Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-27, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. apríl 2000síða 11

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 tíðindablaðið sosialurin Nr. 80 - 27. apríl 2000 20 tíðindablaðið sosialurin Nr. 80 - 27. apríl 2000 Bert trý feløg í 1.deild hava føroyskar venjarar í hesum kappingarárinum. Áhugavert er, at øll hesi Eysturoyggin føroysk Líkt er til, at tað bert eru eysturoyingar, sum hava álit á føroysku venjarunum feløgini umboða Eysturoy- nna. (Johan Nielsen venur GÍ, Trygvi Mortensen NSÍ, og Jóannes Jakobsen B68). Johan Nielsen er ein av trimum føroyskum venjarum í fyrstu deild. Eins og Trygvi og Jóannes venur hann eis- ini eitt eysturoyarlið Tríggjar kappingar hava longu verið, og niðanfyri framganga úrslitini av tí seinastu av hesum, Flaggdagsrenningin. Umframt nógvar einstak- ar kappingar í renning, kasti og frælsum ítrótti annars skipar Deildar- sambandið fyri tveimum Grand Prix kappingum í ár. Grand Prix kappingin í renning Síðani 1998 hevur verið skipað fyri Grand Prix renning, ið kann saman- berast við eina lands- kapping fyri rennarar. Kappingin er skipað bæði sum einstaklinga- kapping og liðkapping millum tey trý feløgini Bragdið, Roysnið og Treysti. Tey bæði seinastu árini hava Flaggdagsrenningin og rennikappingar á øll- um stevnunum talt við, men í ár ætlar Deildar- sambandið at skipa kapp- ingina øðrvísi. Kapping- arnar, ið telja við í Grand Prix kappingini í ár, eru Flaggdagsrenningin, Føroya Bjór Renningin á Norðoyarstevna, Eystan- stevna, ein kapping á Svangaskarði, Vestan- stevna og Ólavsøkan. Av hesum seks kapp- ingunum telja fimm tey bestu úrslitini hjá hvørjum rennara við. T.v.s. at rennararnir eru meiri frítt stillaðir - teir eru við í kapp- ingini, sjálvt um tað gongst teimum illa í einari kapping, ella teir missa eitt umfar t.d. vegna skaða. Stigatalvan er tann sama, ið hevur verið nýtt hini ár- ini: nr. 1 í hvørji kapping fær 40 stig, nr. 2 fær 34 stig, nr. 3 - 30 stig, nr. 4 - 26 stig, nr. 5 - 23, nr. 6 - 20, nr. 7 - 18 stig, nr. 8 - 16 stig, nr. 9 - 14 stig, nr. 10 - 12 stig, nr. 11 - 10 stig, nr. 12 - 9 stig o.s.v. nr. 20 fær 1 stig. Vinnari tey bæði undan- farnu árini hevur verið Gutt- orm Sørensen úr Treysti- num, meðan Bragdið hevur vunnið liðkappingina. Daewoo marathon Sum nakað nýtt fer Deild- arsambandið eisini at skipa fyri einari Grand Prix kapp- ing í heyst. Hetta verður gjørt fyri at savna tær nógvu einstøku kappingarnar, sum liggja um heystið, í eina eind. Hetta skuldi havt við sær, at tey, ið renna, fram- vegis hava nakað at venja til, tá FM í frælsum ítrótti og Grand Prix kappingin er- u liðug um Ólavsøkuna. Hendan seinna kapping- in, ið verður nevnd Daewoo marathon, fevnir um fýra umfør, ið tilsaman eru eitt marathon til longdar, t.v.s. 42,195 km. Vinnarin av kappingini er tann, ið hevur runnið tann samlaða teinin uppá stýtst tíð. Fyri at vera við í kappingini er sostatt neyðugt at luttaka í øllum fýra umførum. Tey fýra umførini eru rættuliga ymisk. Fyrsta umfarið er Daewoo-renn- ingin í Klaksvík, ið er á eini harðari rutu. Næsta kappingin er hálvmara- thon í Havn; hetta er sam- stundis FM í hálvmara- thon. Triðja kappingin er Runt Agnið, ið verðu runnið á eini harðari 10,5 km langari rutu í Eystur- oy. Seinasta umfarið verður væntandi á Kambsdali í oktober. Sum tað sæst av kapp- ingarskránni niðanfyri, hevur Deildarsambandið fyri Súkkling og Frælsum ítrótti borðreitt við nógv- um ymiskum kappingum í ár, so her skuldi verið okkurt fyri øll tey, ið hava hug at royna seg innan frælsan ítrótt. Kappingar í fræls- um ítrótti 2000 Tað eru heilar 19 kappingar í frælsum ítrótti í ár sam- bært kappingarskránni hjá Deildarsambandinum fyri Súkkling og Frælsan ítrótt Flagdagsrenningin Árliga flagdagsrenningin varð hildin í góðum líkindum týsdagin Onkur av luttakarunum vildi kanska vera við, at tað var heldur kalt, tá flagdagsrenningin fyri ár 2000 varð hildin týsdagin. Tó so, samlaða luttakaratalið kom nakað væl upp um tey tveyhundrað, so heilt galið mundi tað kortini ikki vera. Kappast varð í fýra ymsum bólkum, og eru úrslitini fyri bólkarnar víst niðanfyri: Menn 1. Bogi Lenvig 23 min. 51 sek 2. Guttorm Sørensen 23,56 3. Albert Marni Joensen 24,15 Kvinnur 1. Rigmor N. Joensen 28, 06 2. Sunnuvá Bjarnastein 29,00 3. Tordis Debes 30,05 Dreingir 1. Rani Herup Olsen 6,19 2. Tróndur Kragesten 6,22 3.Dánjal Davidsen 6,41 Gentur 1. Helga Djurhuus 6,40 2. Maria í Skorini Jacobsen 7,22 3. Kristina F. Joensen 7,28 Flaggdagsrenningin er samstundis fyrsta umfar í Grand-Prix kappingini Ársins svimjari hjá monnum: Símun Petur Zachariasen Áðrenn tapið ímóti NSÍ mánadagin høvdu klaksvík- ingar spælt 19 landskappingardystir á heimavølli, utt- an at nakað mótstøðulið megnaði at fara suðuraftur við øllum trimum stigum. Seinasta ferðin, hetta hendi, var 21.september í 1997, tá GÍ í einum ógvuliga spennandi dysti vann 5-4! Síðani tá hevði KÍ vunnið fjúrtan ferðir heima, og fimm dystir endaðu við javnleiki. IE 19 dystir uttan tap KÍ ósigurin móti NSÍ var hin fyrsti a á heimavølli í meira enn tvey ár Fyri góðari viku síðani skip- aði ÍSB fyri FM-kappingum í boccia og svimjing. Til- samans vóru eini 40 luttak- arar, og umframt hesi vóru eisini heilt fitt av áskoð- arum komin at hyggja og fylgja við, hvussu leikur mundi fara. Endaligu úrslitini í boccia kappingunum vóru hesi: Fyri rørslutarnað 1. Jóannis Ziska 2. Jógvan Tellin 3. Marius Johansen Fyri menningartarnað 1. Unn Mortensen 2. Elvin Weihe 3. Jonhard Haraldsen Eftir svimjikappingina vóru ársins svimjarar eisini kos- nir. Hjá kvinnunum fall val- ið á Duritu Strøm, meðan Símun Petur Zachariasen varð kosin til ársins svim- jara á mannfólkasíðuni. Øll hini sjey liðini uttan- fyri Eysturoynna hava fremmandar fótbóltsser- frøðingar at stýra spælinum. Tveir jugoslavar (Tomislav Sivic í KÍ og Milan Cimburovic í Sumba), 1 ru- mena (Ion Geolgau í HB), 1 svia (Pelle Andersson í B36), 1 dana (Per Langvad í B71), 1 pólverja (Krzystof Popczynski í VB) og 1 lita- va (Kestutis Latoza í FS Vágum). Og um vit taka tey feløg- ini, ið hava síni bestu lið í 2.deild, so er støðan akkurat tann sama. Eysturoyarfeløgini ÍF, LÍF og EB/Streymur brúka føroyingar sum venjarar, meðan hini (TB og Royn) hav útlendskar venjarar! Fimm venjarar (Johan Nielsen, Trygvi Mortensen, Ion Geolgau, Krzystof Pop- czynski og Milan Cimbur- ovic) halda fram við somu feløgunum, ið teir vandu í seinnu helvt í kappingini- 99. Tomislav Sivic hevur skift frá B36 til KÍ, Jóannes Jakobsen byrjaði við sínum nýggja liði eftir eitt ár burtur frá fótbólti, og tríggjir út- lendingar (Kestutis Latoza, Per Olov Andersson og Per Langvad) royna seg í Før- oyum á fyrsta sinni. IE FM í Boccia og svimjing Árligu føroyameistarakappingarnar hjá ÍSB vórðu hild- nar fyri góðari viku síðani, og í sama sambandi vórðu ár- sins svimjarar avdúkaðir Føroyameistarar í badminton Vikuskiftið 15. og 16. apríl varð kappst um FM í badminton fyri einstaklingar. Sum kunnugt var mest óvæntaða úrslitið helst, at tað eydnaðist Ragnari Rasmussen at basa Erlandi Poulsen í kappingini hjá monnum. Kappast varð annars í ein- og tvímansleiki, og vórðu úrslitini hesi: Einmansleikur, kvinnur 1. Ingun Hansen, Strálan 2. Guðrun Jacobsen, HBF Einmansleikur, menn 1. Ragnar Rasmussen, HBF 2. Erland Poulsen, HBF Tvímansleikur, kvinnur 1. Annika Berg og Guðrun Jacobsen, HBF 2. Elsa Thorkildshøj og Guri Poulsen, HBF Tvímansleikur, menn 1. Gunnar M. Gregoriussen og Heðin Joensen, HBF 2. Erland Poulsen og Regin Hammer, HBF Blandaður tvímansleikur 1. Elin Jacobsen og Erland Poulsen, HBF Elsa Thorkildshøj og Aksel Poulsen, HBF Blandaður tvímansleikur: Elsa og Aksel gjørdust nr. 2, meðan Erland og Elin vunnu kappingina Tvímansleikin hjá monnum vunnu Gunnar og Heðin, sum standa høgrumegin, á Regini og Erlandi Hjá kvinnunum Annika og Guðrun (h.m.) tvímansleikin, meðan Guri og Elsa gjørdust nr. 2 Føroyameistari í einstaklingakappingini hjá kvinnum varð Ingun Hansen úr Stráluni Hjá monnum varð tað Ragnar Rasmussen, sum at enda tryggjaði sær FM-heitið Badmintonárið er nú av á hesum sinni, og niðanfyri eru myndir av vinnarunum av FM-kappingini fyri einstaklingar Í hesum sambandi tók liðið eisini lut í stórari altjóða flogbóltskapping í Rødovre - Påskestævnet - har um 140 lið rá Danmark, Svø- ríki, Týskalandi og Hol- landi luttóku. Landsliðið var við í sterkasta kvinnu- bólkinum. Í innleiðandi umfarinum var føroyska liðið saman við danska Farum VK og týska liðnum Tus Berne. Komu væl frá byrjan Fyrsti dysturin var ímóti týska liðnum. Hetta vóru stórar og sterka kvinnur, men heldur seinar tá tær fluttu seg. Við góðum og tryggum leiki vann Føroyar 2-0, og var hetta ein góð byrjan upp á kappingina. Næsti dysturin var ímóti Farum VK, og gjørdist hes- in ein sannur gysari. Før- oyar vunnu fyrsta, men taptu næsta settið og tí varð neyðugt við einum javn- brótara. Hesin gjørdist eisini sera spennandi og liðini fylgdust alt settið, men tað eydnaðist Føroyum at vinna 16-14 og harvið dystin 2-1. Føroyar høvdu nú leikt seg fram til at leika um eitt plássi í finalubólkinum, og var í hesum sambandi leik- tur ein dystur ímóti Lyngby, sum okkara kvinnur vunnu 2-0. Í finalubólkin Finalubólkurin varð leiktur 2. páskadag. Liðið leikti tveir dystir og vann 2-0 á Gentofte, men tað var dyst- urin ímóti einum týskum liðið, sum gjørdi at Føroya ikki komu ovast á sigurs- skammilin. Hesin dysturin gjørdist sera spennandi og javnur, har neyðugt var við einum javnbrótara, sum týska liðið vann 15-13 eftir at støðan hevði verið 13-13. Føroyar tapti sostatt dystin 2-1. Samanlagt gjørdist før- oyska kvinnulandsliði so- statt nr. 2 í kappingini,og verður hetta mett sum eitt gott úrslit. Til Malta Føroyska flogbóltslandslið- ið er annars í fer við at fyri- reika seg til EM-undan- kapping, sum verður á Malta seinast í mai. Føroyar eru her í bólki saman við Malta, Kypros og Íslandi. Liðið metir at kappingin í Danmark var við til at styrkja samanspælið eins og komið var fram á nakrar veikleikar, sum skulu ven- jast fram til kappingina á Malta. Við á føroyska kvinnu- landsliðnum vóru: Helen á Lakjuni, ÍF, Marjun Kalsø, Mjølnir, Tina Jacobsen, Mjølnir, Alvilda Ólavs- dóttir, TV 55, Juanna S. Jo- ensen, ASV, Gerda Natte- stad, Dráttur, Gudrid Nol- søe, Fortuna Odense, Mar- git G. Joensen, Mjølnir, og Helga Nordendal, Dráttur. Venjari er Niclas Joensen. Harumframt eru hesar við í bruttoliðnum: Tóra Mortensen, TB, Winnie Djurhuus, TB, Mariann Ø- ster, Fleyr og Annika Joen- sen, TV 55, sum var stødd Kvinnulandsliðið fekk silvur Partur av føroyska kvinnulandsliðinum í flogbólti hevur um páskirnar verið í Danmark á venjingalegu saman við teimum leikarunum, sum dagliga leika í bestu deildini í Danmark uttanlanda tá kappingin fór fram. Føroysku flogbóltskvinnurnar stóðu seg væl í altjóða kapping í Rødovre herfyri