fríggjadagur 10. januar 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 6 - 10. januar 2003
Nr. 6 - 10. januar 2003
17
Noreg og Ísland skulu gjalda fyri marknað-
aratgongd til tann víðkaða ES-marknaðin
ES hevur lagt fram
harðar treytir fyri at
gera ein nýggjan
sáttmála við tey trý
EFTA-londini, Noreg,
Ísland og Liktinstein.
Samráðingarnar
byrjaðu í gjár.
ES-EFTA
Árni Joensen:
Tað vóru umboð fyri tveir
ójavnar partar, sum hittust í
Bruxelles fyrrapartin í gjár.
Øðrumegin borðið sótu
umboð fyri tey trý EFTA-
londini, Noreg, Ísland og
Liktinstein, og teirra 4,8
milliónir fólk. Hinumegin
sótu umboðini fyri tey 15
ES-londini og teirra næstan
500 milliónir fólk.
Partarnir eru ikki bara
ójavnir, men standa eisini
ógvuliga langt frá hvør
øðrum.
ES hevur undir teimum
fyrireikandi samráðingun-
um kravt, at tey trý EFTA-
londini skulu gjalda millum
2,8 og 3,6 milliardir krónur
um árið aftur fyri at víðka
verandi EBS-sáttmála. Hjá
Noregi verður hetta serliga
dýrt, tí heldur ES fast um
kravið, skulu norðmenn
rinda 95 prosent av peng-
unum ella millum 2,7 og
3,4 milliardir krónur um
árið.
Atgongd til kvoturnar
Men higartil hevur norska
stjórnin verið ógvuliga
støðuføst í samráðingunum
og hevur blankt sýtt fyri at
ganga kravinum úr Brux-
elles á møti. Stjórnin í Oslo
sigur, at hon kann ganga
við til at gjalda ES 300
milliónir krónur árliga, sum
svarar til tað, sum Noreg í
dag rindar ES og teimum
tíggju londunum, sum hava
fingið tilboð um limaskap í
samveldinum.
Afturímóti hevur norska
samráðingarnevndin kravt,
at Noreg skal fáa so laga-
liga atgongd fyri sínum
fiskavørum á tí víðkaða
ES-marknaðinum, sum til
ber. Norðmenn vísa á ver-
andi sáttmála við ES og á,
at landið frammanundan
hevur havt fríhandilssátt-
mála við við tey tíggju
umsøkjaralondini.
Hetta norska kravið hev-
ur ES sagt seg vera sinnað
at góðtaka, men tó við teirri
treyt, at áhugað í ES skulu
fáa rætt til at keypa seg inn
í norska fiskiflotan og á
tann hátt fáa atgongd til
norskar kvotur. Hetta krav-
ið er ikki einans vent ímóti
ES, men eisini Íslandi, og
bæði Oslo og Reykjavík
hava gjørt greitt, at hesa
treytina kunnu londini ikki
góðtaka.
Sostatt er semja millum
norðmenn og íslendingar á
hesum økinum, men tær
fyrireikandi samráðingar-
nar hava víst, at tey trý
EFTA-londini eru minni
enn so samd í øllum spurn-
ingum, nú tær veruligu
samráðingarnar
eru
byrjaðar.
Atgongd kostar
Sviin Percy Westerlund
stendur á odda fyri samráð-
ingarnevndini hjá ES, held-
ur tað ikki vera órímiligt av
ES at krevja atgongd til
norsku og íslendsku fiski-
vinnuna.
– Vilja EFTA-londini
hava lagaligari atgongd fyri
sínum fiskavørum á tí víðk-
aða
ES-marknaðinum,
mugu vit afturfyri fáa rætt
til frælsi innan kapital og
íløgur í fiskiflotan hjá lond-
unum, sigur hann. Percy
Westerlund vísir á, at nú ES
verður víðkað í næstum, er
tað ikki annað enn rímiligt,
at tey trý londini uttanfyri
rinda so mikið meiri fyri
marknaðaratgongdina, tí nú
fer ES-marknaðurin at um-
fata umleið 75 milliónir
fleiri fólk.
Norðmenn hava higartil
sýtt fyri at gjalda meiri enn
300 milliónir krónur árliga,
og svenski samráðingar-
leiðarin sigur, at halda
norðmenn fast um tað,
verða
samráðingarnar
truplar. Hann leggur aftur-
at, at tann kostnaðurin, sum
ES hevur ásett, svarar til
tað, sum EFTA-londini
skuldu goldið, vóru tey
limir í samveldinum.
– Harafturat kemur, at ES
hevur ikki ráð at lata sínar
ríku vinir fáa fría atgongd
til sín marknað, uttan at teir
rinda tað, sum teir hava ráð
at
rinda,
sigur
Percy
Westerberg, sum eisini vil
vera við, at EFTA-londini
hava longu fyrimunir í sam-
skiftinum við ES, sum
nógv onnur lond ikki hava.
Greiða støðu
Norski samráðingarleiðar-
in, Bjørn T. Grydeland, er
ikki samdur við svenska
starvsbróðurinum
hinu-
megin borðið í Bruxelles.
– Okkara áskoðan er, at
tað eru tey tíggju umsøkj-
aralondini, sum vilja gerast
partur av EBS-samstarvin-
um. Tað er einki, sum sigur,
at vit skulu rinda meiri, fyri
at tey kunnu fáa sítt ynski
uppfylt, serstakliga tá hugs-
að verður um, at okkara
marknaðaratgongd verður
verri, nú ES verður víðkað,
tí vit hava longu fríhandils-
avtalu við tey tíggju um-
søkjaralondini, sigur Bjørn
T. Grydeland.
Noreg rindar sum er 165
milliónir krónur um árið í
tann sosiala útjavningar-
grunnin hjá ES, og norska
stjórnin hevur sagt vera til
reiðar at økja hetta gjaldið,
treytað av, at ein nøktandi
loysn verður funnin á
spurninginum um markn-
aðaratgongd hjá norsku
fiskavørunum.
Men svarið hinumegin
borðið hevur verið líka
greitt:
– Eg haldi ikki, at EFTA-
londini hava nakað at kæra
seg um. Tey hava biðið um,
at landbúnaðar- og fiski-
vinnupolitikkurin verður
hildin uttan fyri EBS-sam-
starvið, og tað hava vit góð-
tikið, og tey hava tí fleiri
fyrimunir, sum ES-londini
ikki hava, sigur Percy West-
erlund.
Fiskimenninir skulu hava minni inntøku
Tað heldur í hvussu
er norski stórreiðarin
og ríkmaðurin Kjell
Inge Røkke, sum vil
hava hýrurnar
umborð á sínum
skipum lækkaðar.
INNTØKUVIÐURSKIFTI
Árni Joensen:
Kjell Inge Røkke og felag
hansara, Norway Seafoods,
halda, at menninir, sum
sigla við trolarum teirra,
hava ov stóra inntøku, og tí
roynir felagið nú at fáa
fiskimenninar at góðtaka
sersáttmálar uttan um tann
vanliga sáttmálan.
Orsøkin til royndirnar
hjá reiðarínum er ein nýggj
skipan við eindarkvotum.
Sambært sáttmálanum skal
manningin hava ávísan
prosentpart av landaðu
veiðini, og tá tann nýggja
skipanin ber í sær, at
kvotur hjá trolarum verða
lagdar saman, fáa fiski-
menninir munandi størri
úrtøku.
Hesum er Norway Sea-
foods ímóti og roynir tí at
noyða sínar manningar at
góðtaka sersáttmálar, sum
skulu geva minni úrtøku.
Mánadagin var fundur
millum leiðsluna í Norway
Seafoods og umboð fyri
manningarfeløgini, og har
kom fram, at manningar-
feløgini
góðtaka
ikki
ætlanina hjá reiðarínum.
Felagið hjá yvirmonnunum
hevur gjørt greitt, at tað
hevur ein sáttmála, sum tað
ikki ætlar sær at víkja frá.
C
M
Y
K
17
16