Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-11, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. januar 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 7 - 11. januar 2003 15 Flogfarið var ov tungt Tað er nú komið fram, at amerikanska flogfarið, sum datt niður mikudagin, hevði ov nógvan farm umborð. Øll tey 21 fólkini, sum vóru í flogfarinum, doyðu, tá tað datt niður, júst sum tað var farið uppfrá. Sjónvarpið NBC visti í gjár at siga, at maðurin, sum hevði ábyrgdina av at ferma flogfarið, sýtti fyri at góðkenna farmin, tí hann helt flogfarið vera ov tungt til at fara á flog. Ein annars starvsmaður í flog- havnini gav kortini flogfarinum ta neyðugu góð- kenningina. Sambært sjónvarpinum høvdu onnur ávarað flogskiparan ímóti at fara á flog. Kanningar aftan á vanlukkuna vístu, at flogfarið hevði so nógvan farm, at vektin var bara 45 kilo niðan fyri mest loyvdu vektina hjá flogfarinum. Kanningarnar hava eisini víst, at trupulleikar høvdu verið við útgerðini bara tveir dagar undan vanlukkuni. Almenna frágreiðingin er tí, at hesir teknisku trupulleikarnir og tann nógvi farmurin vóru orsøkin til vanlukkuna. Ísur hóttir ferjurnar Áhaldandi kuldin í Noregi hevur havt við sær, at ferjurnar, sum sigla millum Oslo og oyggjarnar í Oslofjørðinum, hava havt trupulleikar við at sigla. Fyri nøkrum døgum síðani noyddust ferjurnar at gevast við siglingini til Gressholmen og Bleikøya. Aðrastaðni hevur tað borið til hjá ferjunum at brotið ísin. Ísbrótarar hava eisini roynt at gjørt siglingar- rennur, men tað er so kalt, at tað frystir aftur bara 20 minuttir seinni. Ímóti kríggi Í Fraklandi vísir ein meiningakanning, at har eru fólk ímóti kríggi við Irak. Kanningin, sum stóð í blaðnum Le Figaro, vísir, at 77 prosent av teimum spurdu taka ikki undir við einum hernaðarátaki ímóti stýrinum hjá Saddam Hussein. Bara 16 prosent halda tað vera rætt at koyra irakska forsetan frá við makt. Í einari aðrari kanning, sum blaðið Le Parisien hevur gjørt, siga 66 prosent, at tey eru ímóti kríggi við Irak. Í hesari kanningini taka 24 prosent undir við álopi á Irak. Franski forsetin, Jacques Chirac, ávaraði fyrr í vikuni USA ímóti at ganga egnar leiðir í stríðnum við Irak. Hann kravdi, at USA skal bíða eftir einari møguligari avgerð í ST-trygdarráðnum. Chirac skoytti tó uppí, at ger ST av at leypa á Irak, er Frakland til reiðar at lata hermenn til endamálið. Hvør er hon? Í Svøríki ganga tíðindi um, at Gøran Persson, forsætisráðharri hevur funnið sær eina nýggja kvinnu, eftir at hann herfyri varð skildur frá konuni. Fyri nøkrum døgum síðani skrivaði tað svenska Se & Hør, at forsætisráðharrin hevði funnið sær eina aðra kvinnu, men blaðið visti kortini ikki at siga lesarunum, hvør kvinnan var, og mynd var heldur eingin. Blaðið visti tó at siga, at kvinnan hevur samband við tað politiska umhvørvið. Síðani hava aðrir fjølmiðlar ligið upp á lúr at avdúka, hvør tann nýggja kvinnan hjá forsætis- ráðharranum er, men higartil uttan úrslit. Sjónmvarpið TV3 vildi nú um dagarnar vera við, at talan er um Anitru Steen, sum fyrr hevur verið stjórnarskrivari, og sum nú er stjóri í almennu svensku rúsdrekkasøluni, men hon hevur avsannað gitingarnar. Á forsætisráðharraskrivstovuni í Stockholm halda tey lítið um tann stóra áhugan fyri privata lívi forsætisráðharrans. Talsmaðurin hjá Gøran Persson segði í gjár, at fjølmiðlarnir gera alt ov nógv burtur úr hesum málinum. UTTAN ÚR HEIMI Kreppa millum Siumut og IA kann elva til, at Siumut kemur í andstøðu. Tað er ikki hent, síðani heimastýrið kom í gildi í 1979 GRØNLAND Árni Joensen Kreppa er í grønlendsku landsstýrissamgonguni. Annar samgonguflokk- urin, IA, er sera misnøgdur við, at hin samgonguflokk- urin, Siumut, hevur sett fleiri av sínum trúgvu stuðlum í ymisk stjórastørv hjá heimastýrinum. IA er eisini í øðini um, at skriv- stovustjórin hjá heimastýr- inum bað ein sonevndan healara reka illar andar úr umsitingini, tí sambært IA hevur hetta verið grøn- lendska umdøminum uttan- lands til stóran skaða. Formaðurin í IA, Josef Motzfeldt, hevur skrivað Hans Enoksen, landsstýris- formanni bræv, har hann boðar frá, at IA hevur tikið av einum tilboði frá and- støðuni um samráðingar at skipa eina aðra samgongu. Formaðurin í Atassut, Augusta Salling, segði í gjár, at flokkur hennara er til reiðar at taka undir við einum uppskoti um misálit á Hans Enoksen, kemur eitt tílíkt uppskot fyri Lands- tingið. Josef Motzfeldt segði við blaðið Sermitsiak í gjár, at skal verandi samgonga halda fram, skulu allir Siumut-stjórarnir koyrast fráaftur. Eitt annað krav er, at samgongan fer undir at reka politikk beinanvegin. Sambært formanninum í IA er einki politiskt arbeiði farið í gongd, síaðni sam- gongan varð skipað. - Vit eru hildin fyri tað turra spott. Flokkarnir eru samdir um, at umsitingin hjá heimastýrinum skal gerast meiri grønlendsk, men tað skal gerast á rættan hátt, og hjá okkum hevur tað ongan týdning, um tey, sum sitandi í leiðandi størvunum, eru grønlend- ingar, kinesarar ella danir. Hetta málið hevur einki við etniskan uppruna at gera. Tað avgerandi er, at tey fólk, sum skulu útinnna valdið í Grønlandi, skulu hava tann neyðuga før- leikan og vera í samljóði við fólkið her, segði Josef Motzfeldt við Sermitsiak. Gongur Siumut ikki krøvunum frá IA á møti, rýkur samgongan, og eydn- ast tað ikki IA og andstøð- uni at semjast um nýggja samgongu, noyðast grøn- lendsku veljararnir aftur til valborðið. Hetta seinna er tó lítið hugsandi. Sambært lógini kann Hans Enoksen, landsstýrisformaður skriva út nýval, men hildið verður fyri vist, at eit tílíkt uppskot hevði fingið meiriluta ímóti sær í Landstinginum, tí hinir flokkarnir eru ímóti nývali so stutt aftan á sein- asta landstingsval. Norðurkorea hevur nú tikið seg burtur úr sátt- málanum ímóti kjarn- orkuvápnaútbreiðslu, men er til reiðar at end- urskoða avgerðina, um USA tekur av oljubann- ið ímóti landinum NORÐURKOREA-USA Árni Joensen Tað var tann almenna norð- urkoreanska tíðindastovan KCNA, sum kunngjørdi tíðindini um, at stjórnin í Pyongyang hevði gjørt av at taka Norðurkorea burtur úr sáttmálanum ímóti at breiða út kjarnorkuvápn. Men samstundis varð dent- ur lagdur á, at avgerðin merkir ikki, at Norðurkorea fer at fáa sær kjarnorku- vápn. KCNA vildi eisini vera við, at amerikanska stjórn- in hevur sett sær sama mál í Norðurkorea sum í Irak, og tað er, at tað kommunist- iska stýrið skal frá. Stutt eftir fráboðanina segði ein talsmaður fyri norðurkoreansku sendi- stovuna í Kina, at stjórn hansara er sinnað at endur- skoða avgerðina, um USA tekur uppaftur oljuflutning- in til landið. Í Suðurkorea og Japan er myndugleikarnir á gosi eft- ir norðurkoreansku avgerð- ina. Suðurkoreanska stjórn- in helt kreppufund í gjár, og japanski forsætisráðharrin, Junichiro Koizumi, at Norðurkorea skal broyta avgerð sína alt fyri eitt. Hetta er eitt sera álvars- samt mál, segði Koizumi, sum legði afturat, at hann fór at tosa við russiska forsetan, Vladimir Putin, um málið. Teir báðir hittust í gjár. Umframt Japan og Suð- urkorea hava Russland, Av- stralia og Frakland boðað frá, at tey fara undir diplo- matiskar royndir fyri at fáa enda á ósemjuni millum Norðurkorea og USA. Ein kanadiskur vísindamaður vil vera við, at um hundrað ár eru ongar ísbjarnir eftir. Orsøkin er tann veksandi hitin á Jørðini UMHVØRVI Árni Joensen Kanadiski vísindamaðurin Andrew Derocher, sum starvast á lærda háskúlan- um í Edmonton, sigur, at ísurin í teimum arktisku økjunum minkar umleið níggju prosent á hvørjum ári orsakað av tí veksandi hitanum á Jørðini. Vísindamaðurin sigur, at ísurin er lívsneyðugur hjá ísbjarnunum, og tí hevur tað sera álvarssamar avleið- ingar fyri ísbjarnirnar, at ís- urin minkar. Hansara met- ing er, at heldur verandi gongd fram, fara ísbjarn- irnar at doyggja út um eini hundrað ár. Bretski pólserfrøðingurin Peter Wadham hevur nakað somu áskoðan. Hann sigur, at tað einasta, sum kann bjarga ísbjørnini, er, at hon lærir seg somu manna- gongd sum tann brúna bjørnin. Lærir hon ikki at taka laks í áunum og onnur smá djór uppi á landi, doyr hon út, sigur hann. Ísbjørnin verður útruddað um hundrað ár Seta USA knívin á barkan Samgongukreppa í Grønlandi Landsstýrissamgongan í Grønlandi er um at fara í upploysn, og annar av samgonguflokkunum hevur játtað at samráðast við andstøðuna um at skipa nýgja samgongu 15 14 Nr. 7 - 11. januar 2003 Til minnis um Høgna (andaðist 13. januar 2001) og Terja Simonsen (andaðist 27. november 2002) Aftur nú, fyri hálvum øðrum mánaða síðani, legði deyðin sína køldu hond á ein av okkara kæru, og hesa ferðina var tað frá tí fyrra endanum av lívinum. Lítli Terji hjá Atla og Mariu er farin, akkurát vorðin átta ára gamal. Hesin elskuligi drongurin, sum umfavnaði øll. Tað eru næstan tvey ár síðani Høgni fór, og var hann í góðum árum og virkin í sínum yrkalívi líka inntil sjúkan forðaði. Høgni var abbi Terja og stóðu teir hvørjum øðrum sera nær. Av lyndi vóru tit ikki sørt líkir. Høgni var avbera arbeiðssamur, góður við síni og syrgdi væl fyri okkum. Hann var glaður, skemingarsamur og hevur altíð skund. Terji var kvikur, spældi við mangt, smíðaði kassabil og annað, lívligur, glaður og góður við síni og tey hann hitti. Abbi var sera glaður, tá ið tit fýra í Marinargøtu 14 komu á vitjan hjá okkum. Terji dámdi sera væl at syngja, og sang hann ofta fyri abba sínum, tí hetta dámdi honum so væl. Ein dag vit tosaðu um abba, ið var í Himlinum, fortaldi Terji mær, at seinastu ferð, hann sang fyri honum var, tá ið abbi lá á Landssjúkrahúsinum. Terji dugdi so væl at praktisera hetta, at abbi, ið var ein partur av okkum, nú var í Himlinum. Jólini 2001 lógu gávur undir trænum, ið Terji sjálvur hevði gjørt. Á gávuseðlunum hevði hann klistrað ein gyltan eingil, og greiddi hann frá, at hetta var so, tí abbi var í Himlinum. Á Terji, tú var so skilagóður, bert 6 ára gamal var tú greiðir yvir, at menniskju hava likam og sál. Tú var sorgarbundin, tí tú ikki hevði sagt abba ordiliga farvæl. Tá so omma vildi troysta og segði fyri tær, at deyða likamið var lagt í moldina, meðan tað ósjónliga »snakki« var í Himlinum, spurdi tú, um tað ikki var sálin, ið var farin heim til Himmals. Guds Orð sigur, at menniskjað er ein ævigur skapningur, at vit hava ein ævigan anda, ið ongantíð doyr. Bert við at seta álitið á Jesus eiga vit ævigt lív í Himlinum, og mugu vit sjálvi velja. Tøkk fái Gud, at bæði Høgni og Terji høvdu sett sítt álit á Jesus. Í stóru sorgini og sakninum vita vit, ið eftir sita, at teir eru í góðum hondum. Teir eru hjá Jesusi í Himlinum. Hesa vissu eiga vit, tí teir høvdu sett sítt álit á Jesus. Høgni elskaði at hoyra Guds Orð, bæði í talu og sangi. Hann greiddi frá, at hann hevði sett sítt álit á Jesus Kristus og Hann krossfestan. Tað var ikki frelsa í nøkrum øðrum. Tá ið sjúkan gjørdi um seg, kundi hann hvíla trygt í hesum. Heima við hús kom Terji á sín barnsliga hátt berandi við lutinum – Jesus krossfestur á krossinum – ið hann ynskti at eiga eftir abba, og segði: »Tað var gott, at Jesus kom við krossinum!« Tað kom frá hjartanum. Eisini kundi Terji, tá ið sjúkan gjørdi um seg, sjálvur byrja í bøn til Jesus pápa. Og hann legði glaður hendurnar saman, tá ið onnur bóðu fyri honum. Tó at tú Terji var merktur av sjúku, var tú álíkavæl fúsur at syngja, harímillum hetta kórið um Jesus, sum doyði fyri teg: Vegin út til Krossin gekk Hann fyri meg Ja fyri meg, ja fyri meg Vegin út til Krossin gekk Hann fyri meg Og doyði fyri meg Tá komi var til síðstu reglu »Og doyði fyri meg«, legði Terji eitt serligt trykk á hetta. Høgni sum maður, pápi, verpápi, abbi og bróður, Terji sum sonur, bróður, ommu- og abbabarn, bróðir- og systirsonur, tit fyltu ótrúliga nógv í okkara lívi, og tómt er at liva uttan tykkum. Friður veri við minninum um tykkum báðar. Tankarnir leita støðugt til tykkum Atla, Mariu og Høgna, familjuna undir Heygnum 13 og í Brøttubrekku 7, ið varða av. »Og kasti alla sorg tykkara á Hann! Tí Hann hevur umsorgan fyri tykkum«. (1. Pætursbræv 5:7). Á Jesus, títt navn er eitt virki, Eitt skýli hin sorgtunga dag, Í deyða ein bjargandi styrki – Á, visti øll verðin bert tað! Títt navn er ein salva, sum grøðir Mítt hjarta so fátækt og sært, Tað leskar tá lívið meg møðir, Og styðjar tá stríðið er hart. Á Jesus, títt navn mær í sinni Sum krystal lat skyggja hvønn dag! Við tí kveikist gleðin har inni, Burt ófrið og kvøl rekur tað; Í trygd skal tað navnið meg bera Um land og um brúsandi sjó; Í tí bert eg sterkur kann verða – Og doyggi eg, livi eg tó. Omma Jógvan Arge, býráðs- limur í Havn krevur nú málið um bygg- ingina av heimi fyri minnisveik fyri í byggi- og býarskip- anarnevndini hjá Tórshavnar Býráð HEIM TIL MINNISVEIK Eirikur Lindenskov Líkt er til, at málið um heimið fyri minnisveik, sum bygt verður í Vallalíð úti í Grønlandi í Havn ikki er endað enn. Um dagarnar lótu grannar borgarstjór- anum mótmæli, tí tey hildu ikki, at býráðið hevði givið teimum rættar upplýsingar í málinum. Nú hevur Jógvan Arge, býráðslimur í Havn, biðið um, at málið kemur til um- røðu á ársins fyrsta fundi í byggi- og býarskipanar- nevndini. Fundurin verður mána- dagin 13. januar, men tá blaðið fór til prentingar, var ikki greitt, um málið kom á skránna. – Eg havi biðið um at fáa málið fyri nevndina, tí fólk við Tórfinsgøtu hava mót- mælt byggingini, og tí, at býráðslimir vita lítið ella onki um lutirnar í sjálvum byggimálinum. – Alt býráðið hevur tikið undir við ætlanini um at byggja eitt heim fyri minnisveik, tí stórur tørvur er á slíkum heimi, men sjálvt byggiloyvið er av- greitt umsitingarliga og hevur ikki verið til við- gerðar í nevndini, sigur Jógvan Arge. Av tí at mótmælið frá grannum eitt nú reisir spurningar um treytirnar fyri økið, sum bygt verður á, og kunningina, sum grannarnir hava fingið frammanundan, heldur Jógvan Arge tað vera rætt og rímiligt, at málið verður upplýst út í æsir í byggi- og býarskipanarnevndini. – Áhugavert er sam- stundis at fáa upplýst, um bygt verður eftir aðrari tekning enn henni, sum ein dómsnevnd góðtók sum ta bestu, tá kapping var um bygningin, leggur hann afturat. Jógvan Arge sigur, at tað er so heppið, at byggi- og býarskipanarnevndin skal hava eykafund um tvey onnur mál mánadagin, og hann heldur, at tað er umráðandi, at eisini hetta málið kemur á dags- skránna. – Tí er orsøk til broyt- ingar, skulu tær gerast, áðrenn byggingin kemur ov langt, sigur Jógvan Arge. Jógvan Arge Krevur byggingina við Vallalíð fyri nevnd C M Y K 14