leygardagur 11. januar 2003síða 13
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 7 - 11. januar 2003
5
4
Sosialurin Nr. 7 - 11. januar 2003
fáa vit
umvegis teldupostin og SMS-
boð. Sannleikarnar um landsins
støðu og illstøðu lata vit
journalistarnar bera okkum. So
sita vit og stara og lurta og
trúgva øllum.
Hetta er ikki framtíðin. Hetta
hendir nú. Framtíðin verður
fløktari. Fleiri útvarpsrásir. Fleiri
sjónvarpsrásir. Internetið bundið
í sjónvarpið. DVD-spælarar í
hvørjum barnakamari. Mongdin
av upplýsing verður ótømandi,
men spurningurin er, um innlitið
í lívsins veruligu samanhangir
verður størri. Neyvan verður tað
størri av Televarpinum. Neyvan
heldur av at hækka sjónvarps-
gjaldið uttan at krevja innihald
við innliti afturfyri.
Løgnir okursprísir
Lat okkum dvølja við almenna
útboðið av sjónvarpsrásum í
høvuðsstaðnum eina løtu. Tá
alt var við tað gamla, høvdu vit
seks góðar rásir av velja ímillum,
SvF og tær fimm á Rás Tórs-
havn. Rásirnar kostaðu 1.500
krónur í sjónvarpsgjaldi árliga
ella 125 krónur um mánaðin. So
avreiddi Tórshavnar Kommuna
Rás Tórshavn til Televarpið, sum
fyri almennar pengar fór at
kappast við almenna SvF um
hyggjararnar.
Sambært liberalistiskari
grundhugsan skal kapping koma
brúkarunum til góðar. Hon skal
gera alt bíligari. Men so er ikki á
almenna føroyska sjónvarps-
marknaðinum. Tey, sum ikki
hava Televarpið, fáa nú bara SvF
fyri 2.000 krónur um árið ella
166 krónur um mánaðin. Fyrr
høvdu tey seks rásir fyri 500
krónur minni um árið.
Tey, sum vilja hava Televarpið,
tí tey sakna Rás Tórshavn, mugu
langt niður í pengapungin. Tey
skulu
fyrst keypa
sær ein mót-
takara fyri 2.195
krónur. Tað svarar til
183 krónur um mánaðin tað árið,
sum íløgan verður gjørd. Har-
næst skulu tey tekna seg sum
haldara av høvuðspakkanum hjá
Televarpinum. Hann kostar 2.148
krónur árliga ella 179 krónur um
mánaðin.
Sjónvarpsundirhaldið, sum
fyrr kostaði 125 krónur um
mánaðin og 1.500 krónur árliga,
kostar altso nú 166 krónur + 183
krónur + 179 krónur ella 528
krónur um mánaðin. Tilsamans
6.343 krónur árliga.
Men enn vanta Canal+ og
nakrar aðrar rásir í eykapakk-
anum. Tær selur Televarpið fyri
2.628 krónur árliga ella 219
krónur um mánaðin. Tilsamans
skulu vit sostatt gjalda fyri SvF
og Televarpið 528 krónur + 219
krónur ella 747 krónur um
mánaðin fyrsta árið. Árliga er
upphæddin 8.971 krónur. Ímóti
1.500 krónum frammanundan.
Mangar kærar tøkkir munnu
fara til Tórshavnar Kommunu
fyri hesa príshækking. Tann
betra loysnin var, at havnarborg-
arar tóku lógvatak saman um at
gjalda tær 800.000 krónurnar,
sum TV3 vildi hava um árið fyri
at halda fram í Føroyum.
Skuldu 6.000 húsarhald í
Havn goldið 800.000 krónur í
eitt ár, hevði kostnaðurin verið
133 krónur um árið fyri hvørt
húsarhald ella 11 krónur um
mánaðin. Ein mjólkarpakka
aftrat um mánaðin fyri at varð-
veita Rás Tórshavn!
Men kommunan vildi flyta
Rás Tórshavn inn undir Telev-
arpið, sum hevur okkara egnu
telefonrokningar sum grund-
kapital. Samstundis hækkaði
sjónvarpsgjaldið. Úrslitið varð
okursprísir allastaðni. Men fingu
vit nakað afturfyri? Cartoon
Network og God Channel.
Meira gangur
Vit kunnu sjálvandi velja at lata
vera við at taka synd í teimum
sjúku og gomlu, sum høvdu TV3
sum høvuðsinnihald hvønn dag,
og keypa okkum allar rásirnar
hjá Televarpinum og gjalda
hækkaða sjónvarpsgjaldið. Ella
vit kunnu fáa okkum eina góða
parabol. Men hví ikki bara hava
SvF? Hví fáa sær meira gang inn
í húsið?
Ein 80 ára gomul kona helt nú
ein dagin fyri, at tey, sum eru
ung í dag, verða uttan iva nógv
fyrr deyv enn hon og hennara
javnaldrar, tí nú á døgum er so
nógvur gangur allastaðni. Alt
sjengrar og sjarrar allan dagin.
Ongin fær frið ella finnur frið.
Ongin steðgar á og fordjúpar seg
í innastu ynskjunum og hægru
meiningunum.
Kanska hevur hon rætt, tí vit
eru jú strongd, og vit eru tað,
hóast vit hyggja tvífalt so nógv í
sjónvarp, sum vit arbeiða. Hvat
sigur tað? At vit arbeiða ov
nógv? At vit hyggja ov nógv í
sjónvarp? At vit brúka tíðina
skeivt? At heilin fær ov lítið av
ilt? At vit røra kroppin ov lítið?
Valla fæst svarið til keyps frá
Televarpinum. Men kanska
onkur føroyskur fjølmiðil setir
spurningin á dagsskránna í øllum
meldrinum.
ESSAY
Uni Arge
Vit kenna øll okkara egnu tankar
um, hvussu strævin gerandisdag-
urin kann vera. Vit arbeiða so
nógv, at vit orka ikki at vera til.
Vit droyma okkum burtur í
heitari lond, so vit kunnu koma
upp undan aftur. Bara eina viku
ella tvær. Bara burtur.
Alt okkara grenj um strongd
og ovbyrjan er yvirdrivið. Vit
arbeiða ikki so nógv, sum vit
halda. Satt at siga brúka vit nógv
størri part av lívinum til at
hyggja í sjónvarp enn at arbeiða,
hóast vit eru meginpartin av
degnum á arbeiðsplássinum.
Sambært tølum hjá Danmarks
Radio frá 1998 hugdi hvør dani
2,75 tímar um dagin í sjónvarp
ella 19 tímar um vikuna.
Arbeiðstíðin var 37,5 tímar um
vikuna. Eina arbeiðsviku vóru
danir sostatt tvífalt so nógv til
arbeiðis, sum teir hugdu í sjón-
varp. Nakað sama mynstur man
vera í Føroyum.
Men fólk arbeiða ikki alt árið
ella alt lívið. Nógv byrja, tá tey
eru 25, og gevast, tá tey eru 65,
so tilsamans eru tey 40 ár til
arbeiðis. Liva tey, til tey eru 80,
arbeiða tey bara helvtina av
lívinum. Hina helvtina eru tey
børn, lesandi og pensjónistar.
Men eisini hesa helvtina
hyggja tey í sjónvarp.
Støðan er altso, at vit
hyggja í sjónvarp alt lívið,
meðan vit bara arbeiða
helvtina av lívinum. Um
vit brúka hálva arbeiðsviku
til at hyggja í sjónvarp, merkir
tað sostatt, at vit brúka líka
nógva tíð upp á at arbeiða sum at
hyggja í sjónvarp eitt heilt lív.
Tó heldur ikki hetta er allur
sannleikin, tí tey 40 árini, vit eru
á arbeiðsmarknaðinum, arbeiða
vit bara 225 dagar árliga, men vit
hyggja í sjónvarp øll vikuskifti
og alla aðra frítíð við. So vit
arbeiða als ikki so nógv, sum vit
hyggja í sjónvarp. Vit hyggja
meira í sjónvarp.
Danski rithøvundurin Tor
Nørretranders setir hetta rokni-
stykkið upp í bókini "Frem i
tiden" frá 1999. Hann samanfatar
tað soleiðis: Eitt lív á arbeiðs-
marknaðinum er 40 ár x 225
dagar x 7,5 tímar ella 65.500
tímar. Eitt lív framman fyri sjón-
varpinum er 80 ár x 335 dagar x
2,75 tímar ella 73.700 tímar. Tá
er ein sjónvarpsfríur mánaður
tikin burtur av hvørjum ári.
Skeivar ímyndir
Roknistykkið kann ikki vera
rætt, hugsa vit, tí vit eru jú so
strongd
hvønn dag. Alt í lagi, sigur
Nørretranders. Rætt er tað, at
familjur við smábørnum, har
bæði arbeiða úti, hava trupult við
at fáa dagarnar at hanga saman.
Men sannleikin er, at vit arbeiða
als ikki so nógv, sum vit halda,
sigur hann.
Hví halda vit so, at vit hava
tað strævið? Nørretranders end-
urgevur amerikanska rithøvund-
an James Gleick fyri at siga, at
vit hava heilt veruleikafjarar
ímyndir um, hvat vit brúka tíðina
til. Tá vit halda okkum hava
ringa tíð, kemst tað av, at vit
brúka nógvar tímar á arbeiðs-
plássinum til sovorðið, sum onki
hevur við arbeiðið at gera.
Vit tosa við hini og slatra um
hini. Vit drekka kaffi og viðgera
landsins støðu. Vit dagdroyma
um ljósari tíðir. Vit pleyga
timburmenn. Vit lesa bløð. Vit
rógva út á internetinum. James
Gleick spyr beinleiðis, um vit
hava minni frítíð nú á døgum
enn fyrr. Hann svarar sjálvur, at
vit hyggja
líka nógv í sjónvarp, koyra líka
nógv í bili og røkja framvegis
okkara frítíðarítriv.
Uppaftur strævnari
Men lívið er eitt verri baks,
halda vit, og tað verður strævn-
ari, heldur Tor Nørretranders, tí í
framtíðini fara kunningartøknin
og øll tann upplýsing, hon
sprænir úr sær, at krevja, at vit
fylgja við. Teldur, sjónvørp, út-
vørp, fartelefonir, DVD-spælarar,
Play Station. Breiðbond, fylgi-
sveinar, parabolir. Alt fer at
krevja tíð og orku frá okkum.
Trupulleikin verður bara, at
upplýsingin og undirhaldið verða
so rúgvismikil, at vit finna ikki
útav, hvat vit vilja hoyra og
síggja. Onki menniskja rúmar
allan tann streym av upplýsing,
sum longu í dag stendur okkum í
boði at stytta okkum um stundir
við. Men tøknin er uppfunnin.
Úr
henni skulu
vinnast pengar, og tí verða vit
undirdíkt við lýsingum, spølum,
spurnarkappingum, porno og
øðrum, ið kunnu skapa tann
spenning í okkara lívi, sum vit
ikki longur duga at skapa sjálv.
Vandin við hesi gongd er, at
vit verða óvirkin. Vit verða
óvirknir njótarar í okkara egna
lívi av onkrum, sum vit halda, at
vit hava brúk fyri, men sum vit í
roynd og veru ikki hava brúk fyri
í so stórum mongdum. Vit fara
kanska at gloyma, at vit eru
menniskju av kjøti og blóði við
kroppum, sum skulu brúkast, og
sum fella í órøkt og geva ilt av
sær, verða teir ikki brúktir.
Framtíðin verður kanska
henda: Vit arbeiða framman fyri
telduni allan dagin, og um
kvøldið hyggja vit í sjónvarp og
rógva út á internetinum, til vit
fara í song. Sosialu samveruna
Strævið lív at hyggja í sjónvarp
Vanliga halda vit, at vit fáa
strongd av at arbeiða. Men
veruleikin er, at eitt heilt
lív hyggja vit meira í
sjónvarp, enn vit arbeiða,
og tá vit eru til arbeiðis,
gera vit alt møguligt annað
enn at arbeiða. Kanska
arbeiðið als ikki er
trupulleikin. Kanska
okkara egnu raðfestingar,
hækkað sjónvarpsgjald og
okursprísir frá
Televarpinum eru
syndararnir
Mynd: Jens Kristian Vang