leygardagur 11. januar 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 7 - 11. januar 2003
Nr. 7 - 11. januar 2003
9
Hendrik Old sigur, at
hann nú fer at heita á
Løgmann um at
syrgja fyri, at gamlir
menn og aðrir, sum
hava útróður til hjá-
vinnu, aftur sleppa til
útróðrar
ÚTRÓÐUR
Áki Bertholdsen
– Tá ið Jørgen Niclasen
ikki klárar at gera nakað
við tað, má løgmaður taka
um endan.
Hendrik Old, løgtings-
maður, fer nú at heita á løg-
mann um at fáa skil á við-
urskiftunum hjá teimum,
sum hava útróður til hjá-
vinnu.
Fiskidagarnir hjá Bólki B
vóru uppi tíðliga í desem-
ber og hóast Jørgen Nicla-
sen tvær ferðir fyri jól lov-
aði at loysa trupulleikan, er
onki hent enn.
– Tí fari eg nú at heita á
Løgmann um at fáa viður-
skiftini í rættlag, sigur
Hendrik Old.
Hann sigur, at á fyrsta
spurnartíma í Løgtinginum,
sum verður mikudagin,fer
hann at spyrja Løgmann
um hann ikki kann taka um
endan, so at teir hundraðtal
útróðarmenninir, sum nú
hava ligið uppi á turrum og
hugt út á hav í fínastu lík-
indum, nú sleppa at loysa
aftur.
Hendrik Old sigur, at teir
mestu av teimum, sum eru
raktir, hava smáar bátar,
sum fiska inni við land og
tað kann ikki vera meining-
in at leggja teir lamnar,
samstundis sum tey stóru
skipini fiska at kalla frítt.
– Tað eru yvir 200 bátar í
bólki B og teir hava ligið á
turrum í ein mánað nú og
tað kann ikki ganga, tí teir
oyða ongan stovn.
– Hetta er fyri ein part
gamlir menn, sum hava út-
róður sum eitt ískoyti til
pensjónina og fyri at fáa tíð-
ina at ganga. Annars eru tað
nógvir menn á smábygd,
sum eru í hesum bólki.
– Og hvat skulu gamlir
menn, sum hava verið út-
róðrarmenn alt lívið, og
hvat skulu bygdarmenn
gera, tá ið teir ikki sleppa at
rógva út.
Hetta eru menn, sum
liggja í einum fjarðar-
munna og fáa nakrar fiskar,
ella sum binda í ein aliring
og fáa eitt sindur, sum teir
avreiða.
Og tað er nógv fyri, at
teir skulu liggja lamnir í
verðsins fínasta veðri.
Hendrik Old sigur, at
hann tí fer at heta á Løg-
mann um at bera so í bandi
at fáa eina politiska semju
um, hvussu hesir kunnu
sleppa til útróðrar aftur sum
skjótast.
– Ein loysn kann vera at
taka teir partvíst burturúr
skipanini, so at teir ikki
verða avroknaðir fyri ein
fiskidag, fyrrenn teir hava
avreitt 800 ella 1000 pund,
sigur Henrik Old.
Skattaprosentið í
Sumba er hækkað
tvey prosent men
afturfyri fáa sumb-
ingar ein fyrstafloks
skúla
ÚTBYGGING
Áki Bertholdsen
Sumba: Sumbingar noyð-
ast nú at leggja ryggt til at
betala nokk so fitt meiri í
skatti, enn teir hava gjørt.
Bygdaráðið hevur nevni-
liga samtykt at hækka
kommunuskattin
2%.
Sumbingar hava betalt 18%
í kommunuskatti, men nú
er skatturin hækkaður upp í
20%.
Tað fer at geva kommun-
uni eina eyka inntøku uppá
eina slaka millión.
Jacob Vestergaard, borg-
arstjóri, sigur, at høvuðs-
orsøkin til at skatturin
hækkar, er fyri at fáa ráð til
at byggja skúlan út.
Ætlanin er at byggja
skúlan út fyri fleiri millión-
ir hesi bæði næstu árini og
fyri at fáa ráð til tað, verður
neyðugt at hækka skatta-
prosentið.
Men afturfyri fáa sumb-
ingar so ein fyrstafloks
skúla, sum verður næstan
tvær ferðir so stórur, sum
skúlin er nú.
Borgarstjórin sigur, at í
fyrra lagi er ætlanin at
høvuðsumvæla skúlabygn-
ingin. Í øðrum lagi verður
skúlin útbygdur so at hann
verður næstan tvær ferðir
so stórur, sum hann er nú.
– Sostatt verður at kalla
talan um ein spildurnýggj-
an skúla, leggur hann aftur-
at Mentamálaráðið hevur
góðkent ætlanina og skúlin
verður liðugur til skúlaárið
2004.
Arbeiðið verður gjørt
bæði tí at skúlin,sum er,
trongir til ábøtur og tí at
nýggja fólkaskúlalógin set-
ir heilt onnur krøv til skúla-
bygningar, enn áður við,
serstovum og øðrum.
Fyri ikki at órógva út-
bjóðingina, vil hann ikki
siga, hvussu nógv arbeiðið
kostar, men talan er um
fleiri milliónir.
Jørð og betrongarbeiðið
er bjóðað út og har hevði
Jóanes við Ósagarð í Vági
lægsta tilboðið. Hann hev-
ur boðið sær til at gera ar-
beiðið fyri stívliga 1,3
millión. Trý onnur tilboð
komu inn og tað hægsta var
uppá 1,7 millión.
Hini arbeiðini upp á
skúlan verða boðin út fyrsta
dagin.
Umframt skúlan, hevur
kommunan ikki orku til tað
stóra, men arbeitt verðrur
eisini
við
at
innrætta
nýggju kommunuskrivstov-
una, sum verður í gamla
Fiskahúsinum, sum komm-
unan keypti og hon verður
liðug í apríl.
Annars verður hildið
fram við at gera bakkaverj-
una.
Øll fíggjarmegin
Borgarstjórin
sigur,
at
ætlanin er ikki at taka lán til
arbeiðið, so hesi næstu ár-
ini fer skúlin við allari
fíggjarmegi ni hjá komm-
ununi, men ætlanin er ikki
at taka lán til endamálið og
tí var neyðugt at hækka
skattin.
Samstundis eru útlitini
ikki av teimum bjartastu,
eitt nú er laksavirkið hjá
Hera Hjelm steðgað í fleiri
mánaðir.
– Inntøkugrundarlagið í
kommununi er ov lágt, tí
miðalinntøkan hjá Sumbiar
Kommunu er nógv lægri
enn hjá sama slag komm-
ununum á meginlandinum.
– Hann plagar at saman-
bera Sumbiar Kommunu
við
Sunda
Kommunu.
Sumbiar kommuna hevur
níggju milliónir í skattainn-
tøku við 20% í skatti, men
Sunda Kommuna hevur 12
milliónir í inntøku við
16,5% í skatti.
Orsøkin er, at í Sunda
Kommunu hava tey nógv
betri atgongd til væl lønt
størv, eitt nú í Havnini og
aðrastaðni í miðstaðarøkin-
um.
Annars sigur Jacob Vest-
ergaard, at barnatalið í
kommununi hevur verið
fallandi, men at nú er ein
glotti í.
Í Sumba eru um 30
skúlabørn men heldur ikki
á hesum økinum eru útlitini
ikki nakað serlig. Fá børn
eru fødd, og tó at tað gong-
ur framá, er føðitíttleikin
alt ov lítil
Ein annar skúli er í
kommununi, tað er skúlin á
Leiti ímillum Lopra og
Akrar. Og eisini har stendur
so illa til við børnum, at um
fá ár verða 15 børn í skúl-
anum í Sumba og onki á
Leiti, sum er hin skúlin í
kommununi.
Tá ið skúlin í Sumba varð
bygdur síðst í fimtiárunum
og fyrst í sekstiárunum,
vóru 70 skúlabørn í Sumba.
Sumbingar skulu betala meiri í skatti
Hesi bæði næstu árini skal
skúlin í Sumba bæði
umvælast og byggjast út fyri
fleiri milliónir
Fleiri hundrað útróðrarmenn sita nú og trilla
tumlarnar
Í løtuni liggja hundraðtals
útróðrarmenn uppi á
turrum, tí teir sleppa ikki út
og tða líkist ongum, heldur
Hendrik Old og tí fer hann
enn einaferð at reisa málið í
Løgtinginum
Hol skal nú fáast
ígjøgnum til Gása-
dals, men opið verður
ikki enn fyri almenn-
ari ferðslu, sigur
landsverkfrøðingurin
SAMFERÐSLA
Edvard Joensen
Vágar:
Tað, sum eftir
stendur fyri endan á Gása-
dalstunlinum, skal fáast
burtur. Loftið í tunlinum
skal tryggjast, og fyribils
koyribvegur gerast oman í
bygdina.
Tað er setningurin í ár hjá
landsverkfrøðinginum
í
samband við Gásadalstunn-
ilin, sigur Oyvindur Brim-
nes, landsverkfrøðingur.
Men tað verður ikki latið
upp fyri almennari ferðslu
enn á sinni, skilst á honum.
Tríggjar milliónir krónur
eru settar av til Gásadals-
tunnilin í hesum árinum.
Fyri tær skal loftið í tunl-
inum tryggjast. Vegbreytin
skal gerast farbar, møti-
pláss gerast uttan fyri
tunnilsmunnan Gásadals-
megin, og ein fyribilsvegur
- traktorvegur - skal gerast
millum tunnilsmunnan og
bygdina í Gásadali, sigur
landsverkfrøðingurin.
Arbeiðsfólkið hjá lands-
verkfrøðinginum er farið
undir at taka tað seinasta
tilfarið niður frá tunnils-
munnanum, og síðan verð-
ur loftið tryggjað.
Tað merkir tó ikki, sigur
landsverkfrøðingurin,
at
tað verður farandi gjøgnum
tunnilin hjá hvørjum sum
helst.
Nú opið verður, verður
væntandi onkur avtla gjørd
millum starvsfólkið í tunl-
inum og eitt nú postmannin
í Gásadali um, at hann kann
sleppa gjøgnum tunnilin
við postinum. Men tað
verður so altíð saman við
fólki frá landsverkfrøðing-
inum og við teirra bilum,
sigur Oyvindur Brimnes.
Tá loftið so er tryggjað,
kanska einaferð í summar,
verður loyvt onkrum afturat
at sleppa ígjøgnum. Tó ikki
so, at hvør sum helst slepp-
ur at koyra. Bummur veðru
settur fyri og bert fólk, sum
hava tilknýti og ella ørindi
til Gásadals, fáa lykil
sleppa at koyra ígjøgnum,
sigur hann.
Halda fram til Gásadals
Meðan sjóverjuskipið
Vædderen á nýggjár-
inum vitjaði í Írlandi,
bjargaði manning av
skipinum eini
kvinnu, sum datt á
sjógv stutt haðani,
skipið lá
BJARGING
Tað tók manning av Vædd-
eren umleið fimm minuttir
at seta bát út og fáa kvinn-
una undir læknahond um-
borð á Vædderen, sigur
Færøernes Kommando í
tíðindaskrivi.
Vædderen var á vitjan í
Cork í Írlandi í døgunum
31. december til 3. januar.
Skipið er júst afturkomið til
Føroya, sigur Førernes
Kommando.
Fyrrapartin nýggjársdag
sá fólk av Vædderen, at ein
kvinna datt í kanalina yvir
av har, Vædderen lá við
bryggju. Bátur var beinan-
veg settur út, og teir fingu
kvinnuna inn í bátin einar
tvey hundrað metrar frá
skipinum. Streymur var í
kanalini.
Kvinnan varð fingin um-
borð á Vædderen og kom
undir læknahond. Hon tókt-
ist lívleys, tá hon kom
umborð, men kom skjótt
fyri seg aftur. Síðan varð
hon við sjúkrabili flutt á
sjúkrahús í Cork, og kom
skjótt reiðiliga fyri seg
aftur og livir nú væl, sigur
Færøernes Kommando í
tíðindaskrivinum.
ej
Tað, sum eftir stendur fyri endanum á Gásadalstunlinum, skal fáast burtur. Loftið skal tryggjast, og vegbreytin gerast farbar
Mynd: Jens Krisitan Vang
Vædderen bjargaði írskari kvinnu
Eftirspurd gina
Í sendingini »Syngið við«, sum
Sjónvarpið sendi úr Sumba á Nýggj-
árinum, var serliga ein sangur, sum fleiri
hyggjarar vildu ogna sær. Eftir áheitan
verður hann nú prentaður
GINUKVØÐA
Sumbingar sungu um ginuna í Sjónvarpinum á
nýggjárinum. Rúni Lisberg í Sumba hevði yrkt.
So mikið væl var hesin sangur umhildin av hyggj-
arunum, at nógv hava vent sær til teirra, sum skip-
aðu fyri, við fyrispurningi um at fáa hendan sangin.
Eftir áheitan verður kvøðan til ginuna nú prentað,
og sumbingarnir siga, at nú er bara at brúka hana!
ej
Lag: Tað var ein fagran summardag
Ein stillan vakran summardag
var Ginusøgan fest á blað,
hon kend varð skjótt um víðu verð,
og nú vit hava hana her.
Men gakk. Tann móttøka hon fekk,
og onkur ynskti hana vekk,
reklamu fekk tó hetta skarð
á tingsins pall framborin varð.
Ja drúgt var orðaskiftið her
um fitta stikkið kvinnan ber,
av tveimum monnum bleiv tað svíkt,
ei mentan kallaðu teir slíkt.
Og sárað lítla Ginan græt,
men ginur geva ei so uppat,
í tinginum hon ikki fall,
um Føroyar fór frá pall til pall.
Alt Føroya land tú tók við storm
og áskoðarafjøld enorm
nú vildi síggja hendan leik
og ikki ein av teim tú sveik.
Nú mentan ginan vorðin er,
hvat tingmenn siga, sama ger,
til leik hon altíð nú er klár
ja bæði við og uttan hár.
Til tín nú takk vit bera her,
tú setti okkum øll í verð,
hvørt mansbarn hetta sanna má
at gjøgnum teg fyrst ljós tað sá.
Rúni Lisberg
C
M
Y
K
9
8