leygardagur 11. januar 2003síða 14
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Sosialurin Nr. 7 - 11. januar 2003
7
BØKUR
Orð og myndir: Jan Müller
Tað er rár hending, at føroyskar
bøkur eru at finna í heiminum
hjá japonskum húski í Tokyo ella
liggja á borðinum hjá formann-
inum á Føroya Løgtingi. Undan-
tøk finnast. Tá Sosialurin og Óli
Petersen skipaðu fyri framsýn-
ingini á ólavsøku við tekningun-
um hjá okkara frægasta teknara
kom heldur sjáldsamur gestur
inn á gátt í Smiðjuni. Tað var
Kazuoi Nakamura úr Tokyo.
Ørindi hansara vóru at síggja
tekningarnar hjá føroyska blað-
teknaranum Óla Petersen. Við
sær út aftur úr Smiðjuni løtu
seinni hevði tann ungi japanarin
tær 13 Skemtbøkurnar við
tekningum hjá Óla Petersen.
Dagin eftir fóru tær við
flogfarinum longu leiðina kring
knøttin fyri at enda á borð-inum
hjá Kazuoi nakrar vikur seinni.
Hann hevur serstakan áhuga fyri
blaðtekningum og hevur savnað
slíkar úr øllum heiminum. Nú er
teknarin av Skála millum nógvar
av heimsins frægastu
blaðteknarum í stóra savninum í
Tokyo. Men ikki nokk við tí. Nú
er tann 14. bókin í røðini á veg
til japanska høvuðsstaðin. Og
gongur sum ætlað fer tann 15.
bókin sama veg hesa tíðina næsta
ár. Livst so spyrst.
BØKUR
Orð og myndir: Jan Müller
Honum dámar best at sita heima
í teknistovu síni á Skála og tekna
føroysku politikararnar. Hann er
sera sjáldsamur gestur "heima"
hjá tingmonnunum - í løgtingin-
um. Fyri ikki at siga ongantíð.
Seinastu jólini gjørdust tó eitt
undantak. Tá Óli Petersen vildi
handa sjálvum tingformanninum,
sum mangan hevur staðið fyri
skotum á baksíðuni í Sosialinum,
ta nýggjastu Skemt-bókina, helt
Edmund Joensen fyri: hví ikki
støkka inn á gólvið hjá ting-
monnum. So varð, tó at ting-
menn tá vóru til døgurða. So teir
báðir, tingformaðurin og teknarin
dvaldust eina góða løtu í tí ný-
umvælda tinginum, har tingfor-
maðurin vísti síni góðu evni at
greiða frá teimum broytingum,
har eru gjørdar. Tað er og skal
altíð vera nakað hátíðarligt og
tignarligt yvir tingformansstarv-
inum, og tí handaði teknarin
Edmundi Joensen nýggjastu
Skemtbókina, meðan hann sat í
formanssessinum. Teknarin á
Skála royndi seg so eisini í
einum av tingsessunum, meðan
tingformaðurin hevði orðið.
Skemt 2002 er framvegis at
fáa um alt landið.
Óli P til Japan
Við Óla P á tingi
Óli P handar Edmundi Joensen, tingformanni, Skemt 2002
Teknarin av Skála hevur »sníkt« seg í tingið at fáa nýggjan íblástur til nýggja
politiska tekniárið 2003, meðan »offrini« eru til døgurða
Tað gongur heitt og hart fyri seg, tá politisku hendingarnar í farna árinum
eru til 1. viðgerð á tingi. Tingformaðurin ynskir frið í salinum
C
M
Y
K
26
6
Sosialurin Nr. 7 - 11. januar 2003
HUGARENSL
Edvard Joensen
Tað er reint uttanfyri. Kavin fall
so mjúkur og reinur í nátt og
fjaldi alt tað gamla. Sera sym-
bolskt, nú vit skiftu álmanakkan
út. Alt er nýtt og reint. Nú er tað
upp til okkum sjálv at fáa tað
besta burturúr.
Siti við vindeygað á redak-
tiónini og eygleiði tað, sum
hendir uttanfyri. Bilarnir koyra
aftur og fram. Ein javnur
streymur av fólki, sum skundar
sær framvið. Skulu náa eitthvørt.
Ivaleyst flogfarið ella til Havnar
at keypa, nú latið er upp aftur
eftir høgtíðina. Kanska býta
onkra jólagávu um?
Eisini krákurnar hava ringa
tíð. Tær hava ivaleyst fingið
ferðilin av onkrum etandi eina-
staðni har uppi í bønum.
Telefonin ringir. Tað er onkur,
sum ger vart við, at tey hava ikki
fingið blaðið seinast, tað varð
borið út. Nú er redaktión komin í
oynna, og so er sjálvsagt at
venda sær hendanveg at vita,
hvussu vorðið varð við hasum
blaðnum, og um møguleiki er
fyri at fáa tað borið út nú eftir
høgtíðina.
Jú, vit práta um leyst og fast,
og haldarin fær at vita, at gjørt
verður vart við mistakið á rætta
staði beinanveg.
Og so sveima vit víða í sam-
røðuni, og hesin, sum ringt hev-
ur, veit at siga frá tíðindum, sum
ivaleyst eisini hava áhuga aðra-
staðni í landinum, enn júst her,
tey nú eru hend.
Samrøðan er liðug, og lagt
verður á. Hyggi útaftur, og nú er
alt broytt. Tað er grátt og myrkt
uttanfyri. Eitt kavaæl kemur
oman gjøgnum Sarparnar. Mal-
instindur er burtur, og um eina
lítla løtu er ælið her við gluggan.
Tað melur í luftini. Flykrurnar
tykjast í góðum lag. Dansa og
eru kátar. Tær leggjast á rútin og
vilja líkasum vísa mær, at her
skulu tær ráða.
Men skjótt er um kortini, og
lítla løtu seinni er ælið burtur, og
sanniliga um ikki sólin sær á
Malinstind. Luftin er klár. Ikki
skýggj at hóma, og alt er aftur
lætt og livandi.
Tað er lív norðanvert Fossá.
Nakrir seyðir tuska aftur og fram
í kavanum. Tað man ivaleyst vera
einhvør Hálsabrundur, sum ikki
er liðugur við verkið enn. Men
ikki tykjast ærnar halda, at nakað
er fáast við meira. Til tess tykist
ov ófriðaligt.
Hesumegin ánna á heygnum
niðan móti Fosshyli er eisini lív.
Børnini hava framvegis jólafrí,
og tá nú kavi kortini er, er tað
besta, hon kann brúkast til, at
fara ein túr við sleðuni.
Jona og Árni koma oman eftir
vegnum við hundinum. Tey hava
verið norður eftir Steigini og
koma aftur eftir høvuðsvegnum.
Nú er ferðslan javnari á
vegnum, enn fyrr hevur verið.
Tað ber ikki til at leggja gongu-
túrin til rættis eftir ferðaætlanini
hjá Ternuni meira. Nú koyra bil-
arnir alla tíðina.
Har kemur ein vøruvognur.
Fremmandur. Eitt firmanavn úr
Eysturoynni stendur á. Skal
ivaleyst gera eitthvørt arbeiði í
Vágum. Nú fær smiðjan helst
kapping.
Ein mási hevur sett seg á
lyktina á pelanum oman fyri
vegin. Hann eygðeiðir Rógva,
sum gongur fram við vegkantin-
um við einum stórum sekki.
Hann savnar saman aftur blikk-
ini, sum nýggjáraftan stóðu og
brunnu so fagurliga.
Og sólin skínur so fagurliga á
Malinstind. Hegnið sæst so sjón-
ligt niðan gjøgnum kavan. Út-
varpið spælir so ógvuliga pass-
andi sangin hjá Grundtvig Ro-
berti Joensen um teir hvítnandi
tindarnar. Og hóast hann væntar
sól og fjallroða á vári, ber væl til
at ásanna, at eisini her á ársins
myrkastu tíð, hava vit bæði tvey.
Seyðirnir norðan fyri Fossá
eru spjaddir. Liggja friðaligari
nú, so hann sjálvur man ikki
hava fingið nakað burtur úr
kortini, tó at hann royndi.
Ein maður fer togandi niðan
brekkuna. Harutíðin er av, og
hon royndist illa hesaferð. Einki
bar til nakrastaðni. So eftir
harum fer hann ikki. Kanska er
tað ein Oknadalsmaður, sum fer
yvir um at hyggja, hvussu út sær.
Er kanska nakað seinur á degi
kortini, tí ikki er so leingi, til tað
fer at skýma.
Anna og Tórhild fóru framvið
fyri løtu síðani. Tær høvdu eisini
verið rundtúrin norður gjøgnum
Sarparnar og komu aftur eftir
høvuðsvegnum. Ikki so kvikliga,
sum tær plaga. Heldur varis-
ligari. Neyvan tí, at enn eitt ár
var lagt aftur at talinum framm-
anundan, uttan heldur tí, at tað er
í so hált úti í dag.
Krákurnar savnast í flokk her
uttanfyri. Skuggin er komin nak-
að væl niðan um vegin hinu-
megin og ikki verður leingi, til
tað skýmir.
Klæðini hanga á ymsum snór-
um. Lítil nytta í kortini, tí eingin
ond rørist. Tað er stilt allastaðni.
Bara stararnir tykjast ikki hava
frið á sær. Teir flúgva aftur og
fram í flokki, sum bara veksur.
Vita slíkasum ikki, hvat teir skulu
gera av sær. Leita eftir onkrum
staði at seta seg fyri náttina.
Og so verður friður.
Við vindeygað
Á ársins fyrsta kvøldi kavaði. Kavin legðist so reinur oman yvir alt tað brostnað fýrverkið. Vildi
líkasum fjala tað, sum farið var og byrja heilt av nýggjum
Tað er stilt og reint, og hóast vetur er og myrkasta árstíð, síggjast bæði sól og fjallaroði í friðsæluni á kavaklædda Malinstindi
Mynd: Edvard Joensen