Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-27, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. apríl 2000síða 10

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 tíðindablaðið sosialurin Nr. 80 - 27. apríl 2000 18 tíðindablaðið sosialurin Nr. 80 - 27. apríl 2000 Færri útlendingar enn í fjør Á talvuni sæst, hvussu hava talið av fremmandum fótbóltsspælarum hevur verið í 1.deild síðan 1998. 98 99 2000 KÍ 2 4 3* GÍ 1 1 0 B36 2* 3* 1 HB 0 0 2 NSÍ 2 2* 0 B68 2 4 2 VB 3* 2* 4* B71 - 3* 2 Sumba 2* 4 4 TB 2* - - (ÍF) 3* 3 - (FSV) - - 4 í alt 20* 26* 22* * leikandi venjarar eru íroknaðir Útlendska umboðanin í 1.deild i 2000 Jugoslavia 7* Sumba (4), VB (2), KÍ (1*) Pólland 5* VB (2*), KÍ (2), B71 (1) Litava 4 FS Vágar (4) Rumenia 3 HB (2), B71 (1) Brasil 2 B68 (2) Svøríki 1 B36 (1) Feløgini ið hava útlendska umboðan í 2000 VB 4* Pólland (2*), Jugoslavia (2) Sumba 4 Jugoslavia (4) FS Vágar 4 Litava (4) KÍ 3* Pólland (2), Jugoslavia (1*) B68 2 Brasil (2) B71 2 Pólland (1), Rumenia (1) HB 2 Rumenia (2) B36 1 Svøríki (1) GÍ 0 NSÍ 0 Fyri fyrstu ferð í mong ár er líkt til, at talið av útlendskum leikarum í føroysku fótboltslandskappingini verður minni enn árið fyri * Leikandi venjarar eru íroknaðir Sum tað plagar at vera í byrjan av hvørjum kappingarári, eru fleiri nýggj andlit í hvørjum felagi. Á talvuni síggjast allir leikarar, ið umboðaðu síni feløg í 1.umfari, men sum ikki spældu við hesum feløgum í 1.deild í 1999 Tey seinastu árini er tað vorðið alt meira vanligt, at feløgini hava fingið sær fleiri og fleiri útlendskar leikarar í vón um at teir fóru at styrkja um á besta lið- num. Talið av fremandum monnum økti serliga um í fjør, tá ið tað bleiv loyvt at nýta fýra útlendingar í hvør- jum felagi í staðin fyri tveir. Í 1999 spældu 26 fólk úr øðrum londum í føroysku 1.deild, sum gjørdist met higartil. Men í ár er talið av útlendingum er ikki so høgt kortini. Í dag eru 22 teirra (leikandi venjarar íroknað- ir) skrásettir í 1.deildarfe- løgum, og 20 vóru at síggja á vøllinum mánadagin. Ellivu útlendingar, ið vór- u við í kappingini-99, eru farnir av landinum. Ein (pólverjin Tomasz Przybyl- ski) skal framhaldandi spæla við ÍF, men hesaferð í 2.deild, og møguliga fer venjarin hjá sumbingum Milan Cimburovic aftur at hjálpa sínum bygdarmonn- um úr Royn í næstbestu deildini (jugoslavin býr í Hvalba). Hann leikti ein dyst við NSÍ í byrjanuni av kappingini í fjør. Ellivu fremmandir menn halda fram við somu liðunum, meðan tveir teirra hava skift felag (jugoslavin Tomislav Sivic og pólverjin Robert Cieslewicz). Hesin seinni er tann einasti ikki føroyingur, sum skoraði í 1.umfari. Hann gjørdi sigursmálið í Sumba fyri nýggja felag sítt, VB. GÍ og NSÍ ætla sær als ikki at brúka útlendska ar- beiðsmegi í 2000, men teir í HB (og eisini uppflytarar úr FS Vágum) gera tað fyri fyrstu ferð í langa tíð. Bert ein málmaður (Wal- demar Novicki úr Póllandi, ið á fótbóltshópi langt síðan er blivin føroyingur) er skrásettur í 1.deild í ár, í mun til fýra í 1999. Fimm út og fýra inn Eingin leikari úr Danmørk, Onglandi, USA, Bulgaria og Ungarn spælir í føroysku 1.deild longur. Men fyri fyr- stu ferð í søguni komu lit- avar henda vegin at spæla. Svenskarar høvdu ikki verið at hitt á fótbóltsvøllum í heimligu kappingum í Før- oyum í nógv ár. Merkisvert er, at av teim- um átta feløgunum, ið hava lúttikið í 1.deild trý tey sein- astu árini, bert tey bæði suð- uroyarliðini, VB og Sumba, hava uppbrúkt tað loyvda talið av útlendskum leik- arum í hvørjari kapping. Sumbingar høvdu tó bert tríggjar útlendingar á vølli- num í 1.umfari. IE Nýggj andlit í hvørjum felagið B68, 6 Jan C. Dam nýtt felag Eyðstein Skipanes nýtt felag Øssur Hansen afturkomin Arnbjørn Danielsen afturkomin Jákup Eli Olsen afturkomin Súni Fríði Johannesen afturkomin HB, 5 Símun Eliasen nýtt felag Gheorghe Ciure nýtt felag, debut í 1.deild Florin Mihaescu nýtt felag, debut í 1.deild Janus Joensen debut í 1.deild Pætur Dahl debut í 1.deild B36, 5 Jens Martin Knudsen nýtt felag Magni á Lakjuni afturkomin Mikkjal Thomassen afturkomin Fróði Clementsen afturkomin Haakan Lundholm nýtt felag, debut í 1.deild VB, 3 Predrag Zivkovic nýtt felag, debut í 1.deild Robert Cieslewicz nýtt felag Eyðun Kjærbo afturkomin GÍ, 3 Óli Hansen nýtt felag Helgi L. Petersen nýtt felag Áslakur R. Petersen nýtt felag Sumba, 2 Eigil Olsen nýtt felag, debut í 1.deild Sasa Tomajek nýtt felag, debut í 1.deild B71, 2 Høgni Hansen nýtt felag Bernhard Petersen nýtt felag NSÍ, 2 Rúni Joensen afturkomin Djóni N. Joensen afturkomin KÍ, 1 Hjalgrím Elttør debut í 1.deild * FS Vágar spældi seinast í 1.deild í 1997. Umframt fýra litavar, hava fleiri aðrir leikarar spælt í bestu deildini á fyrsta sinni. ie Í fjør gjørdu fýra lið nýtslu av útlendskum málverja, men higartil í ár er Waldemar hjá B71 einasti útlendingur á hesum plássi KÍ styrkir um hópin Gongst eftir ætlan, fáa klaksvík- ingar á næstum tveir jugoslavar í leikarahópin JÁKUP MØRK Í mun til undanfarna kappingarár er KÍ kanska tað liðið í fremstu deild- ini, sum hevur størsta partin av hópinum eftir. Í so máta skuldi hetta boðað frá góðum fyri før- oyameistararnr, sum flei- ri hava spátt fara at end- urvinna meistaraheitið. Saknur í Kurt Einasta frágongdin, sum KI hevur havt, er á frem- sta á aftasta plássinum, og tað er júst á hesum báðum plássum, at klaksvíkingar ætla at styrkja sær um hópin. Í fótbóltur 2000, sum Sosialurin gav út fyri stuttum, greiddi Tomi- slav Sivic frá, at teir ar- beiddu við ætlanum um at fáa fatur á tveimum útlendskum leikarum, og nú er líkt til, at hetta arbeiði er um at koma undir land.. Svend Jacobsen, for- maður í KÍ, váttar fyri Sosialinum, at talan er um ein 23 ára gamlan á- leypara, Srecko Milice- vic, og ein 33 ára gamlan málverja, Zoltan Ku- jundzic sum skulu koma afturat leikarahópinum. Ov feskir Svend Jacobsen ásannar, at nýggi álopsleikarin fyrst og fremst er ætlaður at yvirtaka álopssessin hjá Kurt Mørkøre. - Ikki tí, vit hava fleiri ungar og sera evnaríkar leikarar til álopsplássini, men enn eru hesir kanska nakað feskir, og haraftur- at vilja vit ikki leggja ov stórar byrðar á herðar teir- ra alt fyri eitt, greiður Svend frá fyri Sosiali- num. Støðan á málmans- plássinum er rættuliga meinlík. Eisini her eigur KÍ nakrar sera evnaríkar leikarar, men afturvend- andi spurningurin er eis- ini her, um leikararnir ikki eru dekan ov ungir og ó- royndir. Umframt at spæla við, er ætlanin eisini, at mál- verjin skal virka sum mál- mansvenjari fyri besta mansliðið, og allar ung- dómsdeildirnar, og á tann hátt vónar leiðsla felags- ins, at jugoslavin eisini upp á longri sikt verður ein vinningur fyri felagið. Áðrenn leikararnir kunnu knýtast endaliga at leikarahópinum, er tó neyðugt at innferðar- og arbeiðsloyvi verða fingin í rættlag, men nær hetta verður, veit KÍ formaðurin ikki at siga. Mótmæla framferðini Síðani mentunarnevndin fyri knøppum mánaði síðani legði fram tilmæli um ikki at gera rennibreyt á Tórsvølli, hava fleiri áhugabólkar innan frælsu í- tróttina gjørt vart við misnøgd sína hesum viðvíkjandi JÁKUP MØRK Fyri stuttum kom av nýggjum rørsla í málinum um, hvørt rennibreyt eigur at verða gjørd kring Tórs- vøll ella ikki. Orsøkin til hetta var til- mælið, sum mentunar- nevndin í Tórshavnar legði fram, og sum síðani varð samtykt av einum breiður býráðsmeiriluta. Ónøgd um mannagongdina Mentunarnevndin mælti tá til, at eingin rennibreyt verður gjørd kring Tórsvøll, men at býráðið ístaðin eigur at leita eftir øðrum hóskandi stað at leggja rennibreytina. Eftir at Sosialurin seinast í mars mánaði greiddi frá innihaldinum í tilmælinum frá mentunarnevndini, vóru fleiri áhugabólkar, sum yvir fyri býráðnum gjørdu vart við sína ónøgd hesum við- víkjandi. Í skrivum til býráðslim- irnar varð heitt á hesar um at bera so í bandi, at til- mælið ikki varð samtykt, tí hetta eftir teirra tykki vildi viðført óbótaligan skaða fyri frælsa ítróttin. Lesið eisini um ítróttin á alnetinum: www.sosialurin.fo KÍ venjarin, Tomislav Sivic, fær nú tveir landsmenn afturat sær í leikarahópin Í einum av hesum skriv- um varð ført fram, at um- sitingin í býráðnum og nevndin í Bragdinum saman við deildarsambandinum fyri frælsan ítrótt á fundi í oktober mánaði 1999 vóru á fundi um hetta málið. Sambært skrivinum, ið okkum kunnugt er latið øll- um býráðslimum, var tá semja um at Býráðið skuldi gera eina meting av, hvat kostnaðurin av einari renni- breyt kring Tórsvøll var, sammett við kostnaðinum av eini rennibreyt í Hoy- dølum, sum hevur verið nevnt sum eitt alternativ. Sambært skrivinum, sum varð sent býráðslimunum hin 4. apríl í ár, gav býráðið tá tað lyfti, at umboðini hjá frælsa ítróttinum skuldu kunnast um úrslitið av hesi kanning, áðrenn nakað meira hendi málinum. Kort- ini hevur Býráðið eftir hetta samtykt, at rennibreyt ikki skal vera á Tórsvølli, uttan at omanfyrinevnda kostnað- armeting nakrantíð er gjørd. Ikki her og nú Umframt at umboð fyri frælsu ítróttina hava gjørt vart við sína ónøgd yvir fyri býráðslimunum, gera tey í skrivinum vart við, at tey eru fullgreið um, at talan verður ikki um nakra renni- breyt her og nú. Hinvegin eru tey bangin um, at verður ætlanin viðvíkjandi renni- breyt um Tórsvøll slept, verður rennibreyt ongantíð gjørd í høvuðsstaðnum. Umframt at umboð fyri frælsa ítróttin hava gjørt vart við sína ónøgd yvir fyri framferini hjá býráðnum í hesum máli, so hava eisini umboð fyri ítróttafeløgini í høvuðsstaðnum, fótbóltsfe- løgini undantikin, skúla- stjórar og umboð fyri Før- oya Læraraskúla víst á, hvønn týdning ein renni- breyt hevur fyri ítróttaíðka- rar í høvuðsstaðnum. Álitið stuðlar frælsu ítróttini Í hesum sambandi er áhuga- vert at nevna, at álitið um mentan og list í Tórshavnar Kommunu, sum í gjár varð latið býráðslimunum, stuð- lar upp undir sjónarmiðini hjá frælsu ítróttini. Tikið verður ikki so harð- liga til í álitinum, men hin- vegin verður gjørt vart við, at »frælsi ítrótturin ikki fær At býraáðið nú hevur slept ætlanini um at gera rennibreyt kring Tórsvøll, hevur aftur skumpað undir kjakið hesum viðvíkjandi sín rætta týdning, verður ikki veittur honum umstøð- ur millum hinar stóru ítrótt- irnar, og verandi stadionøki ber ikki sítt navn av røttum, so leingi frælsi ítrótturin er útihýstur har.« Hvønn týdning álitið hev- ur í framtíðar arbeiðsset- ningi kommununar kann kanska tykjast heldur ó- greitt, men skulu hesi orð takast í álvara, er einki at ivast í, at rennibreytin verð- ur veruleiki í framtíðini. Okkum eydnaðist ikki at fáa orðið á Leiv Hansen, býráðsformann. Í røðu síni, tá álitið varð handað bý- ráðsfomanninum, segði hann seg vera vísan í, at álitið fer at gera tað lættari hjá politakarunum at taka avgerðir innan mentanar- politik.