týsdagur 14. januar 2003síða 14
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 8 - 14. januar 2003
27
Kvinnulandsliðið kemur
Formaðurin í Hond-
bóltssambandinum
sigur, at hóast einki
ítøkiligt enn er komið
burturúr, so arbeiðir
HSF framvegis við
ætlanunum um eitt A-
landslið hjá kvinnum
HONDBÓLTSLANDSLIÐ
Jákup Mørk
– Lívið er ov stutt til
kvinnuhondbólt.
Tað er ein av útstøgnun-
um, sum áður hevur verið
at hoyrt í Danmark um al-
tjóða luttøkuna hjá kvinn-
um, men hetta man í øllum
førum vera broytt seinnu
árini.
Her í Føroyum tykist tað
tó framvegis vera so, at
áskoðanirnar um hetta eru
ymiskar. Í samrøðu við
Sosialin beint fyri ársskifti
var Kári Mortensen tó av
teirri áskoðan, at hann fyri
alt í verðini vildi hava, at
kvinnurnar eisini sluppu
upp í part. Hansara áskoðan
í hesum var, at fyri út-
breiðsluna av hondbóltin-
um hevði eitt kvinnulands-
lið helst størri týdning enn
manslandsliðið,
tí
fyri
kvinnurnar tykist hondbólt-
urin framvegis at vera ein
hin fremsta ítróttargreinin,
meðan menninir í dag
mugu ásanna, at fótbólturin
so dyggiliga hevur yvirhál-
að teir í so máta.
Um sama mundi segði
landsliðsvenjarin hjá monn-
um, Lars Nedergaard, at
eftir hansara tykki átii HSF
at satsa nógv meira upp á
menninar, enn gjørt verður
nú. Somikið kontantur var
hann, at hann meira enn
róði uppundir, at HSF mátti
gera upp við seg sjálvt,
hvørt teir yvir høvur skuldu
hugsa um kvinnuhondbólt,
heldur enn at nýta alla
orkuna til menninar.
Kvinnurnar fáa sítt
Enn hevur lítið alment
verið at hoyrt frá nevndini í
HSF í so máta, men í leik-
skránni til landsdystirnar
móti Ísrael kom so ein út-
melding, sum ivaleyst hev-
ur glett nógvar kvinnuligar
leikarar.
– Tað kann so vera hans-
ara áskoðan, men tað er av-
gjørt ikki áskoðanin hjá
HSF, skrivaði formaðurin í
HSF, Petur Ove Petersen,
millum annað um útsøgn-
ina hjá landsliðsvenjar-
anum.
Petur Ove viðgongur tó,
at enn er ikki so nógv hent
hesum viðvíkjandi, men at
hetta avgjørt er nakað, sum
stendur
frammarliga
á
skránni nú.
– Enn er ikki nakað
ítøkiligt hent viðvíkjandi
kvinnulandsliðnum, so í so
máta er støðan óbroytt.
Akkurát nú hava vit sjálv-
andi úr at gera við EM-
undanakappingini
hjá
monnum, men tá hon er
komin aftur um bak, t.v.s.
mikudagin fyri okkara part,
fara vit at hava eitt slag av
eftirmeting. Her verður
kvinnulandsliðið eitt av
punktunum á skránni, og
tað er mín vón, at vit heilt
skjótt kunnu seta ein venj-
ara til hesa uppgávuna, sig-
ur Petur Ove Petersen.
Eftir
ætlan
skuldi
kvinnulandsliðið taka lut í
EM-undankappingini, sum
verður leikt í oktober mán-
aði í ár, men formaðurin í
HSF sigur, at hesar ætlanir-
nar nú eru sleptar.
– Tað verður so ikki í
slíkum høpi, at vit fara at
taka lut á hesum sinni.
Hinvegin er ætlanin, at vit
kunnu fáa onkrar millum-
tjóða kappingar, evt. við
íslendska landsliðnum og
einum triðja landi, soleiðis
at talan kortini verður um
altjóða dystir. Fyrimunurin
við slíkum kappingum er
sjálvandi eisini, at tær eru
munandi minni krevjandi
fíggjarliga, og eg ivist ikki
í, at ítróttarliga vildu slíkar
kappingar
eisini
verið
spennandi, sigur Petur Ove
Petersen at enda.
Stjørnan-VÍF 17-25 (7-15):
Nú eru bert VÍF og VB
Stjørnan fekk greitt
og týðiliga at vita, at
tær skulu ikki gera
sær vónir um at leggja
seg í oddastríðið, har
tað nú bert tykjast
vera VÍF og VB
KVINNUHONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Spenningurin í Klaksvík
var stórur, nú Stjørnan á
heimavølli skuldi seta hol á
endaspælið við dystinum
móti VÍF. Júst hesi bæði
liðini vóru undan dystinum
bert eitt stig aftan fyri VB á
oddasessinum, og tí var
hetta kanska fyrst og fremst
ein styrkisroynd, har gerast
skuldi av, hvør teirra skuldi
elta VB.
Og var tað so, so er tað í
dag eingin ivi um, at tað er
VÍF, sum hevur fingið tann
leiklutin. Uttan stórvegis
hóvasták eydnaðist nevn-
liga teimum gulu at vinna
ein tryggan sigur á sam-
biðlunum í oddastríðnum,
og settu tær harvið í fyrstu
atløgu Stjørnuna til viks í
oddastríðnum.
Fyrstu løtuna var tað
annars ikki so nógv, sum
bendi á, at talan skuldi ger-
ast um somikið sannførandi
sigur. Í einar 20 minuttir
gekk tað púrasta javnt fyri
seg, men so kom ferð á.
Seinastu tíggju minuttir-
nar undan steðginum vann
VÍF 9-1, og so var tann
dysturin í roynd og veru av-
gjørdur. Stjørnan megnaði
ongan tíð á nakran hátt at
skapa nakran spenning í aft-
ur, og royndu VÍF-leikarar-
nir kundu uttan stórvegis
hóvasták
koyra
sigurin
heim.
Útskiljing
Sum nevnt omanfyri, so
mundi sigurin eisini vera
ein staðfesting av, at tað nú
eru VÍF og VB, sum skulu
kappast um gullmerkini.
VB gjørdi í so máta sína
skyldu, tá tær á Skála
vundu burtur úr StÍF, sum
annars eisini hevur verið
væl við í ár.
Og tað er einki at ivast í,
at VÍF nú aftur eru um at
vera gearaðar til at endur-
vinna FM-heitið. Við und-
antakið av dystunum móti
Kyndli, so hevur talan eftir
eina trupla byrjan verið um
sigursgongd hjá liðnum.
Verjan og málverjin í felag
syrgja fyri, at mótstøðulið-
ini ongan tíð fáa fótin fyri
seg í álopspartinum, og við
kontraálopunum, sum hetta
kastar av sær, hevur VÍF
eitt vápn, sum fyri flestu
mótstøðuliðini
er
lívs-
vandamikið.
Hjá Stjørnuni var talan
hinvegin heldur um eina
staðfesting av, at hópurin er
í minna lagi, tá tosast skal
um gullmerki. Hinvegin var
vernadi støðan so als ikki
nakað, sum leikarar ella
áskoðarar hugsaðu um, tá
kappingarárið byrjaði. Bara
tað at liðið er við í kapping-
ini um heiðursmerki er eitt
gott úrslit higartil, og
kunnu tær halda sær so-
mikið ovarliga alt árið,
munnu tey flestu vera
meira enn væl nøgd.
Dysturin í tølum
Stjørnan-VÍF 17-25 (7-15)
Málskjúttar:
Stjørnan: Danijela Ercevic
8(1), Bára S. Klakstein 4,
Natasha Stamenkovic 4,
Ragna Andreasen 1
VÍF: Jacklin Durhuus 7(1),
Hertha Simonsen 4, Sóley
Mikkelsen 4 (2), Nikolina
Eyðbjørnsdóttir 4, Nicoleta
Radu 3, Fríða Marjunar-
dóttir 2, Eyðritt Andreasen
1
Brotskøst: Stjørnan 4, VÍF
5
Útvísingar: VÍF 4
Dómarar úr Kyndli: Rúni
Mohr & Ragnar Simonsen.
A-landsliðið hjá kvinnunum
kemur. Tað er formaðurin í
HSF ikki í iva um, og hann
sigur, at komandi vikurnar
fer HSF at leita sær eftir
venjara til kvinnurnar
Mynd: Álvur Haraldsen
Jacklin Durhuus, sum her sæst í álopsroynd, fekk sjey mál á persónligu kontina, tá VÍF um vikuskiftið vann tryggan sigur í
Klaksvík
27
26
Nr. 8 - 14. januar 2003
Heini Joensen var
hampuliga væl
nøgdur um før-
oyska avrikið
sunnudagin, og
sjálvur helt hann,
at føroska liðið nú
er við gerast ein
verulig heild, har
allir stríðast fyri
øllum
LANDSDYSTUR
Jákup Mørk
Fyri mong mundi tað
vera óvæntað, at Heini
Joensen ikki taldust
millum leikararnir, sum
umboðaðu Føroyar í
fyrra landsdystinum um
vikuskiftið.
Seinna dystin móti
Ísrael var sterki lámurin
tó aftur millum álitini á
liðnum, og hann prógv-
aði til fulnar, at tað er
neyðugt við eini skot-
sterkari vinstrahond, tá
landsliðið spælir.
Hóast hann sostatt
fekk prógvað sítt virði í
seinna dystinum, so
tóktist hann ikki á
nakran hátt vónbrotin av,
at hann ikki hevði verið
við fyrru ferðina.
- Eg havi havt eina
uppgávu í skúlanum,
sum varð latin inn beint
undan fyrra dystinum.
Hetta hevur kravt nógva
orku frá mínari síðu, og
tí havi eg kanska ikki
verið heilt klárur í høvd-
inum í venjingunum upp
til dystirnar, og tað kanst
tú ikki loyva tær. Skalt
tú vera á landsliðnum,
so mást tú vera 100%
við hvørja ferð.
Knæ í høvdið
Hóast
Heini
sjálvur
mátti ein túr í lækna-
rúmið undir dystinum
sunnudagin, so kom
hann aftur á vøllin í
seinna hálvleiki, tó at
hann tá hevði eitt stórt
plástur á høkuni. Sjálvur
segði hann um hetta, at
ein ísraeli hevði traðka
seg á andlitið ta einu
ferðina í fyrra hálvleiki,
men hóast hørðu við-
ferðina, so lat hann tó
hampuliga væl at dyst-
inum.
- Eg haldi í øllum før-
um, at vit fingu víst, at
vit hava eitt hampuliga
gott lið. Hetta liðið, sum
spældi í dag, er tað
sama, sum hevur verið
saman til allar venjing-
arnar, og eg haldi sjálv-
ur, at vit til tíðir spæla
ein fínan dyst í dag. Vit
stríðast væl fyri hvørjum
øðrum, og ikki minst í
fyrra hálvleiki riggar tað
væl, har vit veruliga fáa
frustrerað teirra leikarar.
- Í seinna hálvleiki var
tó øðrvísi. Teir skifta
málverjan út, og nýggi
maðurin tekur so at siga
alt, sum vit skjóta eftir
honum.
Vit
kundu
kanska í fleiri førum
havt bíðað eitt sindur
longri við skotinum,
men hinvegin vóru vit
eisini alla tíðina undir
hørðum trýsti.
Stríðast alla tíðina
Tveir dystir eru eftir hjá
føroyska landsliðnum í
hesari undankappingini.
Belgia
stendur
fyri
framman, og longu tá
lutakastið
var,
varð
roknað við, at hetta
mundu verða dystirnir,
har føroyska liðið hevði
bestan møguleika at
standa seg.
- Nú kenni eg einki til
Belgia, men á pappírin-
um eru teir so liðið, sum
vit hava bestan møgu-
leika ímóti. Teir taptu
eisini greitt fyri Ísrael,
so eftir tí at meta, so
skuldu vit havt ein
kjans. Men tað krevur
so, at vit allir sum ein
eru púrasta klárir til
dystin. Avrikið skal í 60
minuttir vera hitt sama,
sum tað var í fyrra hálv-
leiki í dag, sigur Heini
Joensen at enda.
Heildin er har
Ingi Olsen fýltist á, at
føroyska liðið søkkur
ov djúpt í aldudalun-
um, men hinvegin
helt hann avgjørt, at
føroyska avrikið var á
heilt góðari leið í
dystunum móti Ísrael
LANDSDYSTUR
Jákup Mørk
Sitandi við eini banan, so-
leiðis at energi-depotini
skjótt kunnu fyllast upp-
aftur, fingu vit fatur á før-
oyska liðskiparanum, Inga
Olsen, eftir landsdystin
móti Ísrael.
Eftir laka avrikið móti
Finnlandi seinasta viku-
skifti var lagt upp til, at før-
oyska liðið skuldi hava eitt
slag av endurreisn, nú
Ísrael kom á vitjan, og tað
helt føroyski liðskiparin
eisini, at okkara menn
fingu.
- Í fyrra hálvleiki spæla
vit í løtum fult upp til teir.
Vit megna alla tíðina at
fylgja við í málskjótingini,
og tað er púrasta greitt, at
vit frustrera teirra spæl.
- Tað er í øllum førum
nakað, sum vit kunnu vera
nøgdir um, men hinvegin
gekst ikki so væl eftir
steðgin. Størsti trupulleikin
er helst, at vit ongan tíð fáa
fatur á hasum bakkinum
hjá teimum, sum ferð eftir
ferð høggur bóltarnar inn.
Vit koma ikki so mikið sum
út at tackla hann, og tað er
ikki nóg gott.
Botnstøðið ov lágt
Samanumtikið heldur Ingi
kortini, at føroyska avrikið
var á eini leið, men hann er
tó ikki í iva um, at tað kann
gerast enn betri.
- Størsti trupulleikin hjá
okkum er, at botnstøðið er
ov lágt. Tað vilja altíð vera
løtur í dystunum, har tað
ikki gongst eftir vild, og tað
er altavgerandi, at vit fáa
minimera hesar løturnar, og
at vit lata støðið fella so
lítið sum møguligt.
- Tekur tú Ísrael, so hava
teir sjálvandi eisini teirra
tungu løtur í dystinum, men
teir fella kortini ongan tíð
heilt saman. Teir halda alla
tíðina eitt ávíst støði, og tað
er hetta, sum vit eisini
mugu læra okkum. Tá tað
gongst illa hjá okkum, so
fara vit alt ov ofta heilt
niður við flagginum, og tað
er so avgjørt nakað, sum vit
eiga at betra.
Ein mátistokkur í so máta
man helst vera tann sann-
roynd, at føroyska lands-
liðið nú hevur brent níggju
brotskøst á rað. Seinasta
royndin ímóti Finnlandi var
eitt brotskast, sum varð
misnýtt, og átta ferðir
høvdu føroyingarnir møgu-
leikan úr sjey metrum móti
Ísrael, uttan at somikið sum
eitt hitt einasta mál spurdist
burtur úr hesum.
Um hetta heldur Ingi, at
tað so mest av øllum man
koma av, at okkara leikarar
ikki eru nóg kaldir, tá
møguleikin er har.
- Tað sigur seg sjálvt, at
tað at enda kennist sum eitt
sálarligt trýst, tá vit longu
hava misnýtt somikið nógv.
Skjúttarnir hjá okkum eru
jú allir leikarar, sum eru
vanir við at taka brotskøst í
gerandisdegnum, men onk-
ursvegna megna vit slettist
ikki at halda høvdið kalt í
dag – og eisini fríggja-
dagin. Tað er sum so ikki
tað stóra, sum vit kunnu
gera við hetta nú, men tað
sigur seg sjálvt, at tað er
irriterandi, at vit ikki fáa
mál upp á brotskøstini. Tað
vildi í øllum førum pyntað
um úrslitið, heldur hann.
Út á bygd
At enda spurdu vit Inga
Olsen, hvørjar vónir hann
hevur til teir báðar seinastu
dystirnar ímóti Belgia, sum
verða á skránni komandi
vikuna. Og her tykist svarið
at vera eitt sindur blandað.
- Tað er einki at ivast í, at
tá lutakastið var, so mettu
vit, at tað var her vit høvdu
størstan møguleika at fáa
stig. Tað meti eg eisini
framvegis, men hinvegin
kenni eg einki til Belgia.
Teir hava tapt fyri bæði
Ísrael og Finnlandi, men
tað er hinvegin púrasta
greitt, at um vit ikki berjast
í samfullar 60 minuttir, so
fáa vit einki burturúr.
Og so heldur føroyski
liðskiparin eisini, at tað
hevði ikki gjørt nakað, um
tann dysturin varð leiktur
aðra staðni enn í Havn.
- Eg veit ikki hví, men
áskoðararnir her eru óvan-
liga friðarligir. Fyri tað
nógva munnu tað vera tey
somu fólkini, sum eru til
dystirnar, men kortini var
stuðulin nógv betri, tá vit
leiktu í Vestmanna. At
flestu dystirnir eru lagdir
her, var nokk orsakað av, at
ætlanin var at senda teir
beineliðis í Sjónvarpinum,
men tað verður so helt bara
gjørt við tann seinasta.
- Tá tú tosar um mans-
hondbólt í Føroyum, so er
tað fyrst og fremst Skála,
Vestmanna og Havnin, sum
hava verið frammi seinnu
árini, so sjálvandi áttu dyst-
ir at verið leiktir á øllum
hesum støðum, og so gjørdi
tað heldur einki, um dystir
eisini vórðu lagdir aðra-
staðni, men tað má so vera
eina aðru ferð, sigur før-
oyski liðskiparin at enda.
- Tá tað gongst illa hjá okkum, so fara vit
alt ov ofta heilt niður við flagginum, og
tað er so avgjørt nakað, sum vit eiga at
betra, heldur føroyski liðskiparin
Botnstøðið er ov lágt
Heini Joensen noyddist
ein túr í læknarúmið
undir fyrra hálvleiki, men
hann kom tó aftur á
vøllin, har hann fekk
prógvað sítt virði fyri
liðnum
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
26