Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-14, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. januar 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 8 - 14. januar 2003 Nr. 8 - 14. januar 2003 17 Skeggjar Aðalfundur verður mikukvøldið 29. jan. 2003. Skrá samb. lóg felagsins. Tíð og stað verður lýst seinni. Skeggjar Øll hava eina góð óða s a íðíðu - pop.fo hevur 100 hevur 100 -tað loysir seg Heilsaðu nýggja stjóranum Stjóraskiftið á Strandferðsluni varð alment hátíðarhildið við móttøku fríggja- dagin MÓTTØKA Heri á Rógvi Myndir: Jens Kr. Vang Fyrsta dagin í árinum skifti á ovastu rók hjá Strandfara- skipum landsins. Kristian Davidsen setti seg í stólin, sum Reidar Nónfjall sein- astu árini hevði hildið heit- an. Eftir sjey ár hjá Ericsson í Danmark, so valdi 36 ára gamli havnarmaður at venda aftur til Føroya og byrja eitt nýtt tíðarskeið sum stjóri fyri Strand- ferðsluna. Nýggi strandferðslustjór- in er útbúgving sivilverk- frøðingur í Keypmanna- havn. Hansara sergrein er innanfyri telesamskifti. Afturat verkfrøðingaút- búgvingini hevur Kristian eisini tikið HD í org- anisatión. Enn er einki kolveltandi komið frá nýggja stjóran- um. Áðrenn hann varð settur í starv boðaði hann frá, at fokus skuldi setast á tænastuna. Á stjórnarskrivstovuni við góða útsýninum Yviri við Strond kann Kristian Davidsen nú gera sær fleiri tankar um skipini og upp- gávurnar hjá Strandferðsl- uni. Hvussu byrurin hjá stjór- anum fer at vera vil tíðin vísa. Fitt av fólki leitaðu sær fram- við stjórnarskrivstovuni hjá Strandferðsluni til móttøku. Kristian og konan: Nýggi stjórin saman við nýggju stjórafrúuni, Hildur. Saman eiga tey sonin Hjalgrím. Lógvatøkini fríggjadagin vóru kanska øðrvísi enn tey, ið liggja fyri framman. Her er ein av “lokalu” advokat- um, sum ynskir góðan byr. Tyrlan við bili til Vágarnar Ein tyrla hjá Atlantic Airways varð leygar- náttina koyrd til Vágarnar til kravt eftirlit TYRLA Heri á Rógvi At tað nú er komin undir- sjóvartunnil til Vágarnar hevur nógvar fyrimunir við sær. Eisini hjá Atlantic Air- ways eru tey fegin um nýggja flutningsmøgu- leiknan. Seint fríggjakvøldið varð ein tyrla hjá Atlantic boðsend til sjúkraflutning, tá ein drongur í Skopun var komin illa fyri. Veðrið var ringt og nógvur vindur var. Hetta gjørdi tað trupult at flúgva, og tyrlan mátti geva tað, hon kundi, fyri at koma leiðina fram til Havnar. – Tá vandi er fyri, at tyrl- an er yvirbelastað, so skal tyrlan ikki á flog aftur fyrr enn hon hevur verið til eftirlit, sigur Magni Arge, stjóri fyri Atlantic Airways. Nú er kanska nærliggjandi at hugsa sær, at tyrlan flýg- ur seg sjálva til Vágarnar, har høli og umstøður eru til at gera tílík eftirlit. Men so var ikki. Tyrlan fór í staðin við lastbili til Vágarnar – gjøgnum undirsjóvartunnil- in. Magni Arge sigur, tyrlan skal ikki aftur á flog, sam- bært reglunum, og teir valdu tí at koyra hana til Vágarnar. Ein tyrla hjá Atlantic Airways varð koyrd við bili til Vágarnar, eftir ein harðan túr fríggjakvøldið. Mynd: Terji S. Johansen. Á ferð til London, ið umboð fyri KT vinnuna og umboð fyri almennu fyri- sitingina gera, skal Bjarni Djurholm hitta bretska starvs- bróður sín FERÐ Heri á Rógvi Umboð fyri KT virkir og tað almenna fara fyrst í februar á kunningarferð til London. Hetta skrivar Vinnuhúsið á heimasíð- uni. – Endamáli við ferðini er bæði at fáa íblástur og at fáa kontaktir, sum kunnu geva ítøkilig úrslit, sigur Robert Vilhelmsen, formaður í KT-felagnum við Vinnuhúsið. Eitt av evnunum, sum dentur verður lagdur á á ferðini er E-Government, har endamálið er at fáa íblástur til digitalisering av almennari fyrisiting. Tann eina dagin verða fundir við veitarar og nýt- arar av nýskapandi KT- skipanum innan almenna fyrisiting. Føroysku fyritøkurnar skulu eisini hvør í sær hava sølu- og kunningar- fundir við bretsk feløg. Føroyska sendistovan í London hevur lagt hetta til rættis eftir ynskjum hjá luttakarunum. Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður í vinnumál- um, verður við á ferðini, og eftir ætlan skal hann hitta bretska ráðharran, sum varar av KT økinum. Djurholm skal hitta bretskan starvsbróður C M Y K 17 16