Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-11, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. januar 2003síða 16

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 verður latin Gunnari Hoydal fyri fjøltáttaða avrik hansara innan føroyska list og ment- an. Gunnar hevur í bundna og óbundna skaldskapi sínum flutt mørk. Hann ferðast á longu skaldaferðum sínum úti í heimi, men alla tíðina eru Føroyar – upprunin og heimlandið – í eygsjón og partur av hesum heimi. Tá ið hann í greinum og orðingum hevur lætt ljóðið av um før- oyska list, listafólk og ser- stakliga byggilist, hevur hann altíð borið hugtakandi og smidliga skaldakynstur sítt við sær. Gunnar Hoydal eigur sín stóra lut í varðveitingini av gomlu Havnini, og er verk hansara ein samfingin heild av dygd og skapi.« Soleiðis var orðaljóðið í tíðinda- skrivinum, sum Mentamálaráðið herfyri sendi føroysku fjølmiðl- unum um, at nú var avgjørt, at ársins størsta herðaklapp hesa- ferð skulda falla Gunnari Hoydal í lut. Gunnar sigur í viðtali við Sosialin, at hann bæði er fegin og bilsin um, at hann fær virðis- lønina í ár. Hetta er jú størsti heiðurin landið letur fyri listalig avrik, og sjálvur heldur hann ikki, at hann hevur verið so produktivur, tí starvið sum sum býararkitetur í høvuðsstaðnum í 25 ár kravdi sína tíð. Men sum hann situr í húsum sínum oman fyri Trapputrøðna í Havn og hugsar um verk síni higartil, so má hann kortini siga, at hann hóast alt hevur latið hoyrt frá sær javnt og samt hesi seinastu árini, hann hevur virkin á tí føroyska mentunarpallinum. Gunnar Hoy- dal er nevniliga fjøltáttaður lista- maður, og sum nevnt í grundgev- ingini fær hann eisini virðisløn- ina fyri arbeiði sítt at varðveita m.a. gamla býlingin á Reyni í Havn. Spurdur, um hann kann greiða frá nøkrum samanhangi í tí at fáast við bæði byggilist og skald- skap - ikki minst havandi í huga, at eitt av søvnum hansara kallast "Hús úr ljóði" - svarar arkitekt- urin og rithøvundurin: - Jú, byggilistin er ein konkret list, tí hon hevur beinleiðis ávirkan á fólk, ávirkan á býin. At skipa ein bý er at arbeiða við mentan, hvussu fólk liva saman í sínum umhvørvi, og tað er nógv týdn- ingarmiklari enn at finna tekn- iskar loysnir, sigur Gunnar, sum heldur, at føroyingar ikki hava verið vanir at hugsa í heildum. Ístaðin hava kommunurnar skula tikið sær av hesum, men eindir- nar hava verið ov smáar. Nú er kortini farið at broytast, tí fleiri og fleiri bygdir, sum áður valla tosaðu saman, eru nú gingnar saman í samstarv, og her kunnu úrslit spyrjast burturúr. Gunnari hóvar tó ikki, at Kollafjørður kom upp í Havnina, tí hvussu verður so við restini av bygdun- um norðan fyri Hórisgøtu, spyr hann. Føroyar og Verðin Og so byrjar prátið um prátið um orðini og listina yvirhøvur. Um- framt at vera virkin listamaður, er Gunnar nevniliga eisini kend- ur sum debattørurin, ið ikki er bangin fyri at siga sína hugsan um samfelagslig viðurskifti. Ja, við hansara penni kunnu øll við- urskifti tykjast at vera samfelags- lig, tí fáur man sum hann hava dugað at samantvinnað kjakevni og lyft lesaran eitt sindur upp frá, so hann hevur sæð sítt egna úr erva. Í grundgevingini fyri virðislønina stendur nevniliga, at hann altíð hevur "borið hugtak- andi og smidliga skaldakynstur sítt við sær" í greinum og orð- ingum. Alt hevur samband við hvørt annað, og Føroyar eru ein týdningarmikil partur av verðini. Í einari av yrkingum sínum sigur hann, at Føroyar eru landið sum halda øllum longdar- og breidd- arstigunum á globusinum saman, og vóru tær ikki, fór alt sín veg. - Føroyar eru spennandi í verð- ini, sigur Gunnar, tá prátið fer at snúgva seg um heimlandið og um munin á mentan og list. – Listamaðurin spyr, hvør eri eg, og tað kann blíva eitt sindur trongt og einsligt. Harafturímóti spyr mentanin seg sjálva, hvørji virði hava vit, hvar eru vit stødd og hvar vilja vit vera? Tann samrøðan hevur serliga góð kor her í Føroyum í mun til onnur lond. Sjálvt í einum so "lítlum" landi sum Danmark, skrædnar samrøðan viðhvørt, tí har er so langt ímillum tær ymisku fláirnar í samfelagnum. Hjá okkum er alt saman í einum. Føroyar eru ein full mynd av verðini, bara í einum minni mátistokki. Eingin ivast í, at Føroyar eru ein tjóð, men enn eru vit ein heild, hóast vit hava fingið sjónvarp og inter- net og alt annað, sum verðin kann bjóða. Hendan samrøðan, sum Gunnar kallar mentanina, sæst t.d. aftur í lesarabrøvunum í bløðunum, sum kann kallast tann samfelagsliga samrøðan. Ummælini og tað ókenda Tað at liva í einum so lítlum landi sum Føroyar, kann tó eisini hava sínar avmarkingar, og hetta sæst eitt nú aftur, tá talan er um ummæli. Her kanst tú nevniliga møta tí persóninum í morgin, sum tú kritiseraði í gjár, og tí kann tað kanska gerast eitt sind- ur tilvildarligt, hvat fólk orkar at ummæla, tí ofta er hetta eitt ótakksamt arbeiði, og kritikkurin kundi verið meira skipaður, heldur Gunnar Hoydal. - Ummælararnir hava ikki bert týdning fyri listafólkini, ið ofta einki hoyra aftur um verkið, tey hava latið úr hondum, men um- mælini skulu vera ein kunning til fólk, hvat fyriferst í listaverkin- um. Ummælarar eiga at vera klárir í sínum ummælum, men ikki spotta ella sláa nakað niður, tí kanska er ein leið at ganga í tí einstaka verkinum, heldur Gunn- ar. Hóast hann ikki heldur, at alt er so gott, sum kemur út í Føroy- um, so er hann ikki samdur við tey, ið siga, at ov nógv verður givið út í Føroyum, tí tíðin skal nokk vísa, hvørjum dugur er í, sigur hann og samanber lista- verðina við ein taðaðan bø, har tað altíð fyrr ella seinni kann spyrjast vakur vøkstur burturúr. Tað ókenda og spennandi eigur nevniliga eitt stórt pláss í tí lista- liga hjartanum hjá Gunnari: - Eitt tað mest spennandi, sum hendir í listini í dag, er tónleik- urin, sigur høvundurin, sum heldur, at í Føroyum ber til at royna alt av nýggjum. - Í tónleik- inum er alt nevniliga so ungt og virkið, tak bara Prix Føroyar, sigur Gunnar, sum ikki fjalir, at hann er hugtikin av tí fram- gongd, føroyskur tónleikur hevur verið úti fyri seinastu árini. Í hesum sambandi heldur hann fram við prátinum, um mentan og list. – Mentanin er tað, sum vit hava saman, hon er røturnar, sum ger okkum trygg. Listin harafturímóti ger okkum ótrygg. Listin er greinarnar, sum stinga seg langt upp úr, og ofta føla fólk seg illa við nýggjari list, og tí mást tú geva tær tíð til hana, tí list fær okkum at undrast. Í sama viðfangi nevnir Gunnar myndlistina, sum fólk nú tykjast at hava tikið til sín, hóast hon ikki fekk somu undirtøkuna mill- um manna fyri bert fáum árum síðani. Enn hevur tónlistin tó ikki nátt sama støði. Hetta helt Sosialurin Nr. 7 - 11. januar 2003 11 "Útvarpið og sjónvarpið gera alt ov lítið burturúr. Tað er heilt bedrøviligt, tá tað kemur til útvarpið, sum er ein orðmiðil, og eigur at vekja áhugan fyri orðinum, men kortini hoyra vit einki nýtt og óroynt sum t.d. nýggjar yrkingar í útvarpinum, sum Gunnar heldur vera alt ov marknaðarorienterað. Vit gjalda lurtara- og hyggjaragjald, og tað átti at givið loftmiðlunum eina skyldu, men tað vísir seg, at teir hava brúk fyri einum skumpi" Framhald á síðu 12 C M Y K 30 10 Sosialurin Nr. 7 - 11. januar 2003 VIRÐISLØNTUR HØVUNDUR Theodor E. D. Olsen Mentanarvirðisløn Landsins verður í ár latin Gunnari Hoydal, rithøvundi. Tað er landsstýris- maðurin í mentamálum, ið letur Mentanarvirðislønina eftir tilmæli frá nevnd umboðandi føroysk listafólk og Mentamála- ráðið. Virðislønin er kr. 150.000 og er hin størsta av sínum slag í Føroyum. Mentanarvirðisløn Landsins verður latin føroyskum listafólki sum tøkk fyri útint listaligt avrik innan skaldskap, myndlist, leiklist, tónlist ella aðra list. Til tess at fáa Mentanar- virðislønina skal virðislønar- evnið hava skapað listaligt verk á høgum listaligum stigi, ið ger, at virðislønarevnið má haldast at hava uppiborið henda heiður. Í fjør varð Eyðun Johannessen, leikstjóri, heiðraður við Mentanarvirðisløn Landsins. Nevndin sigur í grundgeving síni: »Mentanarvirðisløn Landsins Tað er yvirdrivið at halda, at tað eru politikararnir, sum gera av, hvat hendir. Tí tað, sum hendir, hendir har fólk tosa og hittast á arbeiðsplássum, á gøtuni ella á veitslum. Har fer líka sum eitt annað stoffskifti fram, og tað hugsjónarliga umrenslið gerst eitt annað, sigur Gunnar Hoydal. - Hvørja ferð okkurt politiskt klandur er í einum skoti tyrpast miðlarnir saman. Men tann fjórða statsmaktin, sum miðlarnir ofta verða róptir, er ein fiktión ella í øllum førum er hon yvirdrivin. Miðlarnir eru marknaðarorienteraðir, og tann opni journalistikkurin hugsar meira og meira um at selja søgur, og tá er ikki altíð, at samfelagið verður lýst, so sum ynskiligt hevði verið Mynd: Jens Kristian Vang Listin ger okkum ótrygg Mikukvøldið fær Gunnari Hoydal Mentanarvirðisløn Landsins. Sosialurin hevur hitt hann til eitt prát um býarplanlegging, ta fjórðu statsmaktina, politikk, sigurin hjá ginunum, og ikki minst um munur er á mentan og list