Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. januar 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 9 - 15. januar 2003 Nr. 9 - 15. januar 2003 3 Nú er almannakunn- gjørt, at tað verða tilsamans 30 bólkar við í Prix Føroyum 2003. Fyrsta umfarið verður í Mentanar- húsinum í Fuglafirði um smáar tvær vikur TÓNLEIKUR Ingrid Bjarnastein Tað vóru fleiri enn 30 bólk- ar, ið høvdu teknað seg til Prix Føroyar, nú tað tann 25. januar fer av bakka- stokki. Freistin at tekna seg til prixið var tann 3. januar, og í seinasta lagi tann 6. januar skuldu bólkarnir hava sent fyrireikarunum eitt demoband. Um hetta ikki varð gjørt, vórðu bólk- arnir ikki taldir við. Nú kunngera fyrireikar- arnir, at tilsamans 30 bólk- ar hava lokið treytirnar fyri at vera við í kappingini. Teir 30 bólkarnir, ið við vera, eru: Déjá vu, Blív, Bracket, Chain, Crashwave, Fluffy Toys, FLUX, GEST- IR, Hansen, HATE- SPEECH, Headache Blues Treo, Holgar og Villmenn, Human Chaos, JAM, Krit Lawetz, Makrel, MARY´S BABY, masha, MC-Hár, Mind´s Eye, MMM, onki- kanndiskuterast.alt kann, Páll Finnur Páll, S.C.A.T.G.O.H, Side Eff- ect, Søren Søgaard, Spee- ker, Týr og Zink. Øll innleiðandi umførini verða í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Bólkarnir í fyrsta inn- leiðandi umfarinum verða: Headache Blues Treo, Hu- man Chaos, Søren Søgaard, S.C.A.T.G.O.H, FLUX og MC-Hár. Annað innleiðandi um- farið verður tann 1. februar. 30 kappast um fyrsta plássið 30 bólkar eru nú kunngjørdir til at luttaka í Prix Føroyum í ár. Fyrsta innleiðandi um- farið verður í Mentanarhús- inum í Fuglafirði tann 25. januar Savnsmynd Í nógva vindinum, sum var mánakvøldið og týsnáttina, var eisini okkurt óhappið. Mánakvøldið tók vindurin tvær el-linjur á Argjavegn- um niður. Hetta var um átta tíðina á kvøldi. Streymurin fór onkustaðni, men SEV fór á staðið og rættaði skað- an upp aftur. Annars er ikki nógv hent, hvat stormi viðvíkur. Okk- urt var fokið inn í ein park- eraðan bil í Eysturbýnum, og verður hetta fingið í rættlag aftur ígjøgnum tryggingina. Vindurin tók streymin við Í nógva vindinum mánakvøldið fóru tvær el- linjur á Argjavegnum. Pelin vit er síggja er brotnaður Mynd: Jens Kr. Vang Tøkk Tykkum, sum við blómum, gávum og upp- ringingum gleddu okkum á silvurbrúðleyps- degi okkara 29. desember 2002, takka vit hjartaliga. Ebba og Kaj Hovgaard Fámjin Klaksvíkar Sjónleik- arafelag fer nú at ferðast við væl um- tókta skemtileikinum Frankenstein SJÓNLEIKUR Ingrid Bjarnastein Nú fáa onnur enn norðoy- ingar høvi at síggja skemti- leikin, Frankenstein, sum Klaksvíkar Sjónleikarafelag hevur framført. Nú fer fel- agið nevniliga út at ferðast við leikinum, og fyrstu sýn- ingarnar verða í Norðurlan- dahúsinum um vikuskiftið. Sjónleikurin er bygdur á skaldsøguna, sum Mary Shelley skrivaði í 1818. Danin, Thomas Malling, hevur skrivað skaldsøguna um til skemtileik, og Andri- as Justesen hevur týtt hann til føroyskt. Jákup Weyhe er leikstjóri. Frankenstein er ein svørt komedia - ein farsa við ein- um álvarsamum innihaldi. 10 leikarar eru við - nakrir gamlir kenningar, men eisini nøkur nýggj talent. Leikurin var framførdur 14 ferðir í Klaksvík, og nú er tíðin altso komin at fara útum landið við leikinum, og í hesum føri til Havnar. Frankenstein fer at ferðast Klaksvíkar Sjónleikarafelag fer nú at ferðast við skemtileikinum Frankenstein Mynd: Blitz Foto Politiið er framvegis ikki komið nakran veg í málinum um, at onkur hevur gjørt seg inn á eina 87 ára gamla konu. Arbeitt verður víðari við málinum LØGREGLUTÍÐINDI Ingrid Bjarnastein Fyri stuttum skrivaðu vit um, at onkur hevði gjørt seg inn á eina 87 ára gamla konu. Politiið við- ger málið sum eitt neyð- tøkumál. Men politiið hevur enn ikki fingið nakað ítøkiligt, sum kann peika á, hvør gernings- maðurin møguliga kann vera. Arbeitt verður víðari við málinum, har persón- ar verða avhoyrdir og kanningar verða gjørdar. Tær læknaligu kanning- arnar, ið gjørdar vóru, eru sendar til Danmarkar. Ongin er beinleiðis undir illgruna, upplýsir politiið, men tað eru nakr- ir persónar, ið eru frammi. Men onki ítøkiligt er enn funnið, hvørki viðvíkjandi gerningsmanni ella læknakanningum. Onki ítøkiligt enn Ein arbeiðsmaður hjá NCC kom illa til skaða tá hann mána- kvøldið var til arbeið- is í tunlinum. Ein persónsbilur við nógvari ferð rendi á mannin. Førarin var ein ungur maður ÓHAPP Ingrid Bjarnastein Um níggju tíðina mána- kvøldið, meðan arbeiðs- menn frá NCC, vóru í holt við viðlíkahaldsarbeiði í Vágatunlinum, hendi eitt rættiliga álvarsamt óhapp. Ein arbeiðsmaður hjá NCC, sum var á veg út úr einum lastbili var árendur av einum persónsbili. Politiið í Miðvági upplýs- ir, at talan var um ein ungan førara, sum var á veg norð- ur eftir. Fimm fólk vóru í bilinum, og tey skuldu náa bátin úr Leirvík, og tí var ferðin ógvuliga høg. Tveir lastbilar stóðu á hvørjari síðu í tunlinum, og av tí, at ungi maðurin ikki fær bremsað, ætlar hann at raka opið ímillum bilarnar. Tað hann ikki sær er, at ein maður er á veg úr einum av lastbilunum. Bilurin rakar tí mannin og maðurin liggur á bilinum einar 150 metrar áðrenn hann dettur av. Upplýst verður, at mað- urin kom illa til skaða. Bæði armar og bein vórðu brotin, og í skrivandi stund var maðurin undir skurði á Landssjúkrahúsinum. Pol- itiið í Miðvági veit tí ikki enn, hvussu umfatandi skaðarnir vóru. Fólkini, ið sótu í bilinum, fingu ongan skaða, tí tey sótu øll í trygdarbelti. Ungi førarin verður ákærdur fyri brot á ferðslulógina. Hvussu tann neyva ákæran kemur at ljóða verður upp til fútan at meta um. Politiið sigur, at orsøkin til óhappið var tann nógva ferðin. – Vanlig fólk við vanlig- ari ferð høvdu sæð lastbil- arnar, og at arbeitt varð í tunlinum, verður sagt. Spurdir um teir møguliga fara at stongja tunnilin um náttina fyri at fáa frið at arbeiða, verður upplýst, at hetta neyvan kemur upp á tal. Fólk skulu bara koyra hóvliga. Mánakvøldið hendi eitt óhapp í Vágatunlinum. Ein arbeiðsmaður hjá NCC var árendur av einum bili, og breyt bæði armar og bein Savnsmynd Breyt armar og bein í Vágatunlinum Týr fer at verða við í bæði Prix Føroyum og stóru donsku tónleikakappingini Live Contest TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein Týr verður ein av bólkun- um, sum skal verða við í kappingini Live Contest. Hetta er sama kapping, sum fyri nøkrum árum síðani kallast DM i Rock. Kapp- ingin hevur ligið í dvala, men nú kemur lív í hana aftur, og hon hevur fingið nýtt navn. 358 bólkar vildu sleppa við, men bert 83 pláss vóru. Týr var ein av bólkunum, sum varð valdur at sleppa við. 17 innleiðandi kapp- ingar verða kring alt Dan- mark, og Týr skal spæla á Loppen í Keypmannahavn tann 6. mars. Vinnarin av kappingini skal spæla tveir sangir inn hjá Neverland Rec., og P3 hjá Danmarks Radio hevur lovað, at hesir sangir verða spældir á rásini. Tað verður vanliga mett sum eitt stórt stig framá, um P3 tekur ein sang á sín playlista. Prix Føroyar gevur nógv Týr verður eisini – kanska eitt sindur óvæntað – við í Prix Føroyum aftur í ár. Flest allir bólkarnir, sum vóru sjónligir í Prix Før- oyum í 2001, eru ikki við í kappingini ár. Tríggir teir fremstu bólkarnir í kapp- ingini, Clickhaze, All That Rain og Tangz, eru ikki við í kappingini í ár. Men tað er hinvegin Týr, sum fekk rættiligt gjøgnumbrot í kappingini í seinast. – Vit fingu ótrúliga nógv burtur úr Prix Føroyum seinast, hóast vit ikki vóru millum tríggjar teir fremstu bólkarnar. Vit sluppu á Jell- ing Festivalin, og vit fingu nógva umrøðu í fjølmiðlum heima og uttalands, siga teir í Týr. – Nógvu umtaluna kunnu vit brúka til at marknaðar- føra okkum í eitt nú Dan- mark. Okkara mál er at koma í finaluna, tí bara við at koma í finaluna er nógv vunnið. Týr hevur, at umstøður- nar í Prix Føroyum eru so góðar, sum tónleikarar kunnu ynskja sær, og tað gevur hug at verða við aftur. Mangla sangara Týr hevur framvegis ikki funnið nýggjan sangara, síðani Allan Streymoy fór úr bólkinum eftir stutt skifti sum sangari. Á live-upptøkuni til Prix Føroyar kappingina er tað gittarspælarin Heri Joen- sen, sum syngur. Tveir sangarar skulu royna síni evni saman við Týr í januar mánaði, men enn er óvist, hvør fer at syngja í bólkinum framyvir. Týr við í danskari kapping Týr ætlar at gera um seg í tónleikakappingum bæði heima og uttanlands í ár C M Y K 3 2