Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-14, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. januar 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Um vikuskiftið høvdu føroysku hondbólts- dómararnir fund, og nú er ætlanin, at dómarafelag skal setast á stovn HONDBÓLTUR Jákup Mørk Fleiri ferðir hevur verið at hoyrt, at føroysku hond- bóltsdómararnir hava sókn- ast eftir onkrum formi fyri felag, har mál, sum serstak- liga viðvíkja dómarunum kunnu viðgerast. Onkun tíð hevur eisini verið gjørd ein roynd at fáa eitt slíkt felag sett á stovn, men áhugin fyri hesum hevur kortini ikki verið hin stóri. Eitt nú møttu einans tríggir dómarar, tá líknandi fundur skuldi haldast í fjør, men nú tykist vent í holuni í so máta. Sunnumorgunin var nevnliga fundur á skránni, og hesa ferð var talan um heilt góða uppmøting. Enn er sjálvsagt somikið stutt fráliðið, at einki ítøkiligt er komið á borðið, men sum skilst, so var tó breið semja um, at nú skal felag setast á stovn. Fyri fyrst er ætlanin at kanna seg fyri hjá eitt nú fótbólt- inum, hvussu dómararnir har hava skipað seg, og til komandi aðalfundin hjá HSF er so ætlanin at leggja fram uppskot um, hvussu eitt nýtt dómarafelag kann skipast. Aðalfundurin hjá Hond- bóltssambandinum verður væntandi hildin eina ferð í mei mánaði. Nr. 8 • týsdagur • 14. januar 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Tríggir nevndarlimir standa fyri afturvali, og eftir ætlan skal uppskot um leikara- tryggingar leggjast fyri aðalfundin, sum verður hildin 22. februar FSF-FUNDUR Jákup Mørk Fótbóltssamband Føroya hevur nú boðað frá, nær aðalfundurin millum feløg- ini skal haldast. Sum vant verður hetta í Norður- landahúsinum, og dagurin er settur at vera 22. februar. Seinasta ár var spenn- ingurin hampuliga stórur, tá formansvalið stóð á skránni. Valdystur varð rik- in í loyndum, har serliga tveir kandidatar til for- mansvalið vórðu nevndir, men tá alt kom til stykkis, varð eingin dystur. Dánjal Andreasen var nevnliga einasta valevnið til for- mansssessin. Og nú skal leivíkingurin so fyri fyrstu ferð standa sum formaður á einum aðalfundi. Sjálvur stendur hann ikki fyri afturvali í ár, men tað gera tríggir av hinum nevndarlimunum. Børge B. Hansen, Jens Erik Magnussen og Óli Holm teljast allir millum teir drúgvastu í nevndararbeið- inum hjá FSF, og so er spurningurin, hvørt teir all- ir halda fram í sessum sín- um. Enn hevur so einki alment verið at hoyrt um møgulig mótvalevni, men freistin fyri at uppstilla hesi rennur ikki út fyrr enn 12. februar. Tryggingar Umframt føstu punktini á skránni, frágreiðing frá árinum, framløga av rokn- skapi v.m., verða sjálvandi eisini onnur mál á skránni á aðalfundinum. Eitt teirra, sum feløgini uttan iva síggja mest fram til, er málið viðvíkjandi tryggingum av leikarum. Á seinasta aðalfundi varð samtykt, at nevndin í FSF til komandi aðalfundin skuldi leggja fram uppskot um, hvussu ein slík trygg- ing kundi skipast, og spurn- ingurin er so, hvussu langt hetta arbeiði er komið áleiðis. Enn er tó eingin fullfíggj- aður listi við innkomunm málum at fáa fatur á. Freist- in fyri at lata hesi inn er sett at vera 8. februar, men tað er einki at ivast í, at fleiri slík verða á skránni. Um- framt tryggingarmálið verður helst eisini talan um at umleggja kappingina hjá yngru gentudeildunum, eins og uppskot til aðrar smávegis broytingar verða helst eisini á skránni. Todi Jónsson og FCK skuldu eftir ætlan hava seinasta fundin sínamill- um mánadagin eftir evstamark okkara. Fundurin snýr seg sjálv- sagt um, hvørt føroyski álopsmaðurin skal skriva undir nýggjan sáttmála við felagið ella ikki. Eisini í donskum miðlum hevur verið fylgt væl við, hvussu samráðingar ganga, men ymsu útmeldingarnar hava als ikki givið nakra ábending um, hvussu nær partarnir eru at hvørjum øðrum. Ítróttarstjórin í felag- num, Niels Christian Holmstrøm, hevur givið ábendingar um, at Todi nú hevur fingið eitt munandi hægri lønar- uppskot, enn tað hann vrakaði fyri góðum mánaði síðani, men hinvegin benda útsagn- irnar hjá Toda ikki tann vegin. Einasta viðmerkingin, sum donsku miðlarnir hava fingið frá Toda, er, at hann um vikuskiftið ætlaði at læsa seg inni saman við nøkrum góð- um vinum, soleiðis at hann kann taka støðu til, hvørt hann skal taka av hesum tilboðnum ella ikki. -jm Dómararnir ætla at stovna felag Avgerðin skal takast Føroysku hondbóltsdómarar- nir ætla sær nú at stovna felag, sum fær til uppgávu at røkja teirra áhugamál FSF riggar til aðalfundin 23 22 Nr. 8 - 14. januar 2003 VETUR Vilmund Jacobsen Føroyar eru vakrar - ikki bara um summarið, tá ið tær eru í summarbúna, men alt árið og eisini um hávet- urstíð í januar. Haldi, Rói Patursson hevur skrivað í fororðum til ein ferða- mannafaldara, at tú nevni- liga ongantíð hevur sæð, hvussu vakrar oyggjarnar eru! Trúgvi, at í hesum liggur, at tú ongantíð hevur sæð vakrastu myndina, ið hugsast kann. Tað verður altíð ein onnur mynd, sum tekur metið frá teirri, tú helt vera vakrast. Myndin av kvøldarsólini, eg tók hendan seinnapartin í síðstu viku, fær okkum í ein ávísan mun at skilja orðini hjá Róa, hóast tey kunnu tykjast abstrakt. Vakurleikin er nevniliga endaleysur... Sonurin kemur inn. Er júst komin aftur av Kambsdali. Spyr, um myndatólið er løtt. Spyrji hví. Svarið er, at tað er so vakurt at síggja úteftir Skálafjørðinum beint nú. Jú, tað havi eg sæð, og myndin er longu tikin... Vísi honum myndina á telduni. Hampiliga góð av einum amatøri. ... Veðrið hevur verið so frá- líka gott í januar, og tað byrjaði longu nýggjárs- aftan. Skálafjørðurin liggur næstan hvørt kvøld so spegilsblankur við ljósun- um bleiktrandi útyvir fjørðin. Tað er stuttligt at vera útróðrarmaður í hesum døgum. Onkur hevur sagt, at hetta er fyrstu ferð, at útróðrarmenn hava tjent pengar. Veðrið er gott, og nógvur fiskur er at fáa. Tað er stuttligt at vera tann, ið søkir sjógvin - so leingi, tað varar. Ein sólríkur seinnapartur í januar Ein vetrarmynd við sólarroða. Dýrd er á vík og vág Mynd: Vilmund Jacobsen C M Y K 22