leygardagur 11. januar 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Sosialurin Nr. 7 - 11. januar 2003
3
SOLDÁTAR
Dagfinn Olsen
Verður brúdleyp í danska kongs-
húsinum í næstum, sum fleiri
helst eru ivaleys í, so er ein
føroyingur millum kongaligu
tónleikararnar til stórhendingina.
Djóni Eidesgaard er nevniliga
tónleikari í kongaliga lívgardanum.
Søgan er tann, at eldri bróður
Djóna, Rene Eidesgaard, í 1997
gjørdi av at fara í danska her-
tænastu og so í lívgardan. Tað
eru teir við stóru og lodnu húgv-
unum. Nú er Djóni eisini farin
sama veg, men hevur tó valt at
fara tónleikavegin og hann leikar
nú trummu, tá gardin dagliga
hevur sína gongd við Goth-
ersgade og við Amalienborg ella
Fredensborg, alt eftir hvar tey
kongaligu nú halda til.
Dreingjadreymur
Rene greiðir frá, at tá hann í
1997 valdi danska herin, so var
talan um ein dreingjadreym.
Hann var skúlatroyttur og vildi
royna okkurt øðrvísi og spenn-
andi.
Rene var í hernaðartænastu frá
juni í 1997 til maj 1998. Fyrst er
ein vanligur soldátur, men so
kann ein t.d. velja at fara í lív-
gardan hjá drotningini.
- Tað var strævið og vit vóru
undir trýsti frá byrjanini, sigur
Rene.
Nógv byrja sjálvboðin, eini
1000 mans árliga. Nú Djóni
byrjaði í heyst, vóru eini 850, ið
byrjaðu.
Djóni vitjaði heima um jólini,
nøkur kilo lættari, enn tá hann
fór avstað fyri nøkrum mánaðum
síðani. Hann visti frá Rene, hvat
tað snúði seg um, og hevði eisini
hug at royna hernaðarlívið. Eftir
at hava verið neyðugu hernaðar-
tænastuna, kann ein velja, t.d. at
fara undir útbúgving, og hesin
møguleikin stendur frammaliga
hjá Djóna.
Eins og bróðurin valdi hann
lívgardan, men fór eitt fet víðari
og royndi seg sum trummuleik-
ara og varð góðtikin. Nú er hann
kongaligur tónleikari og ber og
leikar á eina 4 og eitt hálvt kilo
tunga trummu, ið kostar 10.000
krónur.
Tá ein velur júst hesa leiðina,
so sleppur ein undan at fara aftur
at "spæla soldátur", sum ein
annars skal. Djóni býr á kassern-
uni við Rosenborg, tí har er
drotningin júst nú, og tá hon er
har, so er parada hvønn dag.
Annars er lívið sum gardi ella
tónleikari merkt av ávísum tíðum
og hvat tey kongaligu havast at
og hvar tey eru.
- Fyri tíðina er kongavakt og
ein túrur er hvønn dag klokkan
10.00, sigur Djóni, sum tó má
upp við morginum at venja nýggj
løg.
Og verður so kongaligt brúd-
leyp í næstum, sum útlit eru til,
so verður ein føroyingur millum
kongaligu tónleikararnar.
Royna at fáa teir at flenna
Sum tónleikari eru ferðir ein
partur av lívinum og fyrst er ein
túrur til Edinburgh til Tatoo á
skránni. Nógvir føroyingar kenna
hesa árligu hending, ið vanliga
verður víst í sjónvarpi.
Rene valdi í síni tíð ikki ávísa
leið innan gardan, men stóð vakt,
sum ein av eyðkendu vaktar-
monnunum í stóru lodnu húgv-
unum. Og hesar kenna øll og
mong hava helst roynt at fáa
onkran teirra at flenna ella at
smílast, hóast teir eiga at láta
sum einki.
- Serliga eru tað svenskarar, ið
royna hetta, sigur Rene, og
minnir á, at teir ofta komu júst
hesa leiðina á síni ferð í
Keypmannahvn, men eisini danir
royna seg.
- Og so er tað jú kenda søgan
um japanarar við sínum mynda-
tólum, smálær Rene.
Báðir eru teir samdir um, at
hernaðarlívið kann vera strævið
og einstáttað. Dagarnir kunnu
vera skemalagdir einar 14 dagar
fram.
- Vakt er alt samdøgrið og
vaktarskiftið er býtt í 3. Tað er
stuttligt at standa vakt í byrjan-
ini, men í 4 mánaðar, tað er long
tíð. Serliga á nátt, ein sær kanska
bert ein einsamallan taxabil,
sigur Rene.
Guðstænasta á jeepi
Rene og Djóni eru ájavnt í tæn-
astu, tó at Djóni hevur valt aðra
leið. Fyrsta tíðin er soldátalív og
báðir hava eisini vunnið sær Rex
tekinini, sum fáast eftir grót-
harða Rex-túrin, har fleiri falla
frá.
- Eg minnist, at einaferð
høvdu vit guðstænastu, ið var
sera improviserað, altar var
motorhjálmurin á einum Jeepi,
minnist Rene og báðir minnast
aftur á svangligar løtur og minni
hugaligar løtur.
- Tað er ein túrur uppá eini 80
kilometrar og ein verður trýstur í
botn, matarlepin var nakað
soleiðis, eitt síl, tvey epli, ein
leykur og eina gularót. Yvirmenn
kundu finna uppá at minna
okkum á allar teir avlopspartar
av pizza, sum vit millum ár og
dag høvdu blakað burtur. Jú, eitt
vikuskifti í helheimi, eru Rene
og Djóni samdir um, tó teir
fegnir vísa á Rex tekin síni.
Ein broyting, sum hend er,
síðani Rene var í tænastu sum
lívgardi er, at í dag sleppa eisini
konufólk at royna seg og 8 eru í
løtuni.
Júst hví ein velur at royna
herin eru orsøkirnar helst ymsar
til, halda Rene og Djóni Eides-
gaard, men ein lærur mangt og
finnur útav aftaná, hvat ein fekk
burturúr, siga teir báðir.
Djóni fór aftur í kongaligu
klæðini eftir jól, hóast jóladøg-
urðin og dagarnir heima gjørdu
tilpassingina eitt vet verri. Hann
umhugsar nú, um hann skal
halda fram í herinum eftir lokna
tænastu og fara undir úrbúgving
har, tí har eru góðar sømdur og
nógvir møguleikar.
Í klæðum kongs
At føroyingar eru í danska herinum ella í lívgardanum hjá drotningini, er ikki so
óvanligt. Men at tveir brøður velja hesa leið, er ikki gerandiskostur, men brøðurnir
Rene og Djóni Eidesgaard úr Vági hava báðir roynt seg í kongsins klæðum
Rene og Djóni Eidesgaard, tveir brøður, ið hava roynt seg í klæðum kongs, kongens klæ'r
Rene Eidesgaard í búna
C
M
Y
K
22
Í hesum døgum sita tey á
einum almennum stovni og
leggja seinastu hond á eini
15.000 girokort, sum
verða send út til tilsvar-
andi tal av serliga útvald-
um føroyingum. Kortið er
ein rokning. Upphæddin er
2000 krónur. Gjaldsfreistin
er einaferð seinni út á árið.
Og fyri at tað ikki skal
vera lygn, so vera skjótt
onnur 15.000 líknandi
girokort klár at senda út til
somu útvaldu føroyingar út
á summarið. Tað kortið er
eisini ein rokning. Tó er
tann upphæddin einans
1500 krónur.
Altso tilsamans fáa hesir
15.000 útvaldu føroyingar-
nir ein eykaskatt uppá
3500 krónur, tí tað má tað
jú roknast sum, tá ið tað
eru tveir almennir stovnar,
ið senda fólki rokningar.
Talan er sjálvandi um
verandi út- og sjónvarps-
gjald.
Eyguni í Annlis Bjark-
hamar glógvaðu, tá ið hon
í degi og viku spent
greiddi frá, at Mentamála-
ráðið arbeiddi við einum
uppskoti, ið fór at seta
gjaldið niður hjá øllum
inngjaldarum. — Hon
skuldi bara leggja upp-
skotið fyri á einum sam-
gongufundi fyrst, so varð
lógin løgd fyri tingið.
Men nei, samgongu-
fundurin feldi uppskotið.
— Fólkafloksmenn vóru
harðliga ímóti. — Hatta er
ein eykaskattur, og tað
vilja vit ikki vera við til,
segði sjálvur løgmaður, so
har var einki at gera hjá
unga mentamálaráðharr-
anum, ið so nakkalong
noyddist niðan aftur á
Hoyvíksvegin við vrakaða
uppskotinum.
Høvuðsinnihaldið í upp-
skotinum var, at rokning-
arnar ikki vóru sendar út
til tey føroysku húskini,
men til hvønn einstakan
brúkara ístaðin. — Vit eru
jú øll brúkarar av almennu
loftsmiðlunum, ið jú eru
teir einastu, sum veita
okkum tænastur. — Kann
væl vera, at DR ella BBC
eru betri rásir, men nær
sendu tær seinast á
føroyskum?
Sum er lata umleið
15.000 húski 3500 krónur
í part til hesar miðlar, og
tað gevur eina árliga
inntøku uppá 52,5 milli-
ónir. Um vit ístaðin
hugsaðu okkum, at hvør
einasti føroyingur yvir 18
ár skuldi betalt sín part av
hesi upphædd, so hevði
hvør latið minni enn
helvtina. Og tað er lætt at
rokna út, tí tølini ganga út
móti hvørjum øðrum. Vit
siga, at stovnarnir báðir
skulu hava 52.5 milliónir,
og tá ið tað eru umleið
35.000 fólk yvir 18 ár á
hesum oyggjum, so minkar
út- og sjónvarpsgjaldið
niður í 1500 krónur fyri
hvønn inngjaldara.
Og álvaratos, eg dugi
ikki at síggja, hvar eyka-
skatturin, fólkafloksmenn
siga seg síggja er, í hesum
hjá teimum støku uppi-
haldarunum, hjá teimum
lesandi, hjá barnafamiljuni
ella hjá pensjónistunum.
— Men hinvegin, eg havi
ongantíð bjóðað meg fram
sum bókhaldari ella
grannskoðari nakrastaðni.
So hattin av fyri tær
Annlis Bjarkhamar, at tú
tordi at hugsa stórt og
solidariskt um loftmiðl-
arnar. Bert spell, at upp-
skotið fekk so kaldliga
móttøku í samgonguni, at
tú noyddist at hækka
gjaldið hjá teimum 15.000
serliga útvaldu, fyri at allir
føoryingar aftur í ár skulu
sleppa at síggja sína
elskaðu Ólavsøkuskrúð-
gongu.
2
Sosialurin Nr. 7 - 11. januar 2003
Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720,
teldupostur: turid@sosialurin.fo
Blaðstjórn: Turið Kjølbro
EG MEINI TAÐ
Hattin av fyri Annlis ...
Bergur Rasmussen skrivar:
FYRI 25 ÁRUM
SÍÐANI
Eirikur Lindenskov
Í Sosialinum tann 11. jan-
uar í 1978 verður skrivað
um Sjónvarpsfelagið, sum
varð stovnsett tíggju ár
frammanundan. Endamálið
við felagnum var at útvega
loyvi til royndarsjónvarp,
at leggja fasta ætlan fyri
royndarsjónvarpi, bæði
fíggjarliga, tekniskt og fyri
sendingum og at fáa í lag
føroyskt sjónvarp, sum
kann røkka alt landið. Fe-
lagið hevði fleiri ferðir
heitt á landsstýrið um at
fáa sendiloyvi, men einki
svar er komið. Í januar
hetta árið skipað felagið so
fyri einum almennum
fundi, har sjónvarpsspurn-
ingurin var til viðgerðar.
Fundurin varð hildin í
samkomuhøllini á Lands-
sjúkrahúsinum hóskvøldið
16. januar í 1978. Formað-
ur í Sjónvarpsfelagnum var
Karter Højgaard, um-
sjónarmaður á Lands-
sjúkrahúsinum. Hann sigur
við Sosialin, at teir rokna
við, at fleiri fólk fara at
gera seg til lim í felagnum,
nú fundur verður hildin um
spurningin.
– Í dag hevur felagið 80
limir, sigur Karter Høj-
gaard sum heldur, at tað
munnu vera eini 600 sjón-
varpstól í landinum.
Sjónvarpsfelagið varð
stovnað í 1967, og hevði
tað samráðingar við
landsstýrið hetta sama árið
um at fara undir royndar-
sendingar. Men har kom
einki burturúr.
Í 1975 heitti felagið á
landsstýrið um at geva
felagnum – fyri fyrst í eina
avmarkaða tíð – loyvi til at
skipa fyri royndarsjón-
varpssendingum í Tórsavn,
undir treytum, sum verða
settar av landsstýrinum.
Tekniskt gjørligt
Felagið segði í brævinum
til Landsstýrið m. a.:
– Tann tekniski fram-
burðurin á hesum øki
hevur tey seinastu árini
verið ógvuliga stórur. Um
landsstýrið játtar felagnum
loyvi til at fara undir
royndarsendingar, er einki
til hindurs fyri at byrja
beinanvegin við sending-
um í litum og svart/hvít-
um, men roknast má við at
tilrættarlegging av reglu-
ligum sendingum, herundir
útvegan av tilfari v. m.
kemur at taka nakað av tíð.
Karter Højgaard sigur, at
teir enn einki hava frætt frá
landsstýrinum. Tað er
eisini ein av orsøkunum til,
at felagið nú vil hava
gongd í málið.
Formaðurin í Sjónvarps-
felagum sigur víðari við
Sosialin, at tað er ilt at siga
nakað við vissu um, hvat
eitt sjónvarp skal
innihalda.
– Tað verður sjálvandi
alt, sum fólk hevur áhuga
fyri, men leggur hann aft-
urat, fyrsta stigið verður
helst at seta eina nevnd,
sum skal taka sær av
hesum spurninginum.
Í nevndini í Sjónvarps-
felagnum sótu um hetta
mundið:
Karter Højgaard, formaður
Djóni Ziska
Hjalti Skaalum
Óli Thorup
Niels Juel Nilsen.
Sjónvarpsfelagið vil hava sendiloyvi
Í januar 1978 varð mett, at eini 600 sjónvarpstól vóru í Føroyum. Hóast felagið seinastu 10
árini hevði stríðst við landsstýrið um at sleppa at royndarsenda, so var framvegis einki
sjónvarp sent í Føroyum
FYRI 25 ÁRUM
SÍÐANI
Sosialurin skrivar hendan
dagin á forsíðuni, at Dánj-
al Pauli Danilsen, lands-
stýrismaður sigur, at hann
fer at leggja sjónvarps-
málið fyri landsstýrið í
hesi tingsetuni.
»Sostatt skal landsstýrið
áðrenn tingið fer heim í
vár, taka støðu til, um
málið skal á tingborð.
Prinsippavgerðin um at
seta á stovn føroyskt sjón-
varp varð tikin fyri tveim-
um árum síðani. Dánjal
Pauli Danilesen legði upp-
skotið, sum fekk 23 at-
kvøður, fram. Síðani hava
kanningar og útrokningar
verið gjørdar, og nú er
málið klárt at leggja fram,
sigur landsstýrismaðurin í
mentamálum.
Spurdur hví landsstýrið
ikki hevur svarað brævin-
um viðvíkjandi loyvi til
royndarsjónvarp, sum
Sjónvarpsfelagið sendi tí í
1975, sigur Dánjal Pauli
Danilsen, at hetta kemst av,
at landsstýrið ikki enn hev-
ur tikið støðu í sjónvarps-
málinum.
Sleppa ikki undan
sjónvarpi
Sjálvur er Dánjal Pauli
Danielsen fyri sjónvarpi í
Føroyum.
– Tað er nogv positivt at
heinta í sjónvaropi, og vit
kunnu ikki læsa okkum úti
frá tí, sigur hann. Tað kem-
ur í øllum føri í einum ella
øðrum líki.
Hann nevndi í hesum
sambandi norðurlendska
sjónvarpsknøttin, sum
ætlanir eru um at senda
upp.
Norðurlondini skulu
hava fund um henda knøtt-
in komandi mánadag. Før-
oyar verða ikki umboðaðar
á hesum fundi, hóast
landsstýrinum stendur tað í
boði.
– Tað er eisini ein spurn-
ingur í sambandi við
stovnsetanina av einum
føroyskum sjónvarpi, um
ikki skal byrjast í smáum,
tí so nógv onnur almenn
arbeiði júst nú eru í gerð
ella fara í gerð, endar
Dánjal Pauli Danilsen,
landsstýrismaður.«
Sjónvarpið á landsstýrisborð
Í Sosialinum tann 11. januar í 1978 var sjónvarpsmálið á skránni
Dánjal Pauli Danilsen var
landsstýrismaður, m.a . í
mentamálum, árini 1975-81.
Hann helt, at vit áttu at
fingið føroyskt sjónvarp, tí
»har er so nógv positivt at
heinta«, sum hann málbar
seg
Karter Højgaard var formaður í Sjónvarpsfelagnum í 1978. Myndin er frá einum panelfundi
um sjónvarpsspurningin, sum Ungmannafelagið Skansastova skipaði fyri í november í 1976