Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-14, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. januar 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 8 - 14. januar 2003 Nr. 8 - 14. januar 2003 21 – Eg fari ikki at siga, at konsertin í ár var betur enn í fjør. Men eg haldi, at orkestrið er komið upp á tað støðið, sum einaferð er møguligt við teimum fortreytum, tað hevur. Tað er so upp til okkum at meta um, um støðið er nóg høgt sum er, ella um Føroya Symfoniorkestur skal fáa betur kor fyri at náa enn longur. Eg vildi valt tað seinna, sigur Leif Hansen í ummælinum av nýggjárskonsertini UMMÆLI Leif Hansen Tað mundi ikki ganga long tíð, áðrenn øll atgongumerk- ini til konsertina vóru seld. Nýggjárskonsertin er kom- in fyri at verða og verður alt- íð vælvitjað. Sum skilst var eisini útselt til eykakonsert- ina kl. 16.00 sama dag. Hetta er at fegnast um og vísir eis- ini, at vit vilja hava eitt sym- foniorkestur í Føroyum - eis- ini sjálvt um tað konstar pengar. Í hesum sambandi kann nevnast, at Lions í Eysturoy og Klaksvík áðrenn konsertina handaði orkestr- inum 35.000 kr. Tey hava alla tøkk uppiborið fyri tað. Konsertskráin var, sum slíkar skula verða, full av løttum klassiskum tónleiki. Skráin var kanska heldur lættari enn hon onkuntíð hevur verið. Einki stykkið vardi meir enn 5 min. Hetta dámar tí breiða áhoyraraskaranum helst eisini best. So til konsertina, sum varð tann 53. í røðini og tann 9. nýggjárskonsertin hjá Orkestrinum. Lagt varð fyri við Nøtu- brótarnum hjá Tschaikocsky. Hetta lítla brotið úr hesu undurfullu balett var vælvalt sum startskot, sjálvt um hetta var sera stutt. Orkestrið spældi hetta lítla stykkið væl, havandi byrjanarnervanar í huga. Eitt lítið sindur óneyvt, men einki at tosa um. Donauweibchen hjá yngra Strauss var næst á skránni. Hetta var sirpa yvir fýra valsir. Millum satsanar vóru bæði temposkift, frematar, riterdando. Slíkt krevur venj- ing, og kundi hetta nokk ver- ið vant meira. Wienervalsinir eru ikki altíð so líka til. Síðani var ein gamal kenn- ingur á skránni, nevnuliga overturan til Carmen. Hetta er glaður, festligur tónleikur og hóskar sera væl til høvið. Orkestrið spældi hetta sera væl. Tó haldi eg at tað kundi verið spælt eitt ved skjótari. Haldi at hetta lítla vetið skjótari hevði fingið tað ordiliga at »swinga«. So slapp kórið framat. Sum skilst hevur verið gjørt meira burturúr kórvenjingini í ár enn áður. Íslendski sang- lærarin og kórleiðarin Garð- ar Cortes stóð fyri kórfram- førslunum á konsertini. Kór- ið sang í fyrsta umfari tvey verk hjá Verdi. Trælakórið úr Nabucco, sum vit eisini hava hoyrt nakrar ferðir áður, og Stiðjakórið úr Trovatore. Hetta seinna gekk sera væl, tó at tað liggur høgt hjá sang- arnum. Tað var góð balansa millum kórstemmunar og millum kór og orkestur. Garðar Cortes tóktist at hava gott tak, bæði á sangarum og tónleikarum. Tað hoyrdist veruliga at kórið hevði vant nógv til konsertina. Aftan á brúsandi kórverkið hjá Verdi spældi orkestrið vakra Barcarole úr Ævintýr- um Hofmanns hjá Offen- bach. Til tað var einki annað at siga enn: gott! Frá fronskum tónleiki var danin H. C. Lumbye á skránni. Konsertpolka fyri tvær violinir. Solistanir vóru Mikkel Futtrup og Tobias Durholm. Báðir komu teir sera væl frá sínum uppgáv- um og orkestrið fyldi eisini væl upp. Tað einasta eg kundi fílst á var, at Lumbye hevði heili trý verk á kon- sertini. Eg trúgvi ikki at konsertin hevði verið verri um júst hetta verkið ikki var við. Hugskotið aftanfyri er helst, at vanliga plagar minst eitt verk at verða fyri solistar - tað fekk man so dekka inn við hesum. Hinir báðir Lumbye-satsinir vóru góðir til høvið og vælspældir. So varð felagssangurin á skránni. »Kom og dansa« hjá Kristin í Geil og Lehar. Fel- agssangur er kanska ov nógv sagt, trupulleikin er at tað er alt ov høgt hjá »vanligum« fólki at syngja við. Hetta átti langtsíðani at verið umskriv- að. Eisini fellur forspælið til sangin mær fyri brósti á hvørjum árið. Forspælið verður tikið úr einum saman- hangi og hóskar als ikki til. Hví ikki lata onkran av okk- ara mongu tónleikamonnum gjørt eina nýggja útseting av sanginum - meiningin er jú at øll skula kunna syngja við!? Kórið sang síðani saman við orkestrinum tveir satsir. Fyrri er úr Tannhauser hjá Wagner. Hetta er ein relativt trupul satsur, bæði at spæla og ikki minst syngja. Fyri orkestrið stendur hann í tí sera óidiomatiska H-dur, og hjá sangarnum liggur hann sera høgt. Men hesar foring- ar legði ein ikki serliga nógv merki til. Tað, sum eg heldur beit merki í var, at her kundi kórið verið væl fjølmentari enn teir 83 sangarnar. Satsur- in er instrumenteraður fyri fult orkestur og í støðum í fortissimo, og tí hevði kórið onkuntíð ilt við at verða fremst í ljóðmyndini. Triumfkórið hjá Verdi var sera væl sungið og spælt. Eitt ordans brús av einum satsi, sum fekk hárini at reisa seg. Seinasta verkið á skránni var, sjálvandi umframt Radetzky marsjin hjá eldra Strauss, A-dur Valsurin úr Svanasjógvinum hjá Tschai- kocsky. Við honum setti orkestrið av álvara punktum fyri kvøldið. Mær tókti, at hetta var besta spælda stykk- ið á konsertini. Eg kundi kanska hugsað mær, at hann lá nakað fyrr í skránni, men tað var kanska tilvitað at byrja og enda við Tschai- kocsky. Her kundi ein seta seg væl afturá og njóta tón- anar. Nýggjárskonsertin 2003 hevur verið og var í høvuðs- heitum góð. Tá ein skal um- mæla eina konsert hjá okkara symfoniorkestri so er eingin meining í at leita til Wien ella Berlin fyri at finna okk- urt at samanbera við. Heldur eigur at verða hugt at undan- farnum konsert orkestrinum. Eg fari ikki at siga at konsertin í ár var betur enn í fjør, men eg haldi, at orkestr- ið er komið uppá tað støðið, sum einaferð er møguligt, við teimum fortreytum tað hevur. Tað er so upp til okk- um at meta um, um støðið er nóg høgt sum er, ella um Føroya Symfoniorkestur skal fáa betur kor fyri at náa enn longur. Eg vildi valt tað seinna! Føroya Symfoniorekstur eigur at fáa betur kor C M Y K 21 20