leygardagur 11. januar 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 7 - 11. januar 2003
Nr. 7 - 11. januar 2003
13
Illa ber til at siga annað enn, at úttalilsini hjá Anders
Fogh Rasmussen um, at Føroyar og Grønland skulu
hava økt sjálvstýri á uttanríkispolitiska økinum, eru
sera áhugaverd. Danski statsministarin hevur sum
skilt tó ikki givið nøkur lyfti um verju- og trygdar-
politikk, og er tað kanska ikki betur enn næstbest.
Tó er umráðandi hjá føroyskum politikarum at
gevast við smáligum grenji og briksli og ístaðin vísa
seg sum statsmenn og smíða, meðan jarnið er heitt
og syrgja fyri, at nakað hendir í hesum málinum. Vit
føroyingar hava nógv áhugamál at røkja uttanríkis-
politiskt viðvíkjandi handli, fiskiveiðu, hvalaspurn-
ingum o.s.fr. Hetta eru alt mál, ið eru sera viðkom-
andi í dagligdegnum hjá føroyingum. Tað sigur ikki
so lítið, tá tjóðveldismenn stara seg blindar uppá
hernaðarmál og verjupolitikk, tá uttanríkismál skulu
viðgerast.
Formaðurin í Løgtingsins Uttanlandsnevnd eigur at
duga at viðgera mál konstruktivt og ikki fella í
grøvina, har alt verður til klandursmál. Biður man
um kunning og fær í minna lagi, so takkar man og
sigur, at man væntar sær meir. Smádreingjalótir sum
at siga, at um vit ikki fáa alt beinanvegin, so skulu
vit einki hava, hoyra ikki heima uttanfyri kommu-
nalar bøgarðar. Diplomati er ein kunstur, ið núver-
andi formaður í Uttanlandsnevndini eftir okkara
tykki ikki meistrar. Man kann koma við sakligum
eftirmetingum, men tað ræður um at halda høvdið
kalt, meðan mál eru til viðgerðar, so at man ikki
druknar alt í klandursretorikki beinanvegin.
Uttanlandsnevndin eigur at taka statsministaran
uppá orðið beinanvegin uttan at neyðugt er at grenja
um alt í senn. Hernaðarmál og verjupolitikkur skulu
sjálvandi eisini takast upp, hóast slíkt neyvan eigur
at standa ovast á breddanum hjá einari friðartjóð
sum Føroyum, men ikki mugu handilslig áhugamál
hjá føroyingum úti í heimi liggja og bíða eftir
hesum. Farið á fund beinanvegin við danir og gevið
føroyingum viðkað sjálvstýri á uttanríkispolitiska
økinum, soleiðis sum statsministarin leggir upp til.
Setið skjøtil á.
Bara tað, at statsministarin leggir upp til slíkt, ger so
dyggiliga undirbrotliga tjóðveldisretorikkin, um at
einki ber til uttan fullveldi, til skammar. Hetta hava
vit so eisini merkt á so nógvum øðrum økjum. Vit
eiga at halda høvdið høgt og gera tær broytingar vit
sum føroyingar vilja hava og ikki avmarka okkum í
undarligum teorium frammanundan. Føroysk
áhugamál uttanlands eiga at verða umsitin av føroy-
ingum. Spennandi verður um føroyingar – og serliga
samgongan – fer at megna at fylgja fólkaviljanum
um økt sjálvstýri, uttan at drukna málið í fiktivum
avmarkingum av øllum møguligum slag, bert fyri at
burturforklára, at slíkt ber til uttan fullveldi.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Gevist við klandrinum!
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 4449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Gerhard Lognberg
løgtingsmaður
Jú, nú er loksins fíggjar-
lógin endaliga er samtykt.
Í hesi endaligu samtykt-
ini eru tveir batar, hvat
samferðsluni til Sandoy
viðvíkur.
Tað er vegurin á Gomlu-
rætt, og vegurin niðan frá
ferjuleguni í Skopun og
sum bindur í Sandsvegin.
Tá ið eg var varugur við,
at hetta ikki var á fíggjar-
lógini at byrja við, tá bóðu
vit í kommunustýrinum í
Skopun um fund, saman
við
Bjarna
Djurholm,
landsstýrismanni í vinnu-
málum.
Hann skilti okkum ógvu-
liga væl, og bað hann
landsverkfrøðingin um at
gera eina kostnaðarmeting
beinanvegin, og var tað
gjørt.
Eisini hevði kommunus-
týrið fund við Karsten Han-
sen,
landsstýrismann
í
fíggjarmálum, og greiddu
vit honum frá støðuni.
Fíggjarnevndin var eisini
eitt stað, sum var leitað til.
Bæði meiriluti og minniluti
í fíggjarnevndini vildu øll
gera sítt besta.
So nú kann man gleðast
um, at hesi arbeiðir verða
gjørd í komandi ári, so
langt tann játtaði peningur-
in røkkur,
Longu í røðini, ið eg helt,
tá „Teistin" kom fyrstu ferð
til Skopunar, segði eg, at
tað næsta sum bleiv, um
ikki so langa tíð, var undir-
sjóvartunnil til Sandoy.
Kanska var tað sagt nakað í
skemti.
Men veruleikin er nú
tann, at allarhelst verður
koyrandi til Sandoy innan 9
ár eru farin.
Tekniskt er eingin forð-
ing. Møguliga kann pen-
ingur forða innan so stutta
tíð.
Eg havi fleiri ferðir nevnt
fast samband til Sandoy av
tingsins røðarapalli, líka-
sum at venja tingmenn við
tankan.
Tá kundi „Teistin" sum
nýtt skip siglt ímillum Sand
og Hvalba. Hetta er bara
ein tanki, uttan at blanda
meg í tað farleiðina, har eru
so møguleikar. Tað nýggja
Suðuroyarskipið, tað skal
sjálvsagt sigla ímillum
Tórshavn og Suðuroy.
Annars haldi eg, at Sand-
oy gongur eini ljósari tíð í
møti.
Kommunurnar gera seg
klárar í felag at taka í móti
eldrarøktini, tær hava yvir-
tikið barnaansingina, og
riggar tað væl.
Annars samstarva vit á
nógvum økjum, og er tað
neyðugt í eini lítlari oyggj
sum Sandoy, og samstarvið
riggar væl.
Eitt heilt annað mál sum
eg vil taka fram er berg-
holið millum Húsavík og
Dal. Hetta er so avgjørt
tann so nógv hættisligasta
farleiðin, ið vit hava í Før-
oyum. Hesin tunnilin má
byrjast, ongantíð ov skjótt.
Hetta er eitt arbeiði, sum
eg havi stríðst nógv fyri í
tinginum.
Sjálvur settið eg broyt-
ingaruppskot fram ímillum
1. Og 2. viðgerð av fíggar-
lógini, um at seta pening av
til fyrireikingar.
Sandoyggin er okkara
eygnasteinur, og skulu vit í
felag skapa tær bestu um-
støður her í oynni. Her býr
eitt virki fólk.
Jógvan Arge
Býráðslimur fyri
Tjóðveldisflokkin
Tað var áhuagvert at frætta,
at okkurt tykist fara at
koma burtur úr tingingun-
um millum vinnumála-
stýrið
og
Tórshavnar
Kommunu um byggiætlan-
irnar á havnarlagnum í
Havn.
Tingingarnar snúgva seg
um tann partin av byggi-
ætlanunum, sum tekniski
serkunnleikin hjá lands-
stýrinum hevur kolldømt, tí
hann heldur tær ikki vera
nøktandi.
Hetta eru somu ætlanir,
sum hava í sær hitt meir
enn ivasama tilmælið um at
sprongja framvið Tinganesi
og hava fendarar at taka
ímóti, um "Smyril" skuldi
ætlað sær á land har.
Býráðið viðgjørdi fyri jól
eina eykajáttan til havnar-
byggingina, sum eg tók
undir við. Hendan eyka-
játtan fevndi bert um tað
arbeiðið, sum verður gjørt á
eystursíðuni á Eystaru vág
til tess at tryggja, at
"Norrøna" kann avgreiðast,
tá hon kemur um skamma
stund..
Ætlanin var, at aðrir
stovnar
partvís
skuldu
gjalda saman við kommun-
uni, men tað fekst ikki í lag,
og tí mátti eykajáttanin til.
Eykajáttanin fevndi ikki
um byggiætlanir, sum skala
Tinganes og Skansan, men
fornminnini bæði koma í
skotmála, um farið verður
víðari við teimum ætlanum,
sum Tórshavnar Havn hev-
ur í kvittanum.
Tá verður eftir øllum at
døma neyðugt at skjóta
undir Tinganesi fyri at fáa
"Smyril"
innímillum
"Norrønu" og Tinganes, og
tá hevur eisini verið nevnt,
at neyðugt verður at snýsa
av Skansanum fyri at fáa
teir mongu bilarnar til og
frá.
Hetta eru týðulig tekin
um, at fóturin er ov stórur
til skógvin.
Taki ikki undir við slík-
um ætlanum. Havi eisini
sagt tað hart og týðuliga á
seinasta býráðsfundi og á
nevndarfundi, har okkurt
tílíkt varð borið upp á mál.
Tað má bera til at fáa
skipini at bryggju uttan at
kloyna tey upp at hvørjum
øðrum í siglingarrennuni
inn í bátahylin við Konga-
brúnna.
Og tað er neyðugt í
størsta álvara at seta út í
kortið, hvar og hvussu
havnarløgini í Tórshavnar
Kommunu skula víðkast í
framtíðini, tí hesi bæði
ferðamannaskipini verða
ikki einastu stóru skip, sum
koma á Havnina í komandi
tíðum.
Skal
byggjast
út
á
Skansabryggjuni,
úti
á
Glyvursnesi, á Kaldbaks-
firði ella á Kollafirði? Og
hvat skal verða hvar?
Nógvir møguleikar eru at
meta um, men vist er, at
framtíðarmøguleikarnir hjá
teimum stóru skipunum eru
ikki inni í tronganum á
Eystaru vág.
Sandoy gongur ljósari tíð í møti
Havnin og tey stóru skipini
Kaj Leo Johannesen
Sambandsflokkurin
Havi við áhuga lisið við-
merkingar hjá formannin-
um í búskaparráðnum til
stjóran í Fiskavirking um
útboð og eftirspurning av
tøkum arbeiðstímum í Før-
oyum, og haldi eg at tær eru
áhugaverdar og eftir mínum
tykki rættar, undiritaði er
sum kunnugt ikki búskap-
arfrøðingur men politikari,
so mínar viðmerkingar eru
ikki grundaðar á búskapar-
tekniskar metingar men
skulu einans síggjast sum
eitt uppískoyti til formann-
in í búskaparráðnum og til
stjóran í Fiskavirking.
Tað er eftir mínum tykki
nógv meira áhugavert at
hyggja eftir virðisøking pr
arbeiðstíma, enn eftir kost-
naði pr arbeiðstíma, eftir-
sum tað í fyrsta umgangi
ræður um at skapa so høgt
virði sum tilber, pr arbeidd-
an tíma, hettar er nokk
eisini grundin til ymiskar
lønaskipanir eru frammi,
eitt nú innan flakavinnuna
(Akkordskipan).
So leingi sum vit sum nú,
eru fangaðir í einari keðil-
igari ringrás av at hava met
í at framleiða og útflyta
rávøru og hálvlidna vøru,
so hava arbeiðsgevarar og
arbeiðstakarar ongan annan
møguleika at hála aftur og
fram eftir ávíkavist lønar-
hækkingum og lønarlækk-
ingum t.v.s arbeiðsløn pr
tíma.
Hinvegin tosað vit lítið
og einki um, hví tímalønin
er relativt lág, og at
skattatrýst og avgjaldstrýst
hevur met, samanborið við
Europa.
Vit kunnu staðfesta, at
tey fyrstu uml 50.000 tons-
ini av rávøru sum fara
beinleiðis av landinum ikki
skapa meira arbeiðstímar
enn at koyra fiskin umborð
á fraktskip við keikant og
so møguliga onkur skal
blakað eitt sindur á ísið
oman á fiskin.
Hinvegin er undiritaði
greiðir yvir, at um prísurin
fyri tann heila fiskin er
nógv hægri enn vit klára at
bjóða, so er tað best at hann
fer heilur av landinum, men
vit skulu nokk eisini skilja,
at so hava vit í longdini ein
nógv størri og álvarsligari
trupuleika at dragast við.
Nú kunnu vit so hyggja
eftir restini av okkara út-
flutningi og síggja eina
stóra nøgd av hálvfabrikata
uttan at fara í smálutir,
kunnu vit síggja at Føroyar
í dag eru vorðnar eitt ban-
anveldi, hettar sigi eg, tí at
vit sum kunnugt framleiða
væl minni pr íbúgva, enn
okkara grannalond, tað er
nokk ikki so løgið, eftirsum
rávøran ella »Fólksins ogn
verður send til onnur lond
at virðisøkja«.
So
er
spurningurin,
hvussu vit skulu bera okk-
um at við at virðisøkja, so-
leiðis at fiskivinnan aftur
verður før fyri at yvirbjóða
arbeiðstímar mótvegis øðr-
um vinnum, her heima, og
mótvegis londum sum vit
kappast við.
Fyri at siga tað stutt.
Størri íløguhug og risi-
kovilligan kapital innan
framleiðslu á landi.
Betri sølir fyri føroyska
framleiðslu.
Rættari og størri auto-
matisering
av
framleiðslueindini.
Sleppa úr støðuni sum
triðja land mótvegis ES.
Granskingarumhvørvi
innan fiskivinnu við váða-
fúsum kapitali.
Hesi tiltøk vilja eftir
mínum tykki lyfta Føroyar
úr støðuni sum rávøru-
veitari, og hvar vit aftur av
røttum kunnu siga, at vit
ikki eru við fyri at læra,
men vit eru við fyri at
vinna, og at okkara arbeiðs-
gevarir og okkara verka-
fólk, skulu fáa væl meira
burturúr hvørjum einkult-
um arbeiðstíma.
Gerhard Lognberg
løgtingsmaður
Harmuligt er at síggja, at
menn ikki sleppa til út-
róðar, grunda á, at fiski-
dagarnir eru uppi. Hetta er
ein partur av smábátunum,
sum avgjørt ikki eru teir
sum tøma grunnarnar.
Okkara veðurlag ger, at
teir hava stórar avmark-
ingar. Heldur ikki hava teir
loyvi at fiska haldidagar,
sum onnur skip kunnu.
Annars er tað ikki tað, sum
eg eri keddur um, at teir
ikki kunnu fiska halgi-
dagar, tí tað er í lagi eftir
míni metan.
Vit eiga at fara inn og
eftirhyggja hesa skipan, tí
her er nógv sum haltar. Vit
eru vitnir til, at ungir kemm
koma til bygdar við nýggj-
um bátum, sum einki loyvi
hava. Teir mugu út at leita
eftir onkrum burturkasti,
og keypa fyri okursprís –
hetta er ikki rætt.
Verður hetta gongdin, so
verður tað skjótt, at hetta
við
útróðrarmonnum
á
smáplássum verður søga.
Nógv verður tosað um
mentan. Eg haldi, at hetta
er mentan, ongin ivi um
tað.
Oyggjarnar verða fátæk-
ar, tá vit hava forkomið
heimaútróðrinum, og haldi
eg sjálvur, at vit eru væl
áleiðis.
Eg kann nevna sum
dømi, at síðsta ár var tað so,
at dagarnir vóru uppi hjá
bólki 5 B. Men var tað
skjótt, at tað kom aftur í
rættlag. Har var ein maður í
Skúvoy, sum akkurát hevði
gjørt bátin kláran, men
kundi ikki fiska, grundað á,
at dagarnir vóru uppi, hóast
hann ongan túr hevði verið.
Bátar undir 10 tons eiga
at kunna fiska frítt, tí tað
ikki eru teir, sum oyða
grunnarnar.
Annars skilti eg á Jørgen
Niclasen, landsstýrismanni
í fiskivinnumálum, at hann
fór at royna at loysa hendan
trupulleika
beint
eftir
nýggjár.
Nei, latið okkum sum eru
valdir av fólkinum, taka
hendur
saman
og
fáa
heimaútróðurin í trygga
legu. Tað gera vit bert við
at siga heilt einkult, at
bátarnir fiska frítt, alt
annað er at reingja veru-
leikan, tí hetta er ikki tann
parturin, sum er hóttanin
fyri grunnarnar.
VIÐMERKINGAR
Bananrepublikk contra arbeiðstímar
Heimaútróðurin í trygga legu
FLØSKUINNSAVNAN
Tíðindaskriv
Leygardagin 11. januar fer
Tensing kórið, Sound of
Glory í KFUM & K í Havn,
aftur
undir
at
savna
fløskur.Eftirsum at kórið
ikki náddi alla Havnina
seinasta leygardag, fara tey
at gera arbeiði liðugt nú
leygardagin. Farið verður í
tey húsarhald ið eftir eru,
seinnapartin
leygardag.
Um tað skuldi hent at
onkur var gloymdur ella
hevur eyka fløskur, ber til
at ringja á tlf 262404
leygardagin, og fáa eina
avtalu í lag.
Framhald av
fløskuinnsavnan
Svikna barnið
Ber tú ta sorg hjartað má tola
Vinur eg gráti við tær
Troyttur og svikin í verð
Forlorið tað gullið heimur ber
Næstin royndist svíkjarin ein.
Maður kvinna heimið kæra
Svárt gráta bangin barnaeygu
Tá svíkur svárt man herja
Faðir móðir barnaheimið syndra
Slitin kærleiksbond eym.
Hatur veksur fram um kærleik
Sum eitur sterka roynist tá
Barnasálin viðbrekin reikar
Eingin friður eingin skái
Kærleikseldur køvdur er.
Maður kvinna gróðrarurtin sterka
tit ið seta lív í jarðar verð
Minnist til tað lítla fræið
Lívgið um verjið væl tað lítla
Tykkar egna reina hjartablóð.
EKN, Rituvík
Til Føroya
O, tíni reinu eygu ljós og blá
meg minna á tað dýpið sum eg sá -
(tað sjeyogtjúgá ár nú eru síðan').
Títt andlit er so yndisligt at sjá,
og røddirnar um tíðirnar sum tá
ið landsins vitni, umboð fóru víðan.
Barst fyri tínum góða, fagra hind,
og dálka ikki teg við teirri synd,
sum heimsins tjóðir tær nú vilja bjóða.
Tær ognið eg mítt ljóð, sum eymt eitt kind,
ið tváar sær í ljósins frísku lind
av inniligum evnum við tí góða.
Við heilsan eg nú endi hetta ljóð,
og biði um at eydnan er tær góð
um heimsins høv, har Kristus við tær fylgir.
Títt eyðkenni er himmal, hav og blóð,
og undir tí mangt Føroya barnið stóð,
um hóttu ódnarstormar, brutu bylgjur.
Allahalgannadag
01.11.02.
Christian F. Djurhuus
C
M
Y
K
13
12