Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-14, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. januar 2003síða 16

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 8 - 14. januar 2003 Útisetarnir í Keyp- mannahavn vunnu týðandi oddadyst í vikuskiftinum, og eru tí framvegis hálvt stig fremstir í næstovastu deildini í Danmark Talv Carl Eli Nolsøe Samuelsen Í ár er væl møguligt at telvarnir í Talvfelagnum Føroyar fremja tað bragd at flyta upp í sterkastu deild- ina á flatlondum. Fýra um- før eru leikt, bert trý resta í, og føroyingar hava leiðsl- una, og hava tí møguleikan at avgera lagnuna sjálvir. Bert spell at stovnarin og sálin í felagnum tey fyrstu mongu árini, Jákup Hen- riksen, sáli, ikki er vitni til hendan spenning og odda- stríðið. Erpin og spentur hevði hann í øllum førum verið. Liðið hjá okkum er van- liga mannað við seks før- oyingum og tveimum døn- um, nevnliga IM Nicolaj Borge (2410) og Finn Nøhr (2060). Serliga er IM Borge ein ómetaliga góður styrkur hjá okkum á fyrsta borði. Undan fjórða umfari vóru okkara menn hálvt stig fremri enn mótstøðu- liðið úr Hillerød. Liðið var nakað skert, tá Eyðun Nolsøe í løtuni telvar eina kapping í Norra, eins og heimamennirnir Ólavur Simonsen, Martin Poulsen og Olaf Berg gera. Men tó, so var vónin góð. Vit ætl- aðu okkum sigurin, eftir- sum triðovasta liðið Hel- singør, sum í veruleikanum eru okkara nærmastu kappingarneytar, hittu eitt av botnliðinum hendan dagin. Neyðugt varð tí at vinna dystin. Telvarnir hjá Hille- rød høvdu frá 2300 til 1970 í rating á teimum átta borð- unum. Áttu at vunnu meir Tað byrjaði annars ikki væl hjá okkum. Eftir slakar tríggjar tímar var støðan 2- 0 til Hillerød. Finn Nøhr (6. borð) og Arild Rimestad (7. borð), sum er eykamaður, høvdu tapt. Finn hevði ann- ars møguleikan til javnleik í rókaendatalvinum. Men hetta vórðu tíbtur einastu tap í dystinum. John Arni Nilssen og Heini Olsen vunnu stutt eftir hvør síni góð talv, og sum heild høvdu teir fýra føroying- arnir, sum eftir sótu, sunnar støður. Terji Petersen leikti á sjeynda borði javnleik, har hann av røttum átti at vunnið. Støðan varð nú 2,5 - 2,5 og trý talv restaði í. Dúgliga varð gitt og mett um úrslitið. 5-3 til okkum varð á tungum flestum. Merkisvert er at ovastu borðini hjá okkum hava higartil í kappingini vunnið tey flestu stigini. Vit eru sterkir á 6-8. borðunum, men tíverri hevur tað ikki heilt ligið væl fyri hjá hesum umboðunum higartil í ár. Tað kann tó enn koma vend. Heini Danielsen vann hegnisliga á fimta borði, og eg sjálvur, Carl Eli N. Samuelsen, bjargaði mær javnleikin á fjórða borði í einum rókaendatalvi við finnu í undirskoti. IM Borge hevði alt talvið fyri- mun, men mótstøðu- maðurin bardist væl, og fekk tíverri hálað eitt hálvt stig heim til Hillerød. 4,5 — 3,5 vunnu vit lok- sins, sum í roynd og veru er eitt gott úrslit, sjálvt um vit iðraðu okkum eitt sindur eftir dystin. Komandi um- far verður 2. februar, og tá er ikki sørur spenningur. Vit hitta nevnliga Helsingør (GM sune Berg Hansen á fyrsta borði) sum eru beint í hølunum á okkum. Vinna vit hendan dyst, so sær lovandi út. Tí í seinastu tveimum umførunum hitta vit botnliðini AS 04 og Øbro. Einans eitt lið flytur upp í fyrstu deild. Støðan í 2. deild eftir 4. umfar: Talvf. Føroyar 19,5 Helsingør 19,0 Fredriksberg 18,0 Hillerød 18,0 Skakspilleren 15,0 AS 04 13,5 Odysseus13,0 Øbro 12,0 Wijk aan Zee — Karpov við aftur Siðvanda stórmeistara- kappinginí hollendska bý- num Wijk aan Zee, hin 65´inda í røðini, byrjaði um vikuskiftið. Tvey umfør eru leikt í skrivandi løtu. Lut- takararnir eru eitt nú Kram- nik, Anand, Karpov, Pono- mariov, Topalov, Ivanchuk, Shirov, Bareev, Grischuk, Polgar, Loek van Wely, Krasenkow, Radjabov og Timman, sum allir eru stór- meistarar. Fjúrtan telvarir og trettan umfør er skráin hjá hesum talvstjørnum komandi dagarnar. Tvey umfør eru leikt, og einsamallir á odda við fullari úrtøku er Bareev, sum eitt nú vann við svørt- um á Ponomariov. Karpov og Anand hava hálvtannað stig. Talvið í blaðnum í dag er ímillum FIDE-heimsmeist- aran Ponomariov og heims- meistaran Kramnik. Tað ganga nærum ár millum tapini hjá Kramnik, men ímóti Ponomariov tapti hann óvæntað eftir einans 38 leikir. Talvið hesa vikuna Ponomariov,R (2734) - Kramnik,V (2807) GMA Wijk aan Zee NED (2), 12.01.2003 1.d4 Rif6 2.c4 e6 3.Ric3 Bb4 (Nimzoindiska byrjanin) 4.e3 0—0 5.Rige2 d5 6.a3 Be7 7.cxd5 Nxd5 [7...exd5 er eisini nógv spælt] 8.Bd2 Rid7 9.g3 b6 10.Rixd5 exd5 11.Bg2 Rif6 12.0—0 Rie4 13.Rc1 Bb7 14.Fc2 Rc8 15.Rfd1 (hvítur hevur ikki fingið stórvegis burturúr byrjanarspælinum, men hinvegin hevur svartur einki nevnivert at bjóða uppá í støðuni) 15...Bd6 16.Bb4 Ff6 17.Ric3 Rixc3 18.Fxc3 c6 19.Bxd6 Fxd6 20.b4 (hómast kann eitt ávíst trýst mótvegis dronningasíðuni hjá Kramnik) 20...Rc7 21.a4 Bc8 22.a5 Ba6 23.Ra1 Bb5 24.Rdc1 Re8 25.axb6 axb6 26.Bf1 Bxf1 27.Kxf1 Rb8 28.Ra6 Fd7 29.Kg1 h6 30.Fa3 Rcc8 31.h4 Ff5 32.Ra7 g5 33.h5 Ff3 34.Fd3! (Ponomariov ørkymlar Kramnik eitt petti við hesum leiki) 34...Kh8 [um 34...Fxh5 35.Ff5 og hvítur hevur gott spæl og fyrimun fyri offraðu h-finnuna. Svartur stendur alt ov passivt.] 35.Fa6 Kg7? (fyrsti veruligi feilurin hjá Kramnik. Hann hevur allarhelst yvirsæð 38. leik) 36.b5 c5? [36...Ff6 37.bxc6 Rxc6 38.Rxf7+ Kxf7 39.Fa7+ hevði verið væl drúgvari fyri svartan] 37.dxc5 bxc5 38.Fg6+! 1—0 Framvegis fremstir Hóast føroyska liðið var skert – eitt nú tí Eyðun Nolsøe var burturstaddur – so eydnaðist kortini at vinna trupla útidystin á Hillrød, og halda harvið fast um oddasessin í deildini C M Y K 30 Nr. 8 - 14. januar 2003 31 Randarhús til sølu Standa í barnavinarligum umhvørvi Randarhúsini Millum Gilja 13 í Hoyvík verða hervið lýst til sølu um hóg høgt boð fæst.Húsini,ið eru væl innrættað við m.a.5 góðum kømurum,eru í trimum hæddum við kvisti, tilsamans uml. 135 m2. Húsini kunnu síggjast á www.normarconsult.dk/hus. Húsini eiga at síggjast. Nærri upplýsingar kunnu fáast við at ringja Tlf. 0045 48221941/0045 48221169 FAROE LAW Tinghúsvegur 14,4 P.O.Box 1218 FO-110 Tórshavn tel 359900 · fax 359901 mob 219902 faroe-law@faroe-law.fo www.faroe-law.fo Tosið við Eyðfinn Jacobsen, advokat ella Kára á Rógvi, adv. fulltrúa um tygara tørv Bjóðar heimligar og altjóða loysnir Lesið Sosialin 31