Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-11, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. januar 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 7 - 11. januar 2003 Nr. 7 - 11. januar 2003 11 Fiskamarknaður Føroya hevur selt nógvan fisk hesa vikuna, og hóast stóru nøgdirnar, hevur fiskaprísurin verið hampiliga góður FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Útróðurin hevur verið ógvuliga góður í longri tíð, og nú verkfall og jóla- høgtíðin eru løgd aftur um, eru skipini, sum fóru út seinasta vikuskiftið, byrjaði at koma innaftur. - Hesa vikuna hevur út- róðrarfiskurin verið av tí mesta. Tað hevur viðrað væl, og nógvur fiskur hevur verið at fingið. Mánadagin seldi Fiska- marknaðurin 156.000 pund av útróðrarfiski. Týsdagin vóru 344.000 pund, miku- dagin 462.000 og hósdagin 534.000 pund á gólvinum. - Miðalprísirnir vóru bestir mánadagin, men sum vikan er liðin, og framvegis nógvur fiskur hevur verið á marknaðinum, er prísurin lækkaður. Tó hava prísirnir hildið sær betri hesar fyrstu dagarnar enn fyri jól, tá ið eitt nú tann smáa hýsan fór fyri bara 1 kr. fyri kg. Dýrur toskur Hóast prísirnir hava verið fallandi í vikuni, hevði tann stóri toskurin, toskur 1, besta prísin hósdagin; tá fór hann fyri heilar 30 kr. fyri kilo. - Men nøgdirnar av stór- um toski eru rættiliga smá- ar í mun til samlaða tonsa- talið, sum verður selt um Fiskamarknaðin. Talan er nevniliga bara um 6.000 pund av stórum toski til- samans, frá mánadegnum til hósdagin. Upplýst verður, at miðal- prísurin á toski 1 fýra teir fyrstu dagarnar í vikuni hevur verið 27,11 kr., á toski 2 26,28 kr., toski 3 16,02 kr., toski 4 11,67 kr. og á toski 5 hevur miðal- prísurin verið 8,09 kr. fyri kilo. Miðalprísurin á hýsu 1 hevur verið 12,87 kr. og á hýsu 2, slakar 11 kr. fyri kilo. - Higartil hevur prísurin á tí smáu hýsuni, sum reyk niður á 1 kr. fyri kg. fyri jól, hildið sær hampiliga væl. Mest av toski 3 Á Fiskamarknaðinum siga tey, at tað er tann smáa hýs- an og tann smái toskurin, sum hála miðalprísin niður. - Hesa vikuna hava vit selt mest av toski 3, 458.000 pund tilsamans og av toski 4, 366.000 pund. Støddin av hýsuni, sum mest hevur verið av hesa vikuna, er hýsa 3, 318.000 pund tilsamans. Fríggjadagin seldu Morg- unstjørnan, Grunningur, Presttangi og Randi um telefonsøluna hjá Fiska- marknaði Føroya, men tá ið vit frættu, høvdu sølurnar ikki verið. Kassarnir Nú flotin hevur ligið so leingi, og eingin fiskur er komin uppá land í longri tíð, stendur hampiligt til við kassum og kørum. Men spurningurin er, hvussu leingi tað verður, tí fyri jól var stórt kassatrot, og so- leiðis hevur verið megin- partin av árinum. - Hetta er ógvuliga keði- ligt, tí vit fáa ikki arbeitt, tá ið ringast stendur til við kassum og kørum. Hetta gongur í ringasta føri út yvir fiskaprísin, siga tey á Fiskamarknaði Føroya. Tann stóri toskurin fór fyri 30 kr./kg. Seint í heyst noyddust tvey skip, sum par- trola, at bíða eina heila viku eftir kass- um, áðrenn tey kundu fara aftur til fiskiskap FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Sosialurin hevur afturvend- andi tikið upp trupulleikan, sum Fiskamarknaður Før- oya, skipini, útróðrarmenn og virkini hava av, tá ið trot javnan er á kørum og kassum. Ringast stendur til, tá ið nógvur fiskur kemur uppá land, men í samrøðu við blaðið, segði leiðarin á Fiskamarknaði Føroya í Klaksvík fyrr í heyst, at hetta hevur verið ein aftur- vendandi trupulleiki gjøg- num alt árið 2002. - Tað kann ikki vera rætt, at eg skal nýta meginpartin av míni arbeiðsorku til at útvega kassar og kør, so vit kunnu arbeiða, segði Kristian Fríðrik Olsen. Sum skilst, hevur staðið rímiliga væl til við kassum higartil í ár, men enn er so bara ein vika liðin, síðan skipini fóru útaftur. Á Fiskamarknaði Føroya stúra tey fyri, at skilið verður hitt sama sum frá líður, tí rættiliga nógvur fiskur er komin uppá land í hesi vikuni. Nú stundar eisini til várróðurin, og seinasta vár var hetta ein stórur trupulleiki. Sluppu ikki út Avleiðingin av, at kassar og kør vanta, er, at torført kann vera hjá Fiskamarknað- inum at skilja fiskin, tí ov fá iløt eru at koyra fiskin. Skip bíða eftir landing og skip, sum eru liðug at landa, fáa í ringasta føri ikki nóg mikið av kassum og kørum til nýggjan túr. Sosialurin hevur frætt, at tveir trolarar í Saltangará, sum partrola, lógu eina heila viku og bíðaðu eftir kassum einaferð í heyst. Teir sluppu ikki útaftur, tí teir fingu ikki nóg mikið av kassum. Ilt er at fáa greiði á, hvar trupulleikin liggur - um talan er um ov fá íløt í skipanini hjá Kassamið- støðini, ella um trupulleikin er, at íløtini ikki koma uppá pláss aftur so hvørt. Skip bíðaðu heila viku eftir kassum Tíðliga kom gongd á aftur eftir, at verkfallið var av. Hetta hevur verið ein stór vika á Fiskamarknaði Føroya. Útróðrarfiskurin á gólvinum hevur verið av tí allar mesta. Mynd: Vilmund Jacobsen Fiskivinnan stúrir fyri, at trot av kassum og kørum verður ein stórur trupulleiki aftur til várs. Mynd: Vilmund Jacobsen Niels Pauli Danielsen, sóknarprestur í Norðoya Vestara prestagjaldi, heldur, at tað er púra burtur- við, at borgarliga skrásetingin av fødd- um og deyðum fram- vegis liggur hjá kirkj- uni. Hann hevur havt ábyrgd av kirkjubók- um í tríati ár, og hann er sannførdur um, at tíðin er farin frá hes- um FÓLKAKIRKJAN Solby A. Eliasen Klaksvík: – Borgarliga skrásetingin av føddum og deyðum eig- ur at liggja hjá Fólkayvirlit- inum, sigur Niels Pauli Danielsen, sóknarprestur. Hann vísir á, at arbeiðið hjá prestum er sera umfat- andi, og at tað stutta av tí langa er, at borgarliga skrá- setingin fer avstað við sera nógvari tíð hjá teimum prestunum, sum hava ábyrgdina av henni. Og har- afturat vísir hann eisini á, at til dømis í Klaksvík verða umleið 45 % av børnunum ikki doypt, og millum ann- að tí setur prestur spurnar- tekin við, hví kirkjan skal taka sær av borgarligu skrá- setingunum. Niels Pauli sigur, at fyrr var kirkjan tann, sum náddi út til hvønn krók í landin- um við tað at kirkja var í so gott sum hvørjari bygd. Men í dag er tøknin so framkomin, at tað ger næst- an tað sama, hvar ein er staddur, so kann ein røkka allastaðni. – Kirkjan í dag hevur ikki umstøður ella ta neyðugu útgerðina til tílíkt arbeiði, sigur prestur. Í Danmark eru tey farin yvir til eina elektroniska kirkjubók, men tað hevur verið sera kostnaðarmikið. Tað ber ikki til hjá føroysku fólkakirkjuni at kopla seg upp á ta donsku, tí so renn- ur hon seg í móti skráset- ingarlógini í Føroyum, sum sigur, at tílíkir upplýsningar ikki mugu av landinum. Men ikki allastaðir í Dan- mark er persónsskráseting- in hjá presti. Í Suður-Jút- landi er skrásetingin fyri fødd og deyð hjá borgarligu myndugleikunum, sum stavar frá tí, tá Suður-Jút- land var undir Týsklandi. Og tað er onki ynski, hvørki frá borgarligu ella kirkjuligu myndugleikun- um í Suður-Jútlandi at fáa hetta broytt. So framvegis í dag, sita prestar í Føroyum og føra upplýsningar inn í kirkju- bøkurnar við penni. Tað heldur prestur er púra burturvið, og hann heldur eisini, at tað er óneyðugt at fara í holt við at útvega fólkakirkjuni sína egnu føroysku og sera dýru skipan, tá tað sita fólk í Fólkayvirlitinum, sum eru sett til tað sama arbeiðið og hava ta røttu útgerðina, sum skal til. – Kirkjan sjálv hevur ikki teir neyðugu pengarnar heldur sum ein tílík skipan kostar. Lat okkum tí, í samband við yvirtøkuna av føroysku fólkakirkjuni, fáa borgar- ligu skrásetingina til Fólka- yvirlitið, tí tey hava tíð, umstøður og útgerðina, sum skal til. Tey eru sett til tað sama, sigur Niels Pauli Danielsen Hann leggur afturat, at um ein fer til Fólkayvirlitið og sigur teimum eitt navn, so finna tey viðkomandi og allar upplýsningar um við- komandi beinanvegin, men soleiðis er ikki í kirkjubók- unum. – Tað er komið so ofta fyri, at eg havi verið noydd- ur at ringja til Fólkayvir- litið og spyrja tey, um upp- lýsningar, sum tey í veru- leikanum, sum skipanin er í dag, áttu at ringt til mín at fingið, sigur Niels Pauli. Náa ikki alt Niels Pauli sigur eisini, at hesin parturin av presta- starvinum er sera tíðar- krevjandi. Hann greiðir frá, at um ein pettar alt út, so er næstan ein navnabroyting um dagin í hansara øki. Tað kemur av, at inntil 1. juli 1989 vórðu allar føðingar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi skrivaðar í kirkjubókina í Klaksvík. Tað innibar allar Norðoyggjar og ein stóran part av Eysturoynni eisini. Og flestu fólk, sum liva í dag, eru fødd áðrenn 1. juli 1989, og tí eru framvegis sera nógv skrásetingar ar- beiði av ymsum slag. Í dag verða nýføðingar skrásettir, har mamman býr, men so var ikki áðrenn 1989. Eitt annað, sum eisin hevur ført nógv eyka ar- beiði við sær, er nýggja navnalóggávan. – Teir viðtaka bara har suðuri, uttan at hugsa um, hvat tað er fyri byrðu, teir leggja á herðarnar hjá prestunum, sigur Niels Pauli Danielsen, og leggur afturat, at hóast prestar sjálvandi hava umsitingar- ligt starv at røkja, so er teir ikki settir at gera skriv- stovuarbeiði fyri tað al- menna. Sálarøktin hevur eisini vundið sera nógv upp á seg seinnu árini, og sóknar- presturin, sum hevur verið prestur í Føroyum í meira enn tríati ár, sigur, at tað er ein onnur tíð nú. Prestar hava øgiliga nógv at gera við at tosa við fólk og ser- liga lurta eftir teimum eis- ini. Teir hava eisini heima- vitjanir, har teir ganga til fólk, sum eru óhjálpin og sita nógv einsamøll. – Alt hetta er skjótt at for- søma, tí tað ber til at útseta tað. Og so røkir ein prestur ikki sítt starv til fulnar, um hann ikki eisini tekur sær tíð til tað, sigur Niels Pauli, sum heldur, at tað átti ikki at verið meira enn 600 sóknarbørn til hvønn prest- in. Tað, veit hann at siga, er til dømis í Hollandi. – Útyvir alt hetta er so sjálvandi ikki at gloyma prædikurnar til gudstænast- urnar og bønarløturnar á sjúkrahúsinum, ellis – og røktarheimunum og annað. So eg eri sannførdur um, at tað vildi lætt ein stóran part um hjá prestum, um borgar- liga skrásetingin fór til Fólkayvirlitið, har hon jú í veruleikanum hoyrir heima, sigur Niel Pauli Danielsen at enda. Niels Pauli Danielsen, sóknarprestur: Borgarliga skrásetingin eigur at vera hjá Fólkayvirlitinum Niels Pauli Danielsen, sóknarprestur, heldur, at tíð- in er farin frá tí, at borgar- liga skrásetingin verður umsitin av fólkakirkjuni C M Y K 11 10