leygardagur 11. januar 2003síða 17
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
Sosialurin Nr. 7 - 11. januar 2003
13
HANDRIT
Ingi Rasmussen
»Tað næsta verður, at fólk í Før-
oyum nú fara at lesa William.«
Soleiðis helt ein av mongum
Heinesen-serfrøðingum skemti-
liga fyri í einum púrasta óform-
ligum práti nú ein dagin. Kanska
er nakað um tað kortini.
Í sínari samtíð tóku føroyingar
ongantíð rættiliga William
Heinesen til sín. Gamaní vóru
teir ernir, tá hann fekk Bók-
mentavirðisløn Norðurlanda-
ráðsins fyri skaldsøguna »Det
Gode Håb«, men kanska var tað
ein forðing fyri føroyingar, at
hann skrivaði á donskum. Helst
hóvaði tað eisini pørtum av
føroyingum illa, at hann gjørdi
gjøldur burturúr fordømandi
prædikantum og heldur stillaði
seg hjá teimum glataðu.
Nú er William Heinesen av
álvara í brennideplinum aftur, tí
eitt ókent skaldsøguhandrit frá
1920-unum er komið fram.
Skaldsøgan, sum kanska verður
útgivin seinni, kallast »Den
yderste tid«. Helst er tað fyrsta
skaldsøgan, sum William
Heinesen yvirhøvur hevur
skrivað. Hon er ongantíð komin
út, og fólk, ið eru væl inni í
skaldskapinum hjá Williami,
hava heldur ikki hoyrt tittulin
nevndan áður í øðrum saman-
hangi.
Jess Jessen, stjóri á Frederiks-
berg Antikvariat, sum hevur
handritið í varðveitslu, sigur
talan vera um eitt vælskrivað og
gjøgnumrættað handrit, ið hevur
verið nærum klárt til prentingar.
Hann kundi hugsað sær at givið
tað út sum endurprentað handrit,
men tað eru arvingarnir, sum
eiga rættindini, og tí skulu teir
spyrjast eftir fyrst.
Jógvan Isaksen, bókmentafrøð-
ingur, heldur handritið verða
áhugavert, men hann ivast í, um
tað er rætt at geva tað út. Hann
grundgevur tað við, at William
sjálvur hevur latið tað verið í
gloymibókini.
– Støðið hjá Williami var
óvanliga høgt frá fyrstu til síðstu
bók, og eg kenni ongan annan
høvund, sum hevur havt so høgt
støði allan vegin ígjøgnum.
William Heinesen sjálvur hevur
ikki viljað givið tað út, so tað er
spurningurin, um ættarlið, sum
koma eftir hann, eiga at gera tað.
Tað leggur so onki afturat
hansara skaldskapi, sigur Jógvan
Isaksen.
Tað var annars vinurin hjá
Williami, Otto Gelsted, ið var
redaktør hjá Munksgaard, sum
vrakaði skaldsøguhandritið hjá
Williami. Hann helt, at William
Heinesen skuldi skriva lýrikk og
essay.
William Heinesen sjálvur
skrivaði altíð á skrivimaskinu við
gjøgnumslagi, og tí er rættiliga
vist, at hann sjálvur hevur havt
eitt eintak av handritinum liggj-
andi. Í einari samrøðu við Bjarne
Nielsen Brovst avdúkaði William
Heinesen, at hann hevði nógv
liggjandi, sum ongantíð varð
givið út. Kanska skuldi eg brent
tað, legði hann afturat, og tað
sigst eisini, at hann brendi nógv
persónlig pappír í 1980-unum.
Nú er so eitt ókent handrit
knappliga komið undan kavi, og
hóast William hevði verið yvir
103 fyrsta dagin, er altso ikki
óhugsandi, at ein nýútgáva
kemur út í hansara navni.
Sum føroyingur uttanlands
sleppur tú ofta at forklára nærri
hvaðani tú kemur. Tí tá tú sigur
Faroe Islands, isole di Faroe,
Färöer Inseln ella okkurt annað
av teimum nøvnunum, sum
útlendingar hava givið okkara
landi, er svarið sum oftast
"Hvat er tað?"
Tí er tað ofta freistandi at
siga, at man kemur úr Dan-
mark. Tað vita tey um ikki
annað hvat er. Og havi eg
skund ella bara ikki hug til at
forklára nakað nærri, so velji
eg eisini ta loysnina. Men sum
oftast royni eg tó at siga fólki
sannleikan um mín uppruna.
Tey hundraðtals fólkini, sum
eg havi møtt hesar farnu fýra
mánaðirnar í Italia hava ikki
øll verið italienarar. Her ýður í
fólki úr øllum heiminum, eftir
at hava tosað við ein part av
teimum, er tað eyðsýnt, at har
er ein greiður samanhangur
millum hvar fólk koma frá, og
um tey kenna til eksistensin av
landinum Føroyar.
Lat okkum taka amerikanar-
arnar fyrst. Millum europearar
bera teir vanliga orð fyri ikki
at vera áhugaðir í øðrum enn
teirra egna bakgarði, og eftir
at hava tosað við hópin av
amerikanarum kann eg stað-
festa, at bara ein teirra visti
um Føroyar. Hann var flog-
skipari í amerikanska herinum
og hevði flogið yvir Føroyum
talríkar ferðir. Men eg kenni
heldur ikki meira enn nakrar
fáar statir í USA, og veit illa
hvar í landinum teir liggja, so
eg kann illa krevja annað av
amerikanarunum.
Støðan millum onglending-
ar, fraklendingar og hollend-
arar er ikki nógv frægari,
hóast hetta eru nærum granna-
lond okkara. Onkur hendinga
fraklendingur heldur seg hava
hoyrt navnið á landinum fyrr,
men veit ikki hvar tað liggur,
meðan onglendingar tykjast at
hava lært um oyggjabólkarnar
í norðuratlantshavinum í
skúlanum — og gloymt tað
aftur.
Spaniólar vita hinvegin
næstan allir sum ein um
Føroyar, og ofta strekkir
vitanin seg ovfarandi langt.
Nógvir týskarar hava landið
feskt í minninum, og allir
eysturríkar, sum eg havi møtt,
vita alt ov væl hvat Føroyar
eru.
Tað er hvørki fisk ella
grindadráp hesi fólkini kenna
oyggjalandið fyri, men fót-
bólt!
Spaniólar hava spælt fýra
altjóða kvalifikationsdystir
ímóti Føroyum, Týskland
hevur bara spælt ein, men
hann var minningarríkur, og
eysturríkar hava spælt fýra,
harav teir bert minnast tann
eina. Italienar kenna eisini
rættiliga væl Føroyar, men
bert menninir, hvørs heimur í
stóran mun er uppetin av
fótbólti.
Føroyska fótbóltslandsliðið
hevur gjørt Føroyar kendar,
har tað er komið, og har tað
enn ikki er komið, vita fá at
landið finst. Men tað er væl
bara ein spurningur um tíð,
áðrenn landsliðið hevur verið
runt alt Europa.
Sjálvandi er tað munur á
londum og hvussu stór baga-
tell ein fótbóltsdystur er frá
landi til lands. Tað bítur ikki
rættiliga á, tá man spælir ímóti
einum landi sum Sveits, men
kemur Føroyar í kvalifika-
tiónsbólk saman við Italia ella
Portugal, verður landið við eitt
kent og, um liðið spælir væl,
eisini seint gloymt.
Tí tað er ikki av at tapa 8-0,
at føroyska landsliðið og
harvið Føroyar eru vorðnar
kendar, men av góðum — og
lat okkum bara brúka orðið
"heiðurligum" - úrslitum.
Ryktið úti í verðini sigur, at
Føroyar hava eitt rættiliga gott
fótbóltslandslið. Eingin kennir
Føroyar sum hitt landið, sum
altíð tapir, hóast hetta - og
latið okkum nú vera erlig - er
tann beiski veruleikin.
Kennir tú land mítt?
TELDUBRÆVIÐ
Frá: Rúnar Reistrup, Siena — runar@reistrup.com
Til: turid@sosialurin.fo
Evni: Vikuskifti
Málteigurin
»Í tráð við«
Hvussu ofta ið sagt verður og skrivað "í tráð við", er og verður
tað óføroyskt. Hetta eigur at verða lagt av sum skjótast! Hetta er
rættiliga nýkomið úr donskum, har tað eitur "i tråd med" og
helst einki samband hevur við "tráð", men heldur orð, ið merkir
'gongulag' el.tíl. (smb. at troða). Á føroyskum kundi hetta eitt
nú verið orðað í samsvari við el. samsvarandi.
Bygdanøvn
Sýnið fólki tann sóma at fara rætt við nøvnunum á bygdum og
býum teirra og annars øllum staðanøvnum. Eitt bygdarnavn, ið
varð illa viðfarið herfyri, var Ljósá. Navnaformar, ið hoyrdust,
vóru m.a. "av Ljósáum", "á Ljósáum", "í Ljósáum", "úr
Ljósáum". Einki av hesum sniðum og fyrisetingum er í nánd við
at vera á rættari leið. Bygdin eitur við Ljósá, og ein sum er úr
teirri bygdini, er tí frá Ljósá . Áin er bert ein! Man tað ikki vera
navnið á grannabygdini sunnanfyri, sum verður vavt uppí. Hon
eitur í Svínáum.
Dalenni
er hvørkikynsorð og er tí óbroytt í bending uttan í hvørsfalli, har
sum tað eitur Dalennis. Tí var tað heldur enn ikki ótýdligt at
síggja hetta í einum blað: "Smærri nøgdir av trolfiski frá
Dalenna (!)".
Hvussu eitur pávin?
Rætt ger sjónvarpið at kalla pávan Jóannes Páll. Jóannes Pauli
er óhóskandi. Pauli er komið av latínskum hvørsfalli av Paulus.
Í donskum álmanøkkum stóð við pálsmessudag 25. jan. "Pauli
omvendelse". Hetta navn hóskaði væl í føroyskari bending og er
nú vanligt navn, ið má sigast at hava vunnið hevd. Men sum
seinna navn pávans hevur tað ikki sørt løgnan dám.
Úr Orðafari nr. 3 1987
Gamla skaldið
og gloymda søgan
William Heinesen hevði fylt 103 ár mikudagin 15. januar 2003. Hann er kortini
háaktuellur í løtuni. Jess Jessen, stjóri í Frederiksberg Antikvariat, hevur ætlanir um at
geva út eina skaldsøgu, sum hevur ligið og savnað dust í goymslunum hjá Munksgaard
C
M
Y
K
32
12
Sosialurin Nr. 7 - 11. januar 2003
Gunnar seg duga at síggja t.d. í
sjónvarpssendingini, sum herfyri
varð send um Sunleif Rasmus-
sen, har bygdarfólkið kom yvir
og heilsaði honum, men legði
samstundis afturat, at tey ikki
skiltu nógv av tí, hann gjørdi.
Tað sama var við Ingálvi av
Reyni í sínari tíð. Felags fyri
hesar báðar listamenninar er
kortini, at báðir ganga nýggjar
leiðir og geva okkum nýggjar
mátar at síggja okkum sjálvi
uppá.
Mentunarpolitikkur,
rammuskaparar og
Ginusøgur
- Uppgávan hjá mentunarpoli-
tikkinum her á landi er sostatt
sambært Gunnari at varðveita
mentanina og stimbra listina,
sum eigur at geva okkum tað
óroynda og óvæntaða, tí kemur
ikki nýtt blóð og nýggjur vøkst-
ur, doyr alt.
Spurdur, um hann í sambandi
við mentunarpolitikkin, kundi
hugsað sær eitt hægri støði í
orðaskiftinum, sigur Gunnar, at
tað kann altíð blíva betri. Men
her heldur hann, at skúlin er ein
møguleiki, sum vit ikki mugu
gloyma, og tí er týdningarmikið,
at vit ikki bert fáa skúlaskipanir,
sum bara eru avskriftir eftir øðr-
um. Vit eiga at gera næmingar-
nar forvitnar, og og vekja eyguni
hjá teimum fyri tí, sum hendir
her og úti í heimi, sigur Gunnar.
Men hvat heldur Gunnar Hoy-
dal, sum sambært grundgeving-
ini hjá Mentamálaráðnum m.a.
hevur fingið mentanarvirðis-
lønina fyri at "flyta mørk", um
gongdina í mentunarkjakinum
hesa seinastu tíðina, har fýra
løgtingsmenn, blanda seg upp í
konkret viðurskifti og ynskja at
skerja stuðulin til Leikpall
Føroya, av tí at Ginusøgur standa
í leiksránni?
Í flestu londum gera politikar-
arnir rammurnar, men blanda seg
ikki upp í hvat slag av tilfari síð-
ani kemur burturúr. Hesum er
man farin frá allastaðni rundan
um okkum. T.d. vita bæði Ísland
og enntá Grønland, at mentan og
skapandi virksemi eru vorðin ein
tann størsta vinnan í heiminum,
og tá er tað nokkso "stuttligt", at
tað almenna ger slíkt, sum vit
sóu herfyri. Men tað endaði kort-
ini væl, og tað var ein veldigur
sigur, at heili 28 tingmenn at-
kvøddu fyri ginunum, og tað
vísir eisini, at vit hóast alt eru
komin nokkso langt, sigur
Gunnar.
- Breyðið og búskapurin eru
nevniliga bert skónin, meðan
mentanin og listin skapa rúmið.
Mentan og list gera okkum opin,
órædd, kenslurík, og tey gera, at
vit kunnu líta øðrum til, eisini
teimum, vit eru ósamd við,
hugleiðir skaldið.
Almennu loftmiðlarnir
Men hóast Gunnar Hoydal
heldur, at vit á summum økjum
eru komin langt, so er hann ikki
nøgdur við avrikið hjá teimum
almennu loftmiðlunum, tá talan
er um mentunarpolitikk.
Útvarpið og sjónvarpið gera
alt ov lítið burturúr. Tað er heilt
bedrøviligt, tá tað kemur til
útvarpið, sum er ein orðmiðil, og
eigur at vekja áhugan fyri
orðinum, men kortini hoyra vit
einki nýtt og óroynt sum t.d.
nýggjar yrkingar í útvarpinum,
sum Gunnar heldur vera alt ov
marknaðarorienterað.
– Vit gjalda lurtara- og hyggj-
aragjald, og tað átti at givið loft-
miðlunum eina skyldu, men tað
vísir seg, at teir hava brúk fyri
einum skumpi. Eitt dømi um eitt
sovorðið skump er Listastevnan,
sum fyrst fekk eina stuttsøgu-
kapping og síðani eina leikrita-
kapping í lag saman við ÚF. Men
skumpið átti at komið innanífrá,
heldur Gunnar Hoydal.
- Ein partur av mentunarpoli-
tikkinum er kortini, at tey sum
arbeiða við mentan og list vinna
sær rættindi t.d. við LISA og
Fjølrit. Men okkurt hendir í
løtuni á økinum, eitt nú í
Mentamálaráðnum, har arbeitt
verður við at ganga nýggjar
leiðir, metir Gunnar.
Politikkur og tað
hugsjónarliga umrenslið
Hann heldur fram við at siga, at
tað hevði verið ynskiligt, um
miðlarnir høvdu reglulig ummæli
av tí, sum kemur út og verður
sýnt fram, men hann sigur seg
eisini skilja, at tíðindi verða
prioriterað, sum tey verða, tí tað
sum vekir áhugan einum, nýtist
ikki at vekja áhugan hjá einum
øðrum. - Men ofta kunnu bóka-
innsløg fanga fólk, tí ofta eru
tíðindi í teimum, tí tey vísa
okkum, hvørji vit eru, og hvagar
vit fara. Tað er yvirdrivið at
halda, at tað eru politikararnir,
sum gera av, hvat hendir. Tí tað,
sum hendir, hendir har fólk tosa
og hittast á arbeiðsplássum, á
gøtuni ella á veitslum. Har fer
líka sum eitt annað stoffskifti
fram, og tað hugsjónarliga um-
renslið gerst eitt annað, sigur
Gunnar, meðan blaðmaðurin
biður hann útgreina hetta nærri.
– Jú, hvørja ferð okkurt politiskt
klandur er í einum skoti tyrpast
miðlarnir saman. Men tann
fjórða statsmaktin, sum miðlarnir
ofta verða róptir, er sambært
Gunnari ein fiktión ella í øllum
førum er hon yvirdrivin. Miðlar-
nir eru sum nevnt marknaðar-
orienteraðir, og tann opni
journalistikkurin hugsar meira og
meira um at selja søgur, og tá er
ikki altíð, at samfelagið verður
lýst, so sum ynskiligt hevði
verið. Gunnar heldur nevniliga,
at mentanin er fortreytin fyri
politikki. Ikki partapolitikki,
men hvussu samfelagið skilir seg
sjálvt. Politikkur er í hesum
sambandi bert eitt amboð.
- Hugsjónarpolitikkur var
leingi eitt ljótt orð í Føroyum, og
ikki fyrr enn vit fóru á húsagang,
sóu vit, at hugsjónir høvdu
nakað at siga, sigur Gunnar. Tað
er eisini tí at hann hevur kallað
nýggjastu bókina hjá sær við
greinum og tíðartekstum, "Land í
sjónum". Dupulttýdningurin í
heitinum er ikki at fara skeivur
av. Føroyar liggja mitt í havinum,
men liggja eisini mitt í nógvum
sjónum og hugsjónum.
Gunnar metir tó ikki, at føroy-
ingar eru so sundur- ell tvíbýttir,
sum ofta verður ført fram. –
Næstan øll eru samd um, at
føroyingar skulu taka ábyrgdina
av Føroyum. Allir flokkar eru
samdir um ein sjálvberandi
búskap, og tað er bara ein onnur
orðing fyri at ráða sær sjálvum.
Hetta sást eisini aftur, tá sam-
gonguskjalið varð undirskrivað,
og andstøðan segði, at hatta
kundu tey eisini skrivað undir,
sigur Gunnar, sum sjálvur sigur
seg halda, at tað var eitt afturstig,
tá hendan samgongan bara fór at
tosa um sjálvberandi búskap, ið
bara er ein partur av politikkin-
um.
At seta alt í eina heild
Spurdur um, hví Gunnar yvir-
høvur leggur í at taka lut í sam-
felagskjakinum og m.a. geva
bøkur út við greinum og mein-
ingum, svarar hann: - Eg veit
ikki, um tað er ein skylda, jú
kanska, men áhugin hevur drivið
verkið. Hann kemur tó ikki úr
ongum, tí har eg vaks upp var
tað náttúrligt at fylgja við í sam-
felagsligum viðurskiftum her og
úti í heimi. Tað er eisini spenn-
andi at fylgja við og seta í eina
heild og eisini ávirka gongdina.
Í hesum sambandi kemur
Gunnar inn á brævaskiftið mill-
um William Heinesen og Jørgen-
Frantz Jacobsen, sum ikki bert
umfatar tey brøvini, sum eru
prentað í bókini "Dýrmæta lív",
men sum telur nógv fleiri brøv. –
Teir vóru hugbornir, kensluborn-
ir og kritiskir ímóti sær sjálvum,
men teir dugdu tað at seta alt í
eina heild, sigur Gunnar, og kall-
ar teir nakrar av teimum fínastu
eygleiðarunum, norðurlond hava
átt. Beint nú verður skrivað um
eitt óprentað handrit hjá Willi-
ami, men Gunnar gleðir seg
nógv meira til, at hetta bræva-
skiftið kemur á prent.
Heildin hevur sum nevnt altíð
verið eitt av eyðkennunum í
skaldskapinum hjá Gunnari, og í
øllum, hann skrivar, viðger hann
Føroyar og Verðina. Hetta er
eisini galdandi, tá Gunnar tosar
um myndlist. Eyðkent fyri før-
oyska landslagsmyndina hevur
verið tann ekspressionistiska
landslagsmyndin, men nú tykist,
sum okkurt er við at henda, og tí
er eisini neyðugt at fáa útlendsk-
ar framsýningar hendanvegin,
heldur Gunnar. Men nógv før-
oysk listafólk eru úti í heimi, so
spurningurin er bara, um tey
venda heim aftur, tí tað er ikki
lætt at arbeiða fulla tíð við list
her í Føroyum. Hetta kundi verið
bøtt um við at útvegað teimum
atelier, og eisini kundu tey fingið
uppgávur frá fyritøkum og tí
almenna. Somuleiðis kann tað
blíva innantrongt hjá yrkjarum,
og her tekur núverandi formað-
urin í egnan barm og sigur, at her
kundu yrkjararnir sjálvir gjørt
meira við at t.d. gjørt nýggjar
formar við yrkingalist við upp-
lestri o.ø.
Verðin og oyggjalandið
Ofta siga ungir yrkjarar seg hava
eldri føroyskar yrkjarar sum
fyrimynd, men so var ikki við
Gunnari, sum longu sum ungur
leitaði í verðini eftir heimsbók-
mentum og las eitt nú enskan og
franskan skaldskap. - Tað fyrsta
ein yrkjari skal gera, er at lesa so
breitt sum gjørligt av dygdar-
verkum, sigur skaldið, sum í
næstu viku fær handaða Ment-
unarvirðisløn Landsins. Og júst
heitið á virðislønini fær prátið
millum listamann og blaðmann
at peika ta listaligu sjóneykuna
hjá skaldinum, sum so ofta hevur
flættað Føroyar og Verðina sam-
an, niður á Føroyar sjálvar. Før-
oyar sum oyggjaland. Eisini her
sær Gunnar ein mun í dag, tá
talan er áhugan fyri listini, sum
ofta verður útint í høvuðsstað-
num. Enn er tað tó dagsverk at
fara úr Suðuroynni til Havnar,
har tey flestu listaligu tiltøkini
fara fram, men við Vágatunlin-
um heldur Gunnar, at vit sóu, at
fólk eitt nú bóru fram, at nú
høvdu tey bara eina lítla løtu at
ferðast til tiltøkini í høvuðsstað-
num. Eisini heldur hann Ment-
unarhúsið í Fuglafirði, har ein
bygd hevur staðið saman um eitt
tílíkt hús, vera áhugavert. Men
tað er eisini heilt nýtt, at landið
letur virðisløn, og tað er tekin
um at tað listaliga arbeiðið verð-
ur virðismett. Tí tað er meira
avgerandi, enn hvør fær hana,
sigur Gunnar at enda í húsum
sínum við ljóði og flagtekju,
haðani útsýnið oman yvir
Havnina og Verðina er sera gott.
"Næstan øll eru samd um, at føroyingar skulu taka ábyrgdina av
Føroyum. Allir flokkar eru samdir um ein sjálvberandi búskap, og tað er
bara ein onnur orðing fyri at ráða sær sjálvum"
Framhald av síðu 11
"Byggilistin er ein konkret list, tí hon hevur beinleiðis ávirkan á
fólk, ávirkan á býin. At skipa ein bý er at arbeiða við mentan,
hvussu fólk liva saman í sínum umhvørvi, og tað er nógv
týdningarmiklari enn at finna tekniskar loysnir"
"Tað at liva í einum so lítlum landi sum Føroyar, kann tó eisini hava sínar
avmarkingar, og hetta sæst eitt nú aftur, tá talan er um ummæli. Her kanst
tú nevniliga møta tí persóninum í morgin, sum tú kritiseraði í gjár, og tí
kann tað kanska gerast eitt sindur tilvildarligt, hvat fólk orkar at ummæla, tí
ofta er hetta eitt ótakksamt arbeiði, og kritikkurin kundi verið meira
skipaður"