fríggjadagur 10. januar 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 6 - 10. januar 2003
19
FCK fer ikki at skriva
sáttmála við Marc
Nygaard. Hetta hevur
FCK gjørt greitt, eftir
at partarnir hava havt
samband við hvønn
annan seinastu
dagarnar
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
Nógvar gitingar og leysa-
tíðindi eru at hoyra, nú
FCK hevur givið Toda
Jónsson eina tíðarfreist til
mánadagin at taka eina
avgerð, um hann ætlar sær
at halda fram í felagnum,
ella um hann fer at finna
sær annað felag.
Orsøkin til at Todi hevur
fingið hesa tíðarfreist er, at
FCK so skal út á marknað-
in sum skjótast at finna ein
avloysara fyri Toda Jóns-
son.
Ein leikari, sum hevur
verið inni í myndini, er
Marc Nygaard, sum dagliga
spælir við hollendska fel-
agnum Roda. Men Niels
Christian Holmstrøm hevur
nú gjørt greitt, at FCK ikki
fer at gera sáttmála við Ny-
gaard, sum eisini hevur
røtur í Føroyum.
Nygaard sigur við dansk-
ar fjølmiðlar, at hann er
sera vónbrotin at hesum, tí
hann hevði vónað at koma
aftur til Keypmannahavnar
at spæla fótbólt. Hann hev-
ur fingið lítið av spælitíð í
Hollandi, og hann hevði
vónað, at eitt skifti gjørdist
veruleiki.
Sostatt er tað greitt, at
FCK ikki hevur nakran av-
loysara kláran handan leik-
tjaldið, men spennandi
verður at síggja, hvørja av-
gerð Todi fer at taka í næstu
viku. Venjingin er farin í
gongd, og Todi verður í
øllum førum í FCK hetta
hálva árið.
Nygaard fekk nei
Hálvmarathon í Eysturoynni
Leygardagin 11. janu-
ar skipar Roysnið fyri
tí árliga Nýggjárs
hálvmarathon í
Eysturoynni
RENNING
Tíðindaskriv
Starturin er beint við eitt
seyðahús á vegnum til
Funningsfjørð. Seyðahúsið
er á leið áraka vestara tunn-
ilsmunna í Norðskálatunl-
inum. Málið er á keiini á
Toftum.
Annars verður runnið
eftir landsvegnum út til
Skipanes, har sneitt verður
oman á niðara veg. Síðan
verður runnið út til Runa-
víkar, har sneitt verður om-
an á Fjøruveg við Sjómans-
heimið. Síðan verður runn-
ið beina leið út á Tofta kei.
Samlaði teinurin er eitt
hálvmarathon, t.e. umleið
21,1 km.
Vatn verður at fáa á
ávikavist 5 km, 10 km og
15 km. 5 km er í Skála-
botni. 10 km er á Skipanesi.
15 km er nærhendis innastu
húsunum á Glyvrum. 20
km er millum Saltnes og
Toftir. Merki eru at finna á
hesum støðum so til ber at
halda eyga við tíðini.
Øll, ið eru 15 ár ella eldri
(f. -1988), eru vælkomin at
luttaka.
Dentur
verður
lagdur á, at hetta fyrst og
fremst er ein motiónskapp-
ing, ið kann hjálpa fólki at
halda formin við líka um
veturin. Annars verða heið-
ursmerki trimum teimum
fyrstu í bólkunum: Kvinn-
ur: (f. 1958-1988), menn (f.
1958-1988), kvinnur veter-
anar (f. -1957) og menn
veteranar (f. -1957).
Tilmelding er á Tofta kei
kl. 12.00. Luttøkugjaldið er
40 kr. Kl. 12.30 verður
koyrt eftir rutuni inn til
startin. Sjálv renningin
byrjar kl. 13.00.
Til ber eisini at melda til
við at senda teldupost til
Roysnið
roysnid@athle-
tics.fo við upplýsing um
navn, árgang og felag ella
bygd. Luttøkugjaldið kann
somuleiðis flytast á konto í
Føroya Sparikassa (9181-
415.704.6). Um hesin hátt-
ur verður nýttur ber til at
møta við startin beint áðr-
enn kl. 13.00 leygardagin.
Har verður startnummarið
útflýggjað.
Tá komið er á mál verð-
ur okkurt gott at fáa á Toft-
um.
Leygardagin skipar
rennifelagið Roysnið fyri
hálvmarathon í Eysturoynni
Støðan í 1., 2. og 3. deild 8. jan 2003
1. deild
Dystir
Stig
Eygur
Umfør
Medal
1 Klaksvíkar Klubbi
1
16
3876
180
21,53
2 Billardfelag Kaggin
1
12
3306
180
18,37
3 Tvøroyrar Billardfelag
1
10
2960
180
16,44
4 Havnar Klubbi
2
10
5570
360
15,47
5 Billardfelag Fuglafjardar
1
6
2808
180
15,60
6 Vágs Billardfelag
0
0
0
0
0
2. deild
Dystir
Stig
Eygur
Umfør
Medal
1 Billardfelag Fuglafjardar
2
18
4218
360
11,72
2 Havnar Klubbi
2
17
3526
360
9,79
3 Billardfelag Kaggin
1
12
2170
180
12,06
4 Tvøroyrar Billardfelag
1
7
1364
180
7,58
5 Vágs Billardfelag 1
0
0
0
0
0
6 Vágs Billardfelag 2
0
0
0
0
0
3. deild
Dystir
Stig
Eygur
Umfør
Medal
1 Billardfelag Kaggin
1
18
100
180
0,56
2 Vágs Billardfelag
1
16
1160
180
6,44
3 Tvøroyrar Billardfelag
1
2
776
180
4,31
4 Havnar Klubbi
1
0
100
180
0,56
5 Klaksvíkar Klubbi
0
0
0
0
0
Klaksvíkingar
á odda í
billarda
Klaksvíkar Klubbi er
ikki serliga óvæntað
á odda í 1. deild,
men trý tey næstu
liðini liggja sera
jøvn
BILLARD
Tíðindaskriv
Ov fáir dystir eru spældir
í billardkappingunum til
at kunna siga nakað um,
hvørji lið fara at kappast
um oddasessirnar, tá av-
tornar. Hetta er galdandi
fyri allar tríggjar deildir. Í
1. deild er støðan tann, at
Klaksvíkar Klubbi, ikki
serliga óvæntað, liggur á
odda við 16 stigum, nr. 2.
er Billardfelag Kaggans
við 12 stigum, nr. 3 er
Tvøroyrar Klubbi við 10
stigum. Havnar Klubbi er
nr. 4 eisini við 10 stigum
men hevur ein dyst meira
enn hini liðini, nr. 5 er
Billardfelag Fuglafjarðar
við 6 stigum og aftast er
Vágs Billardfelag, sum
ongan dyst hevur spælt.
Klaksvíkingar
løgdu
sera hart út í sínum fyrsta
dysti í kappingini móti
Havnar
Klubba.
Teir
vunnu 16-2. Norðoyar-
liðið var eisini mannað við
best hugsandi manningini,
sum hevur vunnið so gott
sum alt, sum vinnast kann
í føroyskum billard.
Bestur
var
Kristian
Sune Høgnesen við 24,47
eygum í meðal og hann
vann allar sínar dystir. Nr.
2 var Ólavur Kjølbro, tann
nýggja
stjørnan
hjá
Klaksvíkar Klubba, sum
hevði umleið 19 eygu í
meðal. Sonard Johanne-
sen varð nr. 3 við góðum
21 eygum í meðal. Á
Klubbaliðnum høvdu vit
aftur hesaferð feðgarnar
Nielsen. Niels Nielsen
vann tann einasta dystin
hjá Havnar Klubba. Hann
hevði eitt meðal uppá um-
leið 18. Eirikur hevði 16 í
meðal og Carsten Hansen
umleið 14.
Hyggja vit nærri at
teimum einstøku úrslitun-
um síggja vit, at talan er
um byrjan av eini nýggjari
kapping, tí eingir heilt
stórir dystir vóru, nakað,
sum vit annars hava sæð
klaksvíkingar vartað upp
við ferð eftir ferð í sein-
astu árini. Besti dysturin
varð uppá 536 eygu. Og
hann átti Kristian Sune.
Hann hevði eisini besta
umfarið uppá 104. Langt
frá tí, sum hann annars
plagar at vísa fram. Men
lat okkum nú siggja, tá
kappingin líður. Tað er
rættiliga sannlíkt, at klaks-
víkingar aftur í ár fara at
vera í oddinum. Neyvan
verða teir tiknir av øðrum
liðnum, hvørki tvøra-
monnum ella Kagganum,
hóast hann er styrktur við
gomlum mimirsspælar-
um. Men enn kann so
nógv henda.
Fleiri dystir verða í 1.
deild hetta vikuskiftið.
Kaggin spælir í Havnar
Klubba,
Klaksvíkingar
spæla í Fuglafirði og
tvøramenn spæla móti
vágbingum.
2. deild
Í 2. deild er støðan tann,
at fuglfirðingar eru á
odda við 18 stigum, nr. er
Havnar Klubbi við 17
stigum, nr. 3 er Kaggin
við 12 stigum, nr. 4 er
Tvøroyri við 7 stigum.
Hvørki av liðunum, sum
vágbingar manna, hevur
spælt. Fuglfirðingar og
Havnar Klubbi hava spælt
tvey umfør, meðan Tvør-
oyri og Kaggin hava spælt
eitt umfar. So eisini her er
ómøguligt at siga nakað
um, hvør fer at vera best
fyri tá avtornar. Herfyri
spældu Havnar Klubbi og
Fuglafjørður. Fuglfirðing-
ar vunnu 12-6.
Bestur í kappingini var
Sofus Baldvinson, sum
vann allar sínar dystir og
hevði eitt meðal uppá nær-
um 20 eygu. Sofus er ein
av teimum gomlu garvaðu
billardspælarunum. Við
honum á liðnum kunnu
fuglfirðingar koma langt í
2. deild í ár. Jákup Gaard,
sum eisini er ein av
teimum gomlu veteranun-
um í billard í Fuglafirði
gjørdist nr. 2 við umleið
13 eygum í meðal. Hann
vann tveir dystir. Nr. 3 í
kappingini var Jógvan
Jørgensen á liðnum hjá
Havnar Klubba við umleið
12 eygum ímeðal. Allir
spælarar á Klubbaliðnum
vunnu hvør sín dyst.
3. deild
Í 3. deild er støðan tann,
at Kaggin er nr. 1 við 18
stigum.Vágbingar eru nr.
2 við 16 stigum, nr. 3 eru
tvøramenn við 2 stigum,
nr. 4 Havnar Klubbi við
ongum stigi og somuleið-
is klaksvíkingar við ong-
um stigi. Teir hava so ong-
an dyst spælt. Fyrivarni
verður tikið fyri møgu-
ligum broytingum, um so
er, at dystir eru spældir
men úrslitið ikki fráboðað
kappingarleiðaranum.
19
Í dag skal føroyska
hondbóltslandsliðið
royna seg móti Ísrael,
og liðformaðurin Ingi
Olsen er bjartskygdur
og trýr uppá eitt gott
úrslit, hóast liðið fekk
ein ordiligan framm-
aná móti Finnlandi
sunnudagin
HONDBÓLTUR
Stefan í Skorini
– Eg eri bjartskygdur undan
dystinum móti Ísrael í dag,
og eg trúgvi framvegis, at
vit kunnu fáa eitt gott úrslit
móti ísraelum, sigur Ingi
Olsen, liðformaður á før-
oyska hondbóltslandsliðn-
um.
Hann varðveitir vónina
um eitt gott úrslit, hóast
føroysku leikararnir fingu
ein dyggan undir vangan, tá
teir máttu lúta heili 31-15
móti Finnalndi.
– Vit kláraðu ikki at
halda høvdið kalt í dystin-
um móti Finnlandi. Eftir ta
góðu byrjanina, herjaðu vit
á ístaðinfyri at draga ferð-
ina úr dystinum, sigur VÍF
leikarin Ingi Olsen, sum
heldur, at finnar høvdu ana-
lyserað tann fyrra dystin
betur enn føroyingar, og
teir høvdu tí funnið fram til
veikleikarnar á føroyska
liðnum.
Hann vísir eisini á, at
føroysku leikararnir als ikki
fylgdu upplegginum hjá
venjaranum, og hetta vórðu
teir revsaðir fyri. Eftir
dystin vóru leikararnir sera
vónbrotnir, men teir eru
uppsettir uppá at betra um
avrikið, nú Ísrael er mót-
støðuliðið.
Ísraelar eru væl fyri
Ingi Olsen kennir ikki so
nógv til ísraelska liðið, men
hann og leikararnir hava
sæð ein dyst, sum Ísrael
spældi
móti
Danmark.
Ísraelar taptu við heilt fáum
málum.
– Ísraelska liðið spælir
sera skjótt frameftir vøllin-
um, og teir royna at avslutta
beinanvegin. Vanliga dekka
teir sera offensivt, og leik-
ararnir eru høgir. So vit fáa
okkum veruliga royndar,
sigur Ingi um ísraelar.
Ingi Olsen vísir á, at
ísraelar kanska fara at
undirmeta Føroyar, og hetta
kann gerast ein fyrimunur
fyri okkum.
Spurdur um hvat skal til
fyri at føroyingar kunnu fáa
eitt gott úrslit móti Ísrael,
svarar hann, at tað er al-
neyðugt, at allir leikararnir
hava ein góðan dag, og at
allir berjast sum úlvur á
skóg fyri hvørjum øðrum.
Hann ávarar tó ímóti at
hava ov høgar vónir, tí teir
flestu leikararnir hava lítlar
og ongar royndir í altjóða
hondbólti. Tað er eisini ein
sannroynd, at Ísrael hevur
eitt betri lið enn Føroyar.
Einki mál fingið enn
Persónliga hevur tað ikki
gingið serliga væl hjá før-
oyska
liðformanninum.
Ingi hevur enn einki mál
fingið í teimum báðum
dystunum móti Finnlandi.
Ingi Olsen hevur verið
ein av leikarunum, sum oft-
ast hevur gingið á odda í
málskjótingini og hevur
tikið ábyrgd inni á vøllin-
um. Hetta hevur ikki eydn-
ast hesuferð, og tað nívir
sjálvsagt
tann
garvaða
vestmenningin.
– Eg havi ofta skotið
nógv mál, men tað hevur
als ikki gingið hesuferð, og
tað eri eg vónbrotin um,
sigur hann. Ingi hevur tó
ikki havt meira enn eini
sjey royndir uppá mál í
báðum
dystunum
móti
Finnlandi.
Hann vísir á, at finnar
trýstu spælið inn á miðjuna,
og at verjan gjørdist sera
tøtt av tí sama. Hetta darv-
aði honum nógv í spælin-
um, og hann hevði ilt við at
spæla bakkarnar upp. Finn-
land spældi við eini 5-1
verju, og tann eini maðurin
datt næstan heilt niðan á
Inga, sum at kalla bleiv
mansvardur.
– Vit fingu onga breidd í
spælið, og vit brúktu ikki
vøllin nóg væl, vísir hann á.
Ingi Olsen er keddur av,
at ein maður sum Áki Mørk
ikki kann vera við, tí tað
hevði ligið væl fyri hjá Áka
at loyst Inga av, tá tað ikki
gongur eftir vild á vøll-
inum.
Mugu reisa seg
– Tað er sera umráðandi, at
vit reisa okkum eftir sein-
asta dystin, og vit trúgva
uppá eitt gott úrslit. Tað
skal tó ikki misskiljast
soleiðis, at vit halda okkum
vera betri enn Ísrael, men
tað ber til, sigur Ingi Olsen.
Hann sigur víðari, at
leikararnir sera fegnir vilja
geva áskoðarunum eina
betri uppliving enn seinast,
tá eingin spenningur var í
dystinum. Hann vísir tó á,
at Finnland spældi sera
væl, og at teir vóru meira
enn væl nøgdir við sítt
avrik.
Føroyska
landsliðið
vandi fyri seinastu ferð
mikukvøldið í Vestmanna,
og hóskvøldið høvdu leik-
ararnir frí. Í dag, fríggja-
dagin, klokkan hálvgum
átta møtir føroyska liðið so
Ísrael í høllini í Vestmanna.
Nr. 6 • fríggjadagur • 10. januar 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Ingi er bjartskygdur
Finnland hevur fult
stigatal í bólki 3,
eftir at liðið vann
25-20 á útivølli móti
Belgia
HONDBÓLTUR
Stefan í Skorini
Tá avtornaði vóru fimm
mál á muni millum Belgia
og Finnland, tá liðini
møttust í belgiska býnum
Beyne-Heusay
miku-
kvøldið. Finnland vann
25-20, eftir at Finnland
hevði verið á odda 11-8 í
hálvleikssteðginum.
Toppskjútti hjá Finn-
landi var Patrick Wester-
holm við átta málum.
Bjørn Momberg skeyt
sjey mál, Teddy Nordling
gjørdi fimm mál og topp-
skjúttin móti Føroyum,
Marcus Sjöstedt, gjørdi
fýra mál. Toppskjútti hjá
Belgia var ein leikari
nevndur
Sehovic,
ið
gjørdi átta mál. Finnland
og Belgia møtast aftur
sunnudagin í Finnlandi.
Finnland hevur sostatt
fult stigatal eftir tríggjar
teir fyrstu dystirnar. Liðið
hevur sostatt lagt eitt gott
støði, tá teir avgerandi
dystirnar
móti
Ísrael
skulu spælast.
Finnland basti
Belgia
Støðan í bólki 3
1. Finnland
3
3
0
0
84 : 55
29
6
2. Ísrael
2
2
0
0
57 : 42
15
4
3. Belgia
3
0
0
3
62 : 82
-20
0
4. Føroyar
2
0
0
2
35 : 59
-24
0
Liðformaðurin á føroyska liðnum, Ingi Olsen, trýr uppá eitt
gott úrslit móti Ísrael, hóast vánaliga avrikið móti Finnlandi.
Enn hevur hann einki mál skotið, og tað skal helst ikki henda
aftur hesuferð
MYND: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
18