Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-15, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. januar 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 9 - 15. januar 2003 Nr. 9 - 15. januar 2003 5 Hann er næstan 80 og við síni fullu fimm. Hóast illa gongdur, so er høvdið frískt og arbeiðshugurin øgi- ligur. Hann er júst liðugur at umseta fyrstu bókina av Ringanna harra eftir J.R.R. Tolkien, men heldur ein steðg, áðrenn hann fer undir tær næstu tvær, tí hann skal umseta leikin Peer Gynt til 20-ára hátíðarhaldið hjá Grímu. Vit hava hitt Axel Tórgarð, fyrrverandi prest, sum í kvøld fær handað Heiðursgávu landsins HEIÐURSGÁVA Ingi Rasmussen »Óuppiborið! Eg haldi meg als ikki hava uppiborið tað. Hevði tað ikki verið tí, at eg eri so fátækur, so hevði kastað tað aftur.« Lítillæti, eyðmýkt og skemtingarlagið kemur beinanvegin til sjóndar hjá Axel Tórgarð. Vit eru kom- in á gátt hjá honum og kon- uni Margretu úti í Hornabø í Havn, tí Axel í kvøld, mikukvøldið 15. januar klokkan 20, fær handað Heiðursgávu landsins í Norðurlandahúsinum. Heiðursgávan er 75.000 krónur, og tær eru slett ikki so galnar at fáa, heldur pensjóneraði presturin, sum hevur doypt, fermt, gift og grivið ein stóran part av føroyingum. Tygara útsendi er millum teirra, sum gekk til prest hjá Axel, og hóast nógv av lestrinum er farin í gloymibókina, so standa tímarnir týðiligir eftir í minninum. Vit komu ígjøg- num Lítlu Katekismus og væl tað, men pláss var eisini altíð fyri skemti, einari stuttligari søgu og eitt sindur av uttanumtosi frá prestinum, sum fangaði sjálvt óstýrligar hormon- bumbur. Í dag hevur hann meira hug at tosa um okkum báðar myndamann- in, enn at tosa um seg sjálv- an. – Vælsignaður ger ikki ov nógv burturúr, sigur Axel, tá hann við tógvi stríð spakuliga setir seg niður á stólin í hugnaligu stovuni og gevur okkum boðini at seta okkum bleytt. Ótømandi keldur Heiðursgáva landsins verð- ur latin einstaklingi, felagi ella fyritøku sum tøkk og viðurkenning fyri at hava framt avrik, ið hava serstak- an týdning fyri føroyska list, mentan ella mentanar- lív. Nevndin sigur soleiðis í sínari grundgeving fyri at geva Axeli Tórgarð heið- ursgávuna í ár: »Heiðursgáva Landsins verður latin Axeli Tórgarð fyri týðingar hansara av klassiskum heimsbókment- um til føroyskt mál. Axel hevur hegnisliga latið hesar dýrgripir í ein føroyskan málbúna á ein hátt, sum í sjálvum sær kann metast sum skaldskapur. Týðingar hansara av eitt nú forn- griksku harmleikunum Antigone, Medea og Aga- memnon, og fleiri av leik- unum hjá Shakespeare, m.a. Julius Ceasar, Mac- beth og Dreymur jóan- søkunátt, eru ótømandi keldur og íblástur fyri mentanarliga og listaliga umhvørvið í Føroyum, ser- stakliga fyri leiklistina. Axel Tórgarð hevur latið upp ein fremmandan heim fyri føroyingum og hevur við meistarliga málkynstri sínum gjørt hann heimligan og ævigan.« – Møsn, mutlar Axel, tá eg havi lisið okkurt burtur úr grundgevingunum fyri honum. Okkurt siga tit, leggur hann so stillisliga afturat. Jú, hann er glaður fyri heiðurin. Glaður prestur Axel Tórgarð fór ikki rætti- liga at fáast við týðingar, fyrr enn aftaná hann fór frá sum prestur. – Eg fjasaðist eitt sindur við at týða, eftir at eg varð student, men so bleiv eg prestur. Ongin skal siga, at lítið er at gera, tí eg var fult upptikin og hevði ikki tíð til annað sum prestur. Men so bleiv eg lamin og mátti fara frá, og tá fekk eg betri stundir, sigur Axel Tórgarð. Axel var prestur í Havnar kirkju til 1989. Hann var fólksligur og væl lýddur. Sjálvum dámdi honum ógvuliga væl at vera prest- ur. Serliga dámdi honum at hava við fólk at gera, og hann hevði ikki ætlað at lagt frá sær, tá hann noydd- ist. Men sum hann mentist aftur, dagaði hugurin at skriva framaftur. Hann hevði m.a. umsett Julius Ceasar í 1942-43, men tað varð lagt til viks, tí gern- ingurin tók yvir. Hugurin hevur altíð verið til klassisku bókmentirnar. Umframt tað, hann sjálvur hevur skrivað og givið út, hevur hann síðan givið okk- um meistaraverk á før- oyskum, týdd beinleiðis úr griksum, týskum, enskum, norskum, donskum og øðr- um málum, sum bøkurnar upprunaliga eru skrivaðar á. – Alt er týtt úr uppruna- málinum, men sjálvandi havi eg eisini nýtt aðrar týðingar at hugt eftir. Eg haldi ikki endiliga, at tað er neyðugt at at týða úr upp- runamáli, tí nógvar týðing- ar eru so mikið góðar, at tær saktans kunnu brúkast. Tað eru sjálvandi nógv mál, sum eg havi týtt úr, men tað hevur ikki verið nakar trupulleiki. Grikska málið lærdi eg, tá eg las til prest, tí Nýggja testamenti er jú skrivað á grikskum, men tað vísti seg fyri mær at vera stórur munur á tí og so klassiskum grikskum. – Shakespeare fór eg undir, tí tað dámdi mær sjálvur. Hann kann verða ótrúliga torførur at fáast við, og onkuntíð krevst, at tú sjálvur smíðar orð, fyri Ein lítillátin meistari heiðraður Ongin skal siga, at lítið er at gera sum prestur, tí eg var fult upptikin og hevði ikki tíð til annað. Men so bleiv eg lamin og mátti fara frá, og tá fekk eg betri stundir at skriva, sigur Axel Tórgarð. Fyri tað fær hann Heiðursgávu landsins í kvøld Mynd: Jens K. Vang at tað skal ganga upp; men tað royni eg at sleppa und- an. Griksku leikirnar fór eg at týða, tí Zakarias Wang bað meg. Tað bleiv jú lisið í fornaldarfrøði í Studenta- skúlanum, men so skjótt tað var umsett, bleiv fakið tikið av, so eg veit ikki, um nøkur nytta er í tí, sigur Axel. Aftur líttillátin. Spurdur, um føroyska málið kann brúkast til alt, flennir hann eitt sindur, og sigur so spakuliga: Ja, tað ber væl til. Hann hevur sjálvur gjørt sítt til, at føroyska málið kann brúkast til bæði stór og smá, til gaman og álv- ara, men tað hevur hann minni hug at gera nakað hóvasták burturúr. Undir Ringanna harra Í hesum døgum kenna ung- fólk kanska best Axel Tór- garð fyri, at hann hevur umsett Hobban, forsøguna til Ringanna harra, sum er farin sanna sigursgongd um allan heim. Fyrsti og annar filmurin í trilogiini hava sligið øll met, og um eitt lítið ár verður triði filmurin sýndur. – Tá ætli eg mær at hava alla bókarøðina lidna. Um heilsan vil, leggur Axel afturat. Hann er ikki bangin fyri at seta sær stór mál, hóast hann fyllir 80 ár 31. mars. – Eg havi jú umsett Hobban, sum kom út, so eg kann líka so væl gera meg lidnan við Tolkien. Nú havi eg umsett fyrstu bókina av Ringanna harra, men av tí, at eg skal umseta Peer Gynt fyri Grímu, haldi eg ein steðg fyri tíðina. Tað fellur mær eitt sindur tungt. Eg havi altíð hildið tað verið lættari at týtt, tá tað er í versi, men ikki Peer Gynt. Hann er eitt sindur verri. Tá tað er liðugt, ætli eg mær aftur undir Ringanna harra, og eg kundi hugsað mær at komið á mál í ár. Tað liggur bara væl fyri at umseta Tolkien, haldi eg. Hann ger sítt egna mál, men eg kenn- ist væl við tað, sigur Axel. Vit báðir myndamaðurin eru púra paff. Ber tað til hjá einum so gomlum manni at vera liðugur við eitt so stórt verk upp á so stutta tíð? Ja, tað ber væl til, sigur hann og fer at fritta mynda- mannin, um hann enn býr í Kvívík. Axel búði sjálvur í Kvívík til fyri nøkrum árum síðan, men har er longu nógv broytt, síðan hann flutti, heldur hann. Sjón fyri leik Ábróstinum í stovuni hong- ur mynd av pápanum HCW Tórgarð arkiteki, sum var undangongumaður á sínum øki í Føroyum, og systkin, børn og abbabørn, teirra millum lítli Axel, fáa eisini gott pláss á veggjunum. Ein blíð abbadóttir kemur inn í stovuna at bjóða karamell- ur. Á stovuborðinum liggja pappír, ymsar orðabøkur og so Peer Gynt eftir Ibsen, sum Gríma setir upp. Axel skrivar við blýanti fyri tíðina, tí sonurin Hans Tórgarð hevur tikið teld- una, sum Axel eisini ar- beiðir við. Hans er eitt sindur ótolin og skrivar inn á telduna, so hvørt Axel er liðugur við eitt brot, so tey kunnu venja leikin í Grímu. – Ja, her er nokk av sjón- leikarum, staðfestir Axel og sipar til børnini, ið øll eru kend fyri leiklistina. Eg plagi at siga, at børnini hava arvað allar mínar verstu síður. Eg havi altíð havt stóran áhuga í sjón- leiki sjálvur, so tað er helst íborið, men eg havi onki lagt niður í tey, haldi eg. Tað hevur altíð verið nógv- ur sjónleikur í familjuni, Lina Larsen og Jenny Rein eru systkinabørn, og abba- beiggin var eisini kendur sjónleikari tá. Sjálvur havi eg ikki gjørt so nógv við tað, hóast eg onkuntíð havi verið uppií. Men tað skal kanska ein sjónleikari til at vera ein góður prestur, sum fær sín boðskap fram, sigur Axel. Tiden går... Hví hann hevur verið so íðin at týða, hevur hann ikki hugsað so nógv um. Tað er bara so. – Tað gevur lítið av sær, og tú kanst illa liva av tí, so tað er ikki orsøkin. Tað má bara vera áhugin, sum drívir verkið. Áhugan fyri Shakespeare fekk eg sum sagt tíðliga, síðan komu griksku harmleikirnir, og so hevur føroyska málið eisini altíð havt mín tokka, sigur Axel. Tað skerst ikki burtur, at hann hevur fingið nógv av skafti, síðan hann fór frá sum prestur av heilsuávum. Bókalistin er langur, og umframt Heiðursgávuna, sum hann nú fær, hevur hann fingið M.A. Jacobsen virðislønina og Heiðursløn Christians á Brekkumørk. Tað var altso ein bilandi heilsa, sum førdi eina rúgvu av bókmentaligum dýrgripum við sær; men hvussu livir Axel nú? – Tað stendur við og versnar ikki. Eg eri lamin vinstrumegin, men høvdið er toluliga klárt. Eg eri ikki so skjótur á fótum, men eg fylgi væl við kortini, sigur hann. Vit takka fyri okkum og fara úr fjálgu stovuni út í illfýsna januarveðrið. Á vegnum út fáa vit eina lítla heilsu við okkum, sum Axel hevur frá Storm P.: »Tiden går, og vi løber«, sigur hann. Kanska er tað so, at tað ikki altíð eru tey fótfimu, sum koma longst. Tillukku Axel. Axel Wenningsted Tórgarð Føddur 31. mars 1923 í Tórshavn. Foreldur: H. C. W. Tórgarð, arkitektur í Tórshavn, og Valborg f. Eide úr Nólsoy. Giftur 26/5 1958 við Margretu Danielsen úr Miðvági. Børn: Súsanna Dagmar, Jóhanna Maria og Hans Christoffur. Útbúgving: Studentur 1941 á Studenta- og preliminerskeiði Føroya Løgtings. Fór eftir kríggið at lesa guðfrøði og tók embætisprógv í guðfrøði við Keypmannahavnar Universitet í 1954. Størv: Prestur í Suðurstreymoyar prestagjaldi 1954-1957. Leiðari á tí nýstovnaða Útvarp Føroya 1957- 1960. Sóknarprestur í Norðurstreymoyar prestagjaldi 1960- 1979. Prestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi 1979-1989. Farin frá fyri heilsubrek. Skrivað: Morgunlestrar, 1987. Orðið er tær nær,1992. Ein halgisøga, ein jólavísa og eitt ævintýr, 1993. Dagar og nøvn í álmanakkanum, 1994. Týtt : Lewis Caroll: Lisa í Leikalandi, 1988. Sofokles: Antigone, 1988. Euripides: Medeia, 1989. Apokrýfisku bøkunar, 1990. J. R. R. Tolkien: Hobbin, 1990. J. H. Wessel: Kerligheit men ongar hosur, 1991. Aiskýlos: Agamemnon, 1992. J. R. R. Tolkien: Klávus bóndi á Bóli, 1993. Lewis Caroll: Eftir Snarki, 1994. Kipling: Søgurnar um Mowgli, 1997. Peter Dass: Norðurlandslúðurin, 1998. Boccaccio: Dekameron, 2. bind, 1998. Shakespeare: Dreymur jóansøkunátt, 1998. Shakespeare: Julius Ceasar, 1999. Shakespeare: Keypmaðurin í Vanesia, 2000. Shakespeare: Macbeth, 2000. M.A. Jacobsens heiðursløn í 1990. Heiðursgávu frá grunni Christians á Brekkumørk 1994. Heiðursgávu landsins í 2003. (Keldur: Rithøvundabókin og www.flb.fo) Í løtuni týðir Axel við blýanti í hond Peer Gynt eftir Ibsen, sum børn hansara í Grímu seta á pall. Tey venja, so hvørt hann týðir teimum eitt brot Mynd: Jens K. Vang BLÁBÓK C M Y K 5 4