leygardagur 11. januar 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 7 - 11. januar 2003
Nr. 7 - 11. januar 2003
3
Sigurð í Jákupsstovu á
Argjum hevur vart PhD-
ritgerð innan kolvetnistøkni
Tann 19. desember 2002
vardi Sigurð í Jákupsstovu
á Argjum, sonur Hjalta og
Elin í Jákupsstovu, PhD-
ritgerð á Danmarks Tekn-
iske Universitet. Sigurð
starvast
hjá
Atlantic
Petroleum í Havn.
Ritgerðin er skrivað á
enskum, og hevur heitið
"Simulation of Gas Injec-
tion Processes". Vegleiðari
til verkætlanina var Erling
H. Stenby, professari á Dan-
marks Tekniske Universitet.
Í samband við PhD-verk-
ætlanina hevur Sigurð í Ják-
upsstovu havt starvsstað á
Náttúruvísindadeildini
á
Fróðskaparsetrinum. Fígg-
ing til verkætlanina er fing-
in frá Granskingarráð Før-
oya og frá Nordisk Energi-
forsknings Programmer.
Umráðandi er at fáa so
nógv sum gjørligt burtur úr
oljuleiðum. Og PhD-rit-
gerðin hjá Sigurð í Jákups-
stovu hevur atlit júst at hes-
um viðurskiftum. Ein hátt-
ur at økja um úrkomuna er
at spræna vatn og/ella gass
niður í kolvetnisgoymslur,
soleiðis at trýstið í teimum
verður varveitt.
Í summum førum kann
fáast enn meira burturúr
við at gagnnýta fysiska og
kemiska
skiftivirknaðin
ímillum løgin, sum verður
sprændur inn í goymsluna
einumegin, og oljuna og
goymslugrýtið hinumegin.
Teldumyndlar verða brúktir
til at fáa greiðu á hesum
viðurskiftum. Teldumyndl-
arnir leggja upp fyri tí
ávirkan, sum t.d. jarfrøðis-
ligur ymiskleiki ("hetero-
geneity"), skiftivirknaður
millum innsprænda løgin
og oljuna, kapillarmegi og
tyngdarmegin
hava
á
streymar
í
kolvetnis-
goymslum.
Í hesi PhD-verkætlanini
hevur verið arbeitt við at
betra lýsingina av fysiskum
prosessum í teldumyndlum,
har
innsprændi
løgurin
blandast við kolvetni í
goymsluni ("miscible dis-
placement"). Her hevur ser-
liga verið hugt eftir relativ-
um
permeabiliteti
og
hvussu hesin er ávirkaður
av jarðfrøðisligum ymisk-
leika og broytingum av eg-
inleikum hjá innsprænda
løginum og oljuni. Partur av
ritgerðini viðger og saman-
ber eisini ymiskar hættir at
rokna viskositet av kolvetni.
Tað verður kunngjørt ætt og vinum,
at elskaða mamma, vermamma, omma,
langomma og systir okkara
Signhild Djurhuus
Kollafjørður
andaðist á ellisheiminum í Miðvági 8. januar,
95 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Kollafjarðar kirkju
leygardagin 11. januar kl. 13.00.
Familjunnar vegna
Børnini
Tey, ið vilja minnast Signhild, kunnu lata missiónshúsinum í
Kollafirði
eina peningagávu – konto í Føroya Sparikassa.
Tøkk
Hjartans tøkk til tykkum øll, sum á ein
hvønn hátt gleddu okkum í samband við
silvurbrúðleyp okkara.
Gott nýggjár
Unn og Elfinn
Sigurð er tann fyrsti oljudoktarin
FØÐINGARDAGUR
Jan Müller
Jens K Vang
Fríggjamorgunin var sam-
koma í Svimjihøllini í
Gundadali, nú tað eru 20 ár
síðani, at havnafólk fingu
sína
fyrstu
innilokaðu
svimjihøll. Dagurin var 18.
desember. Á samkomuni
ynskti Jan Christiansen,
borgarstjóri starvsfólki og
brúkarum tilllukku. Hann
helt fyri, at høllin hevði
verið til stórt gagn fyri
borgararnar allar í høvuðs-
staðnum og vísti á, at hesi
20 árini hava 2,8 milliónir
vitjanir verið í hylinum ella
umleið 140.000 í meðal um
árið. – Svimjihøllin í Gun-
dadali er eitt gott stað hjá
borgarunum at vitja. Tað
síggja vit dagliga, har bæði
nýføðingar, børn, vaksin og
eldri fólk vitja høllina. Ja,
fólk, sum eru mitt í fýrs-
unum svimja dagliga segði
Jan Christiansen og helt, at
tíðin kanska er komin har-
til, at kommunan eigur at
viðgera spurningin, nær ein
nýggj
svimjihøll
skal
byggjast í sambandi við
nýggja skúlan í Hoyvíks-
haganum.
Jan Christiansen vísti
annars á, at vóru tað ikki
undangongumenn,
sum
tóku stig til at byggja
svimjihøllina fyri 20 árum
síðani, var hon neyvan
komin tá og nevndi hann
m.a. Niels Debes, sum ein
av teimum fremstu undan-
gongumonnunum.
Men
mótstøðan móti byggingini
var kortini so stór tá, at
hvørki hann ella aðrir, sum
gingu inn fyri projektinum,
vórðu afturvaldir. – Tað var
stórt spell fyri teir, men gott
fyri okkum onnur í dag, at
teir hildu fast.
Í mars mánaði í ár hevur
Heri á Lava Olsen, sum í
dag er dagligur leiðari í
Svimjihøllini, verið 30 ár
hjá Tórshavnar Kommunu,
tvs. øll árini við tilknýti til
svimjing. Tey fyrstu árini
var hann lívbjargari í gamla
svimjihylinum í Gundadali.
Í 1985 tók hann við sum
leiðari í nýggju høllini eftir
Ivan Carlson. Heri sigur, at
hetta hevur verið eitt gott
arbeiðspláss og fegnast
hann um, at svimjihøllin er
so væl vitjað. Hann heldur
tó ikki, at høllin í dag
nøktar allan tørv. – Nógv
svimja og her er oftani
trongligt. Nú haldi eg, at
man skal fara at hugsa um
at fáa okkurt nýtt aftrat.
Hann heldur at brúk er fyri
einum baðilandi, og fer tað
so eisini at taka trýstið av
hylinum. Tað ber til at
byggja vestureftir.
Heri Olsen sigur annars,
at ein svimjihøll hevur
ómetaliga stóran týdning
fyri
borgararnar.
Hon
kanska ger, at kommunu-
læknar og sjúkrahús hava
færri vitjandi. So bæði sosi-
alt og heilsuliga hevur
henda høllin uttan iva havt
stóran týdning. Fólk fara
bæði glaðari og meira nøgd
út úr svimjihylinum, hvørja
ferð tey hava vitjað.
Jan Christiansen, borgar-
stjóri segði í síni heilsan, at
hann hevði hoyrt um upp-
skotið hjá Hera og metti
hann hetta at vera skilagott.
Men tað vóru so bert tankar
enn og varð einki klárt á
tekniborðinum í so máta og
heldur ikki á tí fíggjarliga
borðinum sum so. Hann
metti, at hetta hugskotið lá
nakað úti í framtíðini.
Svimjihylurin í Gundadali 20 ár:
Ynskja sær baðiland í føðingardagsgávu
Jan Christiansen, borgarstjóri handar Hera á Lava Olsen,
leiðara í Svimjihøllini 2 myndir gjørdar á grafiska
verkstaðnum.
Leiðarin í Svimjihøllini fekk eisini gávu frá Sosialinum, eina flotta reportasju úr hitarúminum í
glasi og rammu
C
M
Y
K
3
2
Tað verður kunngjørt ætt og vinum,
at elskaða mamma, vermamma, omma,
langomma og systir okkara
Signhild Djurhuus
Kollafjørður
andaðist á ellisheiminum í Miðvági 8. januar,
95 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Kollafjarðar kirkju
leygardagin 11. januar kl. 13.00.
Familjunnar vegna
Børnini
Tey, ið vilja minnast Signhild, kunnu lata missiónshúsinum í Kollafirði
eina peningagávu – konto í Føroya Sparikassa.