týsdagur 14. januar 2003síða 13
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 8 - 14. januar 2003
25
24
Nr. 8 - 14. januar 2003
Føroyska manslands-
liðið tapti greitt í
báðum dystunum
móti Ísrael, men
avrikið var munandi
betri enn móti Finn-
landi. Í øllum førum á
vøllinum
LANDSDYSTIR
Orð: Jákup Mørk Myndir:
Álvur Haraldsen
Ísrael hevur í løtuni eina
støðu sum nummar 14, tá
tosast skal um sterkastu
hondbóltstjóðirnar í heim-
inum. Og tað gekk heldur
ikki long tíð í fyrra dystinum
móti Føroyum, fyrr enn tað
stóð greitt, at her var klassa-
munur á liðunum báðum.
Áðrenn føroyska liðið
var komið fyri seg, høvdu
gestirnir lagt seg á odda við
átta máum, og so var líka
sum greitt, at her gjørdist
ikki tað stóra hjá føroyska
landsliðnum. Við eini sann-
ari bjørn í málinum tóku
ísraelsmenn
frá
fyrsta
bríksli pippið frá føroysku
leikarunum. Hartil flutti
verjan seg bæði skjótt og
væl, soleiðis at tað gjørdist
ógvuliga trupult við bæði
gjøgnumbrots- og skot-
royndum, og sum minutt-
irnir gingu, mundu áskoð-
ararnir
hugsa,
hvussu
ólukkan Føroyar yvir høvur
skuldu fáa mál í dystinum.
Fingu væl burturúr
Tá alt kom til stykkis, so
fingu Føroyar tó pynta
hampuliga væl um úrslitið í
hesum
fyrra
dystinum.
Eftir ógvusligu byrjanina
hildu okkara fast í trý
korter, soleiðis at munurin
ikki øktist, og sunnudagin
var talan í einar 40 minuttir
um spentar støður, har
okkara høvdu gott tak á
mótstøðuni, sum tó dróg frá
seinasta partin av dystin-
um.
Soleiðis gjørdist talan
aftur hesa ferð um tvey
greið tap hjá okkara monn-
um, men hóast hetta, so
mundi
heildarmetingin
vera nakað væl betri, enn
hon var eftir dygga tapið
fyri
Finnlandi
seinasta
vikuskifti.
Fyrst og fremst mundi
betraða
heildarmyndin
koma av, at hesa ferð sóu
áskoðararnir nakrar før-
oyskar leikarar sum veru-
liga vildu vísa nakað. Blett-
urin frá Finnlands-dystin-
um skuldi vaskast burtur,
og so mundi tað heldur ikki
gera leikarunum nakað, at
vónirnar frá almenning-
inum ikki vórðu settar so
høgt upp hesaferð, sum tær
vóru tað ímóti Finnlandi.
Ikki minst kom hetta til
sjóndar í Vestmanna, har
leikararnir
alla
tíðina
stríddust fyri einum líkinda
úrsliti, sum teir partvíst
eisini fingu.
Fyrst og fremst mundi
júst hendan staðfestingin –
tað at leikararnir vildu –
vera tann týdningarmesta,
nú dystirnir móti Belgia
standa fyri framman. Tað
var mest sum greitt undan
hesum báðum dystunum
móti Ísrael, at her høvdu
føroyingarnir ikki tað stóra
at siga, og tó at Føroyar trý
tey korterini í fyrra dystin-
um og trý tey fyrstu í seinna
dystinum spældu mest sum
upp til mótstøðuliðið, so
var sjónligt, at hinir høvdu
eitt gear eyka í mun til
okkara.
Kropsliga venjingin
ger mun
Ein av orsøkunum til, at
Føroyar ikki í størri mun
megnaðu at halda fast í
seinna dystinum mundi
vera, at okkara leikarar ikki
megnaðu at fylgja við, tá
ferðin varð sett upp. Nakað
sum kanska kundi bent á, at
leikararnir ikki eru nóg væl
fyri kropsliga, men hvussu
var og ikki, so eru í øllum
førum batar at hóma á
økinum.
Sammett við støðuna fyri
tveimum árum síðani, tá
landsliðið
fríggja-
og
sunnudag
spældi
ímóti
Sveis, var munurin í øllum
førum øgiligur. Ta ferðina
var at kalla eingin stirðil
eftir í føroysku leikarunum
til seinna dystin, tí alt
krútið varð brúkt fyrru
ferðina, men soleiðis var tó
ikki hesaferð.
Enn er tó langur vegur
eftir, áðrenn okkara leikarar
reint
kropsliga
kunnu
standa seg, tá talan er um
somikið sterk mótstøðulið,
og hetta er eisini eitt ar-
beiði, sum tekur væl meira
Føroyar-Ísrael 15-24 (9-17) &
Ísrael-Føroyar 31-21 (12-11):
Koyr landsliðið úr Havnini
enn hálvt annað ár at fáa í
rættlag. Men hóast alt ein
hugalig
staðfesting,
at
arbeiðið við hesum tykist
bera ávøkstur.
Fyri tað mesta gott
Eitt er, at liðavrikið sum
heild var munandi betri
hesaferð, enn tað var í
dystunum móti Finnlandi.
Ein frotreyt fyri hesum –
ella kanska ein avleiðing av
– er so eisini, at einstøku
leikararnir stóðu seg mun-
andi betri hesaferð.
Ikki minst var tað her
hugaligt at síggja, at hvat
skotstyrki
viðvíkur,
so
standa bestu føroysku leik-
ararnir lítið aftan fyri tað,
sum
mótstøðumenninir
megna. Ikki minst Áki Ol-
sen sýndi í teimum báðum
dystunum, at hóast hann
ikki er í teirri venjingar-
støðu, sum ein landsliðs-
leikari eigur at vera í, so
eigur hann uttan iva besta
skotið her á landi. Og so
var eisini gott at síggja
føroyska liðskiparan, Inga
Olsen, í einum leikluti, sum
samsvaraði við týdningin,
sum hann eigur at hava fyri
føroyska liðið. Móti finn-
um var tað sjónligt, at tað
hóvaði Inga sera lítið við
framrættaða eittaranum úr
mótstøðuverjuni, men hes-
in var ikki til staðar hjá
Ísrael, og tí gjørdist Ingi í
nógv størri mun partur av
føroyska álopsspælinum.
Tað var annars merkis-
vert, at Lars Nedergaard í
fyrra dystinum hevði valt at
síggja burtur frá Heina
Joensen. Frágreiðingin var
– sum tað eisini er nevnt
aðrastaðnis á hesum síðum
– at Heini hevið havt ov
nógv at vera um við eini
uppgávu, sum skuldi latast
inn beint fyri dystin, men
tað er í nógvar mátar ilt at
fylgja venjaranum í hesum.
Ikki minst tí ein hin størsta
mangulvøran í føroyskum
manshondbólti eru skot-
sterkir lámir. Her hevur
Heini
heilt
náttúrliga
møguleika at fáa størri
breidd í føroyska álops-
spælið, og hetta var eisini
nakað, sum hann til fulnar
sýndi, tá hann spældi við
liðnum aftur sunnudagin. .
Er tað at frøast um, at
Heini nú tykist hava fingið
sær fast pláss aftur í hópin-
um, so er tað hinvegin ein
dyggur smeitur, at Tróndur
Joensen nú aftur er noyddur
at geva avboð. Teir tríggjar
dystirnar, sum hann hevur
verið við, hevur hann
prógvað sín leiklut sum
sjálvskrivaður í hópinum,
men av arbeiðsávum var
hann ikki við í seinna dyst-
inum, og hann verður held-
ur ikki tøkur, tá dystirnir
móti Belgia nú verða á
skránni. Tveir dystir, sum
kunnu gerast sera tættir, og
tað er ikki minst í slíkum,
at tørvur hevði verið á
krospligu
styrkini
hjá
Trónda.
Fyri flestu av hinum leik-
arunum má sigast, at teir
sum heilt stóðu seg væl
betri hesaferð. Tó at fyrsta
løtan í dystinum í Vest-
manna kendist sera tung at
koma ígjøgnum, so stóðu
leikararnir saman sum ein
maður, soleiðis at sleppast
kundi undan tí heilt stóra
skrædlinum. Og so var tað
eisini so, at Johan Daniel-
sen í hesum báðum dystun-
um prógvaði, at hann so
avgjørt er maður fyri at
verja føroyska málið. Eftir
stórdystin móti Finnlandi
var annars náttúrligt, at
Jens
Skipagøta
byrjaði
dystin móti Ísrael, men
hann hevði ikki ein av
sínum bestu døgum, og tá
Johan so fekk møguleikan,
tók hann so dyggiliga av.
Ikki minst fyrra hálvleiki í
seinna dystinum stóð skála-
maðurin seg sera væl, men
tá fekk hann so eisini ta
hjálp frá verjuni, sum før-
oysku málverjarnir til aðrar
tíðir saknaðu.
Úr Havnini
Skal nakað dragast frá í
samlaðu metingini av hes-
um báðum uppgávunum
hjá landsliðnum, so má tað
vera áskoðarafjøldin. Ikki
tí. Í dystinum í Vestmanna
fekk stúgvandi fullin til
fulnar sýnt, hvussu stór
hjálp tann sokallaði 12.
maðurin kann vera. Hóast
føroyingarnir eitt skifti
mest sannlíkt skuldu vera
fyri røttum avsmurningi, so
var stuðulin alla tíðina
ljódligur, og heilt víst ein
av orsøkunum til, at leikar-
arnir
hóast
mótgangin
megnaðu at reisa seg aftur.
Í dystinum í Havn sunnu-
dagin var støðan júst hin
øvugta. Hóast føroyska
liðið fylgdi við gestunum í
40 minuttir, og enntá vóru á
odda stóran part av tíðini,
so var mest sum steindeytt í
høllini. Einar tvær ferðir
kom eitt lítið sindur av glið
á taktføstu »Føroyar-Før-
oyar« rópini, men í aðrar
mátar var tøgn. Hetta átti
annars at verið eitt upplagt
høvi hjá áskoðarunum at
fegnast og stuðla teirra liði,
og tá sjálvt landsliðsvenj-
arin eitt skifti royndi at
hjálpa frásøgumanninum
fáa ferð á áskoðararnar
tóktist hetta mest av øllum
komiskt, tó at frustratión-
irnar um væntandi stuðulin
vóru væl skiljandi.
Nú bert ein dystur er eftir
í hesum umfarinum, og
hesin verður varpaður bein-
leiðis í Sjónvarpinum, so er
ikki so nógv at gera við, at
leikast skal í Havn. Men til
eina aðru ferð mátti tað
verið eitt av aðalmálunum
hjá HSF, at dystirnir í mest
møguligan mun skuldu
leikast uttan fyri høvuðs-
staðin. Tað kann vera, at
hetta kostar nakrar fáar
krónur í lægri áskoðara-
inntøkum, men ítróttarliga
er lítið at ivast í, at hetta
vildi verið ein stórur fyri-
munur hjá leikarunum.
Áskoðarin skal vera megin,
sum lyftir leikararnar tað
seinasta pettið í tungu og
krevjandi dystunum, men
júst hesin parturin var tann
sum sveik, tá føroyska liðið
í trý korter spældi besta
hondbóltin, sum teir hava
gjørt higartil í undankapp-
ingini.
Tað var merkisvert, at Heini
Joensen var vrakaður til fyrra
dystin. Væntandi savning
um venjingina var
frágreiðingin, men sterka
vinstrahondin var kanska ein
av høvuðsorsøkunum aftan
fyri góða føroyska avrikið í
seinna dystinum
Eftir at hann í dystinum móti Finnlandi var settur eitt sindur til síðis av framúr góða
avrikinum hjá Jens á Skipagøtu, tók Johan Danielsen veruliga av møguleikanum, tá hann slapp
at byrja seinna dystin móti Ísral
Tað var hugaligt at síggja, at
føroyska liðskiparan, Ingi
Olsen, hesa ferð hevði ein
leiklut, sum var í samsvari við
týdningin, sum hann eigur at
hava fyri føroyska liðið
Ísrael verður løtuni mett millum tær tjóðir, sum liggja beint undir altjóða toppinum, og tí var tað ongan tíð væntandi, at
føroyingarnir skuldu gera tær stóru skreytirnar í hesum dystunum
C
M
Y
K
24