týsdagur 14. januar 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 8 - 14. januar 2003
15
15
14
Nr. 8 - 14. januar 2003
UTTAN ÚR HEIMI
4.000 børn misnýtt
Galtieri deyður
Frysti í hel
Drotningin tryggjar seg
Kanningar í USA hava nú
avdúkað, at prestar í at
kalla hvørjum einasta
biskupadømi hava misnýtt
børn kynsliga, og sambært
blaðnum The New York
Times hava meiri enn
4.000 børn verið fyri
kynsligari misnýtslu.
Umleið 1.200 prestar
eru nú skuldsettir ella
ákærdir fyri at hava mis-
nýtt børn kynsliga. Tey
flestu brotsverkini vórðu
framd í sjeyti- og áttatiár-
unum, og nógvir katolikk-
ar halda, at tær stóru sosi-
alu broytingarnar í USA
seinast í sekstiárunum
gjørdu, at nógvir prestar
fóru út um tær reglur og
teir siðir, sum høvdu verið
vanligir frammanundan.
Frælslyntir amerikanar-
ar halda harafturímóti, at
framferðin hjá prestunum
kemst av teirri snævur-
skygdu áskoðanini, sum
tann katólska kirkjan hev-
ur til kynslig viðurskifti.
Millum annað krevur kirk-
jan, at allir prestar skulu
halda seg frá kynsligum
sambandi við hitt kynið.
Tað var einki minni
enn ein uppgerð við
deyðarevsing, tá
George Ryan, guvern-
ørur í statinum
Illinois gjørdi av at
broyta 157 deyða-
dómar til lívlangt
fongsul.
– Eg veit fullvæl, at onnur
fara at gera gjøldur burtur
úr avgerð míni at flyta allar
fangarnar burtur av deyða-
gongini, og at fleiri fara at
finnast at mær. Men sjálvur
eri eg sannførdur um, at eg
fari at sova betur um nætur-
nar eftir avgerðina, segði
guvernørurin í amerikanska
statinum Illinois, George
Ryan, aftan á ta søguligu
avgerðina leygardagin.
Ryan fór frá sum guvern-
ørur í gjár, og eygleiðarar
eru á einum máli um, at av-
gerð hansara leygardagin
fer at elva til nógv orða-
skifti í øllum USA. Fríggja-
dagin lat hann fýra svartar
fangar leysar. Teir høvdu tá
sitið tólv ár og bíðað eftir at
verða avrættaðir, men tað
vísti seg, at teir vóru ósekir.
Dagin eftir fingu so allir
hinir deyðadømdu boð um,
at teir verða ikki tiknir av
døgum.
Teir fýra, sum vórðu
latnir leysir fríggjadagin,
høvdu játtað seg sekar,
sjálvt um teir vóru ósekir.
Tað vísti seg, at teir høvdu
verið so illa bukaðir undir
avhoyringunum, at teir
noyddust at játta seg ekar.
Løgreglumaðurin,
sum
stóð á odda fyri avhoyring-
unum, fekk seinni sekkin.
Tilvildarlig revsing
Fyri trimum árum síðani
setti George Ryan deyða-
revsing úr gildi í Illinois,
eftir at fleiri frágreiðingar
høvdu avdúkað, at ósekir
fangar høvdu fingið deyða-
dóm. Deyðarevsing kom í
gildi í Illinois í 1977, og
síðani eru tólv fangar tiknir
av døgum, meðan trettan
deyðadømdir eru vorðnir
fríkendir seinni.
George Ryan hevur alla
tíðina verið ímóti deyða-
revsing. Hann sigur, at
deyðarevsing er tilvildarlig
og harafturat rasistisk, og
hendan revsing hevur held-
ur einki við rættvísi at gera,
sigur tann fráfarni guvern-
ørurin. Í hesum sambandi
vísir hann á, at í fjør vóru
umleið 1.000 morð í Illino-
is, men bara tvey prosent av
drápsmonnunum
eru
dømdir til deyða. Hvat við
hinum 98 prosentunum,
spyr Ryan og sigur, at hetta
vísir, hvussu tilvildarlig
deyðarevsingin er.
George Ryan er konser-
vativur republikanari, men í
spurninginum um deyða-
revsing hevur hann eina
aðra áskoðan enn flestu
floksfelagarnir. Eftirmaður
hansara í guvernørstarvin-
um, demokraturin Rod
Blagojevich, hevur eisini
sagt sína hugsan um deyða-
revsing, men hann hevur
ikki somu áskoðan sum
undanmaðurin.
– Eg haldi ikki, at tað er
rætt at skera alt yvir ein
kamb og at broyta allar
deyðadómarnar. Hetta eru
hóast alt drápsmenn, sum
vit tosa um, sigur maðurin,
sum í gjár tók við sum guv-
ernørur.
Færri deyðadómar
Løgfrøðingar í USA vænta
ikki, at aðrir statir fara at
gera sum Illinois. Í hvussu
er kunnu vit ikki vænta, at
teir fara at taka eina so víð-
fevnda avgerð sum George
Ryan. Men tann fráfarni
guvernørurin setti seg væl
inn í viðurskiftini, áðrenn
hann tók avgerðina. Hann
kannaði fyrst viðurskiftini
hjá hvørjum einasta av
teimum deyðadømdu, eins
og hann kannaði málini hjá
teimum, sum fingu deyða-
dóm, men sum seinni vórðu
fríkendir.
– Eg havi tosað við
skyldfólk hjá drápsmonn-
unum og teimum myrdu
seinastu árini, og eg eri
komin til ta niðurstøðu, at
hetta hevur einki við rætt-
vísi at gera. Talan er heldur
um hevnd, har kravt verður,
at eitt mist lív skal bøtast
við einum øðrum lívi, sigur
George Ryan.
Amerikanskir eygleiðar-
ar siga, at talið á brots-
monnum, sum fáa deyða-
dóm, er minkað í USA
hetta seinasta árið, og at av-
gerðin hjá George Ryan
uttan iva fer at stuðla upp
undir hesa gongdina. Fyri
einum ári síðani sótu 3.600
amerikanskir fangar og
bíðaðu eftir at verða avrætt-
aðir, men í seinastuni er tal-
ið á deyðadómum minkað.
Í fjør vórðu 71 deyða-
dómar fullførdir í USA, og
deyðarevsing er framvegis
galdandi í 38 statum. Nógv
teir flestu deyðadómarnir
verða kortini fullførdir í
teimum báðum statunum
Texas og Oklahoma. 66 av
teimum 71 avrættingunum í
fjør vóru í hesum báðum
statunum.
Amerikanskur guvernørur
broytti 157 deyðadómar
George Ryan, guvernørur
hevur við søguligu avgerð
síni elvt til orðaskifti í USA
um deyðarevsing. Sjálvur
sigur hann, at deyðarevsing-
in í USA er tilvildarlig og
rasistisk og hevur einki við
rættvísi at gera.
Fyrrverandi
einaræðis-
harrin í Argentina, Leo-
poldo Galtieri, doyði um
vikuskiftið 76 ára gamal.
Galtieri varð tikin í fjør
og skuldsettur fyri at hava
ábyrgdina av, at 19 limir í
peronistaflokkinum hvur-
vu og eftir øllum at døma
vórðu myrdir í áttatiárun-
um. Síðani handtøkuna
hevur fyrrverandi eina-
ræðisharrin sitið í húsa-
varðhaldi.
Leopoldo Galtieri var
ein av heryvirmonnunum
í hernaðarstýrinum, sum
stýrdi Argentina í árunum
frá 1976 til 1983. Stýrið
var sera harðrent og, og
hildið verður, at millum
11.000 og 30.000 polit-
iskir andstøðingar vórðu
burturfluttir og myrdir,
meðan hernaðarstýrið sat.
Í 1986 varð Leopoldo
Galtieri dømdur í sam-
bandi við argentinska
ósigurin í krígnum við
Bretland um Falklands-
oyggjarnar.
Argentina
hersetti
oyggjarnar
í
1982, men 74 dagar
seinni noyddust teir arg-
entinsku hermenninir at
geva seg yvir. Kríggið
kostaði 652 argentinum
og 255 bretum lívið.
Myndugleikarnir í Kan-
ada funnu leygardagin lík-
ið av einum manni í hjól-
rúminum á einum flogfari
í floghavnini í Toronto.
Kanadiska
løgreglan
sigur, at maðurin hevði
fjalt seg í hjólrúminum,
áðrenn flogfarið fór úr
Dominikanska Lýðveld-
inum til Toronto. Ein
talsmaður hjá løgregluni
sigur, at maðurin er um
30 ára aldur, men tað er
ikki greitt, hvør hann er,
ella hvaðani hann er.
Kanadisku
myndug-
leikarnir siga, at tað hend-
ir meiri enn so, at fólk
fjala seg í hjólrúminum á
flogførum, sum flúgva til
Kanada. Hetta er ein sera
vandamikil ferðarháttur,
tí tað er sera kalt í hjól-
rúminum. Nøkur sleppa
frá ferðini á lívi, meðan
onnur frysta í hel. Herfyri
varð líkið av einum manni
funnið í hjólrúminum á
einum flogfari, sum var
komið
úr Afrika
til
Kanada.
Bretska blaðið Sunday
Times veit at siga, at
Elizabeth drotning hevur
givið boð um at byggja
nøkur serlig trygdarrúm í
slottinum
Buckingham
Palace. Rúmini skulu ver-
ja drotningina og kongs-
húsið ímótui møguligum
yvirgangsatsóknum.
Sambært blaðnum skulu
rúmini hava 46 sentimetr-
ar tjúkkar stálveggir, ið
skulu tola álop við bum-
bum ella gassi. Veggirnir
skulu eisini tola, at eitt
flogfar rennir á Bucking-
ham Palace. Í rúmunum
verður øll hugsandi trygd-
ar- og samskiftisútgerð og
so mikið at mati og øðr-
um, at drotningin og húski
hennara skulu kunna vera
har í eina viku ísenn.
Sambært Sunday Times
fer hvørt trygdarrúm at
kosta 7,5 milliónir krónur.
Amerikanararnir
vilja ikki hava kríggj
uttan heimild frá ST,
og flestu bretar vilja
als ikki hava kríggj
við Irak.
IRAK-KREPPAN
Árni Joensen:
Meiningakanningar í Bret-
landi og í USA vísa, at tað
er so sum so við stríðshug-
anum, tá tað snýr seg um
eitt møguligt kríggj við
Irak.
Í USA vísa kanningarnar,
at tveir triðingar av teimum
spurdu eru ímóti kríggi við
Irak, men at 83 prosent taka
undir við einum álopi á
landið, um ST samtykkir
tað. Samstundis vísir sama
kanning, at helmingurin av
amerikanska fólkinum met-
ir framvegis al-Qaeda sum
eina hóttan ímóti USA, men
at bara fjórði hvør heldur
Irak vera eina hóttan.
Í Bretlandi er mótstøðan
ímóti krígsætlanunum upp-
aftur týðiligari. Har siga 58
prosent beinleiðis nei til
eitt kríggj. 53 prosent siga,
at tey kunnu taka undir við
at leypa á, um ST samtykk-
ir tað, men bert 13 prosent
siga, at Bretland eigur at
fara í kríggj við USA, sjálvt
um ST ikki samtykkir tað.
Kanningin í Bretlandi
vísir eisini, at triði hvør
breti heldur, at tann veru-
liga ætlanin hjá amerik-
ansku stjórnini er at fáa
ræðið á iraksku oljuni, og
bara 21 prosent halda, at
tað eru tey iraksku vápnini,
sum eru tann veruliga or-
søkin til, at USA hóttir við
álopi.
Bretar og amerikanarar
ímóti kríggi við Irak
C
M
Y
K
14