Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-14, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. januar 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 8 - 14. januar 2003 Nr. 8 - 14. januar 2003 11 Á Hotel Vágum hava tey merkt økt virk- semi, hendan mán- aðin, Vágatunnilin hevur verið opin TUNNILSÁRIN Edvard Joensen Vágar: Á Hotel Vágum merkja tey, at meira hevur verið at gjørt, síðan und- irsjóvartunnilin undir Vest- mannasundi lat upp fyri einum mánaða síðani. Kári Hentze, leiðari á Hotel Vágum, sigur, at tað merkist eisini á útlitunum fyri árinum, sum júst er byrjað, at fast samband er fingið við meginøkið. Tað hevur verið væl meira at gjørt á hotellinum um vikuskiftini, síðan und- irsjóvartunnilin lat upp, enn vanligt hevur verið hini árini. Fólk eru komin av oynni at fáa sær ein bita, og onkur hevur so gist eisini. – Tað eru fók ymsastaðni úr landinum, sigur Kári Hentze. Vit hava lagt merki til, at eysturoyingar hava verið fleiri her, sigur hann. Eisini mitt í viku hevur verið framgongd at merkt, um enn ikki í sama mun sum um vikuskftini. Hetta er heilt øðrvísi enn árini frammanundan, sigur Kári Hentze. Tá hevur virk- semið verið rættiliga av- markað hesa árstíðina. Hann hevur vónir um, at hetta fer at halda á. Í hvussu er merkist longu nú nógv størri áhugi fyri gistingum á Hotel Vágum í summar- hálvuni, enn fyrr hevur verið. Serliga eru tað bólk- arnir, sum liggja longri í Vágum. – Fyrr var vanligt, at tá eitt ferðalag kom til Føroya, varð gist eina nátt á Hotel Vágum. Annaðhvørt á veg inn ella út. Tá flogið varð. Nú síggja vit longu, at tey biða um fleiri nætur her. Tí nú er tað jú líka lætt at sleppa busstúrar á megin- økinum, um tú býrt í Vág- um ella í Havn. Fótbóltslandsdystirnir eru altíð góðir fyri fullum húsum, og tað er langt síðan umbiðið í tí samband- inum. Tað hendir beinan- veg, lutakastið hevur verið, sigur Kári Hentze, leiðari á Hotel Vágum. Skeiðvirksemið verður eisini meira í vetur, enn vanligt hevur verið, sigur hann. Tað eru føroyskar fyritøkur, sum halda skeið á hotellinum, og í ár eru fleiri nýggir kundar, sum ikki hava verið á Hotel Vágum í slíkum ørindum fyrr. Og leiðarin á hotellinum ivast ikki í, at tað er fasta sam- bandið, sum ger tað. Hotel Vágar hevur seinnu árini havt føst tiltøk út eftir várinum. Tað hava verið dansikvøld, vínsmakkingar og úrferðir við borðhaldi og dansi aftaná. Vanliga hevur so borið til at fáa gisting við í einum pakkatilboði. Fleiri fyritøkur hava gjørt nýtslu av hesum tilboðun- um og brúkt tey sum eina firmaútferð. Ætlanin var fyrst í febr- uar í ár at hava eina vín- smakking, men vegna for- fall er tað tiltakið flutt eitt sindur og ikki endaliga fastlagt enn. Eitt stórt dansitiltak verð- ur tó í februar og eitt verður í mars, sigur Kári Hentze. Útferðirnar verða, sum vanligt hevur verið einaferð í apríl. Tað verður eisini lýst nærri seinni, sigur hann. Um summarið plagar Hotel Vágar at skipa fyri sonevndum Føroyakvøld- um. Og tey verða eisini í summar. Hvørt leygarkvøld frá fyrst í juni og restina av summarárstíðini verða Føroyakvøld við føroysk- um mati og mentan á Hotel Vágum. Fyrr hevur veirð soleiðis, at hesi tiltøk enda umleið klokkan tíggju-ellivu á kvøldi. Men so verður ikki í summar, tí hildið verður fram við gamlamannadansi út á náttina hvørt leygar- kvøld alt summarið ígjøg- num, sigur Kári Hentze, leiðari á Hotel Vágum. Sum nakað heilt nýtt er hotellið eisini farið at bjóða ítróttarfeløgum at leggja venjingarlegur í Vágum við Hotel Vágum sum miðstøð. Næsta vikuskiftið fer hondbóltsfelagið Neistin á venjingarlegu í Vágum, har gist verður á hotellinum, og ymsu ítróttarligu tiltøkini so verða hildin á ítróttar- økjunum í oynni. – Vágar eru heilt væl egnaðar til slík tiltøk, vísir Kári Hentze á. Her eru tríggir fótbóltsvallir. Ítrótt- arhøll er á Giljanesi. Stór fimleikarhøll og svimjihøll eru í Sørvági. Umframt er so Hotel Vágar, sum er væl egnað til at hýsa ítróttar- fólkum við eitt nú so- nevndum »twin-rúmum« við sjónvarpi og skrivi- møguleikum umframt van- ligum skeiðstovum eisini. Hotellið merkir tunnilin – Tað er heilt greitt, at fasta sambandið undir Vestmannasundið hevur longu havt positivt árin á raksturin hjá Hotel Vágum, sigur Kári Hentze, leiðari á hotellinum Nógv ymsik tiltøk verða á Hotel Vágum í vetur og vár. Sum nakað heilt nýtt bjóðar hotellið seg eisini fram við venjingarlegum til ítróttarfeløg. Umstøðurnar til slíkar legur eru góðar í Vágum, og tann fyrsta venjingarlegan verður longu næsta vikuskifti Nýggjur økisleiðari hjá Almannastovuni í Norðoyggjum Frá fyrsta januar varð Jóan Hendrik Svabo Samuelsen úr Klaks- vík settur sum økis- leiðari á Almanna- stovuni, Norðoya deild. Henda deildin hevur ikki verið ser- liga sjónlig, men tað er ætlanin hjá nýggja økisleiðaranum, at tað skal broytast ALMANNASTOVAN Solby A. Eliasen Klaksvík: Jóan Hendrik Svabo Samu- elsen, leiðarin á økisdeild- ini hjá Almannastovuni í Norðoyggjum, er 47 ára gamal. Hann byrjaði at arbeiða á Almannastovuni í Havn í 1994. Síðani tá hev- ur hann arbeitt á Almanna- deildini í Tinganesi, hann hevur verið fyribilsstjóri á Almannastovuni í eitt styttri tíðarskeið og ar- beiddi síðani aftur í Al- manna- og heilsumálaráðn- um, inntil nú. Hann sær sítt fyrsta mál í nýggja starvin- um verða, at økisdeildin í Norðoyggjum skal verða meiri sjónlig. – Eg síggi hetta starvið sum eina stóra avbjóðing. Tí tað verður spennandi at verða við til at byggja deildina upp. Ein kann seta spurnartekin við, hví tað er neyðugt at byggja eina deild upp, sum longu er til staðar frammanundan, men tað er ein sannroynd, at deildin í Norðuroyggjum hevur verið sera ósjónlig, sigur nýggi leiðarin, sum heldur, at ein av størstu or- søkunum til, at deildin hevur verið so ósjónlig er, at tað bert hevur verið for- sorgarfyrispurningar, sum hava kunnað verðið av- greiddir har. – Hugsa tær, um eitt nú dagpeningaskipanin og eftirlønarskipanin eisini vórðu ein partur av dagligu umsitingini. So hevði myndin óivað verið ein heilt onnur, heldur Jóan Hendrik Svabo Samuelsen. Økisdeildirnar mennast Sum liður í bygnaðarbroyt- ingunum hjá Almannastov- uni, er ætlanin at økisdeild- irnar skulu mennast. Mill- um annað við at leggja meira út til tær at umsita, tí sum er, er forsorgarhjálpin tað einasta, sum verður av- greitt á økisdeildunum. Restin verður alt sent til Havnar. Og tað er millum annað hetta, sum nýggi leiðarin í Norðoyggjum væntar, fer at verða við til at gera deild- ina meiri sjónliga. Og sum skilst, so verður tað helst ikki so long tíð, fyrr enn fleiri viðurskiftir enn bert forsorg kunna av- greiðast á økisdeildunum hjá Almannastovuni kring landið. Hann greiðir frá, at innan fyri fyrsta ársfjórðingin í ár, er ætlanin at fyrispurningar um eftirlønarviðurskifti skula kunna svarast á eini økisdeild. Og eisini skal persónsviðbótin viðgerast og roknast út á økisdeild- unum. Og síðani verða onnur mál eisini so líðandi flutt út til økini. Men hetta at forsorg hev- ur verið tað einasta av- greiðslumálið hjá økis- deildunum er ikki einasta orsøkin til, at deildin hevur verið ósjónlig. Ofta hava fólk gjørt vart við, at tá tey ringja til økisdeildina við spurningum, so verða tey ofta biðin um at ringja til Havnar. Og tað fílist Jóan Hendrik harðliga á, tí hann heldur, at tað er uppgávan hjá starvsfólkunum at syrgja fyri, at kundin fær ta vitan, sum hann skal hava. Og síðani kundi starvsfólk- ið sett seg í samband við viðkomandi aftur við upp- lýsningunum. Tí nýggi leið- arin heldur, at tað er ein góður máti at vísa kundun- um, at deildin er her fyri tey. – Nú skal tað verða so, at ístaðin fyri at vit siga, hetta er ikki okkara borð, og síð- ani vísa til onkran annan, so siga vit, at tað er okkara borð og gera so alt fyri at kunna avgreiða kundan á økisdeildini, sigur Jóan Hendrik, sum hevur arbeitt innan Almannaverkið í Havn í átta ár. Hann heldur eisini, at kunning frá økisdeildini um broytingar sum henda innan Almannaøkið kunna verða við til, at deildin verður meira sjónlig. Hann vísir á, at um nú til dømis dagpeningagjaldið hækkar ella okkurt annað tílíkt, so átti tað at verið so líka til, at økisdeildin í Norðoyggjum tók sær av at kunna norðoy- ingar um broytingarnar. Men hann sigur tó, at sam- starv er í millum økisdeild- irnar. – Nú havi eg ikki verið á deildini her í Norðoyggjum so longi, men eg havi longu fingið ta fatan, at tætt sam- starv er millum Norðoyggj- ar og Eysturoynna, og tað vóni eg fer at standa við. Onkur hevur tikið til, at ein veit ikki av, at ein deild hjá Almannastovuni er í Norðoyggjum, og enn og minni, hvar hon heldur til, og tað heldur Jóan Hendrik er ov galið. Onki skelti er at síggja nakrastaðni í Klaks- vík, sum sigur, at Almanna- stovan er her, men tað sigur nýggi leiðarin fer at broyt- ast nú. – Eitt so einkult ting, sum eitt skelti, so at fólk vita, at her er Almannastovan, tað eigur at vera, sigur Jóan Hendrik Svabo Samuelsen. – Um vit fáa gjørt deild- ina til tað, sum vit hava tos- að um, so hava vit nátt okk- ara málið fyri fyrst, sigur hann at enda. Á Almannastovuni í Norðoyggjum starvast um- framt leiðaran, tveir sosial- ráðgevar og tveir skrivarar. – Deildin skal verða sjónlig- ari, sigur nýggi økisleiðarin hjá Almannastovuni í Norð- oyggjum, Jóan Hendrik Svabo Samuelsen Mynd: Rúna Sivertsen C M Y K 11 10