mikudagur 15. januar 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 10 - 16. januar 2003
Nr. 10 - 16. januar 2003
5
frá frammanundan, at hann
fór at atkvøða fyri uppskot-
inum um misálit, og annar
lítli
samgonguflokkurin,
Miðflokkurin,
atkvøddi
helst eisini fyri.
Helst vildi flokkurin nýta
høvi at føra síni sjónarmið
fram, Jørgin varð gjørdur til
ein pínslavátt, og flokkurin
vann kanska ein tiltrongdan
moralskan sigur. Men á
leiðini varð orðalagið hart,
og orð sum »Pilatus«,
»judasgerð« og »svíkjari«
vóru send úr aftasta horn-
inum, har talsmaðurin hjá
flokkinum Óli Breckmann
sat.
Prinsipp ella jura
Tað var annars Lisbeth L.
Petersen, forkvinna Sam-
bandsfloksins, sum legði
uppskotið um misálit á
Jørgin Niclasen fyri tingið.
Saman við henni hevði
Jóannes Eidesgaard, for-
maður
Javnaðarfloksins,
skrivað undir misálitisupp-
skotið. Tey bóðu løgtingið
samtykkja, at »Løgtingið
ikki longur hevur álit á
Jørgen Niclasen, lands-
stýrismanni«.
Lisbeth L. Petersen vísti
á, at ein kanningarstjóri
hevur sagt, at alt er ikki
farið fram eftir galdandi
reglum, og at andstøðu-
flokkarnir hava kent tað
sum sína skyldu at leggja
misálit fram fyri at bøta um
okkara umdømi sum á-
byrgdarfult rættarsamfelag.
Óli
Breckmann
bað
Lisbeth L. Petersen vísa á,
hvar í frágreiðingini frá
kanningarstjóranum
tað
stóð, at landsstýrismaðurin
hevði brotið lógina, men
forkvinna Sambandfloksins
vildi ikki viðgera sjálvt
málið. Og har stóð ein stór-
ur partur av stríðnum.
Fólkaflokkurin vildi við-
gera sjálvt málið, meðan
tingið helt seg til prinsipp-
ini, álitið á politisku skip-
anina og tann ivan, sum er
sáddur í málinum.
At seta mark
Tjóðveldisflokkurin hevur
verið ótrúliga kúrrur, síðan
málið kom fram fyri jól.
Millum lítið og onki hevur
verið at hoyrt um, hvørja
støðu flokkurin hevur, og
formaðurin hevur víst til, at
tað, sum skal sigast, er sagt
á røttum staði.
Tá Høgni Hoydal, for-
maður floksins, sum er
landsstýrismaður,
fekk
undantak at føra orðið fyri
flokkin, fekst sjón fyri
søgn, at samgongan var í
tvíningum. Høgni Hoydal
kunngjørdi, at allur flokk-
urin atkvøddi fyri einum
misáliti, um tað kom so
langt, men hann hevði kort-
ini ongan hug at gera tað til
eitt persónsmál, juristarí
ella samgongumál.
– Alt er gjørt eftir bókini
í hesum máli, og ein kann-
ingarstjóri, sum løgtingið
hevur sett, hevur sagt, at
landsstýrismaðurin er farin
út um sínar heimildir. Nið-
urstøðan gevur ikki heimild
at fara víðari í rættin við
málinum, men hon er kort-
ini greið. Við øllum ivamál-
um, sum eru reist, eigur
málið at fáa avleiðingar, so
vit kunnu skapa álit og seta
mark. Talan er rætt og slætt
um eina politiska heildar-
meting, og tíðin er farin frá,
at ting ikki fáa avleiðingar,
segði Høgni Hoydal.
Lóg ella endamál
Ongin fer væl av, at annar
fer illa, segði Jóannes Eid-
esgaard. Hann helt kortini,
at tað var neyðugt at reisa
misálitið, tí málið var prin-
sipielt. Hann hevur sjálvur
fyrr reist eitt uppskot um
misálit av politiskum ávum,
men tað fall. Hesaferð var
støðan ein onnur, tí málið
var løgfrøðiliga grundað,
segði hann.
– Ein løgfrøðilig kanning
hevur staðfest, at farið er
óregluliga fram, og tá
stjórnarleiðarin onki vil
gera, og enntá sáar iva um
ta kanning, ið løgtingið
hevur biðið um, so noyðist
løgtingið at gera tað fyri
hann, segði Jóannes Eides-
gaard.
Óli Breckmann mutaði
afturímóti, at løgtingið ikki
hevði skyldu til at fylgja
kanningini,
sum
onga
greiða niðurstøðu hevði
um, at landsstýrismaðurin
eigur at leggja frá sær.
Hann legði samtundis
áherðslu á, at Jørgin Nicla-
sen hevði nátt endamálin-
um við lógini um umlegg-
ing av lánum hjá fjarfiski-
flotanum, sum var at varð-
veita rækjuskipini í før-
oyska flotanum. Og tað
taldi meira, enn at onkur
umsitingarligur smáfeilur
er gjørdur.
– Endamálið er eydnast
til fulnar, og Jørgin Nicla-
sen hevur bara fylgt andan-
um í lógini, buldraði Óli
Breckmann.
Tað nyttaði lítið tá av-
tornaði. Bara Sjálvstýris-
flokkurin tók undir við
Fólkaflokkinum. Jenis av
Rana úr Miðflokkin heitti
staðiliga á Jørgin Niclasen
um at leggja frá sær, og
hóast tað neyvan var or-
søkin, so gjørdist tað kort-
ini endin.
Løgtingið slapp ikki at
atkvøða um misálitið hjá
andstøðuni, men úrslitið
gjørdist tað sama.
Bumban gekk av fyri
tíð í løgtinginum týs-
dagin, tá eitt søguligt
misálit var til við-
gerðar. Samgongan
varð skadd, og okkurt
tárið fall, men hóast
illa trevsað, so yvir-
livdi samgongan
dagin. Dagurin var
dramatiskur, og
endin var, at Jørgin
Niclasen illa sperdur
legði kongin. Nú
byrjar ein nýggjur
politiskur dagur
FRÁSØGN
Ingi Rasmussen
Tað mátti koma. Men bíðað
var heilt til evstamark.
– Tá Tjóðveldisflokkurin
soleiðis tryggjar meirilutan
fyri einum misáliti, er
ongin ivi um, at løgmaður
fer at loysa meg úr starvi, tá
løgtingið hevur atkvøtt
misálitið ígjøgnum. Við
hesi staðfesting í huga fari
eg at biðja løgmann loysa
meg úr starvinum sum
landsstýrismaður við fiski-
vinnumálum.
Jørgin Niclasen legði
loksins kongin, segði seg úr
starvi sum landsstýrismað-
ur við fiskvinnumálum, og
harvið var ein dramatiskur
og søguligur dagur í løg-
tinginum av.
Hetta hendi týsdagin stutt
fyri klokkan 17. Í samfullar
tríggjar tímar hevði løg-
tingið viðgjørt uppskot um
misálit á landsstýrismannin
við fiskivinnumálum. Hann
ætlaði ongantíð at leggja
frá sær, men nógv stóð á,
og tað gjørdist honum ov
nógv, tá tað nærkaðist
markinum fyri, at løgtingið
skuldi atkvøða um søguliga
misálitið ímóti honum.
Samstarvsfelagin í sam-
gonguni, Tjóðveldisflokk-
urin, hevði longu kunn-
gjørt, at hann fór at atkvøða
einmælt saman við and-
støðuni fyri uppskotinum,
og sostatt hevði Jørgin fall-
ið kortini.
Sterkt myndamál
Myndamálið, ið Jørgin
Niclasen nýtti, tá hann lok-
sins tók orðið í viðgerðini,
segði alt um hansara sinn-
isstøðu og støðuna hjá
Fólkaflokkinum yvirhøvur.
– Anstøðan hevur blakað
eina bumbu inn í samgong-
una, og tíverri er størsti
samgonguflokkurin (Tjóð-
veldisflokkurin, blðm.) far-
in at pilka við bumbuna.
Og tá tú pilkar við bumbur,
so bresta tær ofta, segði
Jørgin Niclasen.
Við hesum gav hann eina
týðiliga ábending um, at
málið rakti breiðari enn
bara hann sjálvan. Men
hann duldi heldur ikki fyri,
at hann eisini kendi hetta
sum eitt persónligt álop frá
sínum samstarvsmonnum.
– Hetta er ikki tað sam-
felagið, sum eg hevði í-
myndað mær. Eg føli tað
sum ein knív í ryggin, men
fyri meg er aftur ein dagur í
morgin, sum eg nokk skal
klára at liva við, segði Jørg-
in Niclasen, meðan hann
beit seg í vørrina.
Samstundis gjørdi hann
tað púra greitt, at hansara
uppsøgn neyvan er tað
síðsta, sum hendir í málin-
um.
– Í dag gongur tað út yvir
meg, men í morgin er aftur
ein politiskur dagur, og
hann sær neyvan út sum
hesin, staðfesti landsstýris-
maðurin,
sum
týðiliga
kendi seg kroystan av, at
hann varð miðdepilin í
orðaskiftinum.
Løgmaður harmast
Við uppsøgnini endaði
orðaskiftið. Misálitisupp-
skotið varð tikið aftur, og
samgongan yvirlivdi harða
róðurin, hóast áralagið var
vánaligt, og dagurin nú er
ein annar.
Løgmaður tók sum tann
seinasti orðið og kundi bara
taka uppsøgnina til eftir-
tektar, sjálvt um hann metti
málið vera »eitt afturstig
fyri
rættartrygdina
og
demokratiið«, sum hann
málbar seg.
– Jørgin Niclasen hevur
verið ein góður og sam-
vitskufullur
landsstýris-
maður í fiskivinnumálum,
sum er ein ógvuliga trupult
uppgáva at røkja. Við at
fara út starvi hevur hann
víst seg sum eitt fyridømi,
men tað er eitt stórt offur at
bera. Og eg eri samdur við
hann um, at gerandis-
dagurin verður øðrvísi eftir
hetta, segði løgmaður.
Hvussu nógv øðrvísi,
vildi løgmaður ikki siga.
Spurningurin er, hví Fólka-
flokkurin lat málið koma so
langt. Tjóðveldisflokkurin
hevði jú boðað flokkinum
Misálitisbumban gekk av
Eitt innanhýsis upp-
rit frá løgmans-
skrivstovuni varð
drigið upp úr hatt-
inum, tá løgtingið
viðgjørdi misálitið á
Jørgin Niclasen,
fyrrverandi lands-
stýrismann. Við
røttu tulkingini,
sáddi uppritið iva
um grundarlagið
fyri misálitinum,
men tað kundi eisini
lesast øvugt
UPPRIT
Ingi Rasmussen
Fólkaflokkurin
bardist
við hond og fót fyri at
varðveita Jørgin Niclasen
í landsstýrinum.
Fyrst var ivi sáddur um
kanningina frá kanning-
arstjóranum, sum løg-
tingið hevði sett, og tá
misálit kortini varð reist,
royndi serliga Óli Breck-
mann at seta spurnartekn
við grundarlagið undir
misálitinum.
Andstøðan legði mis-
álitið á Jørgin Niclasen
fram, tí hon ikki segði seg
longur hava álit á lands-
stýrismanninum. Ongin
onnur
grundgeving
krevst, men í viðmerk-
ingunum varð lagt aft-
urat, at landsstýrismað-
urin ikki hevur útint um-
leggingina av lánum til
fjarfiskiflotan á lógligan
hátt.
– Hvar stendur tað?
spurdu fólkafloksmenn
aftur og aftur, men tað
gekst striltið at fáa svar.
Miðskeiðis í viðgerðini
dróg Óli Breckmanna eitt
innanhýsis skjal á Løg-
mansskrivstovuni fram.
Talan var um eitt upprit,
sum Marjun Hanusar-
dóttir løgmansstjóri hevði
skrivað, eftir at hava
umrøtt málið við Rúna
Joensen, aðalstjóra í Løg-
málaráðnum. Hon skrivar
soleiðis í uppritinum:
»Samanumtikið er nið-
urstøða
aðalstjórans
henda: Frágreiðing kann-
ingarstjórans gevur ikki
grundarlag fyri at meta,
um landsstýrismaðurin
rættarliga kann ábyrgdast
sambært reglunum um
ábyrgd
landsstýris-
manna«.
Sagt verður eisini, at
tað er ivasamt, um brot er
framt á lógina um um-
legging av lánum hjá
fjarfiskiflotanum.
Ein
meting av hesum er treyt-
að av, hvat grundarlag er
brúkt undir tulkingini av
lógini.
»Støðan bendir á, at
kanningarstjórin hevur
lagt størri dent á lógar-
innar orð, heldur enn
endamálið við lógini,
meðan
Fiskimálaráðið
hevur lagt størri dent á
endamálsorðingarnar og
viðmerkingarnar til lóg-
ina,« er niðurstøðan hjá
Rúna Joensen.
Hinvegin er spurning-
urin, hvussu nógv upp-
ritið, sum er orðað ógvu-
liga breitt, í grundini
sigur. Tí aðalstjórin held-
ur samstundis onga orsøk
vera at finnast at lógar-
tulkingini hjá kanning-
arstjóranum, sum kom til,
at landsstýrsimaðurin fór
út um sínar heimildir. Og
tískil kann skjalið eins
væl brúkast sum grund-
arlag undir misálitinum.
Ivi sáddur um
grundarlag
fyri misáliti
Hetta er ikki tað samfelagið, sum eg
hevði ímyndað mær. Eg føli tað sum ein
knív í ryggin, men fyri meg er aftur ein
dagur í morgin, sum eg nokk skal klára
at liva við, segði Jørgin Niclasen,
fyrrverandi landsstýrismaður, áðrenn
hann legði frá sær týsdagin
Mynd: Jens Kristian Vang
Hvar stendur tað? Fólkaflokkurin royndi at sáa iva um grundarlagið fyri misálitinum hjá
Lisbeth L. Petersen og Jóannes Eidesgaard móti Jørgini Niclasen
Mynd: Jens K. Vang
C
M
Y
K
5
4