Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. januar 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 8 - 14. januar 2003 Nr. 8 - 14. januar 2003 13 At seta ein kanningarstjóra er eitt anboð hjá Løg- tinginum, og tí er tað eisini Løgtingið, ið eigur at gera av, um spurningar skulu setast, eftir at ein kanningarstjóri er komin til eina niðurstøðu. Løgmaður er ikki tann rætti at seta spurnartekin við eina slíka kanning. Ger hann tað, so setir hann seg yvir Løgtingið. J Fr. Øregaard sáli plagdi at siga, at Landstýrismenn vóru húskallar hjá Løg- tinginum. Henda mynd er ikki av leið, og hevur Anfinn Kallsberg gott av at minnast til hetta. Tað rætta í hesum málinum var, at Jørgen Niclas- sen sjálvur legði frá sær, tí hann ikki kundi livað við ivanum, ið sáddur var. Serliga nú tað er komið fram, at umsitingin av hesum málinum var óruddilig. Hann kundi gjørt sum Anders Fogh Rasmussen gjørdi á sinni. Hesin legði sjálvur frá sær sum ráðharri fyri síðani at venda aftur sum forsætismálaráðharri. Vil landstýrismaðurin ikki fara sjálvur, so eigur løgmaður at koyra hann frá, fyri at endurskapa álitið á skipanina. Tá løgmaður nú ikki er maður fyri hetta, so má Løgtingið inn. Eitt eigur samgongan tó at vita, og tað er, at missir ein maður hvødið við eitt misálit, so er einki sum eitur come-back í landstýrinum, tí hvørjir sam- gongufelagar fara í framtíðini at ganga við til at seta ein landstýrismann, ið tingið koyrdi til hús vegna misálit. Hvat sigur Tjóðveldisflokkurin til alt hetta? Tað er løgið at flokkurin, sum hevur tikið patent uppá politiskt reinføri, ikki slær nevan í borðið. Tað er skeivt, tá formaður Tjóðveldisfloksins sigur, at hetta er eitt problem hjá Fólkaflokkinum. Hetta er ein trupulleiki hjá samgonguni og Løgtinginum. Hett er ein trupulleiki hjá øllum Føroya fólki, tí skipanin verður undirminerað, um ikki rætt verður farið fram. Er tað so livandi galið, at krampaktiga takið um valdið í einari heimastyrissamgongu av teimum minni yvirtøkuhugaðu søguligani sæð, ger at Tjóðveldisflokkurin kann venda blinda eygað til í hesum malinum? Tá tað týddi so nógv fyri leiðsluna í Tjóðveldisflokkinum at fáa Signar á Brúnni at fara frá fyri at fáa politiskan frið í sam- gonguni, so mátti hon eisini víst sama hugburð í hesum málinum. Tað vil tíðin so vísa, um hon ger. Vónandi vísa politikarar seg sum politikarar í hesum málinum, óansæð hvønn flokk teir hoyra til. Skaðin er hendur við at Løgmaður sáar iva um ein kanning, ið Løgtingið hevur umbiðið, áðrenn Løgtingið hevur sagt nakað um hesa kanning. Nú ræður um klinka sum frægast, eftir framferðina hjá Løgmanni fyri at endurskapa álit aftur á politisku skipanina. DAGSINS MEINING Sosialurin Løgmaður út um mark VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 4449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Jenis av Rana løgtingslimur f. Miðflokkin Mánadagin h. 06.01 varð eg ringdur upp av blað- manninum Áka Bert- holdsen. Høvuðsspurning- ur hansara var, hvat eg hugsaði um og meinti við, tá eg í viðgerðini av fíggj- arløgtingslógini, ið var um miðjan desember, úttalaði meg um nýggja sjúkrahús- bygningin. Áki hoyrdi meg tá siga, og hetta var ikki fyrstu ferð, at eg droymdi ikki um at bygningurin fór at standa tómur, tá hann var liðugur. Um so varð metti eg meg at hava ein trupul- leika, og fór eg tí at taka støðu til framtíð mína í politikki. Eg svaraði sjálvandi spurningi blaðmansins og øðrum hann spurdi um. Eg greiddi enn einaferð frá, at um samgongan ikki megn- aði at loysa hendan grund- leggjandi trupulleikan, ja so fór eg at lata upp til stjórn Miðfloksins at avgera, um eg skuldi taka meg úr politikki, ella um Miðflokkurin skuldi velja at fara úr samgonguni. Í sosialinum h. 10 januar hevur samgongufelagi fingið ilt av orðum mínum – tað hevur hann sjálvsagt loyvi til. Men, grundarlagið undir øði hansara tykist m. a. vera, at: ikki hoyrdist eitt kis frá Jenis av Rana um hetta, tá atkvøtt varð um fíggjarlógina, og full semja er í samgonguni um hetta mál. Um einki kis hoyrdist frá Jenis av Rana hevði Áki Bertholdsen onga orsøk havt at ringt til undirritaða h. 6. januar! Nettup tí at eg, enntá fleiri ferðir, royndi fáa menn at viðgera spurn- ingin um hóttandi tómu bygningarnar, ringdi blað- maðurin, hann lurtaði nevniliga eftir orðaskiftin- um! Men hetta lýsir tíverri nógv stórsta trupulleikan í politikki – menn fyrnast ikki fyri at brúka lygnina. Sannleiksstøðið í tí, at full semja er í samgonguni um tómu bygningarnar liggur tíverri á sama støði sum fyrri pástandur løg- tingsmansins. Sannleikin fer altíð at roynast drúgvastur! Petur Dahl Nolsøe Rætt skal vera rætt um orglið, sum eg í Sosialinum í farnu viku, fortaldi, at Claus Telling hevði bjóðað sumbingum. Tað var ikki kirkjuni í Sumba, hann hevði bjóðað orglið, men missións- húsinum. Og orglið hann bjóðaði teimum, var ikki orglið frá 1872 úr olmussu- kirkjuni í Vági, men eitt gamalt orgul, sum stendur í fýrrúminum í Vágs Kirkju og sum ein av okkara orgul- veteranum, eigur. Rætt skal vera rætt SPARIKASSI Tíðindaskriv Føroya Sparikassi hevur sett Bjarna Poulsen í starv sum leiðari fyri innanhýsis grannskoðaradeildina í Sparikassanum. Bjarni Poulsen er 33 ára gamal. Hann er útbúgving cand. merc. aud. og hevur royndir frá grannskoðara- virksemi í Føroyum og í Danmark, umframt royndir frá bankavirksemi í Før- oyum. Bjarni Poulsen nýggjur leiðari STUÐUL Eirikur Lindenskov Áðrenn nýggjárskonsertin hjá Føroya Symfoniorkestri byrjaði sunnukvøldið, handaðu umboð fyri Lions Club í Eysturoy og í Klaks- vík Poul Jákupi Thomsen, formanni fyri Føroya Sym- foniorkestri, ein kekk upp á 35.000 krónur. Hetta var peningur, sum feløgini hava savnað saman til tess at stuðla orkestrinum – uttan at orkestrið hevði fingið nakað at vita um tað. Lions Club vil á henda hátt vísa á eina gongda leið at stuðla orkestrinum fíggj- arliga, eftir at tað í fjør kom fram, at vandi var fyri, at orkestrið fór at detta niður- fyri. Poul Jákup Thomsen er sum vera man fegin um pengarnar, og hann sigur seg eisini merkja ein ávísan áhuga fyri at stuðla orkestr- inum. – Um nú tað almenna hækkaði stuðulin nakað, og vit í størri mun eisini fingu stuðul frá privata vinnulív- inum, so liggur væl fyri at fíggja orkestrið, sigur Poul Jákup Thomsen. Tilsamans 167 fólk mannaðu hesaferð orkestur og symfoniorkestur, 100 fólk í sangkorinum og 67 í orkestrinum. Tað er størsta talið, ið hevur spælt í or- kestrinum til nýggjárskon- sert, vanliga eru um fimmti fólk í orkestrinum. Lions latið Symfoni- orkestrinum 35.000 - Umstøður kunnu gera tað rætt at hava útlendingar við føroyskum fiskiskip- um, men onkur orsøk skal verða til hetta, sigur Føroya Fiski- mannafelag FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Føroya Fiskimannafelag líkar ikki, at útlendingar vinna sær veiðirættindi undir Føroyum við at yvir- taka ognarrættin til føroysk skip. Hesa støðu tók FF, tá ið tað frættist, at spanskir fiskimenn høvdu yvirtikið eitt av føroysku garnaskip- unum. Í brævi til Fiski- málaráðið gjørdi felagið vart við sína støðu og heitti á ráðið um at steðga hesi gongd. Í ársfrágreiðing FF's, sum varð løgd fram á landsfundi felagsins, 30. desember, verður greitt frá hesum viðurskiftum. Ein hóttan Í brævinum til Fiski- málaráðið, sigur FF: "Tað hevur seinastu tíð- ina verið ein gongd, at út- lendingar hava yvirtikið ognarrættin til føroysk skip. Hetta hevur samstundis merkt, at føroyskir fiski- menn eru meira ella minni trokaðir í land til fyrimuns fyri útlendskar fiskimenn". Felagið heldur, at hetta er ein hóttan móti føroyskum arbeiðsplássum í eini støðu, har brúk vildi verið fyri tí øvuta. Víst verður á, at tað er trupult hjá ungum fiski- monnum at sleppa til skips. Í skrivinum vísir FF til yvirtøkuna av einum før- oyskum garnaskipi og sig- ur, at útlendingar liggja fram við at yvirtaka enn fleiri skip. - Hetta hendir, samstund- is sum landsstýrið eftir øllum at døma er givið við at spyrja fakfeløgini til ráðs, áðrenn arbeiðsloyvi verður givið til útlendingar. Felagið heitir á Fiski- málaráðið um sum skjótast at taka stig til at steðga hesi gongd. Í svari til Fiskimanna- felagið, sigur Fiskimála- ráðið seg vilja kanna spurn- ingin, hvørt føroyskir fiski- menn eru við at verða trokaðir í land av føroysk- um fiskiskipum. Við máta FF heldur, at tað kunnu vera umstøður, sum gera tað rætt at hava útlendingar við, og tað eru eisini nógvir útlendingar, sum hava verið við føroyskum fiskiskip- um. - Hetta hevur so altíð verið av onkrari orsøk, t.d. manningartroti ella, tí tørvur hevur verið á fólki til serligar uppgávur. Men tað nýggja, sigur felagið er, at manningarskiftið frá føroy- ingum til útlendingar fer fram í samband við yvir- tøku av ognarviðurskiftun- um. Hetta merkir, at út- lendingar keypa føroysk skip og harvið føroysk fiskirættindi við tí úrsliti, at føroyskir fiskimenn missa arbeiði. Felagið heldur, at hetta gevur grund til stúran, sam- stundis sum hetta eisini gevur grund til politiska viðgerð. Annars heldur Føroya Fiskimannafelag, at um útlendingar skulu umborð á fiskiskip, sum fiska undir føroyskum flaggi, skulu hesir hava somu treytir sum føroyskir fiskimenn. Útlendingar yvirtaka føroysk arbeiðspláss Føroya Fiskimannafelag stúrir fyri, at útlendingar í størri mun enn higartil fara at keypa føroysk skip og fiskirættindi við tí úrsliti, at føroyskir fiskimenn missa arbeiði. Myndin er tilvildarliga vald Mynd: Vilmund Jacobsen Umboð fyri Lions í Eysturoy og í Klaksvík handa Poul Jákupi Thomsen frá Føroya Symfoniorkestri ein kekkin upp á 35.000 krónur C M Y K 13 12