Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-11, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. januar 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 7 - 11. januar 2003 Nr. 7 - 11. januar 2003 5 Nýggja Norröna fer eisini at sigla til Noregs um veturin. Sostatt verður vetrarsigling millum Føroyar, Hetland, Danmark og Noregs UTTANLANDSSIGLING Eirikur Lindenskov Av Smyril Line kalla tey tað eitt nýtt kapittul í søgu felagsins, tá Norröna um sttua tíð verður latin reiðar- ínum. Nýggja árið merkir eisini eina nýskipan á rut- uni millum Havnina, Ler- wick og Bergen. Tí nú skal siglast til Bergens alt árið – og sostatt ber nýggja luks- usferjan hjá Smyril Line í sær, at Noreg gerst fastur partur av norðuratlantiska rutunetinum. Eftir summarferðaætlan- ini siglir nýggja Norröna fyrstu ferð til Bergens hin 13. mai í ár, og tá summar- siglingin er farin afturum, gerst rutan partur av vetrar- skránni. Norröna gerst so- leiðis gestur í Bergen hvønn mikudag alla vetrar- hálvuna. Komandi vetur siglir Norröna úr Tórshavn til Lerwicks mánakvøld klokkan 21.00 og víðari til Bergens, har skipið kemur mikumorgun kl. 07.00. Norröna er aftur í føroyska høvuðsstaðnum hósdag kl. 14.00 eftir at hava steðgað í Lerwick á leiðini. Luksuskømur, stór hand- ilsøki, góðar matstovur, barrir, diskotek, spælipláss til børnini, svimjihylur, kropsvenjingarmiðstøð við sól og hitarúmi o.s.fr. eru nýggju karmarnir, sum gera, at ferðafólk veruliga kunnu njóta frítíðina um- borð á nýggju Norrönu. Øll kømur hava m.a. sjónvarp, wc, bað og klæðnarúm. Harafturat hava ytru kømr- ini køliskáp, buksupressu og panoramavindeygu. Tilsamans 1.482 ferða- fólk rúmast umborð á nýggju ferjuni, sum tekur 800 persónbilar. Nýggja Norröna er 36.000 BT, 164 metrar til longdar, 30 metr- ar breið, og vanliga ferðin er 21 míl. Í vídd er nýggja ferjan tríggjar ferðir størri enn verandi ferja, sum tek- ur upp til 1.050 ferðafólk. Ferðandi á rutuni hjá Smyr- il Line, ið nevnist The North Atlantic Link, fáa so- statt nógv betri pláss í sera góðum umstøðum. Nýggja Norröna fer at sigla til Noregs alt árið Eivør Pálsdóttir hev- ur vunnið sær pláss í íslendska grand prix- num, sum er tað heilt stóra sjónvarpskvøld- ið í Íslandi. Væntandi sendir SvF frá final- uni, tá Eivør fer at kappast um at um- boða Ísland í Letlandi 24. mai. Best hevði tó verið, um vit sjálvi vóru umboðað, sigur Steintór Rasmussen TÓNLEIKUR Theodor E. D. Olsen Eurovisin Song Contest ella Melodi Grand Prix, sum kappingin ofta verður nevnd á okkara leiðum, hevur millum ár og dag havt misjavna undirtøku millum manna. Hóast hendan evropeiska sjónvarpskappingin við tónleiki hevur fleiri enn 45 ár á baki, so hava øll lima- londini í tí evropeiska sjón- var psfelagsskapinum, Eurovision, ikki altíð lagt í at luttaka í grand prix. Eitt nú gjørdi rákið í seksti- og sjeytiárunum sítt til, at eitt nú Danmark ikki sendi nak- ran luttakara til kappingina í árunum 1967 til 1977. Men grand prixið verður sum kunnugt enn hildið. Nýggj lond troka seg alsamt framat grand prixpallinum, og nú eru føroyingar eisini farnir at hómast millum grand prix-nøvnini. Í fjør royndi Pætur við Keldu seg í tí donsku undankappingini, og sum Sosialurin sum fyrsti miðil skrivaði í fríggjadags- blaðnum, so hevur Eivør Pálsdóttir og hennara ís- lendski bólkur ogna sær pláss í tí íslendsku kappingini í ár. Stórt kvøld James Olsen, sum búði í Íslandi umleið 9 ár og virk- aði sum tónleikari, sigur, at tá finalan í grand prixnum er í Íslandi, savnast øll framman fyri sjónvarpinum at fylgja við. Finalukvøldið er eitt stórt kvøld í Íslandi, og støðið er høgt. Ofta eru tað tey somu fólkini ár undan ári, sum skriva løgini, sigur James Olsen og samanber hetta við kappingina í Danmark, har menn sum Keld Heick næstan á hvørjum ári eru umboðaðir sum tekst- ella sangskrivarar. Hóast James Olsen held- ur Eivør vera ein sera góð- an sangara, so heldur hann tað vera væl klárað av henni sum útlendingur at vera komin inn um í ís- lendsku grand prixverðini. Annars er tónleikurin, sum vanliga verður skriv- aður til hesa kappingina í Íslandi ikki tann sami, sum vanliga verður spældur á teimum íslendsku útvarps- støðunum, sigur tann royndi tónleikarin, ið flutti haðani í 1998. Brandur nógv at hoyra Edvard T. Jónsson, ið før- oyingar eina best kenna sum mannin, sum í útvarp- inum plagdi at lesa tíðindi úr Íslandi á føroyskum, sigur eisini, at finalukvøld- ið er eitt stórt kvøld í Ís- landi, og hann fer so langt sum at siga, at hetta er ein tann allarstørsta tónleika- hendingin hvørt einasta í landinum. Fyrst verða sangirnir vístir sum sjón- bandaløg í sjónvarpinum. Tey sum luttaka eru ofta yrkistónleikarar, og øll fylgja við. Tað longsta íslendingar higartil hava rokkið í tí evropeisku finaluni er eitt triðjapláss, og annars hava teir fingið hampulig úrslit einar tríggjar ferðirnar, sigur Edvard T. Jónsson, sum sigur seg dáma Eivør ótrúliga væl. Hann greiðir frá, at Eivør tó ikki er serliga kend í Ís- landi, og leggur afturat, at skulu vit samanbera, so eru Brandur Enni, Týr og Annika Hoydal munandi kendari millum íslendingar. Allir tilkomnir íslendingar kenna Anniku Hoydal, og útgávan av Orminum Langa hjá Týr er sera nógv spæld í íslendsku útvarps- rásunum. - Føroyingar eru væl kendir og væl dámdir í Íslandi, og Íslendingar kenna føroyskan tónleik nógv betur nú enn fyrr, sigur Edvard T. Jónsson, sum fyrstu ferð hoyrdi um luttøkuna hjá Eivør í grand prixnum í Sosialinum í gjár. Av tí sama metir hann, at tað er ein fyrimumur hjá Eivør at vera føroyingur. - Íslendsku grand prixsang- irnir hava verið sera stand- ardiseraðir, men um Eivør megnar at leggja okkurt føroyskt ella íslendskt í sína framførslu, so hevur ein kjans, tá íslendsku hyggjararnir 15. februar fara at ringja inn og at- kvøða, sigur Edvard T. Jónsson. Sjálvstøðugan limaskap Steintór Rasmussen, sum kennir eitt sindur til ís- lendska tónleikamarknaðin frá sínum arbeiði við fløg- uni og framførslunum hjá Brandi Enni, sum skal royna seg á Broadway í Reykjavík 9. februar, held- ur, at tað er stuttligt, at Pætur við Keldu luttók í Danmark í fjør, at Éivør Pálsdóttir er við í Íslandi í ár, og tí áttu vit at havt sjálvstøðugan limaskap í Eurovision-samtakinum, tí hetta vísir at støðið er í lagi. Steintór Rasmussen sigur, at tann íslendski marknað- inum er avmarkaður bæði tá tað kemur til tað handilsliga og samskifti. Men um Eivør megnar at vinna í Íslandi, so vísir tað, at føroyingar eru óførir, men tað fær helst bert ávirkan á hennara egnu karrieru, og endar hon á eitt nú triðja ella fimta plási, fæt tað onga ávirkan á før- oyskan tónleik, heldur Steintór Rasmussen. – Tað veldst um, hvuusu sangurin er, og tað veldst eisini um tilvild, tí vita hóast alt, at Eivør er ein eminentur sangari og í einum klassa fyri seg, sigur Steintór, sum ynskir Eivør góða eydnu. Hann heldur, at Eivør hevur uppiborið plássið í íslendska finaluplássið, sum 204 løg kappaðust um at ogna sær, men sum nevnt ivast Steintór í, um tað fær nakran týdning fyri før- oyskan tónleik sum so. – Tað mest áhugaverda hevði verið, um vit sjálvi høvdu luttikið, tí so høvdu vit altíð havt ein vinnara, sigur Steintór Rasmussen, sum ikki heldur tað vera so løgið, at tann føroyski prix- vinnarin frá 2001 nú sleppur at royna seg í tí ís- lendska grand prixnum. Svf sendir helst finaluna Sum nevnt hava føroysku miðlarnir longu gjørt nógv burtur úr finaluplássinum hjá Eivør Pálsdóttur, og ivaleyst verður umrøðan ikki minni, tá finalan fer at nærkast. Mikkjal Helmsdal, sjón- varpsstjóri upplýsor fyri Sosialinum, at í løtuni verður kannað, um tað ber til at senda beinleiðis. Hetta er m.a. ein spurningur um rættindi, og sjónvarpsstjór- in sigur, at tað ikki er ó- møguligt, at Sjónvarp Før- oya sjálvt fer at hava fólk á ataðnum í Reykjavík finalukvøldið 15. februar. Mikkjal Helsmsdal: SvF kannar møguleikan at senda frá íslendska grand prixnum James Olsen: Finalukvøldið er eitt stórt kvøld í Íslandi Steintór Rasmussen: Best hevði verið um Føroyar høvdu sjálvstøðugan limaskap Áttu at havt sjálvstøðugan limaskap í grand prixnum C M Y K 5 4