Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-11, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. januar 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 7 - 11. januar 2003 Nr. 7 - 11. januar 2003 7 Jenis av Rana fer at heita á Jørgen Nicla- sen um at fara frá, tí hetta vil gagna øllum best. Hann heldur, at tað er upp til sam- gonguna at taka eina politiska avgerð í málinum og ikki andstøðuna POLITIKKUR Heri á Rógvi — Eg síggi avgerðina hjá løgmanni sum eina jurid- iska avgerð. Tað er uppgáv- an hjá løgmanni at hava eftirlit við landsstýris- monnunum. Hann hevur givið Jørgen Niclasen fleiri átalur, men ikki valt at koyra hann frá, og hetta er ein rættur, hann hevur. Tal- an er ikki um nakra polit- iska avgerð, sigur Jenis av Rana, ting- og formaður fyri Miðflokkin. Avgerðin um átalur hjá løgmanni var ein juridisk avgerð, og tann politiska avgerðin skal – sambært Jenis av Rana – takast av samgonguni. — Tað er samgongan, sum hevur átikið sær at stýra landinum, og eg vænti, at ein politisk avgerð verður tikin í samgonguni, har løgmaður eisini verður við, sigur Jenis av Rana. Støðan hjá Jenis er ógvu- liga greið um framtíðina hjá Jørgen Niclasen. — Eg fari at heita á Jørg- en Niclasen um at fara úr starvinum sum landsstýris- maður. Hetta vildi verið tað besta fyri samgonguna og fyri Jørgen sjálvan. Tað skaðar umdømi hjá sam- gonguni, at hann verður sit- andi í landsstýrinum, sigur Jenis av Rana. Formaðurin í Miðflokk- inum heldur tað vera púr- asta burturvið at tosa um misálit á løgmann. Hann hevur ikki tikið støðu til, um hann fer at atkvøða fyri einum misáliti í Løgtinginum, verður hansara áheitan ikki gingin á møti. – Eg fari fyrst at heita á hann um at leggja frá sær, og so fáa vit at síggja, hvat víðari hendir, sigur Jenis av Rana. Ikki undirgrava Fyri Jenis av Rana hevur tað alt at siga, at arbeiðið hjá kanningarstjóranum ikki verður sæð burtur frá. — Vit mugu ikki undir- grava arbeiðið hjá kanning- arstjóranum. Um mann ikki virðir kanningarnar hjá ein- um tílíkum og ásetur fylgjur eftir niðurstøðum hjá honum, so kunnu vit tað sama avskaffa at hava kanningarstjórar, metir Jenis av Rana. Stórur vandi er fyri, at avgerðirnar hjá Løgtingsins umboðsmanni heldur ikki verða fylgdar, um kanning- arstjórar ikki verða virdir, metir Jenis av Rana. — Hetta hendir ikki utt- anlands, sigur Jenis av Rana. Jenis av Rana: Jørgen eigur at fara frá Atlimaskapurin í IMO má metast at vera størsta stovns- liga frambrot á sjálvstýrisleið í føroyskum uttan- ríkispolitikki síðani 1948, verður LIMASKAPUR Heri á Rógvi Frá 5. desember 2002 eru Føroyar at rokna sum atlimur í IMO – International Maritime Organization. Atlimaskapur merkir, at vit kunnu luttaka á fundum og hava somu rættindi og skyldur, men hava ikki atkvøðurætt og kunnu ikki sita í ráðnum fyri IMO. — Við atlimaskapi ber til at møta á fundum, taka orðið og luttaka í øllum samráðingum í IMO. Tó hava einans fullgildugir limir, t.e. sjálvstøðug lond, at- kvøðurætt. Hinvegin verður hildið, at tað hevur minni týdning, av tí at atkvøðugreiðsla ógvuliga sjáldan kemur fyri í IMO. Føroyski at- limaskapurin í IMO er søguligur á tann hátt, at hetta er fyrstu ferð, Før- oyar hava fingið atlima- skap í felagsskapi undir ST, og hetta er einasti millumtjóðafelagsskap- ur, umframt NAMMCO, har ið Føroyar eru um- boðaðar undir egnum navni. Við øðrum orð- um, atlimaskapurin í IMO má metast at vera størsta stovnsliga fram- brot á sjálvstýrisleið í føroyskum uttanríkis- politikki síðani 1948, stendur at lesa í tíðinda- skrivi. Orsakað av reglunum hjá IMO eru Føroyar formelt vorðnir limir hin 5. desember, men bíðast skuldi við at almanna- kunngera hesa hending. IMO er stovnur undir ST. Føroyar eru ikki lim- ir í ST, men tað er Dan- mark, og tað er umvegis Danmark, at Føroyar nú er vorðið limur. Stovnurin fær í lag og umsitur altjóða sáttmál- ar viðvíkjandi trygd og umhvørvi á sjónum. Málsøkið trygd á sjó- num varð yvirtikið 1. januar 2002, og føroysk umboð hava verið á fundum hjá IMO áður. IMO hevur sæti í London. — Tað hevur stóran týdning fyri Føroyar at hava atlimaskap í IMO, serstakliga eftir, at máls- økið trygd á sjónum er yvirtikið sum føroyskt sermál og landið hevur stovnað skipaeftirlit. Eisini verða havum- hvørvismál yvirtikin í næstu framtíð. Nýstovn- aða Sendistovan í Lond- on fær dagligu ábyrgd- ina av atlimaskapinum, og nýstovnaða Skipa- eftirlitið fer at fáa nýggj- ar og spennandi altjóða- uppgávur. Nú kunnu før- oyingar vera við til at ávirka avgerðir, ið leggja altjóðabond á Føroyar longu frá byrj- an, og fáa skjótari og betur kunning um tað nýggjasta á økinum. Fyri eitt land við so nógvum virksemi knýtt- um at havinum er IMO ein sera viðkomandi og týdningarmikil felags- skapur, skrivar Løg- mansskrivstovuna í tíð- indaskrivi. Føroyar limir í IMO Jenis av heldur, at tað nú er upp til samgonguna at gera av, hvørjar politiskar avleiðingar hetta skal fáa fyri Jørgen Niclasen. Sjálvur heldur hann, at landsstýrismaðurin eigur at fara úr starvinum. Mynd: Jens Kristian Vang Tjóðveldistingmenn vilja fyrst viðgera málið innanhýsis, áðrenn støða verður tikin til, hvat skal atkvøðast í einum møguligum misáliti POLITIKKUR Heri á Rógvi Vit hava ringt eitt sindur runt til tingmenn hjá Tjóð- veldisflokkinum fyri at vita, hvat teir halda um av- gerðina hjá løgmanninum í málinum um Jørgen Nicla- sen, og um tey ynskja at at- kvøða fyri einum møgu- ligum misáliti. Hóast nógvar royndir, so eydnaðist tað okkum ikki at fáa hendur á Tórbjørn Ja- cobsen og Annitu á Fríð- riksmørk, sum bæði hava hava lagt hart út eftir Jørgen Niclasen í hesum málinum. Heldur ikki Niklái Peter- sen og Rúni Hentze vóru at hitta. Heini O. Heinesen, for- maður fyri tingbólkin hjá Tjóðveldisflokkin, vil ikki siga, hvørt hann er sinnaður til at atkvøða fyri einum misáliti. — Sum formaður fyri tingbólkin fari eg ikki at taka eina støðu fyri ting- menninar, sigur Heini O. Heinesen. Hann er av teirri fatan, at hetta málið ikki er nakað serliga stórt, og hann held- ur, at tað hevur verið onnur, sum eru størri enn hetta, har Jørgen Niclasen hevur verið upp í, ið eru farin aftur við borðini. Eitt misálit, sum fellir Jørgen Niclasen, kann eisini fáa fylgjur fyri sam- gonguna, heldur Heini O. Heinesen. — Tað er næstan at siga samgonguna upp at, metir Heini. Tingmenninir hjá Tjóð- veldisflokkinum fara at viðgera málið í næstum. Eigur at fáa avleiðingar Kristina Háfoss, tingmaður fyri Tjóðveldisflokkin, sig- ur, at hon nú bíðar eftir, at flokkurin fer at viðgera málið, áðrenn hon tekur nakra víðari støðu í málinum. — Málið eigur at fáa eina viðgerð í Løgtinginum, tá tað er Løgtingið, sum hevur biðið um kanningina. Vit mugu taka tað, ein kann- ingarstjóri sigur, til eftir- tikar. Tað burdi so fingið avleiðingar av onkra slag, sigur Kristina Háfoss. Hon vil tó ikki siga meira um, hvørjar avleiðingarnar skuldu verið. Hvørki Kristina Háfoss ella Heini O. Heinesen er sinnaði at gera viðmerk- ingar til, hvørt avgerðin hjá løgmanni var røtt ella ei. Bíða Hergeir Nielsen, tingmaður fyri Tjóðveldisflokkin, sig- ur seg vera púra ósamdan við støðuni, ið løgmaður hevur í málinum viðvíkj- andi Jørgen Niclasen og nógv umrøddi kanningini. Hann sigur tó, at hann hevði ikki væntað annað. Hansara støða viðvíkjandi einum møguligum misáliti vil ikki siga nakað um fyrr enn tinbólkurin hevur við- gjørt málið. Tingmaðurin Jógvan Arge hevur als onga aðra viðmerking enn, at tey fara at viðgera málið í ting- bólkinum. Avgerðin útsett Jørgin ella Anfinn. Tað er spurningurin, sum andstøðan viðger í løtuni. Tí tað er púra vist, at eitt misálit verður reist í løgtinginum, har samgongan kemur at standa sína roynd, antin tað so verður løgmaður ella lands- stýrismaðurin, sum stendur fyri skotum POLITIKKUR Ingi Rasmussen Andstøðan á løgtingi reisir misálit móti landsstýrinum. Tað er greitt. Men hon ivast í, hvønn veg kanónirnar skulu venda. Móti Jørgin Niclasen, landsstýrismanni, ella ímóti Anfinn Kalls- berg, løgmanni. Formenninir í Javnaðar- flokkinum og Sambands- flokkinum hava tosað sam- an fleiri ferðir síðstu dag- arnar, har teir hava umrøtt møguleikan fyri, hvat skuldi henda, tá Anfinn Kallsberg løgmaður fór at fríkenna Jørgin Niclasen. Men enn eru flokkarnir ikki komnir ásamt um, hvør eigur at verður settur til at- kvøðugreiðslu, tá løgtingið kemur saman aftur. Løgmaður ábyrgd Ein einstakur løgtingsmað- ur kann seta fram misálit móti antin løgmanni ella landsstýrismanni. Men skal viðkomandi frá, skulu minst 17 av 32 tingmonn- um atkvøða fyri. Samgong- an telur 17 og andstøðan 15 tingmenn, og tí er avger- andi, hvønn taktikk and- støðan velur, um ætlanin skal eydnast. Javnaðarflokkurin hellir til eitt misálit á landsstýris- mannin sjálvan, meðan Sambandsflokkurin heldur sær løgmann settan undir atkvøðugreiðslu. – Vit hava viðgjørt málið í Sambandsflokkinum, og vit eru ikki í iva um, at eitt misálit eigur at vera vent ímóti løgmanni. Tað er hann, sum setir landsstýris- menn í starv, og tað er hann, sum hevur høvuðs- ábyrgdina fyri, at hansara landsstýrismenn røkja sítt embæti á fullgóðan hátt, sigur Lisbeth L. Petersen, forkvinna í Sambands- flokkinum. Hinvegin viðgongur hon, at tað hevði verið stak óhepp- ið, um kanónirnar hjá and- støðuni peikaðu hvør sín veg, og tí mugu partarnir finna eitt felags stev. Jóannes telur Formaðurin í Javnaðar- flokkinum sigur seg væl skilja sjónarmiðið hjá Sam- bandsflokkinum, men hann ivast í úrslitinum, um løg- maður stendur fyri skotum. – Eg telji eitt sindur upp á knøttarnar, tá tað skal ger- ast av, hvønn veg misálitið skal venda. Tað er sjálvandi løgmaður, sum er settur beinleiðis av løgtinginum, men eg eri komin til, at tað er klókari av okkum at reisa misálit beinleiðis ímóti Jørgin Niclasen, tí annars frítaka vit ávísum pørtum av samgonguni at taka støðu í ítøkiliga málinum, sigur Jóannes Eidesgaard. Tað er ikki løgmaður, sum sambært kanningar- stjóranum hevur brotið lóg- ina, og tí er tað lættari hjá Miðflokkinum, Sjálvstýris- flokkinum og Tjóðveldis- flokkinum at verja seg ímóti at atkvøða fyri einum misáliti. – Reisa vit misálit ímóti Jørgin Niclasen, so halda vit okkum til sjálvt málið. Ein kanning, sum løgtingið hevur sett í verk, staðfestir, at landsstýrismaðurin hevur brotið lógina, og tað kann gerast torført hjá eitt nú Jenis av Rana og Torbjørn Jacobsen, sum upprunaliga reisti málið í løgtinginum, at verja tað, sigur Jóannes Eidesgaard. Jura og politikkur Fyri Jóannes Eidesgaard snýr málið seg mest um løgfrøði. Kanningin stað- festir, at málsviðgerðin ikki hevur verið í samsvari við lógina, og tí sóknast hann eftir, at løgtingið og serliga Tjóðveldisflokkurin, hvørs formaður er løgmálaráð- harri, tekur støðu til tað. – Um eitt misálit fellur, og hetta málið sleppur at standa ósvarað, so hevur føroyska rættarsamfelagið fingið eitt álvarsligt skot fyri bógvin. So er tað ikki rættvísi, sum telur, men viljin at halda fast við vald- ið, sum gerst altavgerandi, sigur Jóannes Eidesgaard. Lisbeth L. Petersen hel- dur hinvegin, at málið fyrst og fremst er politiskt. – Høvuðsspurningurin fyri okkum er, at álitið á politisku skipanina millum fólk er fokið, og tað er ótrúliga týdningarmikið fyri okkum at halda fast við tað. Vit hava ikki viðgjørt kanningina, tí tað er trupult at taka støðu til ymiskar løgfrøðiligar tulkingar. Vit kunnu bara staðfesta, at alt ikki er farið rætt fram, og tí má onkur lúta, so álitið verður rættað uppaftur, sigur Lisbeth L. Petersen. Løgtingið kemur saman aftur týsdagin, og tað er ikki óhugsandi, at eitt mis- álit verður reist longu tá, skilst á andstøðuni. »Hetta verður átalað«. Soleiðis feldi løg- maður politiska dómin í málinum um embætisførsluna hjá Jørgin Niclasen. Landsstýrismaðurin verður sitandi, men hann verður hartaður fyri handfaringa av málinum um umlegging av skuld hjá fjarfiskiflotanum POLITIKKUR Ingi Rasmussen Løgmaður fríkendi Jørgin Niclasen við støði í frá- greiðingini frá landsstýris- manninum sjálvum og hansara egna stýri. Men hann gav honum samstun- dis eina ábreiðslu, grundað á frágreiðingina frá kann- ingarstjóranum, Turið Debes Hentze advokati. Soleiðis kann støðan ger- ast upp, nú Anfinn Kalls- berg løgmaður seinnapartin hósdagin gjørdi úrskurð í málinum um embætisførsl- una hjá Jørgin Niclasen. Í einum brævi til Jørgin Niclasen landsstýrismann, sum er dagfest 9. januar 2003, sigur løgmaður sína niðurstøðu vera, at tað ikki er grundarlag fyri at halda, at landsstýrismaðurin hevur framt brot á lógina um ábyrgd landsstýrismanna, og »at tað út frá nevnda tilfari má metast at vera sera ivasamt, um tygum hava brotið ásetingarnar í løgtingslóg nr. 26 frá 14. mars 1997 um umlegging av lánum v.m. hjá fjarfiski- flotanum«. Tilfarið, sum løgmaður vísir til, er frágreiðing frá kanningarstjóranum, skriv frá Fiskimálaráðnum, skriv frá trímannanevndini til Fiskimálaráðið og skriv frá Jørgin Niclasen landsstýris- manni til Anfinn Kallsberg løgmann. Harða ábreiðslu Sostatt taldi frágreiðingin frá landsstýrismanninum sjálvum og hansara umsit- ing meira enn kanningin hjá óvilduga kanningar- stjóranum, ið løgtingið hevur sett. Tí kanningar- stjórin staðfesti, at lands- stýrismaðurin fór út um sínar heimildir í málinum. Men hóast Jørgin verður fríkendur fyri at hava for- brotið seg ímóti lógunum, so fær hann ábreiðslu frá løgmanni fyri handfaring- ina hjá Fiskimálaráðnum av hesum og øðrum málum. Løgmaður førir fram, at »málsviðgerðin í sambandi við umsóknir frá feløgun- um aftan fyri skipini Høga- foss og Arctic Viking átti at verið betri løgd til rættis, og at umsiting tygara átti at biðið um eitt endaligt skiv- ligt tilmæli frá trímanna- nevndini, áðrenn endalig avgerð um at víkja fyri nýggjum lánum varð tik- in«. Løgmaður hartar eisini landsstýrismannin fyri, at »tað í skjalatilfarinum ikki eru nóg góð skrivlig skjal- prógv fyri grundarlagnum fyri teimum avgerðum, sum tygum hava tikið«. Upprudding á veg Fyrisitingarliga viðgerðin av málinum hevur sostatt ikki verið nøktandi, ásann- ar løgmaður, og tað átalar hann. Anfinn Kallsberg ásannar í somu vending, at Fiskimálaráðið hevur verið fyri atfinningum í longri tíð. Løgmaður heitir tí í brævinum á Jørgin Nicla- sen um at fara undir mið- vísa tilgongd fyri at menna Fiskimálaráðið, so tað fer at virka betur. Ein ítøkilig ætlan fyri hetta skal hand- ast løgmanni í seinasta lagi 1. apríl 2003. Andstøðan stillar kanónina Løgmaður gevur Jørgini ábreiðslu Inn ella út. Jørgin Niclasen verður sitandi í landsstýrinum hjá Anfinni Kallsberg løgmanni Mynd: Jens K. Vang C M Y K 7 6