Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-11, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. januar 2003síða 18

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 7 - 11. januar 2003 Nr. 7 - 11. januar 2003 35 Almannastovan Almannastovan sóknast eftir einum fólki við akademiskari ella aðrari viðkomandi útbúgving til leiðsluskrivstovuna. Starvið er tíðaravmarkað til eitt ár. Starvsfólkini á leiðsluskrivstovuni hava m.a.ábyrgd av,at setningurin hjá leiðslu- skrivstovuni verður framdur í tráð við politikk og viðtøkur á Almannastovuni og í samstarvi við allar partar á stovninum. Arbeiðið umfatar í høvuðsheitinum • Fyrireikingar og upplegg til fundir á leiðslustøði • Uppfylging av fundum á leiðslustøði • Frásagnir frá leiðslu- og øðrum innan- og uttanhýsis fundum • Framleiðslu av kunningartilfari • Uppgávur innan starvsfólkaøki • Ábyrgd av verkætlanum • Aðrar uppgávur innan fyrisitingina. Vit sóknast eftir einum fólki, ið • Hevur útbúgving frá hægri lærustovni ella aðra viðkomandi útbúgving • Royndir innan almenna fyrisiting • Hevur góðan førleika í føroyskum bæði skrivliga og munnliga • Góðan kunnleika til EDV • Ávísan kunnleika til journalarbeiði Almannastovan kann bjóða eitt spennandi, áhugavert og sjálvstøðugt arbeiði við fjølbroyttum uppgávum. Lønar- og setanarviðurskifti Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Petru Johnsdóttir Joensen, almannastjóra á tlf. 35 35 10. Umsókn við avriti av prógvum o.ø. skulu sendast til: Almannastovuna Postboks 3096 110 Tórshavn Umsóknarfreist: 27. januar 2002 kl. 12.00 Vinarliga merkið brævbjálvan: »Leiðsluskrivstovan« Almannastovan Endurlýsing Fakligur leiðari til Brektoymið Søkt verður eftir fakligum leiðara til Brektoymið at byrja 1.februar 2003 ella sum skjótast. Fakligi leiðarin hevur ábyrgdina av at samskipa arbeiðið í toyminum,umframt at luttaka í dagliga arbeiðinum við ráðgeving og viðgerð av umsóknum. Uppgáv- urnar hjá Brektoyminum liggja um alt landið. Høvuðsuppgávan hjá toyminum er at ráðgeva og vegleiða vaksnum við breki og familjum við brekaðum børnum. Brektoymið umsitur somuleiðis stuðul til heilivág og smærri hjálpartól. Brektoymið arbeiðir við børnum og vaksnum, sum vegna skerdan sálarligan og/ella likamligan førleika hava serlig tiltøk og serligan stuðul fyri neyðini. Toymið skal hava serligan kunnleika til hvørjar trupulleikar og hvønn tørv hesi viðskiftafólk hava, soleiðis at neyðug tiltøk verða fyriskipað sambært sosial- lóggávuni.Toymið skal eisini hava kunnleika til aðrar partar av sosiallóggávuni. Arbeiðs- og ábyrgdarøki: • Fakligi leiðarin hevur ábyrgd av fakligu leiðsluni á deildini. • Samskipan av arbeiðinum í toyminum • Ráðgeving av vaksnum við breki • Ráðgeving av familjum við brekaðum børnum • Samstarv við aðrar fakbólkar Førleikakrøv: Vit ímynda okkum ein persón, sum hevur • Viðkomandi útbúgving • Hollar arbeiðsroyndir frá privatari ella almennari umsiting • Evni at seta í verk fyriskipanir • Evni at eggja og menna starvsfólk • Góð samstarvsevnir • Góð evnir at orða seg munnliga og skrivliga • Góðan kunnleika til EDV • Leiðsluroyndir og kunnleiki til almannaverkið er ein fyrimunur, men eingin treyt. Vit kunnu bjóða • starv í einum spennandi umhvørvi í støðugari menning við nógvum avbjóð- ingum • møguleikar fyri persónligari og fakligari menning gjøgnum eftirútbúgving. • flexskipan • fjølbroyttar arbeiðsuppgávur Lønar og setanarviðurskifti: Lønar- og setanarviðurskiftini eru sambært galdandi sáttmála millum Fíggjar- málaráðið og Starvsmannafelagið. Umsókn: Umsóknir við avriti av prógvum v.m. skulu sendast til Almannastovan J. Broncksgøta 27 Postboks 3096 110 Tórshavn Umsóknarfreist: 27. januar 2003 Gerið so væl at merkja brævbjálvan: »Fakligur leiðari Brektoymið« Almennir fundir hjá Hvannasunds Bygdaráð 2003 verða á kommunuskrivstovuni hesar týsdagar kl. 18.00: 21. januar 18. februar 18. mars 8. apríl 20. mai 17. juni 30. september 28. oktober 25. november 16. desember Fundirnir verða hildnir á kommunuskrivstovuni. Yvirlit yvir tey mál, sum koma fyri á fundi, eins og úrrit úr gerðabókini fyri síðsta fund,verða løgd fram á kommunuskrivstovuni til alment innlit 3 dagar áðrenn fundin. Fyrilit verða tikin fyri reglum um tangarskyldu. Mál, sum skulu viðgerðast á kommunustýrisfundi, skulu verða kommunuskrivstovuni í hendi í sein- asta lagi 7 dagar áðrenn fundin. Kommunuskrivstovan er opin hesar tíðir: Mánadag-mikudag kl. 13.00-16.00 Hósdag kl. 14.00-18.00 Fríggjadag kl. 08.00-11.00 Hvannasunds Bygdaráð C M Y K 35 34