týsdagur 14. januar 2003síða 15
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 8 - 14. januar 2003
29
Við Vesnu Tomajek á
beinkinum eydnaðist
Tjaldurskvinnunum
at basa Neistanum, og
harvið eru tað nú
bert tvey stig millum
tey bæði niðastu
liðini í bestu kvinnu-
deildini
KVINNUHONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Talan var um sannan lagnu-
dyst hjá Tjaldri leygar-
dagin. Sæð burtur frá einsa-
malla sigrinum á Kyndli í
grundspælinum, hevur lið-
ið bara tapt og tapt, og
hevði sjálvandi eina iso-
leraða botnstøðu á stiga-
talvuni við sær.
Næst niðasta liðið á talv-
uni var Neistin, og tá hesar
komu á vitjan longu í fyrsta
umfarinum í endaspælin-
um, er einki at siga til, at nú
mátti bera ella bresta hjá
Tjaldrinum. Ein ósigur
vildi í hvussu so er ført við
sær, at munurin longu nú
vildi somikið stórur, at ein
og hvør realistisk vón um at
bjarga sessinum í deildini
vildi verið burturvið.
Hildu allan vegin
Og tær á heimaliðnum
mundu hesa ferð vita við
sær sjálvum, at møguleikin
var til staðar. Neistin hevur
í ár verið langt ífrá støð-
num, sum í mannaminni
hevur tryggjað teimum
støðuna á føroysku hond-
bóltstindunum. Stigatalvan
er kontanta avrokningin
fyri spælið gjøgnum árið,
og undan dystinum móti
Tjaldri var Neistin á næst
aftasta
plássinum.
Ein
støða, sum í allar mátar
man vera púrasta óvand
fyri sigursvanda felagið.
Og spenta støðan endur-
speglaðist eisini rættiliga
skjótt í spælinum úti á vøll-
inum. Neistin fekk nevnliga
als ikki spælið at koyra. Við
at mansverja stórskjúttan,
Simonu Dziugyte, fekk
Tjaldur á ein effektivan
máta bremsa vandamesta
neistavápninum,
og
so
stríddust tær á heima-
liðnum annars alt tað, sum
tær vóru mentar.
Og tað var eisini hampu-
liga skjótt, at hetta gav
úrslit. Verður sæð burtur frá
allar fyrstu løtuni, so var
Neistin ongan tíð á odda í
dystinum. Munurin var
kanska ikki so stórur, men
Tjaldur helt alla tíðina
nevið
frammanfyri,
og
beint undan steðginum
settu tær so ferð á. Við eini
væl spælandi Lenka Riba-
ric og odda sendu tær bóltin
fimm ferðir á rað í mesk-
arnar, og so var Neistin um
at vera har, sum tær ikki
kundu grynna.
Og í seinna hálvleiki kom
ongan tíð veruligur spenn-
ingur í. Mest dramatiska
mundi vera, tá ein áskoðari
helt seg skula hjálpa dóm-
araparinum við dømingini,
men eftir at hesin var fingin
úr høllini, varð hildið fram,
og tær á heimaliðnum vóru
eirindaleysar. Alla tíðina
var munurin hildin á einum
fýra-fimm málum, og sum
dysturin nærkaðist endan-
um,
so
mátti
Neistin
ásanna, at her vendist ikki.
Spent støða
Fyri Tjaldur er einki at taka
seg aftur í, at sigurin kom
væl við. Sum nevnt, so
vildi ein møgulig bjarging
verið trupul at sæð, høvdu
tær tapt dystin, men nú er
minni munurin í so máta.
Bert ein dystur, og hóast
allar uppgávur í útgangs-
støðinum eru truplar, so er
einki at ivast í, at tær nú
hava fingið hug at fleiri
stigum.
Fyri Neistan má hinvegin
sigast, at úrslitið var nakað
nær einari katastrofu. Skal
Tjaldur bjarga tilveruni í
deildini, er í løtuni mest
sannlíkt, at tað so ístaðin
verður Neistin, sum fer úr
deildini. Ein møguleiki,
sum annars altíð vildið
mettur sum tað reina møsn,
men sum í dag líkist alt
meira veruleikanum. At
Mildrið Jacobsen so eisini
meiddi sær fótin í Runavík,
og neyvan verður tøk aftur
alt fyri eitt, mundi ikki gera
støðuna betri í so máta.
Enn hevur liðið tó 11
dystur at vinna seg upp-
aftur, og einki er at ivast í,
at fólkið er til eina betri
endastøðu. Men so skal
eisini heilt annað spæl enn
tað, sum liðið hevur sýnt
seinastu dystirnar, finnast
fram.
Dysturin í tølum
Tjaldur-Neistin 25-20
(15-8)
Málskjúttar:
Tjaldur:
Lenka Ribaric
9(2), Oddvá Fossdalsá 7,
Milica Ergic 5, Heidi
Heinesen 3, Kristine Ell-
ingsgaard 1
Neistin: Simona Dziugyte
6(1), Susan Brockie 4,
Súna Mørk 3(1), Anna Cle-
mentsen 2, Vivian Una-
dóttir 1, Mildrið Jacobsen
1, Ata Høgnadóttir 1, Rakul
Augustinussen 1, Ása á
Neystabø 1
Brotskøst: Tjaldur 2,
Neistin 3
Útvísingar: Tjaldur 3
Dómarar úr Kyndli: Eyðun
Samuelsen & Hannis
Wardum
Við einum tryggum
sigri á StÍF staðfestu
VB, at hini liðini í
deildini veruliga
skulu spíla seg út, um
gullið skal enda
aðrastaðni
KVINNUHONDBÓLTUR
Jákup Mørk
VB setti eina feita striku
undir, at tær framvegis vilja
hava eitt orð at siga í før-
oyska hondbóltsoddinum.
Seinastu vikurnar hevur
annars mest verið tosað
um, nær VÍF skuldi taka
VB aftur. Men í grundspæl-
inum hildu tær úr Vági alla
tíðina mótstøðuna aftan
fyri seg, og nú endaspælið
byrjaði, er enn einki broytt í
so máta.
Uppgávan á Skála var
annars ein av teimum tor-
føru á pappírinum. StÍF var
júst liðið, sum í heyst end-
aði drúgvu sigursrøðina hjá
VB, soleiðis at onnur feløg
brádliga eisini kundu tosa
við, tá talan var um heið-
ursmerkir.
Á Skála var tó eingin ivi,
tá avtornaði. Fyrra umfarið
leikaði tó hampuliga javnt
á. Hóast ferðin á spælinum
ikki var hin stóra, so fekk
VB rættiliga skjótt skapt
sær ein fyrimun, men StÍF
vildi líka sum ikki sleppa
takinum kortini, so mun-
urin gjørdist ongan tíð tann
heilt stóri.
Hetta broyttist tó í seinna
hálvleiki. Tá hesin var 15
minuttir gamal, hevði VB
longu skorað 12 ferðir,
meðan StÍF bert hevði
funnið meskarnar tríggjar
ferðir. Vanliga so trygga
Kristina Griksaite í StÍF
málinum mundi valla fáa
fatur á einum tí einasta
skoti frá útlendsku stór-
skjúttunum hjá VB, og í
hinum endanum sluppu
hvørki Asta Petrauskiene
ella Alana Olaru framat í
nóg stóran mun, soleiðis at
tær veruliga kundu gerast
ein hóttan fyri VB.
Halda fast
Fyri VB mundi trivaligi
sigurin koma væl við, nú
tær í nakrar vikur hava leit-
að eftir spælinum, sum
fyrstu dystirnar á árinum
sendi tær á ovastu tindar-
nar. Kanska var talan ikki
um so øgiliga ferðmiklan
hondbólt hesaferð, men tá
somikið nógv mál kortini
verða skotin, so munnu tær
leggja vertin á tann partin.
Og nógv bendir eisini á,
at VB so avgjørt ongar
ætlanir hevur um at sleppa
oddasessinum.
Komandi
vikurnar skulu tær royna
seg ímóti ávíkavist Tjaldri
og Neistanum, sum á
pappírinum eru veikastu
liðini í deildini. Samstundis
skulu kappingarneytarnir
úr VÍF royna seg móti
ávíkavist StÍF og Kyndli,
og tí kann væl henda seg, at
útgangsstøðið hjá VB er
enn betri til ta tíð.
StÍF tykist hinvegin vera
steðgað fullkomuliga upp.
Eitt skifti tóktist liðið vera
størsta hóttanin móti odda-
sessinum hjá VB, men
seinastu vikurnar hevur
talan bert verið um tap.
Soleiðis tykist tað fyri
teirra
viðkomandi
at
snúgva seg eina mest um at
gerast partur av bronsu-
stríðnum aftur. Og hetta
stríðið er so avgjørt ikki
tapt enn.
Dysturin í tølum
StÍF-VB 26-39 (14-18)
Málskjúttar:
StÍF:
Asta Petrauskiene
10(5), Poula D. Olsen 4,
Alina Olaru 3, Sunfríð B.
Jacobsen 2(2), Anna M.
Berthelsen 2, Anna B.
Danielsen
2,
Signhild
Petersen 2, Ata Gregersen 1
VB: Reda Kurkauskiene
10(3), Daiva Toumaite 7(1),
Laila Jespersen 7, Gurið
Mortensen
6,
Arnleyð
Hjelm 3, Eybritt Krosslá 3,
Mary Krosslá 2, Guðrun
Midjord 1
Brotskøst: StÍF 5, VB 6
Útvísingar: StÍF 1
Dómarar úr Neistanum:
Kristian Johansen & Sámal
Hansen
StÍF-VB 26-39 (14-18):
VB helt málveitslu
Tjaldur-Neistin 25-20 (15-8):
Tjaldur fann bjargingarlínuna
Tjaldur vann botnuppgerðina móti Neistanum, og nú hómast brádliga ein bjarging hjá teimum
gulu, sum annars hava verið púrasta avbyrgdar í botninum mest sum alt kappingarárið
29
28
Nr. 8 - 14. januar 2003
Hondbóltsstøður
1. Deild kvinnur
vunnin tapt
mál-
dystir v - j - t mál
mál munur stig
1 VB
1
1 - 0 - 0 337
283
54
11
2 VÍF
1
1 - 0 - 0 305
238
67
10
3 Stjørnan 1
0 - 0 - 1 277
281
-4
8
4 Kyndil
0
0 - 0 - 0 294
293
1
6
5 StÍF
1
0 - 0 - 1 304
332
-28
6
6 Neistin
1
0 - 0 - 1 259
279
-20
5
7 Tjaldur
1
1 - 0 - 0 263
333
-70
3
Bólkur 1
v
t
+/-
d
v - j - t
mál mál
mál stig
1 Litava
4
3 - 0 - 1
92
77
15
6
2 Slovakia
4
2 - 0 - 2
96
97
-1
4
3 Grikkaland
4
2 - 0 - 2
87
89
-2
4
4 Italia
4
1 - 0 - 3
87
89
-2
2
Bólkur 2
v
t
+/-
d
v - j - t
mál mál
mál stig
1 Hvítarussland
4
4 - 0 - 0
123
97
26
8
2 Noreg
4
3 - 0 - 1
133
94
39
6
3 Rumenia
4
1 - 0 - 3
108 125
-17
2
4 Luksemburg
4
0 - 0 - 4
83 131
-48
0
Bólkur 3
v
t
+/-
d
v - j - t
mál mál
mál stig
1 Ísrael
4
4 - 0 - 0
112
78
34
8
2 Finnland
4
4 - 0 - 0
116
80
36
8
3 Belgia
4
0 - 0 - 4
87 114
-27
0
4 Føroyar
4
0 - 0 - 4
71 114
-43
0
Bólkur 4
v
t
+/-
d
v - j - t
mál mál
mál stig
1 Eysturríki
4
4 - 0 - 0
132
81
51
8
2 Turkaland
4
4 - 0 - 0
124
94
30
8
3 Cypros
4
0 - 0 - 4
80 112
-32
0
4 Beorgia
4
0 - 0 - 4
95 144
-49
0
Bólkur 5
v
t
+/-
d
v - j - t
mál mál
mál stig
1 Makedonia
4
4 - 0 - 0
148 114
34
8
2 Sveis
4
3 - 0 - 1
118
96
22
6
3 Letland
4
1 - 0 - 3
109 130
-21
2
4 Bulgaria
4
0 - 0 - 4
101 136
-35
0
Bólkur 6
v
t
+/-
d
v - j - t
mál mál
mál stig
1 Ukraina
4
4 - 0 - 0
104
72
32
8
2 Bosnia Hersegov. 4
3 - 1 - 0
94
79
15
6
3 Estland
4
0 - 1 - 3
72
97
-25
0
4 Holland
4
0 - 0 - 4
79 101
-22
0
Bárður B. Mikkelsen
og Holte taptu fyrsta
dystin í danska
endaspælinum
FLOGBÓLTUR
Jákup Mørk
Leygardagin varð farið
undir endaspælið í donsku
flogbóltskappingini.
Og
fyri Bárð Mikkelsen og
liðfelagarnar í Holte kundi
byrjanin valla verið tor-
førari. Mótstøðuliðið var
nevnliga hitt sama sum í
steypafinaluni herfyri, og
meðan tað tað ferðina
eydnaðist Holte at vinna, so
gjørdist talan hesa ferð um
tap fyri HIK Aalborg.
Eins og í finaluni, so var
tó talan um ein sera spenn-
andi dyst, her einki var
avgjørt fyrr enn í seinastu
bóltunum í fimta setti.
Endaliga úrslitið gjørdist,
at Aalborg vann 19-17 í
seinasta settinum, men
undan hesum hevði Holte
tó fleiri ferðir møguleikan
at avgera dystin. Í fjórða
settinum hevði Holte dyst-
arbólt við støðuni 24-23, og
tvær ferðir í fimta settinum
var møguleikin eisini at
avgera, men í avgerandi
løtunum vóru leikararnir
ikki nóg kaldir. Í steypa-
finaluni var støðan annars
júst hin øvugta, har Holte
slapp livandi frá fýra dyst-
arbóltum
til
mótstøðu-
menninar, so Bárður tekur
nú sjálvur til, at hann nú
veit, hvussu teir hjá Aal-
borg mundu hava tað tann
dagin.
Annars var dagurin ikki
ein av teimum bestu hjá
føroyska landsliðsmannin-
um. Tíðliga í fyrsta settin-
um var hann noyddur at
fara av vøllinum, tí økslin
vildi ikki spæla við meira,
og í løtuni er ivasamt, nær
hann verður tøkur aftur á
liðnum. Komandi viku-
skifti hevur Holte dyst móti
Marienlyst úr Odense, og
tað er ein dystur, sum skal
vinnast, um Holte fram-
vegis skal halda fast í
oddinum.
Eftir at tey vaksnu fyri viku
síðani dystaðust í árligu
Mjølnir-kappingini,
er
túrurin nú komin til yngru
liðini.
Hóast talið av luttakarum
í ár er eitt vet lægri, enn tað
var seinasta ár, so er talan
um somikið nógv lið, at
kappingin verður løgd yvir
tvey vikuskifti. Komandi
vikuskiftið verður kappast
hjá teimum 12 ára gomlu
og í unglingadeildunum,
meðan hinar deildirnar
hava eina viku afturat at
fyrireika seg í.
-jm
Belgia og Føroyar skulu
avgreiða botnsessin sína-
millum, meðan Finnland og
Ísrael fara at kappast um
oddasessin í bólki 3 í EM-
undankappingini.
Tað er støðan, nú tveir
dystir eru eftir at leika í
EM-undankappingar-
bólkunum, sum verða av-
greiddir í hesum døgum.
Finnland og Belgia leiktu
hesa ferð dupult-uppgerð,
og í báðum førum gjørdist
talan um sannførandi sigrar
til Finnland. Mikudagin var
dystur í Belgia, og vunnu
finnlendingar hesa upp-
gerðina 25-20, eftir at støð-
an í hálvleikinum var 11-8
til gestirnar. Sunnudagin
var so dystur í Finnlandi, og
her endaði tað við tryggum
32-25 sigri til finnlending-
ar, sum soleiðis hava fult
stigatal eftir fýra teir fyrstu
dystirnar. Tað hevur Ísrael
sum kunnugt eisini, so
spennandi verður at vita,
hvør teirra skal vinna sær
rættin til víðari luttøku í
kappingini. Tann spurning-
urin verður svaraður innan
tveir dagar í hesi vikuni.
Miku- og hósdagin skulu
liðini nevnliga leika ímóti
hvørjum øðrum, og verða
báðir dystirnir tá leiktir í
Finnlandi.
-jm
EM-undankappingin
Finnland vann báðar
Mjølnir-kapping fyri tey yngru
Bárður skaddur og Holte taptu
Åbyhøj IF, har Juanna S.
Joensen er við á liðnum,
megnaði sum kunnugt
ikki at spæla seg í danska
endaspælið. Ístaðin leika
tær í vár í elitukvalifika-
tiónini, har fýra tey bestu
liðini vinna sær rættin at
spæla í bestu deildini
komandi kappingarár.
Her er málið hjá Åby-
høj at enda á ovasta sess-
inum, og um vikuskiftið
fingu tær í øllum førum
eina góða byrjan í so
máta. Mótstøðuliðið var
úr Middelfart, og Åbyhøj
vann dystin 3-1. Hóast
Middelfart vann fyrsta
settið, so var ongan tíð
nakar veruligur ivi um,
hvat liðið var hitt betra,
og sum skilst var talan í
løtum um uppvísingar-
spæl frá Åbyhøj.
-jm
Góð byrjan
hjá Juannu
C
M
Y
K
28