fríggjadagur 10. januar 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 6 - 10. januar 2003
Nr. 6 - 10. januar 2003
13
Seinasta sunnukvøld
kundi ein vanlukka
verið hend í Vest-
manna, tá ið 16 ára
gamli, Hans Fríðálv
Johannesen, datt
hálvan sjeynda metur
í fríum falli.
- Áðrenn eg fór út av
glerstoytta takinum,
royndi eg at taka í
okkurt á vegnum,
men tað var vónleyst,
sigur drongurin, sum
eins væl kundi verið
deyður í stóra fallin-
um
VANLUKKA
Vilmund Jacobsen
Teir vóru til stuttleikar
farnir ein túr uppá takið um
útvarpstíð seinasta sunnu-
kvøld, 16 ára gamli, Hans
Fríðálv Johannesen og vin-
maðurin og javnaldurin,
Bjarni Durhuus í Vest-
manna.
Omanfyri húsini gongur
takið so lágt, at til ber at
stíga uppá, men niðanfyri
er hæddin hálvan sjeynda
metur.
- Eg ætlaði at ganga om-
an á niðara enda á takinum,
sum er meira slættur. Tað
var myrkt, og eg visti ikki,
at har var glerstoytt, tí tað
var tað ikki í hinum endan-
um. Eg gleið í glerinum og
fór eftir rygginum oman
eftir takinum. Royndi at
taka fast í okkurt á vegnum,
men tað var vónleyst. Beint
áðrenn eg fór út av, setti eg
meg upp, soleiðis at eg fór
lodrættur út av, við beinun-
um fyri.
Hans Fríðálv minnist, at
tað hvítnaði fyri sær, tá ið
hann í stóra fallinum rakti
vøllin undir húsunum.
- Eg var ongantíð veru-
liga burtur, men tað mundi
vera nær við.
Tað var høgri fótur sum
tók, og Hans Fríðálv datt
harðliga niður á høgru lið í
brestinum.
Trúði, eg fór at
doyggja..."
Men hvat hugsaði so hesin
16 ára gamli drongurin í
høga fallinum?
- Eg hugsaði, at nú fór eg
at doyggja, tí eg visti, at
høgt var oman av niðanfyri,
rættiliga høgt.
Spurdur, um hann hugs-
aði um foreldur og systkin,
sigur hann, at alt hendi so
ógvuliga
knappliga,
at
stundir vóru ikki til teir
nógvu tankarnar.
- Men eg væntaði ikki at
koma livandi frá tí, ið bíð-
aði mær í hesi løtu, sigur
hann rørdur á málinum.
Tá ið Hans Fríðálv lá
niðri á vøllinum, hevði
hann ilt í høgra fóti og
høgra armi.
- Tá ið eg hevði ligið har
nakrar minuttir, tók eg við
vinstru hond um høgra
arm, og tá føldi eg, at ein
stór kúla stakk burtur úr
arminum, omanfyri albog-
an.
Hans
Fríðálv
heldur
sjálvur, at hann slapp ógvu-
liga væl burtur úr hesum,
og hann sigur seg hava
hugsað nógv um, hvat
kundi verið hent, um eydan
ikki hevði verið við honum
henda dagin.
- Var eg ikki so heppin í
óhappinum, kundi eg eins
væl verið deyður, er hann
sannførdur um.
"Joan, Joan..!"
Joan Poulsen, sum býr sam-
an við Gert Johannesen, ið
er pápi Hans Fríðálv, sigur,
at hon var einsamøll inni
saman við tveimum børn-
um, tá ið Bjarni Durhuus
kom rennandi innar og
rópti:
"Joan, Joan - kom her,
Hans Fríðálv er dottin av
takinum...!"
Eyguni á Bjarna vóru
sum tekoppar; hann var
óttafullur, men hevði fyrst
verið niðri hjá Hans Fríð-
álvi, áðrenn hann fór eftir
Joan.
Gert var í Havn, og hann
visti ikki, hvat var hent,
fyrr enn læknin hevði verið
á staðnum.
- Eg væntaði tað ringasta,
tá ið eg fór oman undir
húsini. Har lá Hans Fríðálv
- var klárur, men hevði
ógvuliga ilt í fótinum og
arminum.
Joan sigur, at tað var ein
lætti at síggja, at drongurin
var livandi og klárur, og at
hann kundi flyta beinini.
Men hann kundi ikki reisa
seg.
- Tá ið hann kundi flyta
beinini, var hann ikki
lammaður, og tað var ein
stór troyst, hugsaði eg.
Hon ringdi beinanvegin
til læknan, men hann svar-
aði ikki, tí hann hevði ikki
vakt.
- Læknin býr beint oman
fyri, so eg fór á dyrnar og
bankaði uppá. Læknin kom
beinanvegin á staðið. Hann
kannaði dreingin og helt, at
hann var sloppin við einum
broti á høgra armi. Ráðiligt
var tó ikki at flyta hann, har
hann lá, um so var, at hann
hevði fingið annan skaða í
høga fallinum.
Joan sigur, at hon og
Bjarni vóru hjá Hans Fríð-
álvi at kalla alla tíðina,
meðan tey bíðaðu eftir
sjúkrabilinum úr Havn. Tá
ið bilurin kom, fór hon suð-
ur á Landssjúkrahúsið við
honum.
- Hann var ógvuliga
róligur alla tíðina, sigur
hon.
Sera heppin
Joan heldur, at Hans Fríð-
álv hevur verið sera heppin.
- Vit hava mált hæddina
av takendanum og niður, og
hon er hálvan sjeynda met-
ur. Tað er eitt stórt, frítt fall.
Hon vísir á, at einar tveir
metrar frá húsunum niðan
fyri er ein betongkantur,
men tað var so heppið, at
Hans Fríðálv endaði umleið
hálvan annan metur uttan
fyri hendan kantin.
- Hann var í ketildrakt, og
hon hevur kanska gjørt sítt
til, at ferðin omanav ís-
klædda takinum gjørdist so
mikið nógv, at hann rakti
vøllin niðanfyri húsini - og
ikki betongkantin, sum
kundi tikið lívið av honum.
Joan sigur, at ketildraktin
var við til at halda hitanum
í dreinginum, meðan hann
lá á vøllinum og bíðaði eftir
sjúkrabilinum.
- Eg trúgvi, at gummi-
skógvarnir, hann var í, hava
dempað stoytin nakað, tí
hesir vóru so tjúkkir og
stórir í tí.
Hon leggur aftrat, at
hendingin rættiliga slegði í
búkin á sær, tá ið læknin
hevði verið á staðnum.
- Jú, eg haldi, at Hans
Fríðálv
var
serstakliga
heppin í óhappinum hend-
an dagin, sigur Joan Poul-
sen.
Hans Fríðálv Johannesen
er fyribils sjúkrameldaður
til 9. mars.
16 ára gamal datt av 6,5 metra høgum taki:
»Eg trúði, eg fór at doyggja...«
Tað var heppið fyri Hans Fríðálv Johannesen, at hann ikki rakti betongkantin í 6,5 metra høga fallinum út av takinum. - Tað
hvítnaði fyri mær, tá ið eg rakti vøllin, sigur hann
Mynd: Jens Kristian Vang
Herfyri lógu Eivør og
Clickhaze ovast á 15
teimum bestu í
Føroyum og nú telist
hon millum 15 tey
bestu í Íslandi. Eivør
er nevniliga úttikin til
tað íslendska grand
prixið í næsta
mánaði, og vinnur
hon, skal hon
umboða Ísland í
evropeiska grand
prix’num
TÓNLEIKUR
Theodor E. D. Olsen
Tað er bara ein Eivør. Tað
staðfesti ummælarin hjá
Sosialinum stutt fyri jól, tá
tann ungi songfuglurin úr
Syðrugøtu royndi sínar
veingir á eini jólakonsert
saman við sínum nýggja
íslendska bólki, og nú sær
tað út til, at hetta norður-
atlantiska samstarvið fær
møguleikan at flúgva oman
yvir alt Evropa.
Tað
hevur
nevniliga
eydnast Eivør Pálsdóttur og
tónleikabólkinum hjá henni
at vinna sær sess í tí
íslendska grand-prix’num,
sum verður hildið í næsta
mánaði.
Tá Sosialurin ringdi til
íslendska ríkissjónvarpið í
gjár blivu tey eitt sindur
kløkk og vildu hvørki vátta
ella avsanna tíðindini um,
at ein føroyingur skuldi lut-
taka í tí íslendska undan-
umfarinum til Eurovision
Song Contest. Orsøkina til
hetta søgdu tey vera, at allir
bólkar í prix’num skulu
hava líka stóran kjans at
vinna kappingina, og tí vil
sjónvarpsstøðin
sjálv
sleppa at syrgja fyri, at øll
fáa ta somu umtaluna í fjøl-
miðlunum.
204 løg send inn
Tað er kortini greitt, at ein
sangur hjá guitaristinum
Eðvarð Lárussyni, sum
spælir í bólkinum hjá
Eivør, er ein av teimum
fimtan sangunum, sum
slapp gjøgnum tað tónlista-
liga nálareygað hjá ísl-
endska sjónvarpinum. Upp-
runaliga vórðu 204 sangir
sendir inn til kappingina.
Keldur sum Sosialurin hev-
ur tosað við, siga, at hóast
sangurin, sum Eivør Páls-
dóttir skal syngja, er bleyt-
ur, melodiøsur og øðrvísi
enn vanligur poppur, so
líkist hann ikki tí, sum vit
vanliga kenna ta annars
fjøltáttaðu sanagarinnuna
frá. Sambært tónleikakøn-
um innan íslendska sjón-
varpið er talan ikki um eitt
sokallað b-lag, men heldur
um eitt typiskt a-lag, og tað
má sigast at vera eitt gott
skoðsmál at fáa.
Milliónir fylgja við
Sum nevnt roynir íslendska
sjónvarpið at halda sera
loyniligt, hvørjir sangir eru
úttiknir til kappingina, og tí
er torført at siga, hvørjum
kreftum Eivør og nýggi
bólkurin hjá henni eru uppi
í ímóti. Men hetta fæst at
vita í døgunum 3. til 7. feb-
ruar, tá íslendska sjónvarp-
ið sendir tey 15 fimtan løg-
ini sum videoløg, ið vórðu
hildin at vera best av teim-
um 204 innsendu.
15. februar verður so
finalan hildin, og tá fáa vit
so at síggja, um Eivør Páls-
dóttir úr Føroyum, sum enn
ikki hevur vunnið sær sess í
Eurovision Song Contest,
skal umboða Ísland í hesi
kappingini, sum hundrað-
tals milliónir vanliga plaga
at sita njóta framman fyri
sjónvarpsskíggjanum.
Í fjør royndi Pætur við
Keldu seg í danska grand
prixnum, tó uttan at vinna.
Danmark endaði á aftasta
plássi í tí evropeiska grand
prixnum seinast, men nú
fær ríkiseindin so kortini
onkran at halda við, um tað
eydnast tí unga føroyingin-
um at gera seg galdandi í
Íslandi.
Eivør í íslendska grand prixnum
Leingi lá Eivør Pálsdóttir
ovast á 15 teimum bestu í
Føroyum saman við sínum
føroyska bólki, og nú telist
hon millum 15 tey bestu í
Íslandi
C
M
Y
K
13
12