Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-27, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. apríl 2000síða 9

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 tíðindablaðið sosialurin Nr. 80 - 27. apríl 2000 kur fram um land ...tá ið val er, so ert tú nóg góður til at heingja plakatir og annað skrambul upp... ...Jóannes Eidesgaard segði fyri ikki so langari tíð síðan; at ríkisfelagsskapurin er onki problem. Men nú er tað, sum millum lív og deyð at halda fast við ríkisfelagsskapin. Hetta er ein ógvuslig kollvelting... ...ongin danskur statskassi hevur hjálpt okk- um at fáa kommunuskuldina í Hósvík niður... upp á teirra glæstrimyndir hvørja ferð, tað er ein onnur søga. Hevur tú ikki skyldu at gera vart við tína ónøgd við Javnaðarflokkin? – Jú, og tað haldi eg eisini, at eg geri. Í hvussu so er her norðuri. Nyrup vil ræða Nyrup hevur ofta verið harð- ur í orð og gerð mótvegis føroyingum. Nú tosar hann nógv um familjubond, felags søgu og virðing fyri hvørjum øðrum. Hvussu tulkar tú tað? - Mær dámar ikki persón- in, Poul Nyrup. Jóannes Eid- esgaard segði einaferð við meg, at hann hevði hoyrt, at eg var so harður. Men eg eri somikið bleytur, at eg hevði ikki viljað verið í familju við Nyrup. Mær dámar ikki hansara hátt. Hann er øgiliga hástórur. Hugsar tú ikki sum hann, so kanst tú bara fara á dyr. Nei, Nyrup hevur ikki verði penur mótvegis før- oyska Javnaðarflokkinum; serliga ikki móti Maritu Pet- ersen. Og eg trúgvi ikki ein- um orði, sum Nyrup sigur. Hann sigur eitt í dag, og eitt annað í morgin. Tí vænti eg, at sum frá líður fáa vit nógv longur skiftistíð. Hatta við teimum fýra árunum, var bara nakað Nyrup smekkaði út fyri at fáa okkum at hoykna í knøunum. Vit skulu bara taka tað róligt. Støðufesti og arbeiðssemi Hvat heldur tú um, at aftur- svarini til Nyrup frá føroyska Javnaðarflokkinum hava verið sera hóvlig? – Ja, Jóannes segði hóast alt, at atburðurin hjá Nyrup var óheppin. Men, tað vóru ikki slík mjúk orð, Jóannes brúkti um samráðingarnevndina úr sínum egna landi? – Nei, og eg haldi sjálvur, at tað er øgiliga býtt av javn- aðarfólki at sita og gera politiskt agn fyri Sambands- flokkin. Jóannes Eidesgaard hevur sagt, at fullveldisstríðið kann tykjast sum ein religión. Men er ríkisfelagsskapurin ikki vorðin ein átrúnaður fyri tey, sum umboða tín flokk í dag? – Tað er við politiskum flokkum sum við rørslum. Rørslurnar eru so ymiskar á máli um, hvat ið tað er at vera frelstur. Mær dámar best týp- una, sum er støðuføst, erlig og reiðilig og arbeiðssom í gerandisdegnum. Er tað ein navnaseðil, sum tú kanst seta á tey, sum umboða Javnaðarflokkin á tingi í dag? – Eg veit ikki. Eg kenni tey so illa. Mær dámar væl Katrina Dahl Jacobsen. Hon tykist álítandi. Men Hans Paula Strøm skilji eg als ikki. Kanska er hann á so høgum støði, at eg og onnur vanlig javnaðarfólk ikki skilja tað málið, sum hann tosar. Hann er á so høgum akademiskum støði, at kanska bert onkur akademiskur tjóðveldismað- ur skilir hann. Men tjóðveldismaður er hann ikki? – Nei, tað síggi eg á skriv- ingini hjá honum. Mangt kann undra. Vit í Javnaðar- flokkinum fingu eitt broyt- ingarsinnað upplegg, sum vit skuldu fortelja fólki frá undir valstríðnum seinast, men nú kann Hans Pauli Strøm vera so sambandssinnaður, sum hann er. Eg skilji tað bara soleiðis, at hetta er floks- politisk broyting, sum er komin aftaná. Ein akademikara- flokkur Jógvan Mørkøre sáar iva um, hvussu samd javnaðarfólk eru. Hetta hóast tað er van- ligt, at flokkurin letur al- menningin skilja, at lands- fundir altíð verða hildnir í sátt og semju. – Nógv av teimum tjóð- skaparsinnaðu javnaðarfólk- unum hava ikki møtt til landsfund. Tað er sambands- vongurin, sum hevur verið á hesum landsfundum. Tað kundi hent, at broytingarsinn- aði vongurin verður nógv størri enn sambandsvongur- in, næstu ferð vit fara á val. Men nú er tað sambands- vongurin, sum umboðar javnaðarflokkin, við for- manninum á odda! Og Jóannes Eidesgaard hevur tvinnar trolbanar. Hann kann velja at halda seg tættari at sambandinum, og lukkast tað ikki, so kann hann halda seg eitt sindur tættari at Høgna Hoydal, um tað nú lukkast betur. Men í løtuni hevur mann valt ríkisfelagsskap. Fyri at yvirliva. Hvat siga hugtøkini, javn- aður, frælsi og brøðralag tær. Við serligum denti á frælsi? – Tá eg hoyri hasi orðini, hugsi eg um Lech Walensa. Hann hevur verið ein fyri- mynd hjá mær. Tí hann tordi at offra seg í stríðnum, hóast vánaligu liviumstøðurnar hjá teimum ungu har í mun til okkara ungu. Hann hevur mangan verið einsamallur, men kortini tort at havt sínar meiningar. Hóast skipanin royndi at fáa hann av veg- num, tí hann varð hildin at vera vandamikil. Vegurin til frælsi kann vera vandamikil hjá slíkum monnum. Og hann kann gerast tær dýrur... Tann polska offurviljan, kennir tú hann aftur í tí før- oyska Javnaðarflokkinum? – Nei. Eg haldi, at flokku- rin er vorðin ein akademik- araflokkur. Røturnar í ar- beiðs- og fiskimanninum vanta. Nyrup má vera ómøguligur Fara frælslynt javnaðarfólk í Føroyum at fylkjast? – Nógv sita og bíða. Og tað kundi hent seg. Og hvat so, um hesir persónar eru sterkir og hava mussaskøðið á rætta staði. So verður spurningurin, um ikki tann við bestu argumentunum og tann, sum dugir best at tosa, fer at fáa undirtøku. Fyri mítt viðkomandi kann eg siga, at ongin danskur statskassi hev- ur hjálpt okkum at fáa kommunuskuldina í Hósvík niður. Tað er eitt gott argu- ment. Soleiðis trúgvi eg eis- ini, at vit eiga at hugsa í landshøpi. Duga vit føroy- ingar ikki at finna eina niður- støðu, og gera vit ikki broyt- ingar, so fara danir at gera tær. Teir fara at smoyggja hesar broytingar yvir høvdið á okkum, og so mugu vit finna út av at liva við teim- um. Og blokkurin verður av- tikin eftir nøkrum árum, tí danir kanska ikki hava ráð at breyðføða sínum egnu. Er føroyska tjóðskapar- stríðið ein spurningur um persónar? – Eg haldi tað heilt vist, ja. Eg haldi, at Nyrup er noydd- ur at vera ómøguligur. Hann fekk seg so illa royndan av Høgna Hoydal sum jour- nalisti tann tíð tað var, at tað smakkar honum illa bara at síggja í fjesið á honum. Mangur føroyskur politikari øtaðist eisini av tí, sum kom fram av teimum trimum sendingunum um bankamál- ið. Fellur føroyska fullveldið, og politiska avleiðingin av tí verður, at landsstýrið fer frá, hvussu fer eitt møguligt upp- skot frá Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum um ríkisrættarligar broytingar at síggja út? – Tað kemur onki uppskot. Teir vera als ikki samdir. Nú fari eg at brúka orðini hjá Heina í Kunoy: Hatta er tað bera spæl fyri gallarínum. Jóannes og Edmund verða ikki samdir. Hendir tað, so skulu vit hava eitt eyka nýttár... Læra ikki at gera fortreð Fert tú sjálvur at atkvøða nei fyri fullveldið, um tað verður tilmælið frá Javnaðarflokk- inum? – Eg atkvøði ja fyri full- veldinum. Tað havi eg langt síðani gjørt mær greitt. Eg ætlaði mær annars at bíða við at taka støðu til vit vistu meira um skiftistíð. Men, sum orðaskiftið er vorðið, tori eg at fara út og siga, at eg avkvøði ja. Hvussu fer tann sambands- sinnaða kósin hjá Javnaðar- flokkinum at ávirka tann før- oyska Javnaðarflokkin í søgubókunum? – Eg vænti, at flokkurin fer í tvíningar av tí. Eg ímyndi mær, at ein partur fer við teimum yngru vinstrahallu í Tjóðveldisflokkinum. Hvat skulu vit læra børn okkara at tey eru, føroying- ar, danir, ella okkurt heilt triðja? – Tað er ringt at siga. Men tú mást til tíðir siga frá, at okkurt ikki ber til. Viðhvørt ert tú á tí lítla vonginum, og tað kundi kanska verið nógv stuttligari at verið í tí størra bólkinum, sum er so rættur at vera í akkurát tá. Hóast tey í tí bólkinum ikki hava rætt. Børn skulu læra, fyrst og fremst at veita eina hjálpandi hond. Og eru tey ikki samd, so skulu tey halda seg burtur. Ikki gera fortreð. Vit munnu ikki billa børnunum inn, at landið bara er ein gullkista, sum fyllist av sær sjálvari. Tað er stríð og sveitti hjá hvørjum einstøkum, sum fyllur kistuna. Tað liggur tí- verri í okkum føroyingum, at vit altíð skulu hava hjálp, tí tað er so synd í okkum. Tá rópar man um solidaritet og um at hjálpast at. Men tá ið tað gongur gott, so skíta vit á rest. Ótrúverdug andstøða Onkur hevur sagt, at før- oyska samráðingarnevndin berjist á tveimum hermótum; móti væl brynjaðu donsku stjórnini og móti sínum egnu landsmonnum – sambands- monnum og javnaðarmonn- um. Er tað so? – Ja, men viðhvørt er tað neyðugt at berjast á tveim- um hermótum. Men tú mást velja, ikki at taka annan part- in í fullum álvara. Eg spyrji, hvat ætlar føroyska andsstøð- an at gera? Eg trúgvi ikki upp á hendan blanko-kekkin frá ríkisfelagsskapsfólkunum. Danski veljarin er karvandi troyttur av hesum oyggjun- um. Hann fer kanska at krevja at sleppa av við tær. Hetta eiga vit at gera okkum greitt. Vit munnu vera til reiðar at bróta upp um ermar og fara til verka. Hygg eftir samfelagnum. Tað ber væl til at lækka livistøðið. Far inn á dekkið á Smyrli. Har eru ikki nógvir gamlir bilar. Og nú skulu sethúsalánini tiðnast upp. Tað er øgiligt. Men tað mest øgiliga er, at uttan fyri flestu húsini hjá hesum før- oyingum standa spildur- nýggir bilar. Hetta er søgan um blokkin enn einaferð. Vit fáa eina forlorna trygd við slíkari hjálp... Grafikkur Sosialurin Topp — 10 listin Mest vitja›u føroysku heimasí›urnar frá www.leitel.fo Hesa Seinastu Vikur á Sí›unavn vikuna viku listanum ––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– 1 2 9 #Faroese_Chat ––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– 2 4 8 NSÍ ––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– 3 3 2 Jógvan Heinesen ––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– 4 1 1 B68 ( óalmenn sí›a ) ––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– 5 9 3 Leitel Chat ––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– 6 5 15 Tí›indabla›i› Sosialurin ––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– 7 0 Vatnsoyra Bilasavn v/ Hans Elmar Poulsen ––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– 8 8 1 Sambandsflokkurin ––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– 9 0 Havnar Bóltfelag ––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– 10 0 B36 ––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Kelda: www.leitel.fo 16 Nr. 6 · hósdagur 27. apríl 2000 · 74. árgangur K@T@-horniÝ Or›alisti Or› i› ver›a n‡tt í K.T.Horninum Alnet . . . . . . . . . . . . . . . . . . .Internet Datagrunnur . . . . . . . . . . . . .Database Fílaflutningur/fílaveiting . . . .Filoverførsel Forrit . . . . . . . . . . . . . . . . . .Program Geril . . . . . . . . . . . . . . . . . . .Processor Heimsta›ur/heimaøki . . . . . .Domæne Ímynd . . . . . . . . . . . . . . . . . .Ikon Kervi . . . . . . . . . . . . . . . . . .Netværk Kjaksí›ur . . . . . . . . . . . . . . .Diskussionsgrupper Leitibúna›ur . . . . . . . . . . . . .Browser Leitimaskina/Netleitari . . . . .Søgemaskine Móthald . . . . . . . . . . . . . . . .Modem Ravtøkni . . . . . . . . . . . . . . . .Elektronikkur Ritbúna›ur . . . . . . . . . . . . . .Software Rógva út . . . . . . . . . . . . . . . .Surfe Samvirki . . . . . . . . . . . . . . . .Interactivt Talgildismyndatóli . . . . . . . .Digitalt kamera Telduprent forriti . . . . . . . . .Desktop Publishing Tí›indasí›ur . . . . . . . . . . . . .Nyhedsgrupper Tólbúna›ur . . . . . . . . . . . . . .Hardware Ballónma›urin og KT snillingurin Ein ma›ur er staddur í einari luftballón, tá hann gerst varugur vi› at hann er vilstur. Hann letur luft úr ballónini fyri at koma nærri jør›ini, tá hann sær ein mann har ni›ri. Hann kem- ur sær eitt vet longur ni›ur, og rópar: Halt mær tilgó›ar, kanst tú siga mær hvar eg eri? Ma›urin á jør›ini svarar: Jú, tú ert í einari heitlufts- ballón, umlei› 12 metur omanfyri bøin! Tú starvast helst innan kunningartøkni, sigur ballónma›urin. Ta› er satt, svarar ma›urin, hvussu kundi tú vita ta›? Jú, sært tú, alt sum tú higartil hevur sagt er tekn- iskt rætt, men til onga nyttu! Ma›urin á jør›ini sigur sí›ani: Tú eigur at starvast innan virkislei›slu! Ta› er satt, sigur ballón ma›urin, hvussu kundi tú vita ta›? Sært tú, tú hevur ikki ánilsi fyri hvar tú ert, ella hvar tú ert á veg, men tú roknar vi› at eg kann hjálpa tær. Tú ert í júst somu stø›u sum tú vart á›renn vit hittust, men nú er ta› mín skuld. Káta Horni› Tema: Teldukeyp Ein n‡mótans Dirthy Harry Samanseting (Konfiguration) Tá tú hevur funni› út av hvat tú ætlar at brúka telduna til, skal tú avger›a hvørja útger› teldan skal hava fyri at nøkta tín tørv. Tá tú fyrstufer› skal keypa tær eina teldu, er ta› sera torført at avgera, hvussu teldan skal setast saman. Tí er ta› eitt gott hugskot at skeita at hvat vinir og kenn- ingar hava í sínari teldu. Sí›an kann tú tosa vi› einar tveir telduhandlar og lata teir koma vi› einum bo›i› uppá hvussu teldan skal setast saman fyri at nøkta tín tørv, sjálvandi fyri eina upphædd sum tú hevur ætla› at brúkt. Konfigurationin er sam- ansetingin av telduni, ta› vil siga teir ymisku elektronisku og mekanisku lutirnir, sum ein telda er sett saman av. Ta› er samansetingin sum avger› hvussu skjótt teldan arbei›ir, og hvørji forrit teldan kann arbei›a vi›. Tú skal tryggja tær at ta› ber til at skifta ymisku útger›ina út vi› størri og skjótari útger›, fyri ein sámuligan penga, um ta› gerst ney›ugt. Ta› kann skjótt blíva ney›ugt at skifta einkultar lutir út ella okkurt forrit, tí menningin innan teldur gongur vi› strúkandi fer›. Ta› ber ikki til at tryggja móti hesari menning vi› til dømis at keypa ta› d‡rastu telduna. Hon vil heilt sikkurt einafer› blíva ov ótí›arhóskandi. Ta› er heldur ikki naka› gott hugskot at keypa ta› bíligasta, tí tá keypur tú ta› sum er á veg út av markna›inum og kann skjótt fáa trupulleikar vi› til dømis at byggja út. Samanumtiki› skal man ikki taka or›i› framtí›artrygd so álvars- liga, tí ta› ber rætt og slætt ikki til at framtí›artryggja eitt teldukeyp stórt meira enn eitt ár fram. Prísirnir á teldum falla javnt og stø›ugt og ta› er sedra harmuligt at síggja, at tann teldan man keypti í seinasta mána, longu nú er fallin í prísi. Men hetta eru treytirnar og vit skulu ikki vænta at prísirnir í nærmastu framtí› fara at halda sær á einum jøvnum stø›i. Tí skal tú keypa tína teldu júst tá tú hevur brúk fyri henni – hvørki fyrr ella seinni – tí tá fær tú mest fyri pengarnar. Tvey ymisk teldusløg Ta› finnast tvey sløg av teldum til heimabrúk á før- oyska markna›inum. Nevn- liga tær teldurnar sum halda seg til IBM standardin og tær sum halda seg til standardin hjá Apple. Vanliga kalla vit tær teldurnar sum halda seg til IBM standardin fyri IBM- kompatiblar teldur. At ein telda er IBM-kompatibul merkir, at hon kann brúka tey somu forritini sum ein IBM telda ger. Tær flestu teldurnar um okkara lei›ir eru IBM-kompatiblar. Tær teldurnar sum halda seg til Apple standardin, kallast Power-Macintosh (ella bara Mac). Ta› er bert virki› Apple, sum framlei›is Power-Macintosh teldur. IBM-kompatibul ella Power-Macintosh Um tú velur IBM-kom- patibla ella Mac teldu er heilt upp til tín smakk. Fyrr hevur IBM-kompatibla teld- an bori› or› fyri at hava størri teldukraft fyri givna peningin, me›an hon hin- egin er kend fyri at ver›a sera líti› brúkaravinarlig hjá fólki á byrjunarstø›i og uttan teldukunleika. Power- Macintosh hevur hinvegin veri› kend fyri at ver›a sera brúkaravinarlig, me›an hon hinvegin ikki hevur havt somu teldukraft í mun til givna peningin. Men hetta er nógv broytt seinastu árini, solei›is at hesi bæ›i sløg av teldum nú líkjast sera nógv, undantiki› vi› atliti til st‡risskipaninar og gerilin (ver›ur umtala› í eini kom- andi grein). Tá hesar teldur ikki eru kompatiblar, kann man ikki brúka somu forrit til bæ›i teldusløgini. Forritini til IBM-kompatiblu telduna skulu ver›a í einari IBM- útgávu og til Power-Macin- tosh skulu ver›a Mac-út- gávu. Nøkur forrit fáast bert í einari útgávu, sum bert kann n‡tast til ta› eina slagi› av teldum. Men eydnutí› koma ta› fleiri og fleiri forrit í útgávum sum kunnu brúk- ast til bæ›i sløgini av teld- um. Tá skal tú bert ansa eftir at tú keypir røttu útgávuna, sum passar til tína teldu. Farteldu Eisini ber til at velja eina farteldu, sum vi› tí›ini ikki er so øgiliga nógv d‡rari enn ein vanlig skrivarabor›s- telda. Men ta› er framvegis solei›is at ein fartelda sum kostar ta› sama sum ein vanlig telda, ikki hevur somu telduorku sum tann vanliga teldan. Hetta kemur helst av at menningin innan farteldur er eitt sindur aftanfyri menn- ingina av vanligu teldunum. Teir flestu lutirnir eru eisini minni og meira kompaktir enn lutirnir í vanligu telduni. Farteldan kann ver›a ein praktisk loysn sum heima- telda. Hon tekur nógv minni pláss enn ein vanlig telda. Man sleppur undan øllum ka›alum sum tengja tær ymisku eindirnar saman, og teldan kann skjótt og lætt goymast vekk í eina skuffu tá hon ikki ver›ur brúkt. Men ein fartelda er ikki tann besta at arbei›a vi› tá man skal arbei›a leingi vi› telduni. Hetta kemur av tí at skermur og knappabor› eru bygd saman og kunnu ikki setast hvør sær. Meira um teldu- arbei›splássi í einari seinni grein. Ta› ber tó væl til at tengja ein vanliga skerm og vanligt knappabor› til fatelduna. Í næstu viku fara vit at vi›ger›a allar lutirnar sum ein telda er samansett av. sid@sosialurin.fo kelda: www.fs.dk 3. partur – Hvørja teldu skal eg keypa? Í seinasta bla› umrøddu vit nøkur forrit sum vit í okkara dagligdegi kunnu brúka telduna til. Talan var› um forrit til undirising, undirhald og internet. Hesafer› ver›ur ta› um hvat vit skulu leggja til grund tá vit velja hvørja teldu vit skulu keypa AOL kemur vi› n‡ggjum »bo›bera« So kom fyritøkan AOL (American Online) vi› enn einum skoti› í krígginum móti Microsoft, í samband vi› tann n‡ggja "bober›an", i› nevnist Instant Messenger 4,0, og riggar saman vi› Windows og Macintosh. Størsta gjøgnumbroti› vi› hesum n‡ggja bo›beranum er, talu- og myndamøguleik- arnir. Ta› vil siga møguleik- ar at samskifta gjøgnum Alneti› vi› myndum, ljó›i og talu. Annars hevur n‡ggja forriti› frá AOL eina ør- grynnu av n‡ggjum marg- mi›la samskiftis møgu- leikum. Smátí›indi: