mikudagur 15. januar 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 10 - 16. januar 2003
Nr. 10 - 16. januar 2003
3
Lagið er ikki gott á
fólkafloksmonnum í
hesum døgum, men
Anfinn Kallsberg vil
kortini ikki siga
samgonguna upp
POLITKKUR
Theodor E. D. Olsen
Eftir valið brúkti løgmaður
møguleikan í okkara enn
nýggju stýrisskipanarlóg at
verða sitandi, hóast hann
ikki var formaður í størsta
flokinum. Hetta vóru ikki
øll fegin um. Týsdagin
noyddi Løgtingið ein lands-
stýrismann at siga seg úr
starvi, og tað er løgmaður
nú harmur um.
Lagið er nevniliga ikki
gott í Fólkaflokkinum í
hesum døgum, men Anfinn
Kallseberg, løgmaður, hev-
ur ongar ætlanir um at gera
stórvegis broytingar í síni
stjórn.
– Fólkafloksmenn eru
harmir um støðuna, men vit
hava havt eitt gott samstarv
í samgonguni, sigur løg-
maður, tá hann verður
spurdur, hvussu framtíðin
hjá Landsstýrinum sær út,
og um hann kann góðtaka,
at
Tjóðveldisflokkurin
segði seg vilja atkvøða fyri
einum misáliti á Jørgen
Niclasen. – Vit hava ikki
sagt nakra samgongu upp,
men vit hava sagt, at um
Tjóðveldisflokkurin
at-
kvøður fyri einum and-
støðuuppskoti, so skapar
hetta missljóð, og hetta
hevur skatt álitið, og tí
verður stevið ikki tað sama,
tí eitt samgongustarv bygg-
ir upp á álit, sigur Anfinn
Kallsberg.
Pressan burtur úr vón
og viti
Í løtuni umsitur hann sjálv-
ur fiskivinnumál, sum hann
metir vera eitt sera stórt og
umfevnandi málsøki. Enn
vil løgmaður tó ikki siga,
hvør kemur at taka sær av
Fiskimálaráðnum, ella nær
ein nýggjur landssýrismað-
ur verður settur í tann sess-
in. Men Anfinn Kallsberg
væntar tó ikki stórvegis
broytingar í fiskivinnu-
politikkinum, tí linjan hjá
Jørgen Niclasen er løgd í
lógini, sum hann málber
seg.
Løgmaður sigur seg vera
sera harman um, at Jørgen
Niclasen noyddist at fara
frá, og honum hóvar ikki
handfaringina hjá fjølmiðl-
unum í hesum máli, sum
hann sigur vera burtur úr
vón og viti. Hann heldur, at
pressan dømdi við brestin,
og hevur ikki verið serliga
objektiv. Løgmaður vil tó
ikki siga júst hvørjar miðl-
ar, hann meinar við, men
sigur so mikið, at summir
miðlar eru meira slagkraft-
igir enn aðrir, sum hann
orðar seg. – Viðhvørt liva
landsstýrismenn
undir
ómenniskjansligum korum.
Um hetta er rætt ella skeivt,
veit eg ikki, men vit mugu
øll ansa eftir hvørjum
øðrum, sigur løgmaður.
Sjálvur vardi hann leingi
Jørgen Niclasen, men tá
trýstið úr Løgtinginum varð
ov stórt, noyddist sjálvt
løgmaður at ásanna, at
møguleikin fyri at fáa
misálit í føroyskum polit-
ikki er til staðar.
Løgmaður ikki sagt samgonguna upp
Løgmaður harmast um at
hava mist Jørgen Niclasen,
men hann sigur seg ikki hava
sagt samgonguna upp
Mynd: Jens Kr. Vang
Umbering
Í Sosialinum 14. januar í
ár varð grein um smugl-
ing av narko, har vit
eisini høvdu mynd av
fleiri persónum. Nýtsla
okkara av hesi mynd var
eitt mistak, tí persónarnir
á myndini eru ikki undir
illgruna ella hava nakað
við
sakina
at
gera.
Sosialurin vil tí koma við
eini treytaleysari umber-
ing fyri hetta mistakið.
Blaðstjórin
Stemingurin er ikki góður í Fólkaflokkinum í løtuni eftir at andstøðan og Tjóðveldisflokkurin
feldu ein av teirra landsstýrismonnum
Jøregn Niclasen er
ikki landsstýrismaður
longur. Týsdagin
noyddi Løgtingið
hann frá, meðan
fjølmiðlarnir eltu ein
vrakaðan mann, sum
ongan møguleika
hevði at fjala, at hann
táraði.
– Hatta er ikki nakað,
sum eg avgeri, sigur
Jørgen Niclasen um
valið hjá SvF at suma
inn á andlitið hjá
honum, tá harðast
stóð á
POLITIKKUR
Theodor E. D. Olsen
– Mín politiski veruleiki er
øðrvísi í dag.
Hetta segði Jørgen Nicla-
sen, fyrrverandi landsstýr-
ismaður,
tá
Sosialurin
ringdi til hansara í gjár.
Sjálvur segði hann seg
síggja støðuna innanífrá, tí
hann var staddur vesturi í
hembygdini, Sørvági, har
hann sleikti tey politisku
sárini og hugsaði nýggjar
leikir í tí stóra talvunum,
hann hevur verið partur av
so leingi. Týsdagin noydd-
ist hann kortini at leggja
kongin í hesum umfarinum.
– Tað nyttar ikki at vera
fornermaður, tí politikkur
er eirindaleysur. Men tú
minnist, tað sum er gjørt
ímóti tær, og tí eri eg ein
keddur maður í dag, sigur
Jørgen Niclasen, eftir at
hann varð noyddur av and-
støðuni og Tjóðveldisflokk-
inum at biðja løgmann
loysa seg úr starvi. Annars
hevði Løgtingið atkvøtt
hann úr Fiskimálaráðnum,
og tá er ikki so lætt at koma
aftur í aftur í politikki.
Spurdur, um hann væntar
at sleppa út aftur í Tinganes
í onkrari aðrari samgongu,
sigur Jørgen Niclasen við
sínum ógvusliga mynda-
máli, at hann hevur fingið
ein knív í ryggin uttan at
hava gjørt nakað skeivt
politiskt ella løgfrøðiliga,
og tí fer hann frá við upp-
rættaðari pannu, sum hann
málber seg.
– Men har spælir nógv
inn, ikki minst veljarin, tí
eg eri bara ein brikkur í tí
stóra spælinum. Eg havi tó
ongantíð viljað givið upp,
og aldurin er enn ikki so
høgur, sigur tann skjótt 34
ára gamli Jørgen Niclasen,
sum var týðiliga merktur, tá
hann týsdagin á tingsins
røðarapalli segði ráðharra-
sessin frá sær.
– Tað góða orðið hevur
meira at siga, enn vit geva
okkum far um, sigur Jørgen
Niclasen, sum bæði hevur
fingið telefonuppringingar
og sms-boð, síðani tað
politiska tapið varð varpað
út í loftmiðlunum um alt
landið. – Men hini, sum
ikki hava nakað gott at bera
mær, høvdu nokk ikki
ringt, leggur tó ein reellur
Jørgen Niclasen afturat.
SvF sumaði
Spurdur, hvat hann heldur,
at t.d. Sjónvarp Føroya
gjørdi ov nógv burtur úr, tá
hann feldi tár og ristist á
røddini í tingsalinum, sigur
Jørgen Niclasen, at hann
enn ikki hevur sæð allar
upptøkurnar frá sjálvum
fundinum, har myndatólið
sumaði inn á andlitið á
honum, tá harðast leikaði á.
Hann heldur tó ikki, at
sjónvarpið var so ringt, tí
teirra myndatól stóð eitt
sindur burtur frá sessinum
hjá sær, og tað flutti seg
ikki teir tríggjar tímarnar,
tingfundurin vardi.
Verri var kortini við foto-
grafunum, sum allatíðina
fluttu seg á vóru klárir at
finna nýggjar vinklar undir
orðaskiftinum.
– Men hatta er ikki nak-
að, sum vit avgera, sigur
ein róligur Jørgen Niclasen
um fjølmiðlarnar, og kallar
teir ta fjórðu statsmaktina.
Hart trýst
Hann er ikki tann fyrsti
landsstýrismaðurin,
sum
hevur verið noyddur at víst
sínar kenslur á skíggjanum,
og tá Sosialurin spyr hann
um trýstið, ið liggur á
einum ráðharra í Føroyum,
sigur Jørgen Niclasen, at
hann plagar at spyrja fólk,
hvussu tey høvdu havt tað,
um tey ofta høvdu staðið á
forsíðuni í bløðunum. – Tað
er nevniliga rættiliga óbe-
hagiligt at verða hunddálk-
aður, og trýstið er enormt,
og tað pínir, tá tú heldur teg
hava eina góða sak, sigur
Jørgen Niclasen.
Men hann leggur tó aftur-
at, at teir føroysku fjølmiðl-
arnir vita, at samfelagið er
lítið, og tí hanga teir ikki
privatlívið hjá fólki út, sum
pressan kanska ger í øðrum
londum. So ta tíðina Jørgen
Niclasen var landsstýris-
maður uggaði hann seg við,
at tað ikki var privatpersón-
urin, sum endaði á forsíð-
unum. – Men eg havi fingið
harða húð, sigur Jørgen
Niclasen, sum nú aftur
telist millum tey 32 í Løg-
tinginum.
Vil enn einki siga
Spurdur, um hann hevði
væntað, at tingfundurin,
har uppskotið frá andstøð-
uni varð viðgjørt, bleiv so
drúgvur,
sigur
Jørgen
Niclasen, at talutíðin til eitt
misálitisuppskot er sama
sum til eitt fíggjarlógarupp-
skot, so tað gjørdi hann ikki
bilsnan.
Hann hevur einki boð
upp á, hvør eftirmaður han-
sara sum fiskimálaráðharri
verður, men hann sigur tað
sama við Sosialin, sum
hann segði í Degi og Viku
týskvøldið um sín leiklut
sum samgongutingmaður. –
Mín loyalitet fyri Tjóðveld-
isflokkinum vil eg ikki siga
nakað um í løtuni, tí so
komi eg bara at siga okkurt,
sum eg fari at angra, tí hetta
má sodnast, sigur Jørgen
Niclasen at enda.
Tað nyttar ikki at vera fornermaður
Tað kann vera hart at vera
landsstýrismaður, og í síni
ráðharratíð uggaði Jørgen
Niclasen seg ofta við, at
pressan ikki skrivaði um
privatlívið hjá
politikkarunum. Nú er hann
aftur løgtingslimur
Mynd: Jens Kr. Vang
Jenis av Rana heldur saman hendur í tingsalinum. Týsdagin
vildi hann tó ikki avdúka, um hann fór at halda hondina yvir
Jørgen Niclasen, tí hann vildi ikki siga, um hann fór at atkvøða
fyri misáliti
C
M
Y
K
3
2