Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. januar 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 9 - 15. januar 2003 Nr. 9 - 15. januar 2003 7 Jørgen Niclasen fer ikki sjálvboðin úr starvinum sum lands- stýrismaður við fiskivinnumálum MISÁLIT Edvard Joensen Flogvøllurin: Jørgen Niclasen sigur seg onga grundgeving hava fingið fyri at reisa seg úr lands- stýrissessinum. Juridiskt er einki gjørt skeivt, sigur hann. Men líkt er til, at onkur vil hava høvdið av mær. Jørgen Niclasen viðgekk, tá hann kom aftur úr Íslandi fyrrapartin týsdagin, at hann hevði verið rímiliga kroystur hesar seinastu dagarnar. Og tað metti hann seg hava grund til, tí tað var líkt til, at ein politisk av- gerð fór at gera, at hann noyddist frá sum lands- stýrismaður. – Men tá ið tað er stað- fest, at eg ikki hava brotið nakra lóg, so havi eg onga juridiska grund til at fara. Er tað politiskt, at onnur vilja hava høvdið av mær, so mugu tey um tað, segði Jørgen Niclasen við Sosial- in týsdagin. – Eg havi avgjørt ongar ætlanir um sjálvboðin at fara úr starvinum, og eg havi avgjørt ikki sitið í flogfarinum og sungið: »Eg vil út«, segði hann. Jørgen Niclasen hevur seinastu dagarnar verið í Íslandi í arbeiðsørindum, men hevur havt regluligt samband við løgman alla tíðina. Hann sigur seg tó ikki vita, hvat fer at henda við samgonguni, um Tjóð- veldisflokkurin atkvøður fyri einum misálitsupp- skoti. – Andstøðuna skilji eg væl, at hon kemur við ein- um slíkum uppskoti. Teirra fremsta endamál er at blaka bumbur inn í samgonguna. Men fara samgongufólk at spæla við tær bumburnar, plaga tær ofta at bresta. Jørgen Niclasen sigur seg ikki vita, hvussu tað verður, men heldur tað síggja út til, at Tjóðveldisflokkurin er á veg í leypin hjá andstøðuni. – Eg dugi ikki at skilja, hvørjum farið verður eftir uttan mínum høvdi server- að á einum fati, sigur Jørgen Niclasen. Torbjørn Jacobsen, tingmaður Tjóð- veldisfloksins, heldur ikki, at eitt misálit á Jørgen Niclasen eigur at slíta samgonguna. Um samgongan slitnar, væntar hann nýval MISÁLIT Edvard Joensen Flogvøllurin: Samgongan eigur ikki at slitna av hes- um, heltTorbjørn Jacobsen, tingmaður Tjóðveldisflok- sins, sum kom heim úr Danmark til tingfundin týsdagin, tá misálitisupp- skotið móti Jørgeni Nicla- sen skuldi koma fyri. Hóast Torbjørn Jacobsen metir handfaringina av málinum at hava verið ógvuliga skeiva frá leiðsl- uni í landsstýrinum, sum hann tók til, heldur hann ikki, at eitt mál sum hetta eigur at hava eina stjórnar- kreppu við sær. Torbjørn Jacobsen vænt- ar ikki, at ein nýggja sam- gonga millum eitt nú Fólkaflokkin og andstøð- una er serliga sannlík. – Aftan á at Sambands- flokkurin og Javnaðar- flokkurin hava reist eitt misálit á ein landsstýris- mann, sum løgmaður ikki heldur hevur gjørt nakað skeivt, er ógvuliga lítið sannlíkt, at teir tríggir flokkarnir fara at gera eina samgongu upp á tað, sum hendir av einum misáliti á Jørgen Niclasen. – Tí er mest sannlíkt, um hendan samgongan ikki heldur fram, at løgmaður skrivar nýval út, sigur Torbjørn Jacobsen. Í fyrstu atløgu rokni eg við, at samgongan heldur fram kortini, og í øðrum lagi vænti eg nýval. Tingmaður Sjálv- stýrisfloksins heldur, at eitt misálit á Jørgen Niclasen eisini er misálit á løgmann MISÁLIT Edvard Joensen Flogvøllurin: Kári P. Høj- gaard, løgtingsmaður Sjálvstýrisfloksins, heldur, at atkvøður Tjóðveldis- flokkurin fyri einum mis- áliti á Jørgen Niclasen, hevur hann samstundis atkvøtt fyri einum misáliti á løgmann. Soleiðis metir Kári Høgaaard politisku støðuna. Hann dugir ikki at síggja annað enn, at løgmaður hevur sett málið so greitt upp, at har er einki at mis- skilja, sigur sjálvstýrismað- urin. – Tann, sum atkvøður í móti Jørgeni Niclasen, hevur samstundis vrakað arbeiðið hjá løgmanni. Og tað tolir samgongan ikki, er Kári P. Højgaard, ting- maður Sjálvsstýrisfloksins sannførdur um. Sjálvur ætlar hann at at- kvøða blankt í tingsalinum, segði hann við Sosialin fyrrapartin týsdagin. Eg vil ikki út Jørgen Niclasen viðgongur, at hann hevur kent seg kroystan seinastu tíðina Mynd: Edvard Joensen Hetta man sam- gongan fara at tola Eisini misálit á løgmann Tað er at meta sum misálit á løgmann at krevja Jørgen Niclasen frá, sigur Kári P. Højgaard Torbjørn Jacobsen væntar ikki, at samgongan slitnar av einum misáliti á Jørgen Niclasen Mynd: Edvard Joensen Hóast ivi í løtuni verður sáddur um embætisførsluna hjá Bill Justinessen í sambandi við virk- semi hjá Húsaláns- grunninum, sum landsstýrismaðurin hevur hartað grunnin fyri, so heldur for- maðurin í Lands- stýrismálanevndini hondina yvir Bill. Men hóast grunnurin ikki hevði heimild at selja ognir til Íbúðagrunnin, so kann hetta bøtast um, Løgtingið samtykkir eina eykajáttan upp á 11,5 milliónir EMBÆTISFØRSLA Theodor E. D. Olsen Í gjár klokkan 13.30 skuldi Løgtingið taka støðu til, um Jørgen Niclasen skuldi halda fram í sessinum sum landsstýrismaður, eftir at kanningarstjórin, Turið Debes Hentze, kom fram til, at umsitingin hjá Jørgeni Niclasen í Fiski- málaráðnum í tveimum førum hevur verið um koll- sigla løgfrøðiliga sambært lógini um umlegging av lánum til fjarfiskiflotan. Hetta kostaði landskassan- um milliónir, tí manna- gongdir vóru ikki fylgdar í sambandi við umleggingar av lánum. Eftir áheitan frá Tórbjørn Jacobsen, tingmanni Tjóð- veldisfloksins, vildi lands- stýrismálanevndin hava tingformannin at seta ein kanningarstjóra at kanna embætisførsluna hjá Jørgeni Niclasen. Heini O. Heinesen er for- maður í Landsstýrismála- nevndini, og hann duldi í Sosialinum í gjár ikki fyri, at hann helt, at Jørgen Niclasen hevði gjørt ymiskt, sum var álvarsam- ari enn tað, sum Turið Debes Hentze varð sett at kanna. Megnaði ikki at gjalda Jørgen Niclasen er kortini ikki tann einasti ráðharrin í hesum døgum, sum er í andgletti. Bill Justinussen, trivnað- armálaráðharri, varðar av íbúðarmálum í landsstýrin- um, og hansara umsiting kann eisini koma at kosta landskassanum nakrar milliónir. Húsalánsgrunn- urin, sum Bill Justinussen hevur eftirlitisskyldu við, hevur nevniliga givið stýr- inum fyri Húsalánsgrunnin bæði eina sonevnda minni hvassa og eina hvassari átalu fyri ávikavist at hava latið sjálvan Húsaláns- grunnin keypt fastar ognir uttan heimild, og fyri at hava selt somu ognir til Íbúðagrunnin. Trupulleikin við hesum var, at Íbúða- grunnurin ikki megnaði at gjalda. Landsstýrismaðurin við íbúðamálum eigur at hava eftirlit við stýrinum fyri Húsalánsgrunnin, men enn er ikki greitt, um hann ætlar at geva stýrinum aðrar sanktiónir enn átalur fyri sølurnar til Íbúðagrunnin. Gamalt mál Síðani desember 2001 hev- ur Landsstýrismálanevndin kannað málið. Talan er nevniliga um eitt gamalt mál, sum er eldri, enn karrieran hjá Bill Justinuss- en sum landsstýrismaður. Fleiri aðrir landsstýrismenn hava nevniliga sitið í sess- inum undan honum, men er ikki staðfest, um allir hava røkt eftirlitsskylduna nóg væl. Eitt nú skuldi nýtt stýri veljast fyri grunnin fyri fýra árum síðani, men hetta er ongantíð gjørt. Av tí at Íbúðagrunnurin ikki hevur pening at gjalda tær ognirnar, sum Húsa- lánsgrunnurin hevur selt honum, noyðist landsstýris- maðurin nú helst at biðja løgtingið um eina eykajátt- an upp á 11,5 milliónur krónur, og enn er óvist, hvat tingið fer at siga til tað. Greitt er, at stýrið fyri Húsalánsgrunnin ikki er nøgt við átalurnar, sum tað hevur fingið frá Bill Justin- ussen. Í einum skjali frá 18. desember í fjør, skrivar m.a.: »At landsstýrismála- nevndin sum tingnevnd hevur átikið sær leiklutin sum de-facto dómstólur mótvegis landsstýrismonn- unum, uttan at teir hava nakran reellan møguleika at verja seg ella bert at muta ímóti, er í sær sjálvum ein sera álvarsligur spurningur um samanblanding av lóg- gávuvaldi og dómsvaldi, sum er í andsøgn við høv- uðsreglurnar um valdsbýtið í stýrisskipan okkara, og sum átti at verið tikin upp gjøgnum eina nærri tulking av § 39 í stýrisskipanar- lógini. At landsstýrismaðurin kennir seg kroystan at gera okkurt fyri at vera í sam- ljóði við »dómin« hjá landsstýrismálanevndini er menniskjansligt; men tá tær »nasar«, sum hann hevur givið stýrinum fyri Húsa- lánsgrunnin o. a., byggja á skeivleikar, misskiljingar og tíverri eisini beinleiðis reingingar av sann-leikan- um, hava vit einki annað val enn at tala at.« Sostatt ber til at siga, at Bill Justinussen er komin í eina støðu sum landsstýris- maður, har hann hann kann verða noyddur til at koyra stýrið frá. Landsstýrismað- urin og stýrið eru jú ósamd, um keypini og sølurnar hjá grunnunum. Ráðharrin hevur sum nevnt skyldu at hava eftirlit við Húsalánsgrunninum, men kann ikki ráða fyri, hvussu stýrið fyri grunnin skal arbeiða og umsita ognir. Tí kann hugsast, at tá Løgtingið umhugsar mis- álit á fiskimálaráðharran, sum varð skuldsettur fyri at hava kostað landskassanum einar 11 milliónir, at onkur tingmaður sær ein parallell millum Jørgen Niclasen og Bill Justinussen, sum somuleiðis varðar av einum málsøki, ið helst fer at biðja tingið um eina eykajáttan, sum er á leið somu upp- hædd. Ikki kannast av kanningarstjóra Nú er tað kortini sera sjáld- samt við uppskotum og samtyktum um misálit á landsstýrismenn í Føroy- um, og Heini O. Heinesen formaður í Landsstýris- málanevndini, sum skal hava eftirlit við embætis- førsluni hjá landsstýris- monnum, heldur ikki, at Bill Justinussen hevur gjørt nakað skeivt. Hann við- gongur, at ráðharrar kunnu koyrast frá av politiskum orsøkum, men hann heldur, at av tí at tann gamla Landsstýrismálanevndin gjørdi ov lítið, og at hetta málið stakk seg upp áðrenn Bill’sa tíð, so skal tað ikki fáa avleiðingar fyri hann, tí hetta málið kann ikki sam- anberast við tað hjá Jørgeni Niclasen. Spurdur, um hann væntar at ein kanning- arstjóri fer at kanna arbeið- ið hjá Bill Justinussen eins og tað hjá Jørgeni Niclasen, sigur Heini O. Heinesen, at tað væntar hann ikki, tí so kundu vit tað sama avtikið Landsstýrismálanevndina. Hann sigur seg ikki vita, um ein eykajáttan verður samtykt, men sjálvur er hann ímóti at avtaka Húsa- lánsgrunnin, sum møguliga kann verða ein avleiðing, um peningur ikki verður samtyktur til eykajáttan. Bill kann ikki samanberast við Jørgen Bill Justinussen hevur ikki gjørt nakað skeivt, sigur Heini O. Heinesen C M Y K 7 6