Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-11, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. januar 2003síða 15

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Sosialurin Nr. 7 - 11. januar 2003 9 hyggja eftir, hvussu nógv familj- an er før fyri at gjalda. Skúlin kostar 40.000 dollarar um árið, og nøkur fáa scholarships heilt upp til 37.000 dollarar, greiðir ungi og fryntligi eiðismaðurin frá. Nógv er sjálvsagt eisini at gera á universitetinum. Eini 15 til 16 tímar eru um vikuna, og nógvar eru uppgávurnar at lata inn. Mesta arbeiðið er uttanfyri tím- arnar. Í matematik skal Hans lata tríggjar uppgávur inn um vikuna. Í búskaparfrøði skal ein uppgáva latast inn um vikuna, sum er 8 - 10 síður. Annars hava næstan øll hini fakini uppgávur sum skulu latast inn fýra ferðir hvørt semestur. Hesar uppgávur eru eisini rættiliga stórar. Harum- framt er tað lesingin, sum kemur omaná, og er tað jú tað, sum fer við mest tíð. - Eg havi nógv at gera alla tíðina, men eg geri ikki bara skúlating í frítíðini. Skúlin gong- ur høgt upp í, at næmingarnir hava okkurt at gera í frítíðini burtursæð frá skúlatingum. Hans spælir tí fótbólt hvønn dag, og har kemur hann sjálvsagt eisini í samband við nógv fólk. Stórt, men lítið Harvard university er sjálvandi eitt stórt universitet. Og samlaða næmingatalið upp á 20.000 næmingar sigur jú alt. - Men tú merkir ikki so væl, at tað er eitt so stórt pláss. Tað ein- asta sum ger, at tú veruliga legg- ur merkis til, at tað er so stórt er, at tú hittir nýggj fólk hvønn dag, greiðir Hans frá. - Eisini tað, at tú hittir so nógv ymisk fólk. Tað er fantastiskt. Tann, sum vann altjóða matematik olympiaduna býr beint við síðuna av hjá mær. Hann var tann einasti sum fekk »perfect«. Tú hittir nógv sløg av fólki, og tað er ógvuliga stuttligt. Eisini eru nógv ítróttarfólk á skúlanum, og skúlin gongur rímiliga høgt uppí, at tú ert aktivur í onkrum øðrum enn bara skúla. Eini 60 - 70 % av næm- ingunum íðka ymsan ítrótt. Um- framt ítróttina, so eru eisini tónleikaframførslur og annað. Yvir 600 tónleikaframførslur eru um árið! - Á Harvard er ógvuliga hugnaligt. Har eru trø og lítlar gøtur, og alt er gamalt. Tú býrt á einum studentabústaði við eini 20 fólkum í eini uppgongd, so alt tykist ikki so stórt. Kalt Tað einasta, sum Hans heldur er keðiligt »over there« er, at tað er so kalt. Tað er nógv kaldari enn í Føroyum. So nú fer nýggja før- oyska kotið at koma væl við yviri í kuldanum. - Mær dámar eisini ógvuliga væl staðið universitetið liggur. Tað liggur í Cambridge, sum er ein lítil og hugnaligur býur, men Boston er beint við. Tú býrt undir lítlum forholdum, men hevur ein stórbý tætt við. Um vikuskiftini verður stórt sæð gjørt tað sama sum í Før- oyum. Gingið verður í náttklubb- ar sum líkjast nógv Club 20 og Platform. Spurdur um nógv verður gjørt við alkohol har yviri sigur Hans: - Ja, men eg haldi, at ameriku- menn komplottera tingini. Tað er alkohol og so er tað pott. Tað sosiala lívið er super - kundi ikki verið betri. Hans leggur stóran dent á, at amerikumenn eru eitt lívligt fólkaslag. Teir lesa ikki bara, men hava sanniliga eisini eitt lív uttan bøkur. - Og um tú vilt hava meg at siga nakað um konufólkini, so eru tey ógvuliga fitt, sigur Hans flennandi. - Tað er avgjørt ein fyrimunur at vera frá einum lítlum staði, og tá tú sigur, at tú ert frá Skandi- navia verða tær ógvuliga áhug- aðar. Gott heima Sjálvt um Hans stórtrívist yviri í Sameindu Tjóðunum, var hann ógvuliga glaður fyri at vera heima í Føroyum á jólum, har hann sjálvsagt hitti bæði familju, vinir og kenningar. - Tað er veldugt at vera heima aftur, sigur Hans við einum stórum smíli. - Har yviri saknar man jú vinirnar, og bara tað at spáka runt og kenna nógv fólk. Har fert tú í býin við eini fimm øðrum, og so kennir tú bara tey. Eisini fortelur hann um ein drong á Eiði, sum hevði spurt, hvar Hans gekk á skúla. Hans hevði síðani sagt, at hann gekk í skúla yviri í Amerika… Síðani hevði drongurin svarað: »Áh ja, í Hogwarts!« Hogwarts er skúlin, har tann víðagitni Harry Potter gongur í skúla. Hans leggur afturat, at matar- høllin líkist eitt sindur matarhøll- ini í Hogwarts. Í øllum førum henni, vit hava sæð í filminum. Tá vit spyrja um Hans ætlar sær at vera búgvandi yviri í USA svarar hann: - Noy, noy! Eg ætli mær aftur til Føroya at búgva einaferð. Men eg ætli mær at lesa har yviri í seks ár. Og aftaná hevði eg kunnað hugsað mær at arbeitt onkustaðni innanfyri tann privata arbeiðsmarknaðin. Sambandið til Føroya er eisini gott. Nógv verður samskift umvegis internetið. Tað verið seg teldupost, og harafturat, so hevur Hans eina heimasíðu, sum uni- versitetið hevur givið, har hann millum annað skrivar dagbók, sum vinfólk og familja kunnu fara inn at lesa. - Eg ringi eisini javnan heim, og so eri eg á netinum, har eg lesi tey føroyski bløðini og lurti eftir útvarpinum, so eg royni at halda meg nøkunlunda a-jour. Harafturat, so hittast eg og Bartal, sum gongur á MIT eisini viðhvørt, og tað er frálíkt. Leiðin gekk, sum sagt yvir aftur til USA, 3. januar. Og eftir ætlan verður Hans at síggja aftur á klettunum í mei-juni mánað í ár. - Eg ætli mær aftur til Føroya at búgva einaferð. Men fyribils er ætlanin at lesa yviri í USA í seks ár, sigur Hans Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 28 8 Sosialurin Nr. 7 - 11. januar 2003 SAMRØÐA Ingrid Bjarnastein Fríggjadagin 3. januar hevði Hans Kárason Mikkelsen av Eiði eitt pláss í flúgvaranum til Ís- lands. Leiðin gekk aftur til USA, har hann dagliga gongur á Har- vard University í Boston á Vesturstrondini í Sameindu Tjóðunum. Fyrsta semestrið, sum tað verður kallað, er liðugt, og tað fyrsta Hans sigur er, at hann er positivt yvirraskaður. - Tað besta har yviri eru fólk- ini. Lærararnir, hinir næmingar- nir og øll fólkini tú hittir, tað er heilt fantastiskt. So ikki at gloyma mínir »room-mates«, sum eru fýra amerikanarar, sigur Hans, tá vit hava fingið ein kaffimunn í kalda kavaveðrinum norðuri á Eiði. Hans býr á einum studenta- bústaði, sum er á skúlanum. Fyrsta árs næmingarnir búgva í teimum elstu bygningunum, sum eru einaferð frá 1600 talinum. Smáir bólkar - Eg hevði altso væntað, at har fóru at vera stórir fyrilestrar, men tað er tað lítið og onki av, sigur Hans, sum lesur búskapar- frøði. - Undirvísingin gongur fyri tað mesta fyri seg runt um fitt, smá borð við eini seks til átta næm- ingum og einum professara. Tað eru ógvuliga fáir næmingar til hvønn lærara. Tó er ein lærugrein undantik- in, og tað er búskaparfrøði. Tá er undirvísingin stórir fyrilestrar, tí heili 800 av teimum 1650 næm- ingunum á fyrsta ári lesa búskap- arfrøði. - Tað er jú tann lærugreinin, sum skúlin er mest kendur fyri. Øll undirvísing gongur væl at merkja fyri seg á enskum. Hans sigur, at tað var strævið í fyrst- uni, men skrivingin á Kambsdali, har hann hevur gingið í studenta- skúla, hevur verið fín. - Í fyrstuni var tað ógvuliga strævið at skula arbeiða á einum øðrum máli alla tíðina. Nú er tað ongin trupulleiki. Nakrar vikur, og so hevði tú vant teg við tað, fortelur Hans. Eisini leggur hann afturat, at alt slatrið um, at amerikanarar eru egoistiskir og lítið áhugaðir í øllum, sum gongur fyri seg, als ikki er rætt. - Teir eru ógvuliga áhugaðir í at hoyra um Føroyar, og hvar tær eru. Tey spyrja nógv, og tilsam- ans hava sjey fólk vitað, hvar Føroyar er, sigur Hans flennandi. Nógvir útlendingar Umleið 8 - 10 % av hvørjum árgangi á skúlanum eru útlend- ingar, so tað kann róliga sigast, at ein stórur partur av næming- unum eru annað enn ameriku- menn. - Skúlin gongur høgt upp í at fáa útlendingar inn á skúlan. Og alt hetta við at tað eru bara rík- mannabørn, sum ganga á Har- vard er als ikki satt. Meginpart- urin er miðalklassi, ella kanska tað amerikumenn kalla »upper- middel-class«. Tá søkt verður inn á Harvard, verður fyrst og fremst hugt eftir umsóknini. So fært tú at vita um tú ert sloppin inn ella ikki, og síðani verður ein útbúgving snikkað saman til tín - alt eftir, hvussu nógv tú hevur ráð til at gjalda. Frá Stuðulsstovninum fær Hans 120.000 krónur. Nakað fær hann ígjøgnum »scholarships« og restin er til foreldrini at gjalda. - Tað er tað góða við staðnum. Tey hyggja ikki eftir, hvussu nógvar pengar tú hevur. Tey Tú hittir nýggj fólk hvønn dag Hans Kárason Mikkelsen av Eiði er ein av teimum 20.000, sum dagliga slítur skógvar sínar við at ganga og mala á Harvard University í Boston, USA. Hans hevur júst verið heima og hildið jól, og í hesum sambandi var Sosialurin á gátt hjá honum heima á Eiði Hans Kárason Mikkelsen gongur á Harvard University, har hann lesur búskaparfrøði. Hann stórtrívist har yviri, har hann hevur nógv at gera, og hvønn dag hittir nýggj fólk Mynd: Jens Kr. Vang