leygardagur 11. januar 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Nr. 7 • leygardagur • 11. januar 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Tú hittir nógv
nýggj fólk
– sigur Hans Kárason Mikkelsen, ið lesur á Harvard
Lesið síðu 8 & 9
ÁRSSKIFTI
Edvard Joensen
Við eitt ársskifti er tað tíð, vit
tosa um. Tíðin, sum verður býtt
upp í dagar mánaðar og ár. Eitt
av hesum árum hava vit nú latið
frá okkum og eru farin inn í tað
næsta.
Tíð er eitt sveimandi hugtak.
Tíðin broytist. Tað eru verri ella
betri tíðir, siga vit. Nú er tað og
tað uppi í tíðini.
Men hvussu við okkum sjálv-
um? Eru tað ikki í veruleikanum
vit, sum broytast og áseta tað,
sum er í tíðini. Tíðin kemur og
fer av sær sjálvari. Við somu
ferð, og hana kunnu vit ikki gera
so nógv við. Hon er tíðin, og hon
broytist í grundini ikki, hóast vit
vilja siga tað.
Vit vilja, at tað, sum uppi er í
tíðini, tað skal lagast eftir okkara
hugsan og høvdi.
Nú í tíðini eru tað politikarar-
nir, sum verða viðgjørdir. Teir
hava gjørt tað lort. Mestsum alla
tíðina. Siga vit.
Og so krevja vit av landsstýris-
málanevnd og fjølmiðlum, at nú
skulu teir avdúkast og helst for-
komast. Tíðum krevja vit tað.
Krossfest! Krossfest! Tað er
líkasum, at vit einaferð fyri
langari tíð síðan hava hoyrt tað
rópið. Men nú halda vit, at tíð er
uppá, at tað aftur kemur upp í
tíðina.
Men vit gloyma, at tað skal
meira til enn so.
Ivaleyst er tíð uppá, at teir fáa
at vita, at nú er teirra tíð liðin.
Men hvussu vita vit, hvat klokk-
an er sligin?
Viðhvørt er veruliga skil í
teimum skuldsetingum, settar
verða fram. Men tíðum eru tær
ógrundaðar. Eru líkasum bara
fruktir av teirri øsing, sum uppi
er í tíðini. Ein aldargomul heksa-
jakt, sum tíðin ikki hevur megn-
að at doyvt ella lagt burtur.
So gongur tíðin, og vit koma
aftur til tað, sum var uppi fyrr í
tíðini. Sama øsing, sum við
tíðaravmarkaðum millumbilum
kemur aftur. Og hesaferð eru tað
politikararnir, sum brúka
øsingina, sum er uppi í tíðini, til
sín fyrimun.
Og so taka vit undir og
gloyma, at fyri stuttari tíð síðan
var alt øðrvísi. Til vit aftur halda
tíð vera uppá, at venda við og
hoppa yvir aftur í hin partin, sum
ikki heldur, at politikararnir
fylgja við tíðini.
Aftur bankar tíðin á dyrnar, og
vit standa bíðandi eina løtu.
Líkasum slota út í myrkrið, nú
fýrverkið er fýst av, bálini eru
við at linka, og tað stillir eitt
sindur av aftur.
Hvat fer hetta nýggja árið at
bjóða okkum? Tora vit at líta á,
at tað bara verður gott? Ella
skulu vit bara lata standa til og
taka tað, sum kemur?
Jú, ymsir eru spurningarnir, og
einki hava vit svarið, tá vit skulu
vera heilt erlig.
Vit verða noydd at taka tað,
sum kemur, og vit kunnu ikki
rokna við, at tað bara verður
gott. Tað vildi verið rættiliga
naivt at hildið tað. Men fyri tað
er eingin grund til bara at lata
standa til. Tí onkrum fáa vit
hóast alt stýrt. Um ikki øðrum so
okkum sjálvum so dánt. Og tað
eiga vit at royna at gera.
Vit hava nú blaðað enn eina-
ferð í álmanakkanum og standa
við einum óskrivaðum blaði í
hondini. Og hóast tað er størri og
sterkari hond enn okkara, sum
førir pennin, kunnu vit kortini
við tí, okkum er givið og litið til,
gera mun, tá skrivað verður á
hetta blaðið.
Latið okkum tí, hvør í sínum
lagi, skrivað tað, sum best er fyri
okkum, fyri nærumhvørvi okk-
ara, og ikki minst fyri samfelagið
alt. Latið okkum í felag taka í
móti teimum avbjóðingum, sum
koma. Givið er, at tær koma.
Men tær eru til at vinna á.
Hugleiðingar um ársskiftið
Enn eitt ár er farið. 365 bløð eru tikin út álmanakkanum, og vit standa aftur á
gáttini til eitt nýtt ár. Eitt ár, sum eins og øll onnur ár fer at bera okkum ymiskar
hendingar, sum vit - hvør í sínum lagi - fara at kenna gleðir og sorgir av
20
Nr. 7 - 11. januar 2003
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. Sp/f 2051,
Sp/f Vikarstovan Heilsubót,
100 Tórshavn.
Viðtøkur broyttar:
12.12.2002.
Strikan av hjánavni: Sp/f
Húsarøkt
Nýtt navn: Sp/f Húsarøkt
Nýtt hjánavn: Sp/f
Vikarstovan Heilsubót (Sp/f
Húsarøkt)
Endamál: Endamál felagsins
er at reka handverksvinnu og
annað starv í hesum
sambandi umframt at reka
vikarstovu við setan og
ávísing av starvsfólki innan
sjúkrarøkt og annað starv í tí
sambandi.
Skráseting Føroya tann 9.
januar 2003
Kristin Balle
_______________________
Útbjóðing
Sumbiar skúli – útbygging
Fyri Sumbiar Kommunu verður arbeiðið viðv.
Sumbiar Skúla – útbygging, boðið út alment í
høvuðsentreprisa, arbeiðið fevnir um:
Timburarbeiði
Snikkaraarbeiði
Múraraarbeiði
Málaraarbeiði
Gólválegging
Lendisarbeiði
Hvs-arbeiði
El-arbeiði
Útbjóðingartilfarið kann verða umbiðið nú og fæst
móti kr. 1.000,00 í veð við krossaðum kekki, við at
venda sær til teknistovuna hjá Albert Isfeld &
Gudmund S. Hansen.
Boð skulu saman við útbjóðingartilfarinum latast
inn á teknistovuna hjá Albert Isfeld & Gudmund
S. Hansen, arkitektar A. F. sp/f, Lucas Debesargøta
11,Tórshavn í afturlatnum brævbjálva merktur:
Sumbiar skúli – útbygging – tilboð
í seinasta lagi fríggjadagin 17. februar 2003 kl.
16.00.
Boðini verða tá latin upp og kunna teir bjóðandi
verða hjástaddir.
Albert Isfeld & Gudmund S. Hansen,
arkitektar A. F. sp/f
Lucas Debesargøta 11
Box 70 · 110 Tórshavn
Tlf. 313696 · Fax 316488
Almennir fundir
hjá Skála Bygdaráð í 2003 verða hesar mikudagar
kl. 19.00:
29. januar
27. august
26. februar
24. september
26. mars
29. oktober
30. apríl
26. november
28. maj
17. desember
25. juni
Mál, sum skulu verða viðgjørd á bygdaráðsfundi,
skulu verða kommununi í hendi 14 dagar áðrenn
fundin.
Skála Bygdaráð
Pedagogar til Dag-
stovnin á Oyri
Søkt verður eftir 2 pedagogum til vøggustovuna at
byrja 1.mars 2003 ella eftir nærri avtalu.Størvini eru
30 tímar um vikuna, men ynskir tú fleiri/færri tímar
er tað eisini møguligt.
Sjúkra/frítíðaravloysara
Somuleiðis søkja vit eftir avloysara til tá onkur er
sjúkur ella er í feriu,at byrja skjótast tilber.Tímatalið
og arbeiðstíðin er ymisk frá viku til viku.
Dagstovnurin er normeraður til 42 børn, sum eru
uppdeild í 3 bólkar:
Vøggustova
15 børn
0-3 ár
Innistova
9 børn
3-4 ár
Stórastova
18 børn
4-7 ár
Vit liggja í náttúruvinarligum umhvørvi við haga og
fjøru og leggja stóran dent á at nýta hetta í gerand-
isdegnum.
Vit ynskja, at tú saman við okkum kann skapa ein
ríkan og mennandi gerandisdag,við virðing og um-
sorgan fyri tí einstaka barninum.
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála mill-
um kommunalu arbeiðsgevarafeløgini og Føroya
Pedagogfelag.
Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum við-
mælum, skulu verða stovninum í hendi í seinasta
lagi 24. januar 2003.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til leiðaran
Rosu Prestá ella varaleiðaran Sólrun Dam, á tlf.
422552.
Dagrøktastovurin á Oyri
450 Oyri
tlf. 422552 - Fax. 422632
Almennir
bygdarráðsfundir
hjá Sandavágs
Bygdarráð 2003
verða á kommunuskrivstovuni hesar hósdagar kl.
19.00.
30. januar
27. februar
27. mars
24. apríl
22. mai
26. juni
28. august
25. september
30. oktober
27. november
18. desember
Yvirlit yvir tey mál, sum koma fyri á fundi, eins og
úrrit fyri fundir eru at síggja á heimasíðuni
www.sandavagur.fo
Fyrilit verða tikin fyri reglum um tagnarskyldu.
Mál, sum skulu fyri bygdarráðsfund, skulu vera
inni 14 dagar áðrenn fund.
Reparera bilar
Tryggingarskaðar
Upprætting og
lakering
Alt mekaniskt arbeiði
og styling til bilar
Auto-Tek
Argjaboðagøta 5 ·
Tlf. 321206 · Fax 321236
eftir kl. 17.00 á Tlf. 221006 i
veitst tú ikki tað?
C
M
Y
K
20