
Hyggja vit at økismenn-
ingini, so kann ein spyrja
seg, hvar hon bleiv av??
Tað blivu í seinasta val-
skeiði gjørd bæði økis-
menningarálit og útoyggja-
álit, sum nærmast skuldu
verða við til at "revu-
lotinerað" hesi økið, so
meira liviligt skuldi blíva,
eins og virksemið á hesum
økjum skuldi hava somu
karmar sum meginøki(ni).
Fíggjarlógin og tær skerj-
ingar á fiskivinnumenning
landi og flutningsstuðlin-
um, gransking o. a eru
dømir har ein fer 1 fet fram
og 2 aftur og kann ein
spyrja, hví tit ikki kannað
konsekvensin fyri vinnuna
og økini áðrenn tit skerja.
Vit hoyrdu í dag í út-
varpinum hvussu t.d. ein
avtøka av stuðlinum fyri
eykatollin av framleiðslu úr
russarafiski hjá Fiskavirk-
ing, sum faktisk er ein inn-
tøkuskapandi fyri landið tá
gjørt verður upp, beinleiðis
kemur at oyðileggja eina
framleiðslu har ein niche-
marknaður er skaptur og
sum hevur virkað væl, og
givið pening av sær bæði til
land og virkið. Skil tað
hvør í kann, hvussu hesi
sum skert hava roknað
hatta úr?
Taka vit samferðsluøkið
og ferðaseðlaprísirnar og
farmakostnaðin sum nú er
ætlan at hækkað við 15%,
so er hetta eit stig sum allir
útjaðaraløgtingslimir áttu
at sett seg harliga upp
imóti, tí tað kann ikki verða
rætt suðringar nú skulu ca.
80 kr. fyri persón og ca.
140 kr. fyri persónbil ein-
vegis um suðriarfjør.
Skal farmaflutningur eis-
ini økjast við 15% har
strandferðslan
longu
framman undan er eftirbát-
ur so tað forslær við prísum
og als ikki er kappingarfør,
í mun til lastvogns- og
trailaraflutning hjá privat-
um, so verður tað vinnan,
sum verður taparin aftur
her og má málið so enda-
liga verða at allur flutn-
ingur av t.d. fiski til út-
landið slettis ikki longur fer
um Havnina men beinleiðis
úr suðri til meginlandið.
Tað er neyðugt, at tað
politiskt verður sett hol á
eina "nýggja leið" hvat
viðvíkur gjøldum gjøgnum
tunnlar og har firðir og
sund skilja.
Vit mugu hava somu kor
og kostnaðir, óansæð um tú
kemur við ferju og bili úr
Klaksvík ella úr Suðri til
Havnar ella um tú kemur úr
Svíni , Mykinesi ella Hesti
til Havnar.
Tað er neyðugt at hesin
trupulleiki verður tikin upp
skjótast tilber.
Um vit t.d. taka ein
fuglfirðing, sum koyrir við
bussi til Havnar til arbeiðis
aftur og fram so fær hesin
faktisk beinleiðis stuðul frá
tí almenna fyri at koma til
og frá arbeiði, hetta tí at
mánaðarkortið kostar ca.
600 kr. - meðan flutnings-
endurgjaldið fyri teinin pr.
mánað verður uml. 800
krónur .
Hesin kann við ørðum
orðum fáa ein ókeypis
ferðaseðil til Danmarkar pr.
ár - tí hann nýtir bussin.
So ójavnt er býtt.
Hvat bleiv av útjaðara- og økismenningar-
visiónum samgongunnar?
Vegna býráðið á
Tvøroyri
Finnleif Guttesen,
borgarstjóri
Nú verandi býráðssetan er
hálvrunnin, fari eg í høv-
uðsheitum at vísa á, hvussu
stendur til, hvussu gongst
og hvørji fíggjarligi útlitini
eru. Harafturat vil eg royna
at geva borgarunum í Tvør-
oyrar Kommunu eina mynd
av hvar kommunuskatta-
krónurnar fara, og hvat vit
hava í hyggju í hesum ári.
Skattur
Grundleggjandi kunnu vit
fegnast yvir, at skattainn-
tøkan bæði seinastu árini er
økt, og útlit eru fyri, at hon
fer at økjast nakað aftur í ár.
Fíggjarætlanin fyri 2001
var uppá 40.027.000 kr.,
fyri
2002
er
hon
42.645.000 kr. og fyri 2003
er
fíggjarætlanin
kr.
43.902.000.
Lán:
Við tryggari skattainntøk-
um ber eisini til at minka
um skuldina, og tað hevur
eisini eydnast.
Við árslok 2000 var
skuldin 113 mill., við árs-
lok 2001 var hon 103 mill.
og við árslok 2002 er
skuldin 93 mill. krónur.
Avdráttir eru umleið 9,7
mill., og rentuútreiðslur
smáar 5 mill.
Tá
lániavtalan,
sum
kommunan er bundin av, er
úti við árslok 2005, er
skuldin komin niður á
umleið 64 mill krónur. Við
øðrum orðum fer at bera til
at lækka skuldina úr trim-
um skattaálíkningum og
niður móti einari eftir fimm
árum.
ÍLØGUR
Málið er, at allir borgarar
eins
og
vinnuvirkir
í
kommununi skulu hava
sóttreinsa vatn, og tí er
neyðugt við einari støðug-
ari útbygging av vatn-
goymslum. Nýggjur brunn-
ur er tikin í brúk, og nýggj
leiðing er løgd út til Drel-
nes.
Í 2003 er ætlanin at
leggja rør frá vatnverkinum
til samlibrunnar í Manna-
gjógvsá og Hvannagjógvsá.
Íløgur eru eisini gjørdar í
Tvøroyrar Havn. Útfylt er
við Delta og eystanfyri
flakavirkið, og somuleiðis
er ein skitsuætlan gjørd av
einum nýggjum keikanti
uttanfyri flakavirkið.
Í 2003 er ætlanin fram-
haldandi at útfylla á havna-
økinum. Grót fæst við at
spreingja í grótbrotinum
omanfyri kirkjugarðin, og
hervið verða parkerings-
møguleikarnir eisini betri.
Økið eystanfyri kirkju-
garðin er keypt til framhald
av verandi kirkjugarði, sum
skal víðkast í ár.
RAKSTUR
Skúlaøkið:
Seinastu árini hava skúl-
arnir støðugt verið við-
líkahildnir. Takið á gamla
skúla er skift, og somu-
leiðis er arbeiðið at skifta
takið á ítróttarhøllini og
skúlanum í Trongisvági um
at verða liðugt. Ymiskt við-
líkahald er eisini gjørt inni í
skúlunum, men enn restar
nógv í fyri at fáa gamla
skúlan upp á eitt hóskandi
støði, men hetta arbeiði
heldur fram.
Tvøroyrar havn
Landingarøkið við flaka-
virkið er asfalterað, og
somuleiðis er alt økið frá
gestastovuni til uttara báta-
hyl nú eisini asfalterað.
Ljóssteyrar og autoverja,
sum vóru á keiøkinum, eru
tikin niður, og ein ljósmast-
ur sett upp ístaðin. Hetta
lættir nógv um koyringina
við bingjum og trailarum
Bátahyljar og ídnaðarøki
Í bátahyljunum í Trongis-
vági eru nýggj el-skáp upp-
sett. Norðari innsiglingar-
armur skal umvælast, og
ætlanin er, at økið eystan
fyri hylin skal ruddast og
planerast meira.
Í uttara bátahyli skal
felagsdrátturin umvælast.
Básar eru avmerktir á økin-
um, og skulu hesir kunna
leigast
av
áhugaðum.
Brúgvin á Hvítanesi, sum
er ein av teimun seinastu
træbrúgvunum í landinum,
verður umvæld.
Eitt stórt øki í gamla
grótbrotinum er rudda, men
enn er eingin avgerð tikin
um hvat økið skal brúkast
til.
Vegir, kloakkir og
renovatión
Nýggi vegur og vegastrekk-
ið í Mýrudali er asfalterað.
Gongubreytin á ovara
síðu á nýggja vegi verður
liðugtgjørd, og somuleiðis
verður gjørt klárt til gøtu-
ljós, telefon og vatn.
Nógv asfaltarbeiði dreg-
ur út, tí kommunan vil hava
kloakk- og vatnviðurskift-
ini í lagi áðrenn asfalterað
verður av nýggjum. Hetta
er fíggjarliga krevjandi ar-
beiði, og verður tí ikki
møguleiki at umvæla tær
stóru vegalongdirnar og
kloakkir í senn.
Nøgdirnar av ruski bert
vaksa. Hetta kostar nú
kommununi meira enn 3
mill. kr. um árið. Ein bingja
til papp er sett á bingju-
plássið fyri at fáa meira
skiljing, og ein kvørn er
keypt til trø og runnar.
Almanna- og heilsumál:
Á
barnaansingarøkinum
eru eingin bíðilisti. Frí-
tíðarskúlin hevur pláss til
20 børn.
Tannlækni er til barna-
tannarøkt
burturav,
og
somuleiðis
eru
gomlu
tannlæknahúsini
sett
í
stand, har nýggjur tann-
lækni hevur leigað seg
innar.
Peningur er settur av til
eldrasambýli.
Ymiskt:
Bygningurin hjá kommu-
nalu umsitingini er keyptur
frá Føroya Banka.
Svimjihylurin
hevur
fingið nýggja ventilatión.
Viðalundin verðurhamp-
að.
Sjálvandi er eitt og annað,
sum ikki kemur við í hesa
stuttu frágreiðing, men er
tað okkara vón, at borgarin
við hesum hevur fingið eitt
innlit í tað, sum býráðið
arbeiðir við.
VIÐMERKINGAR
Hálvrunnin býráðsseta – hvat er útint?
15. november í ár
skipaði Føroya
Sjómansskúli fyri
einum temadegi um
trygd á sjónum.
Undirtøkan var góð,
og uml. 100 fólk vóru
møtt
TÍÐINDASKRIV
Fyrilestrar:
Daniel J. Poulsen, stjóri á
Føroya Sjómansskúla, legði
fyri og bjóðaði vælkomin.
Hann greiddi frá undir-
vísingini á skúlanum, sum í
nógv størstan mun snýr seg
um trygd á sjónum. Eisini
kom hann inn á, at herd
trygdar- og tilbúgvingar-
krøv í fyrstu atløgu tykjast
at kosta, men í longdini
vinna vit tað inn aftur í
færri vanlagnum.
Anfinn Kallsberg, løg-
maður segði, at trygd á
sjónum hevði eina høga
politiska raðfesting. Málið
er, at føroysk skip skulu
vera tey tryggastu í heim-
inum. Men her krevst sam-
stundis eisini ein hugburðs-
broyting í fiski- og sjóvinn-
uni.
Politiskt verður í løtuni
arbeitt við at fáa atstøðu-
limaskap
(assosieraðan
limaskap) í altjóða sjó-
vinnufelagskapinum undir
ST, sum eitur IMO.
Skipaeftirlitið er yvir-
tikið, og verður nú arbeitt
við at tillaga trygdarkrøvini
til føroysk viðurskifti og at
røkka endamálinum.
Óli Hans H. Olsen, stjóri
á skipaeftirlitinum, kom í
sínum innleggi serliga inn á
arbeiðsumhvørvi umborð á
skipunum. Hann nam við
øki sum inniklima, arbeiðs-
klæðir, kost, larm og ikki
minst dekshæddir.
Hann mintist frá tí, hann
sjálvur fór til skips fyrstu
ferð, hvussu útslitnir miðal-
aldrandi menn kundu vera
av vánaligum arbeiðsum-
hvørvi umborð. Eisini hann
kom inn á hugburðsbroyt-
ingar í hesum sambandi.
Lassi Borðoy og Ingrid
Holm, lærarar og skeiðs-
haldarar á Føroya Sjómans-
skúla, tosaðu ávikavist um
arbeiðsumhvørvi og medi-
sinkistuna í útbúgvingar-
høpi. Víst varð á, at eitt nú í
Danmark eru krøv um eftir-
útbúgving fyri sjómenn, tá
tað snýr seg um arbeiðs-
umhvørvi og heilsu. Serliga
eru tað yvirmenninir, sum
fáa eftirútbúgving innan
nevndu øki.
Don Petersen, samskipari
á
Fjarskiftiseftirlitinum,
kom í sínum fyrilestri inn á
samskifti, sum er ein týð-
andi partur av tilbúgvingar-
og
trygdarskipanini
til
havs. Serliga varð nomið
við ta sonevndu GMDSS-
skipanina, INMARSAT- og
C O S PA S / S A R S AT-
samskiftisfylgissveinarnar,
sum eru ein avgerandi part-
ur av alheims tilbúgvingar-
og
trygdarskipanini
til
havs. Komið var inn á ta
nýggju AIS skipanina - ein
skipan, sum ger tað møgu-
ligt at fylgja við, hvar skip-
ið er. Hann kom í hesum
sambandi eisini inn á nakað
nýtt, sum kemur at henda
innan altjóða skipaferðslu,
serliga áftaná yvirgangsat-
sóknina á World Trade
Center. Hetta snúði seg um
eina altjóða lóg um, hvussu
skipast skal fyri í samband
við yvirgangsatsóknir inn-
an skipaferðsluna. Øll skip
skulu framyvir hava ein
sokallaðan "security offi-
cer" og ein yvirgangsneyð-
knøtt umborð, umframt at
allar góðkendar havnir á
altjóða stigi skulu hava eina
góðkenda "security" skip-
an.
Eisini varð nomið við ar-
beiðsøkið hjá Fjarskiftiseft-
irlitinum, og víst varð til
heimasíðu Fjarskiftiseftir-
litsins viðvíkjandi VHF-út-
breiðsluni í Føroyum hjá
skipaferðslini.
At enda greiddu Sjúrður
Guðjónsson, skeiðsleiðari
og
Christian
Poulsen,
skeiðshaldari, frá ávikavist
skeiðsdeild skúlans og um
hvørji tól, skúlin ræður yvir
til undirvísingarbrúk.
Nakrir fyrilestrar eru
lagdir út á heimasíðu skúl-
ans: www.farnav.fo
Kjak:
At enda var kjak á skránni.
Kjakið var lívligt, og vísti
tað seg, at evni - trygd á
sjónum - er eitt evni, sum
upptekur bæði okkara sjó-
fólk og fólk flest.
Evnini vóru, sum vænt-
að, nógv á skránni. Her
skulu nøkur evnir, sum vit
uttan iva fara at hoyra
meira um í framtíðini, tak-
ast fram:
1. Arbeiðsumhvørvi:
Larmur
Inniklima
Arbeiðsklæðir
Kostur
Dekshæddir
2. Samskifti:
VHF-sendinetið má
gerast betri.
GMDSS støðir mugu
hava venjingarsimulator.
GMDSS støðir og
NAVTEX mugu
innstillast rætt.
3. Smábátar:
Hvussu er eftirlitið við
trygdini umborð á
smábátum?
4. Eftirlit:
Fylgisveinaskipanir
koma umborð á øll skip.
5. Mynstringslistin:
Tekin eru um, at neyðugt
er at broyta hann, tí hann
er ótíðarhóskandi.
Skal yvirlit yvir kravd
sertifikat standa á
listanum.
A4 stødd.
Mynstringareftirlit.
Neyðugt er við nýggjum
uppskotum.
6. Verksetan av
hugburðsbroytingum:
Ábyrgdin hjá skiparanum
er stór. Teir hava skyldu
at kanna,
at øll viðurskifti í
samband við tilbúgving
og trygd eru í lagi.
Royna at fáa sjómanna-
konur við í arbeiðið tá tað
snýr seg um arbeiðsum-
hvørvið umborð á
skipum.
Samstundis sum arbeitt
verður við at betra um
trygdina á sjónum, má alla
tíðina hugsast um kostn-
aðin á teimum tiltøkum, ið
verða sett í gildi.
Men aðalmálið er, at
føroysk skip skulu vera tey
tryggastu í heiminum.
Føroya Sjómansskúli og
skipaeftirlitið takka fyri
góða uppmøting. Tiltakið
gav okkum mót at halda á
við líknandi tiltøkum í
framtíðini. Fyribils er ætl-
anin at skipa fyri líknandi
fundi næsta heyst.
Trygd á sjónum
C
M
Y
K
11
10