Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-10, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. januar 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 6 - 10. januar 2003 15 Maersk Air økir Føroyaflúgvingina Í summar fer Maersk Air at flúgva ein túr eyka um vikuna mill- um Billund og Vágar. Samstundis fer felag- ið at bjóða ymisk nýggj tilboð í sam- band við Billund- rutuna FLOGFERÐSLA Edvard Joensen Vágar: Ein túr afturat um vikuna og nýggj tilboð til Føroyingar, sum ætla sær til Jyllands at halda frí, er nakað, Maersk Air fer at bjóða í summar. Steffen Riiskjaer, sølu- stjóri hjá Maersk Air í Bil- lund, sigur, at frá 5. apríl og hvønn leygarmorgun fram til 25. oktober fer Maersk Air at flúgva úr Billund til Føroya. Flogið verður úr Billund klokkan trý korter til átta og úr aftur Vágum klokkan hálvgum tíggju. Talan er um nýggjan frekvens á eini verandi rutu, sum hann tekur til. Steffen Riiskjaer sigur, at tey hava merkt ein vaksandi áhuga millum føroyingar, sum vilja ferðast til Vestur- Danmark, sum hann nevnir tað, og setir hann tað í sam- band við, at tað búgva nógvir føroyingar í Jyl- landi. Samstundis er eisini ein vaksandi áhugi millum danir, sum vilja vitja Før- oyar, men helst vilja gera skjótt av. Og tað fer so at bera til við hesum nýggja túrinum. Tí nú verður møguligt at bjóða dønum eins og før- oyingum vikuskiftisferðir millum Billund og Vágar. har flogið verður út leygar- dag og heim aftur mánadag, tá annars vanliga verður flogið. Í háárstíðini - um summ- arið - verður vanliga eisini flogið aðrar dagar, sigur Steffen Riiskjaer og nevnir eitt nú mikudag og fríggja- dag, soleiðis at komandi summar kann roknast við, at flogið verður millum Bil- lund og Vágar mestsum hvønn dag í viku. Maersk Air arbeiðir við nýggjum tilboðum til teirra, sum hava hug at vitja Jylland í Summar, sigur sølustjórin í Billund. Eitt nú fer einaferð í januar at verða lýst við ein- um familjupakka, har vitjan í Legolandi er íløgd. Talan kann vera um túr, har flogið verður úr Føroyum leygar- dag og heim aftur mánadag. Eisini fer Maersk Air at bjóða viðskiftafólki ein flogpakka við summar- húsleigu og billeigu írokn- aðum. Tann túrurin fer so at vara frá leygardegi til leyg- ardag, sum eisini passar til teir dagar, ein vanliga leigar summarhús í eina viku. Hinvegin verður eisini skipað fyri bólkaferðum, sgur Steffen Riiskjaer. Tann 5. apríl sendir blaðið Check In, sum Billund Lufthavn gevur út, ein bólk av lesarum sínum til Føroya. Maersk Air fer at økja um flúgvingina millum Billund og Vágar í summar, Eisini fara nýggj tilboð at verða givin, sigur Steffen Riiskjaer, sølustjóri hjá Maersk Air í Billund Mynd: Jens Kristian Vang 15 14 Nr. 6 - 10. januar 2003 UTTAN ÚR HEIMI Danska arbeiðsloysið veksur Koyrast av landinum Kanna løgregluna Rættarmál útsett Arbeiðsloysið í Danmark veksur spakuliga. Eftir einari uppgerð gjørdust umleið 11.300 danir ar- beiðsleysir í fjør. Tað merkir, at danska arbeiðs- loysið liggur um 5,4 pros- ent. Fyri einum ári síðani var tað 5,0 prosent. Donsku búskaparfrøð- ingarnir høvdu væntað, at arbeiðsloysið fór at veksa í fjør, og teir siga nú, at hendan gongdin fer at halda fram í hvussu er fyrra hálvár í ár, til gongd aftur kemur á heimsbú- skapin. Samstundis vísa bú- skaparfrøðingarnir á, at samanborið við onnur lond er arbeiðsloysið í Danmark framvegis lítið. At 5,4 prosent av arbeiðs- megini einki arbeiða hava er ikki nakar trupulleiki í sjálvum sær, siga búskap- arfrøðingarnir, men teir halda tað kortini vera hug- stoytt, um gongdin heldur fram ov leingi afturat. Veksandi arbeiðsloysi kann fáa fólk at brúka minni pengar, soleiðis at tann privata nýtslan steðg- ar upp, og tað kann so aftur elva til størri ar- beiðsloysi, siga búskapar- frøðingarnir. Myndugleikarnir í India siga, at í minsta lagi 20 milliónir fólk úr granna- landinum Bangladesh eru komin ólógliga til landið tey seinastu árini. Stjórn- in vil vera við, at fremm- andafólkini eru ein hóttan fyri indisku trygdina, og tí er nú avgjørt at senda tey heimaftur. Hví tey verða mett sum ein hóttan, hava indisku myndugleikarnir ikki sagt nakað um. Innanríkisráðið í New Dehli viðgongur, at hetta er ein møtimikil uppgáva, men hevur kortini sett sær fyri at fáa tey fremmandu av landinum í tíðarskeið- inum frá apríl til juni í ár. At kalla øll, sum eru komin úr Bangladesh til India, eru muslimar, og indisku myndugleikarnir hava fyrr róð uppundir, at fleiri teirra hava verið uppi í ymsum ólógligum virksemi. Eitt nú eru summi teirra løgd undir at hava hjálpt pakistansku fregnartænastuni at njósn- ast í India. Í Russlandi er innanríkis- ráðið farið at kanna áhaldandi skuldsetingar um korrupsjón innan løg- regluna, og seinastu tíðina hava myndugleikarnir kannað viðurskiftini hjá 12.000 løgreglumonnum. Innanríkisráðið í Mos- kva ásannar, at tað er rættiliga vanligt, at løg- reglumenn bróta landsins lógir, og at teir javnan taka ímóti mutri frá fólki, sum vilja sleppa undan bót ella rættarsókn. Ein kanning í oktober í fjør kom til tað úrslit, at løg- reglumenn, embætismenn og pantifútar taka ímóti meiri enn 150 milliardum krónum í mutri um árið. Hetta hevur havt við sær, at nógvir russar hava ikki álit á løgregluni og øðrum myndugleikum, og sambært tíðindastovuni It- ar-Tass er eitt endamál við kanningini hjá innanrík- isráðnum júst at bøta um umdømið hjá løgregluni. Rættarmálið í Grikkalandi ímóti kurdiska PKK-leið- aranum Abdullag Øcalan og ellivu øðrum monnum er fyribils útsett. Teir ellivu menninir eru ákærdir fyri at hava smug- lað kurdaleiðaran til Grik- kalands í 1999 og harvið hótt landsins trygd. Málið er útsett, tí teir griksku verjarnir hjá Øcalan hava ikki fingið nakra váttan frá honum um, at teir kunnu verja hann í rættinum. Øc- alan situr sjálvur í fongsli í Turkalandi. PKK hevur í nógv ár stríðst fyri kurdiskum sjálvsstýri har eysturi í Turkalandi, men gavst við bardaganum, tá Øcalan varð tikin fyri trimum ár- um síðani. Eitt sakarmál ímóti einum av næstu med- arbeiðarunum hjá it- alska forsætisráðharr- anum hevur avdúkað, er stjórnarleiðarin eftir øllum at døma hevur havt gott sam- band við mafiuna. ITALIA Árni Joensen: Upplýsingarnar eru komnar fram í einum sakarmáli ímóti Dell'Utri, sum fyrr hevur verið stjóri í einari reklamufyritøku, sum Silvio Berlusconi, forsætis- ráðharri eigur. Fyrrverandi stjórin er ákærdur fyri at hava havt samband við mafiuna. Í sambandi við málið av- hoyrdi ein dómstólur á Sisilia fyrradagin fyrrver- andi mafialeiðaran Anton- ino Giuffre, og í rættinum greiddi hann frá, at Berlus- coni hevði havt ein fund við teir fremstu mafialeiðarar- nar á Sisilia í áttatiárunum. Fundurin var heima hjá Berlusconi í Milano. Sambært Giuffri endaði hetta við, at mafian fór í hernað ímóti teimum kristi- ligu demokratunum, og endin var, at flokkurin fór í upploysn í 1993. Um hetta sama mundið fór Berlus- coni undir at skipa sín egna flokk, Forza Italia, sum skuldi fáa fatur á veljarun- um, sum teir kristiligu demokratarnir høvdu havt. Tað eydnaðist eisini. Mafian hjálpti Berlusconi Rithøvundurin Kola Boof vil vera við, at hon var fangi hjá yvirgangsleiðaranum Osama bin Laden í fýra mánaðir. Hann neyðtók og bukaði meg, sigur hon. YVIRGANGUR Árni Joensen: Tann 33 ára gamla Kola Boof er ein tann best um- tókti afrikanski rithøvund- urin í USA, og bøkur henn- ara eru millum tær mest seldu. Herfyri noyddist hon at taka ein son sín úr skúlan- um, tí søgur vóru farnar at ganga um, at hann er sonur sjálvan Osama bin Laden. Fleiri myndamenn, sum fingu fatur á søguni, vóru skjótir á skúlan at taka myndir av dronginum. –Tað er lygn. Osama bin Laden er ikki pápi at nøkr- um av mínum børnum, stóð í einari kunngerð frá Kolu Boof fyrr í vikuni. Kola Boof, sum uppruna- liga er ættað úr Sudan, vil vera við, at hon hitti Osama bin Laden í Marrakesh í Marokko á heysti í 1995. Í einari grein í New York Times stutt fyri jól vildi blaðið vera við, at hon hevði virkað sum skøkja í Marokko, og at tann kendi yvirgangsleiðarin var ein av viðskiftamonnum hennara. Men tað avsannar Kola Boof. Hon sigur, at ein dagin kom Osama bin Laden inn á gistingarhúsið, har hon búði. – Hann neyðtók meg, og tað gjørdi hann eisini fleiri ferðir afturat. Eg slapp ong- an veg, tí hann læt sínar menn ansa eftir mær. Hetta stóð við í fýra mánaðir, og hesa tíðina var eg stutt sagt fangi hansara. Men so fann hann eina franska kvinnu og eina jødiska kvinnu, og so slapp eg leys, sigur Kola Boof. Bin Laden neyðtók meg! Hóast tað sera hvassa orðalagið siga norð- urkoreansku mynd- ugleikarnir seg vera til reiðar at samráðast við Suðurkorea. Sam- stundis roynir amer- ikanska stjórnin at draga í land. NORÐURKOREA Árni Joensen: Alment eru teir norður- koreansku myndugleikarnir hvørki til at høgga ella stinga í í hesum døgum. Fyrradagin varð skipað fyri stórum mótmælisfundi í høvuðsstaðnum Pyong- yang, har umleið ein milli- ón fólk komu at vísa, at tey stuðla stjórnina og Kim Jong-il, stjórnarleiðara í stríðnum við USA um landsins kjarnorkuverk- ætlan. Eygleiðarar siga, at tann sera avgjørda norðurkore- anska støðan er komin óvart á George W. Bush, forseta og stjórnina í Wash- ington, og at tað hevur fingið forsetan at hopa aft- ur eftir hæli seinastu dagar- nar. Fyri bert fáum døgum síðani legði USA ógvusligt trýst á Norðurkorea, men fyrrakvøldið segði Bush, at hann hevur ongantíð havt nakra ætlan um at søkja at landinum. Tvørturímóti er hann sinnaður at samráðast fyri at loysa kreppuna. Donald Rumsfeld, verju- málaráðharri hevur fyrr sagt, at fyri USA ger tað ikki stórvegis mun, um tal- an er um eitt stríð við Irak ella Norðurkorea, men hes- um eru eygleiðarar ikki samdir við honum í. Teir vísa á, at í Irak-spurningin- um snýr tað seg um at forða fyri, at Irak útvegar sær kjarnorkuvápn, meðan Norðurkorea eftir øllum at døma longu hevur slík vápn. Tí ber ikki til at sam- anbera tær báðar ósemjur- nar, og eygleiðararnir halda, at innast inni iðrar George W. Bush seg um, at hann á sinni samanbar Norður- korea við Irak og Iran. Amerikanska stjórnin er eisini undir hørðum trýsti úr Suðurkorea og Japan, sum vilja hava samráðingar við Norðurkorea, og nú er eisini líkt til, at norðurkore- anar eru sinnaðir at sam- ráðast. Í hvussu er hava teir skotið upp, at umboð fyri Norður- og Suðurkorea skulu hittast tann 21. januar. Upprunaliga avtal- aðu tey bæði londini at hitt- ast tann 14. januar at við- gera ymisk sínamillum við- urskifti, men hildið verður, at ósemjan við USA um kjarnorkuverkætlanina nú fer at standa ovast á dags- skránni. Bush slakar fyri Norðurkorea George W. Bush, forseti er nú til reiðar at samráðast við Norðurkorea um landsins kjarnorkuverkætlan. C M Y K 14