Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-14, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. januar 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 8 - 14. januar 2003 Nr. 8 - 14. januar 2003 9 Tá tingfundur verður týsdagin klokkan 14. januar 2003 klokkan 13.30 verður eitt søguligt misálit lagt fram. Tað bendi alt á mánadagin POLITIKKUR Ingi Rasmussen – Fer Jørgin Niclasen ikki frá áðrenn tingfundin, so leggja vit eitt misálit fram, staðfestir Lisbeth L. Peter- sen, forkvinna Sambands- floksins. Seinni um dagin skuldu Javnaðarflokkurin og Sam- bandsflokkurin á fund at tosa um málið. Serliga hvønn misálitið skuldi vendast ímóti: Anfinn Kallsberg løgmanni ella Jørgin Niclasen landsstýris- manni. Handan leiktjøldini stríddist samgongulimir hinvegin at sannføra Jørgin Niclasen um, at hann gjørdi rættast í at fara sjálvboðin, so tað slapst undan mis- álitinum. Javnaðarflokkurin vil hava, at eitt misálit skal vendast ímóti landsstýris- manninum, so viðgerðin fer at snúgva seg um málið. Verður tað samtykt, er tað samstundis eitt misálit móti løgmanni, sum ikki hevur handlað í málinum, og tí kann hugsast, at hann stendur næstur á skránni, um landsstýrismaðurin rýk- ur. Løgmaður hinvegin fer helst at vísa á, at hann hev- ur tikið støðu í málinum, tí hann hevur givið landsstýr- ismanninum fleiri ábreiðsl- ur. Stýrisskipanarlógin áset- ir, at meira enn helmingurin av øllum tingmonnum, tað vil siga 17 tingmenn, skulu atkvøða fyri, um eitt misálit skal verða samtykt. Verður eitt misálit samtykt, skal løgmaður loysa viðkom- andi landsstýrismann úr starvi. Er misálitið reist ímóti løgmanni, skal løg- maður biðja løgtingsfor- mannin loysa seg úr em- bætinum. Sambært tingskipanini skal eitt misálit leggjast fram skrivliga á løgtings- fundi. Skráin fyri løgtings- fundin verður tá alt fyri eitt broytt soleiðis, at hetta mál verður sett at vera næsta mál á sama fundi, og verð- ur, tá umrøðan endar, farið beinleiðis til atkvøðu- greiðslu á fundinum. Tað er bara einaferð hent áður, at misálit er reist, síðan stýrisskipanarlógin kom í gildi í 1995. Tá reisti Jóannes Eidesgaard misálit móti Sámal Petur í Grund, landsstýrismanni, men tað fall. Sum landið lá mána- dagin, bendi alt á, at eitt misálit varð reist, men tað var ikki óhugsandi, at okk- urt annað hendi í málinum, sum gjørdi, at alt verður sum vant á tingfundinum týsdagin. So er tað í staðin ES, sum er á lofti. Søguligt misálit ávegis Tignin er farin, og inflatión er komin í. Tað halda advokatar, sum høvdu himprast við at gjørt eina kanning fyri løgting- ið, um teir vórðu bidnir. Orsøkin er tann viðferð, sum kanningin av em- bætisførsluni hjá Jørgin Niclasen hevur fingið frá løgmanni KANNING Ingi Rasmussen – Eg hevði ikki tikið av, sigur Alfred Petersen advo- katur. – Eg hevði verið ógvu- liga betonkiligur, sigur Jógvan Páll Lassen advo- katur. Í kjalarvørrinum av kanningini av embætis- førsluni hjá Jørgin Niclasen frábiðja advokatar sær at gera eina kanning fyri løgtingið eina aðru ferð. Orsøkin er tað eftirspælið, sum kanningin fekk í politisku kvørnini. Tá kanningin, sum Turið Debes Hentze stóð fyri, varð liðug, varð hon fyrst kannað av Fiskimálaráð- num, sum sjálvt stóð fyri skotum, og síðan løgd út til ein eksternan advokat at hyggja ígjøgnum, áðrenn løgmaður tók støðu til, um Jørgin Niclasen hevði gjørt nakað skeivt. Hetta undrast advokat- arnir, sum Sosialurin hevur tosað við, stórliga um. Kanning omaná Inflatión er komin í, heldur Alfred Petersen advokatur, sum er púra avgjørdur og hevði sagt nei takk til at verið kanningarstjóri fyri løgtingið. – Trupulleikin er ikki, at advokatar verða settir upp ímóti hvørjum øðrum. Tað eru vit vanir við í okkara arbeiði. Men tá kanningar verða lagdar omaná kann- ingar, til úrslitið er vorðið, sum tú vilt hava tað, so hava vit ein stóran trupul- leika við kanningarháttin- um, og tað hevði eg ikki viljað verið partur av, sigur Alfred Petersen. Í Dagblaðnum, málgagni Fólkafloksins, mánadagin verður harðliga lagt eftir Turið Debes Hentze per- sónliga og hennara kanning verður eitt nú kallað »eitt makkverk«. – Ein advokatur má tola eitt sindur av hvørjum, men tað er keðiligt, um lagt verður eftir persóninum heldur enn málinum. Tað er ótrúliga keðiligt, um ein viðgerð av einari kanning, sum advokaturin er biðin um at gera, verður so ótýdlig. Tað førir bara til, at fólk ikki tíma eina aðru ferð, sigur Alfred Petersen. Hann er formaður í Advokatfelag Føroya, men hann leggur dent á, at tað ikki er sum slíkur, at hann úttalar seg. Niðurbrótandi Tignin er farin av hesum slagi av kanningum, og spælireglurnar eru brotnar. Tað heldur Jógvan Páll Lassen, sum ivast stórliga í, um hann hevði tikið av, um hann varð biðin um at kanna eitt mál fyri løg- tingið. Jógvan Páll Lassen vísir á, at ávísar spælireglur vórðu gjørdar, tá stýrisskip- anarlógin varð smíðað, har løgtingsformaðurin eftir ávísum mannagongdum kann seta kanningar í verk av landsstýrinum. Tær spælireglurnar mugu hald- ast. – Løgtingið hevur ein møguleika at seta ein kann- ingarleiðara, sum verður eitt slag av dómara í dystin- um. Tá dysturin er liðugur, kann løgmaður ikki bara siga, at dómarin onki nytt- aði og seta aðrar dómarar at døma. So verður onki skil á, sigur Jógvan Páll Lassen. Hann hevur sjálvur ikki lisið frágreiðingina hjá Turið Debes Hentze, men tað er óviðkomandi, sum landið nú liggur, heldur hann. – Tá vit hava so tignar- liga skipan, har hægsti parlamentarikarin í land- inum, løgtingsformaðurin, setir ein kanningarstjóra, so mugu vit hava álit á skipan- ini og taka ta niðurstøðuna, sum kanningarstjórin kem- ur við, til eftirtektar. Annars rýkur øll tignin og alt álit á skipanina. Hetta málið hevur niðurbrotið skipanina, sigur Jógvan Páll Lassen. Turið Debes Hentze var annars eitt natúrligt val, heldur hann, tí tær stóru advokatskrivstovurnar eru ógegnigar í hesum málin- um. – Eg havi fult álit á, at løgtingsskrivstovan hevur mett skilagott um hesi tingini, sigur Jógvan Páll Lassen. Advokatar melda pass Kanningar- stjórin stendur við sína frá- greiðing KANNING Ingi Rasmussen Hóast bæði umsitingin og onkur løgfrøðingur hava sátt iva um frágreiðingina hjá Turið Debes Hentze, advokati, um embætis- førsluna hjá Jørgin Nicla- sen, so stendur hon rimmarføst við sína frá- greiðing. – Eg standi við frá- greiðingina, og eg aftur- vísi, at eg havi tikið av- gerð á ófullfíggjaðum grundarlag. Eg havi alla tíð kunnað Fiskimálaráð- num í málinum, og um nakað vantar, so er tað teirra egna ábyrgd, sigur Turið Debes Hentze, sum annars ikki vil gera fleiri viðmerkingar í málinum. Kanningarstjórin kom til ta niðurstøðu, at Jørgin Niclasen veik frá lógini, tá lán til tveir rækju- trolarar vórðu løgd um. Í sínum svarum hava landsstýrismaðurin og hansara umsiting ført fram, at hevði kanning- arstjórin lagt høvuðsúr- slitini fram fyri fyrisit- ingina, so høvdu nakrar misskiljingar ikki komið fyri, og úrslitið hevði verið eitt annað. Hesum vísir Turið Deb- es Hentze aftur. Hon sigur, at umsitingin var væl og virðiliga kunnað um málið og hevði góðar møguleikar at gera sínar viðmerkingar. Tað verður eisini und- irbygt í einum skjali, sum Sosialurin hevur fingið innlit í. Í einum brævi til Fiski- málaráðið, dagfest 23.05. 2002 biður Turið Debes Hentze um fleiri upp- lýsingar í málinum, og hon ger vart við, at svarið upp á hesar spurningar kann verða avgerandi fyri, hvat úrslitið av kanningini verður. Síðan gevur hon eitt yvirlit yvir málið, og sig- ur, at »um landsstýrið hevur tilfar, sum eg ikki havi, og sum eftir lands- stýrisins áskoðan broytir hesa gongd, vil eg fegin hava at vita um tað«. Sostatt er líkt til, at Fiskimálaráðið fekk høvi at svara aftur, og fekk møguleika at beina møguligar misskiljingar av vegnum. Turið Debes Hentze heldur hinvegin ikki, at nakað nýtt er komið fram í málinum, síðan kanningin varð almannakunngjørd. Tá kanningar verða lagdar omaná kanningar, til úrslitið er vorðið, sum tú vilt hava tað, so hava vit ein stóran trupulleika við kanningarháttinum, sigur Alfred Petersen, advokatur Hetta málið hevur niður- brotið skipanina, sigur Jógvan Páll Lassen, advokatur Jenis væntar misálit Tingmanningin hjá Tjóðvelsisflokkinum var sera varin við at siga nakað um eitt møguligt misálit á Jørgen Niclasen, áðr- enn flokkurin fór á fund í seinnapartin í gjár. Umboðið hjá Sjálvstýrisflokkinum, Kári P. Højgaard, stuð- lar tó løgmanni, með- an Jenis av Rana úr Miðflokkinum sigur seg vænta eitt misálit POLITIKKUR Theodor E. D. Olsen Tað var ein sera hulin sam- gonga, sum gjørdi við- merkingar til framtíðina hjá Jørgeni Niclasen sum fiski- málaráðharra, og fleiri av samgongulimunum, høvdu valt at sløkkja fartelefonina í gjár. Tí var trupult at fáa viðmerkingar um eitt møguligt misálit í gjár. Eftir ætlan skuldi Tjóð- veldisflokkurin hava fund í gjár klokkan 17. Sambært tjóðveldisfólki var hetta ein regluligur fundur, men eingin duldi fyri, at eitt møguligt misálit á Jørgen Niclasen var høvuðsmálið á fundinum. Heini O. Heinesen í Tjóð- veldisflokkinum var tó ein av teimum fáu, sum gekk við tendraðari fartelefon í gjár, og við Sosialin segði hann seg taka støðu í tingsalinum, men hann metti ikki, at Jørgen Niclasen hevði "tacklað hetta málið rætt", sum hann málbar seg. – Tað er ikki problemið hjá Tjóðveldisflokkinum, at ein landstýrismaður hjá Fólkaflokkinum ger er í trupulleikum Men ein land- stýrismaður er altíð í vanda, eisini um hann einki skeivt hevur gjørt, sigur Heni O. Heinesen. Tingsins trúvirði i vanda Hann helt tað vera skeivt av Løgtinginum í síni tíð at samtykkja lógina um um- skipan av lánum hjá fjar- fiskaflotanum, tí hetta var tað sama sum at geva ein blankokekk, sigur Heini O. Heinesen, sum leggur dent á, at hann ikki atkvøddi fyri lógini. Hann heldur tí, at tað kundi skalað trúvirðið hjá tinginum, um atkvøtt varð fyri misáliti, tí tingið hevur jú sjálvt samtykt lógina. Heini O. Heinesen metir, at Jørgen Niclasen hevur gjørt nógv, sum er nógv verri enn júst tað sum kann- ingin hjá Turið Debes Hentze fevndi um. Sum dømi nevnir tjóðveldisting- maðurin, tá ein norskur línubátur varð tikin inn í flotan á sinni. – Tá royndu eg og Jákup Sverri Kass at gera okkurt við málið, men eingi áhugi var fyri tí, sigur Heini O. Heinesen, sum kortini viðgongur, at tað broytir støðuna, tá eitt mál er viðgjørt av einum kann- ingarstjóra. Hann heldur, at tað er torført at finna niður- støður í kanningini hjá kanningarstjóranum, og ser- liga orðingin í Stýrisskip- anarlógini, sum ljóðar "eftir góðum umsitingarligum siði", verður mett ógvuliga individuelt, av tí sum skal taka støðu slíkum málum. Ein kanning er ikki ein dómur Hinvegin er ein kanning hjá einum kanningarstjóra ikki ein dómur, sigur tingmað- urin úr Kunoy, sum sáa nakran iva í sambandi við sjálva kanningina. Men sum nevnt heldur Heini O. Heinesen hetta ikki vera nakað stórt mál samanborið við so nógv onnur. Men tað stóra í tí er kortini, at tað er farið til ein kanningar- stjóra, sigur Heini O. Heinesen, sum heldur, at Jørgen Niclasen átti at lagt frá sær. Men hann leggur kortini afturat, at eingin fer væl av, at annar fer illa. Annita onga viðmerking Hergeir Nielsen, tjóðveld- ismaður úr Suðuroy, vil ikki gera stórvegis við- merkingar til málið um Jørgen Niclasen. – Mín støða er greið. Nú má bera ella bresta hjá samgonguni. Men hendan samgongan hevur klárað so nógv higar- til, at hon man eisini fara at klára hesa støðuna, sigur Hergeir Nielsen. Hvørgin av tjóðveldis- kvinnunum, sum eru valdar í Suðurstreymoy, Annita á Fríðriksmørk og Kristina Háfoss, vildu gera nakra viðmerking til Sosialin. Hetta er ein nýggj støða, tí áður hevur ljóðað, at Annita á Fríðriksmørk ætlaði at atkvøða fyri einum misáliti á Jørgen Niclasen. Men í gjár vildi hon altso einki siga, fyrr enn tingbólkurin hevði tosað saman á fundi. Kári P. Højgaard álit á løgmanni Samgongan er mannað av fýra flokkum, harav tveir hava bert tann eina mannin. Kári P. Højgaard í Sjálv- stýrisflokkinum hevur onga tingmanning at fara á fund við, men sjálvur sigur hann, at úrslitið hjá kanningarstjór- anum gongur ikki Jørgen Niclasen og umsiting hans- ara á møti. Her kundi málið verið avgreitt, um landsstýr- ismaðurin legði frá sær, men tað gjørdi hann ikki, og tí rullar bólturin nú sambært Kára P. Højgaard víðari til løgmann, sum gevur Jørgeni Niclasen tað gula kortið. Óhefti trímannabólkurin, Julianna Klett, Sjúrður Horsdal og Anfinn V. Han- sen, siga at einki skeivt er gjørt. Tað sama sigur Christian Andreasen, ad- vokatur, sum sjálvstýris- tingmaðurin tó kallar ógegnigan, og tað metir hann vera sera keðiligt. Kári P. Højgaard meldar púra greitt út, at kemur eitt misálitisuppskot niðan í tingið, er tað líka mikið, um tað er á landsstýrismannin í fiskivinnumálum ella á løgmann. Verður avgerð løgmans broytt til reytt kort í Løgtinginum er misálit eisini sett á embætisførslu hansara. Kári P. Højgaard hevur álit á løgmanni, og tekur avgerðina hjá honum til eftirtektar, men av tí at høvuðsyvirskriftirnar í fjøl- miðlunum í seinastuni hava snúð seg um embætisførsl- una hjá Jørgeni Niclasen, er trúvirðið minkað, og tí hava vit ein politiskan trupul leika. – Einasti, sum kann bøta um hendan trupulleika, er Jørgen Niclasen sjálvur, sigur Kári P. Højgaard. Spurdur, um tað ikki er av tí, at Sjálvstýrisflokkurin ikki kann vera Fólkaflokkin fyri uttan, at hann ikki vil atkvøða fyri misáliti, sigur Kári P. Højgaard, at ta tíðina hann hevur sitið í samgongu, hevur løgmaður stýrt skútuni væl. Men hevði tað verið Kári sjálvur, sum var fiski- málaráðharri, hevði hann farið frá, sigur eysturoyar- tingmaðurin, sum gjarna hevði vil sleppa undan at vera partur av hesum trupul- leikanum. Spurdur, um hann kann tað, svarar Kári P. Høj- gaard, at hetta málið fór fram áðrenn hansara tíð. - Men tjóðveldismenn hava ein stóran trupulleika í hesum døgum, sigur tann einsamalli sjálvstýristingmaðurin og sipar til mismun í uppsagn- um av landsstýrismonnum. Jenis væntar misálit Hin lítli flokkurin í sam- gonguni, Miðflokkurin, sendi um vikuskiftið Jørg- eni Niclasen eitt "lítið og fitt" bræv, sum formaðurin, Jenis av Rana, málber seg í samrøðu við Sosialin. Í brævinum heitir Miðflokk- urin á landsstýrismannin um at leggja frá sær, tí tað er samgongan og ikki and- støðan, sum skal ráða í Før- oyum, sigur Jenis av Rana. – Tí eigur Jørgen Niclasen at lata ein floksfelaga fáa landsstýrissessin. Løgmaður hevur tikið eina juridiska avgerð, men hann átti eisini at tikið eina politiska avgerð sum samgonguleiðari. Hetta er eingin katastrofa, og mið- flokkurin og samgongan hava nógv stórmál, sum skulu fremjast, sigur ting- maðurin hjá Miðflokkinum. Hann vil ikki avdúka, um hann atkvøður fyri einum møguligum misáliti. – Men eg vænti, at meiriluti verður fyri tí, sigur Jenis av Rana at enda. Tingfundur verður í dag kl. 13.30, og tá verður pol- itiska lagnan hjá Jørgeni Niclasen helst avgjørd. C M Y K 9 8