týsdagur 14. januar 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 8 - 14. januar 2003
Nr. 8 - 14. januar 2003
19
Leygardagin brann
bygningurin hjá
MBM fóður í Kolla-
firði í grund. Bert
tveir sløkkiliðsmenn
frá sløkkiliðnum í
Kollafirði vóru komn-
ir á staðið tá sløkki-
liðið í Havn kom.
Hetta komst av eini
fløkju í tilkallingar-
skipanini
ELDSBRUNI
Orð: Ingrid Bjarnastein
Myndir: Jens Kr. Vang
Bygningurin hjá MBM
fóður í Kollafirði brann
leygardagin í grund. Sjálv
orsøkin til eldsbrunan er
ikki staðfest enn.
Klokkan
12.09
fekk
Brandstøðin í Havn boð um
stóra eldsbrunan í MBM
fóður í Kollafirði. Og 10
minuttir seinni var sløkki-
liðið á staðnum.
– Tá vit komu úr tunlinu-
m í Kollafirði, sá eg bein-
anvegin, at tað fór ikki at
bera til at sløkkja eldin inni
frá. Vit sóu eldin ígjøgnum
taksvindeyguni, sum longu
tá helst eru brostin, sigur
Hans David Hansen, vara-
sløkkiliðsstjóri á Brand-
støðini í Havn.
Hans David Hansen var
fyrsti sløkkiliðsmaður á
staðnum úr Havn, og sigur
hann, at tað gekk væl at
sløkkja tá hugsað verður
um umstøðurnar.
Tilkallingarskipanin
Bert tveir sløkkiliðsmenn
úr Kollafirði vóru komnir
til, tá sløkkiliðið úr Havn
kom á staðið. Júst hví so er,
er ilt at siga, men upplýst
verður av politistøðini í
Havn, at tað vóru onkrir
trupulleikar við tilkall-
ingarskipanini, sum tó vóru
upprættaðir beinanvegin.
– Vit byrjaðu at sløkkja
úti frá, tí tað var so heitt og
vit sluppu ikki inn í byg-
ningin. Nóg mikið av vatni
var, bæði frá brandpostum
og úr sjónum, greiðir Hans
David Hansen frá.
Eldurin, sum kyknaði í
niðara enda oman ímóti
sjónum, varð sløktur um
16.30-17 tíðina leygardag-
in. Men sløkkiliðs menn úr
Kollafirði vóru á staðnum
heilt til á midnátt.
Aftur
sunnumorgunin
klokkan 11 vórðu boð eftir
sløkkiliðsmonnunum
í
Kollafirði, tí tá var eldurin
kyknaður uppaftur.
– Tað var nógvur vindur
leygardagin, og tá talan er
um hoyggj, sum er savnað í
so stórum mongdum liggur
tað og gløðir leingi. So skal
lítið til áðrenn ein glóð kann
gerast stór og festa í aftur.
Húsini, sum standa næst
bygninginum, vóru eisini
køld niður av trygdarávum,
men tey vóru ongantíð í
veruligum vanda. Hans
David upplýsir, at tað byrj-
aði at gerast heitt inni í nøk-
rum húsum, men lítið skal
til áðrenn hitin kemur inn, tí
stráluhitin var nógvur.
Kanna orsøkina
Í gjár, mánadag, skuldi
kanningararbeiðið
eftir
ætlan byrja. Politiið í Havn
fær hjálp úr Danmark frá
Kriminaltekniskudeild
í
Ålborg, umframt ein maður
frá Dansk Brandteknisk
Institut eisini er við.
– Ongin orsøk er staðfest
enn, men hetta verður ar-
beitt víðari við, sigur Berg-
leif Brimvík á kriminal-
deildini á politistøðini í
Havn.
Menninir úr Danmark,
sum eru serkønir á økinum,
skuldu koma við flogfari úr
Danmark í gjár, og tá skuldi
kanningararbeiðið
byrja
sum skjótast.
Virði fyri nakrar milli-
ónir er farið fyri skeytið.
Eirikur Thorvaldsson, stjóri
á MBM, hevur sagt við
Útvarpið, at ætlanin er at
byggja bygningin uppaftur
sum skjótast. Sjálvur bygn-
ingurin er eini tríggjar
milliónir verdur, umframt
vøran, sum var á goymslu.
Kuril á tilkallingarskipanini
ÓHAPP/ELDSBRUNI
Ingrid Bjarnastein
Fríggjadagin
var
eitt
ferðsluóhapp
vegamótið
Hvítanesvegur-Vegurin
Langi. Talan var um tveir
bilar, sum vóru á veg norð-
ureftir. Tann fyrsti bilurin
blinkar inn til vinstru ímóti
Vegnum Langa, og tann
seinni bilførarin er óansin
og rennir inn í reyvina á
fremra bilinum. Ferðin var
rættiliga nógv, og stoyturin
harður. Eldur kyknaði beint
eftir
í
motorrúminum.
Politiið kom á staðið og
royndi fyrst at sløkkja við
vanligum
eldsløkkjara,
men tað vísti seg ikki at
vera nóg mikið. Brandbil-
urin varð tí boðsendur at
basa eldinum, men bilurin
fekk stóran skaða á motor-
rúmið. Hvør orsøkin til
eldin er, er ikki greitt enn,
men bilurin er sendur á
Bileftirlitið, har hann skal
kannast.
LØGREGLUTÍÐINDI
Ingrid Bjarnastein
Leygardagin fekk politiið í
Havn fráboðan um ein bil,
sum lá mitt í Sandá í
Havnardali. Júst har, sum
bilurin lá, var so djúpt, at
vatnið stóð heilt upp til
rútarnar á bilinum. Við-
komandi, sum boðaði frá,
visti ikki um nakar var í
bilinum.
Tá politiið kom á staðið,
dugdu teir ikki at síggja
nakran í bilinum, og boð
vóru send eftir brandbilin-
um, sum hálaði bilin úr
ánni. Tað vísti seg, at ongin
persónur var í bilinum.
Forrúturin var brotin, og
bilurin sjálvur er oyði-
lagdur av øllum vatninum.
– Tað vísir seg, at ung-
dómar hava til fragd at
koyra
rallykoyring
við
gomlum bilum við numm-
arplátum, oman ímóti ánni
og yvir um ánna, sigur
vakthavandi á politistøðini
í Havn.
– Og hetta var eitt slíkt
dømi. Men bilurin hevur
bara ikki klára yvirum
ánna.
Persónurin verður ákærd-
ur fyri ikki at hava boðað
løgregluni frá og fyri
ábyrgdarleysa koyring, og
kann tí vænta sær eina bót.
LØGREGLUTÍÐINDI
Ingrid Bjarnastein
Um fimm tíðina sunnu-
morgunin var ein maður
álopin í Magnus Heinar-
sonargøtu í Havn. Maðurin,
sum fylgdist við eini
kvinnu, varð álopin beint
uttanfyri Tórshøll.
Tveir mans løgdu á
mannin, og teir sparkaðu
og bukaðu hann, so hann
breyt nøkur rivjabein. Eis-
ini høvdu teir sligið høvdið
á honum ítmóti einum stór-
um handilsvindeyga, men
tíbetur brotnaði vindeygað
ikki, verður upplýst av
politistøðini í Havn.
Menninir, sum løgdu á
mannin, høvdu eisini buk-
að høvdið á manninum nið-
ur í vegin, og teir høvdu
gingið aftaná kvinnuni og
manninum heilt niðan í
Steinatún, har parið síðani
fekk hjálp frá øðrum.
Málið verður viðgjørd
sum eitt harðskapsmál, og
politiið arbeiðir víðari við
hesum. Gerningsmenninir
eru ikki tiknir enn, og or-
søkin til álopið er ikki greið
enn. Møguliga er talan um
gamalt nagg, sigur vakt-
havandi á politistøðini. Og
tann álopna, sigur vakthav-
andi,
kenna
teir
á
politistøðini
sum
ein
hampuligan og friðarligan
mann.
Koyra kapp um Sandá
Álopin av tveimum
monnum
Eldur í bili
C
M
Y
K
19
18