leygardagur 11. januar 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 7 • leygardagur • 11. januar 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Tað verður ikki í
FC Aarhus, at
Nocko Jokovic fer
at spæla fótbólt í
vár
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
Fyrrverandi HB áleyp-
arin Nocko Jokovic fer
ikki at spæla við FC
Aarhus. Tað er greitt,
eftir at samráðingarnar
millum partarnar slitn-
aðu.
Umboð fyri FC Aar-
hus siga, at felagið
gjarna hevði gjørt sátt-
mála við leikararan,
men partarnir kundu
ikki semjast um tað
fíggjarliga í sáttmálan-
um. Við øðrum orðum
kundi felagið ikki ganga
lønarkrøvunum hjá Jo-
kovic á møti.
Sostatt er Nocko Jo-
kovic, sum hevði ein
týðandi leiklut á vinn-
andi HB liðnum í fjør,
framvegis arbeiðsleysur.
Hann hevur ikki havt
nakran sáttmála, síðan
hann vann FM-heitið
við HB í heyst.
Jokovic fer ikki
til Aarhus
Nocko Jokovic hevur framvegis einki felag at spæla fyri.
Samráðingar vóru millum hann og FC Aarhus, men tær
eru nú slitnaðar
Mynd: Álvur Haraldsen
1. Deild kvinnur
vunnin tapt
mál-
dystir
v - j - t mál mál munur stig
1 VB
12
9 - 0 - 3 298 257
41
9
2 VÍF
12
8 - 0 - 4 280 221
59
8
3 Stjørnan 12
7 - 1 - 4 260 256
4
8
4 Kyndil
12
6 - 0 - 6 294 293
1
6
5 StÍF
12
5 - 1 - 6 278 293
-15
6
6 Neistin
12
4 - 2 - 6 239 254
-15
5
7 Tjaldur
12
1 - 0 -11 238 313
-75
1
1. deild kvinnur
um vikuskiftið
11.01.02
Høllin á Skála
14.30 StÍF-VB
1d kv
Kristian/Sámal
16.00 StÍF-VB
2d kv
Kristian/Sámal
KÍ-høllin
18.30 Stjørnan-VÍF 1dkv
Jákup Símun/Hallur
(fluttur fram frá sunnudegnum)
Høllin í Runavík
17.00 Tjaldur-Neistin 1dkv Hannis/Eyðun
(fluttur fram frá sunnudegnum)
Kvinnurnar hjá VÍF
skulu til Klaksvíkar
leygardagin at spæla
ímóti Stjørnuni.
Liðini liggja púra
jøvn í stigatalvuni, og
bæði hava tørv á
sigrinum fyri at hótta
oddaliðið VB, sum
hevur torføran dyst á
Skála. Botndystur
verður í Runavík
millum Tjaldur og
Neistan
KVINNUHONDBÓLTUR
Stefan í Skorini
Nú verður farið undir seinna
hálvu av landskappingini
hjá kvinnum. Stigini eru
skorin niður í eina helvt, og
hetta hevur við sær, at liðini
liggja sera tøtt undan fyrsta
umfarinum, sum verður
leikt leygardagin.
Tríggir dystir eru á
skránni, og teir eru allir
áhugaverdir á hvør sín hátt.
Allir dystirnir eru fluttir
fram til leygardagin, so at
eingin dystur er sama dag
sum
landsdysturin
hjá
monnunum móti Ísrael.
Oddadystur í Klaksvík
Í Klaksvík tekur Stjørnan
ímóti VÍF. Serliga VÍF hev-
ur verið væl koyrandi sein-
astu dystirnar, og munurin
upp til VB er minkaður í
stórum. Nú er støðan tann,
at VB er á odda við níggju
stigum, meðan VÍF og
Stjørnan hava átta stig í
part. Kvinnurnar úr Vest-
manna hava tó munandi
betri málmun.
Tey bæði liðini á øðrum
og triðja plássi møtast leyg-
ardagin í høllini í Klaksvík.
Hesin dysturin er óivað
tann mest áhugaverdi í hes-
um umfarinum. Umframt at
tey liggja jøvn í stigatalv-
uni, so skulu bæði liðini
hava ein sigur, so at VB
ikki aftur dregur frá.
Bæði liðini fara tí eftir
sigrinum sunnudagin, og
VÍF er kanska at meta sum
ein lítil favorittur framman-
undan, tí kvinnurnar úr
Vestmanna hava víst styrki
í seinastuni. Stjørnan hevur
tó áður víst, at tær kunnu
basa VÍF. Seinast hesi bæði
liðini hittust, vann VÍF
stórsigur í Vestmanna.
VB torføran útidyst
Vágskvinnur skulu hesu-
ferð møta StÍF á útivølli, og
hetta er ein sera torførur
útidystur hjá oddaliðnum.
VB legði ógvuliga hart út í
hesum kappingarárinum og
vann allar teir fyrstu dyst-
irnar. Men síðani kom stíg-
ur í, og hini liðini hava
minkað um munin upp til
vágbingar.
StÍF er kann framvegis
blanda seg í dystin um
heiðursmerkini. Liðið ligg-
ur bara trý stig aftanfyri VB
og við einum sigri sær alt
ógvuliga áhugavert út hjá
kvinnunum av Strondum.
Væntandi er tó at VB fer
at basa kvinnunum hjá StÍF,
sum fyrr í ár hava víst, at
tær kunnu bíta frá sær.
Dysturin verður leiktur
leygardagin í høllini á
Skála.
Botndystur í Runavík
Leygardagin hittast bæði
botnliðini,
Tjaldur
og
Neistin í høllini í Runavík.
Tjaldur hevur bara eitt stig
við sær í endaspælið, með-
an Neistin er næstniðast við
fimm stigum. Tað var óivað
ikki ætlanin hjá Neistanum,
at tær skuldu liggja so illa
fyri, t.v.s. næstaftast í
stigatalvuni, nú endaspælið
fer at bakkastokki, men tær
hava
framvegis
góðan
møguleika at gera seg gald-
andi.
Tjaldur skal tískil hava
okkurt
burturúr
hesum
dystinum. Við einum tapi
liggur liði enn meira rótfest
í botninum. Við einum sigri
kann liðið hinvegin toga
seg inn á Neistan og hini
liðini.
Neistin hyggur óivað
heldur uppeftir enn niður-
eftir. Neistakvinnur kunnu
vinna seg upp á sjey stig
við einum sigri, og so eru
tær brádliga við í dystinum
um heiðursmerki.
Mest spennandi
í Klaksvík
Kvinnurnar hjá Stjørnuni liggja á triðja plássi, og leygardagin kemur VÍF, sum liggur á øðrum plássi, á vitjan. Hetta er óivað
mest spennandi dysturin í hesum umfarinum. VB er framvegis á odda, men munurin niður til næstu liðini er sera tepur
Savnsmynd
17
16
Nr. 7 - 11. januar 2003
Almannastovan søkir við hesum eftir stuðuls-
fólki.
Sum stuðul fært tú eitt sjálvstøðugt og
fjølbroytt starv.
Arbeiðið fevnir m.a. um:
Fylgjarauppgávur Stimbran
Familjuráðgeving Umlætting
Størvini eru hesi:
Í Eysturoy
1) at stuðla einum 5 ára gomlum barni.Tímatalið
er 20 tímar um vikuna.Stuðulin hevur vanliga til-
haldsstað á dagstovni.Veitt verður eisini stuðlin-
um ráð- og vegleiðing. Játtanin er fyribils til
30.06.03.
2) at stuðla og stimbra einum 4 ára gomlum
tunghoyrdum drongi í gerandisdegnum.Arbeið-
ið fer fram í Dagstovninum í Gøtu.
Tímatalið er 30 tímar um vikuna og er játtanin
fyribils galdandi til 31.12.03.
Í Norðurstreymoy
3) at stuðla og hjálpa einum 8 ára gomlum
drongi í samskiftinum við onnur børn, stimbra
honum við venjingum og spæli, einsamøllum og
saman við øðrum. Arbeiði hjá stuðlinum verður
aftaná skúlatíð hjá dronginum og við tilknýti til
Barnagarðin í Hvalvík.
Tímatalið er 20 tímar um vikuna og er játtanin
fyribils galdandi til 31.07.03
Setanarviðurskiftini eru sambært sáttmála mill-
um Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag í
mun til uppgávuna.
Nærri fæst at vita við at venda sær til Ragnhild
Dahl, Petru Joensen og Sigrun Bærentsen á tlf.nr.
35 35 10,gerandisdagar millum klokkan 09.00 og
13.00, tó ikki mikudag.
Umsóknir saman við upplýsingum um útbúgv-
ing, royndir og møguligum viðmælum, skulu
verða Almannastovuni, J. Broncksgøta 27, Post-
boks 3096, 110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi
25.01.2003.
Í umsóknini skal vera tilskilað uppgávu-
nummar.
Almannastovan
Stuðulsfólk
FRAGDIN
Dansifelagið
Byrjað verður
aftur at dansa
sunnukvøldið
12. januar
kl. 19.00.
í Bygdarhúsinum
í Hósvík
-tað loysir seg
C
M
Y
K
16