Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. januar 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 10 - 16. januar 2003 Nr. 10 - 16. januar 2003 7 – Sjálvur trúgvi eg ikki, at samgongan heldur fram, sigur Jóanis Nielsen, fyrr- verandi tingmaður fyri Fólkaflokkin POLITIKKUR Heri á Rógvi Jóanis Nielsen kann nú kalla seg fyrrverandi ting- mann fyri Fólkaflokkin. Við 111 persónligum at- kvøðum gjørdist Jóanis Nielsen varamaður hjá Jørgen Niclasen á Føroya Løgtingi við valið 30. apríl. Løgtingssessurin var tó ikki fremmandur fyri Jóanis Nielsen. Síðani 14. desember 1998 hevur hann verið varamaður fyri Jørgen Niclasen, tí hann við valið í 1998 við 91 atkvøðum fór framvið Svend Aage Ellef- sen og gjørdist varamaður hjá Jørgen Niclasen. Tá John Petersen fór úr landsstýrinum og Jørgen Niclasen kom í hansara stað stutt eftir, at nýtt lands- stýri varð skipað, so varð kósin sett fyri Jóanis Niel- sen, sum altso hesuferð kláraði at sita akkurát fýra ár og ein mánað í Løgting- inum. Tá landsstýrismaður fer aftur í tingsess sín, so fer varamaðurin úr tinginum beinanvegin. Jørgen Nicla- sen tekur yvir nevndarsess- in hjá Jóanis Nielsen í Trivnaðarnevndini. Jóanis Nielsen fær ongar bíðipengar sum tingmaður. Løgtingsmenn fáa lønina útgoldna ein mánað fram, og Jóanis Nielsen fær onga løn fyri februar mánað. Or- søkin til, at Jóanis Nielsen fær løn í januar er tann, at løgtingsmenn ikki fáa løn frá tí degi, teir eru valdir, men næsta mánaði at rokna. Lærari Jóanis Nielsen fer tó ikki at ganga arbeiðsleysur, tí boð eru eftir honum fleiri staðni. Hann er í farloyvi sum fulltrúi í Almannamálaráðn- um, og hann vendir eftir ætl- an aftur til starvið, sum inni- ber, at Páll á Reynatúgvu verður nýggi stjórin hjá fyrrverandi tingmanninum. Jóanis Nielsen er útbúgv- in lærari og hevur arbeitt innan bankaheimin. Júst læraraútbúgvingina fær hann brúk fyri, tí hesa næstu vikuna ella so skal vera lærari á skúlanum á Giljanesi. – Teir høvdu tørv á einum lærari, so eg fari at vera har í øllum førum hesa vikuna, sigur Jóanis Nielsen. Nú hann fer úr tinginum, so er Jóanis Nielsen avklár- aður við støðuna. – Hetta eru umstøðurnar hjá tingmonnum og serliga hjá varamonnum. Tú veitst ongantíð, hvat hendir í morgin, sigur Jóanis Niel- sen. Trupult hjá sam- gonguni Vónirnar til, at samgongan heldur fram, eru ikki ser- liga góðar hjá fyrrverandi tingmanninum. – Sjálvur trúgvi eg ikki, at samgongan heldur fram, sigur Jóanis Nielsen. Hann metir, at stevið nú er vorðið so mikið vánaligt, at tað verður torført at klára at arbeiða uttanum. – Hevði tað verið øvugt, og Fólkaflokkurin atkvøddi fyri einum misáliti fyri ein landsstýrismanni hjá Tjóð- veldisflokkinum, so hevði verið liðugt við samgong- uni í somu løtu, sigur Jó- anis Nielsen. Jóanis Nielsen vil ikki siga, hvørt hann er sinnaður ella áhugaður at gerast nýggi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fyri Fólkaflokkin. Jóanis Nielsen: Samgongan heldur ikki Jóanis Nielsen er nú fyrrverandi tingmaður. Sjálvur roknar hann ikki við, at samgongan kann yvirliva hetta. Mynd: Jens Kristian Vang. Bæði Suðuroyar Fólkafloksfelag og Eysturoyar Fólka- floksfelag eru áhugaði at fáa ein landsstýris- mann frá teirra val- dømi í sessin sum fiskimálaráðharra, men enn frættist ikki so nógv um kanditat- ar POLITIKKUR Heri á Rógvi Áhugi er fyri heita stólin- um, har Jørgen Niclasen seinastu fýra árini hevur sitið. So skjótt prátið um Jørg- en Niclasen eisini fór at snúgva seg um, at hann skuldi fara frá, so byrjaðu eisini gitingarnar og leysa- søgurnar um, hvør eftir- fylgjarin skal vera. Hetta prátið er nokk ikki heilt uttan upphav, tí áhugin er til staðar. Í skrivandi stund hevur Fólkaflokkurin í tingbólkin- um og í floksleiðsluni ikki viðgjørt henda spurning, sambært Anfinn Kallsberg. Inntil víðari umsitur løg- maður málsøki. Spurning- urin er so bara, hvussu leingi løgmaður eisini er fiskimálaráðharri. Leitanin eftir triðja lands- stýrismanninum hjá Fólka- flokkinum er byrjað. Fólkaflokkurin hevur sjey tingmenn. Síggja vit burtur frá Jørgen Niclasen, so kann komandi landsstýr- ismaðurin gerast ein av hin- um seks tingmonnunum. Eingin teirra hevur nakrar royndir sum landsstýris- maður. Ínnan fiskivinnu øki hevur kanska serliga Òli Breckmann markera seg, men tað má metast lítið sannlíkt, at hann nú velur at fara í landsstýrið. Nú fyrrverandi tingmað- ur Jóanis Nielsen hevur verið framsøgufólk hjá Fólkaflokkinum í ávísum fiskivinnumálum. Aðra- staðni á hesari síðuni kann lesast, at Jóanis Nielsen vil einki siga um, hvørt hann er ein møguligur landsstýr- ismaður. Vága Fólkafloksfelag hevur ikki tikið viðgjørt málið, men hetta verður gjørt rættiliga skjótt, sigur Jákup Guttesen, formaður. Hann avvísir ikki, at felagið er áhuga í at varðveita ein landsstýrismann í oynni, men inntil nevndin hevur viðgjørt málið, hevur hann ongar viðmerkingar. Vilja hava Fyri Suðuroyar Fólkafloks- felag hevur tað stóran týdn- ing at fáa ein landsstýris- mann. Tá Jørgen Niclasen í sínari tíð varð settur sum landsstýrismaður var mis- nøgdin stór millum fólka- floksfólk í Suðuroy um at Suðuroyggin ikki fekk um- boðan. Felagið í Suðuroynni hevði tó einki ímóti, at Jørgen Niclasen helt fram eftir valið 30. apríl 2002, tí mett var ikki, at neyðugt var við einari útskifting og hildið var, at Jørgen Nicla- sen gjørdi eitt munagott arbeiði. – Vit hava ikki gjørt vart við okkum enn yvirfyri flokkinum, men teir vita, at vit vilja hava ein landsstýr- ismann í Suðuroynni, sigur Jacob Vestergaard, nevnd- arlimur í Suðuroyar Fólka- floksfelag. Tað hevur verið sera trup- ult hjá Fólkaflokkin at fáa umboðan í Suðuroynni seinnu nógvu árini, og eingin suðuroyingur hevur umboðað Fólkaflokkin í landsstýrinum síðani Páll Vang frá 1981 til 1985 við Paula Ellefsen sum løg- manni. Á valinum í 2002 gekk heldur ikki serliga væl hjá Fólkaflokkinum í Suðuroy- ar valdømi. – Vit hava verið vón- sviknir um, at vit ongan landsstýrismann fingu. Fyri Fólkaflokkin í Suðuroynni er tað sera týdningarmikið, at vit kunnu fáa umboðan í landsstýrið. Vit eru keddir um viðferðina, ið Jørgen Niclasen hevur fingið, men nú er aftur ein dagur, sigur Jacob Vestergaard. Eftir hvat Sosialurin skil- ir, so var Jacob Vestergaard upp á tal, tá Fólkaflokkurin møguliga skuldi umsita al- mannamál í landsstýrinum. Jacob Vestergaard dylir heldur ikki fyri, at hann er áhugaður fyri einum lands- stýrissessi, og hann vil um- hugsa eitt møguligt tilboð, men hann kennir einki til, at hann skal vera ein kanditatur. Leggja billett inn Steintór Jacobsen er for- maður fyri Eysturoyar Fólkafloksfelag. Hann upp- lýsir, at nevndin í Eystur- oyar Fólkafloksfelag enn ikki hevur havt fund um málið viðvíkjandi valið av landsstýrismanni. Men áhugin er avgjørt til staðar hjá eysturoyingum. – Sjálvandi hevur tað týdning fyri okkum, at vit kunna profilera okkum. Skal tað veljast útfrá øki, so liggja vit nakað nær, sigur Steintór Jacobsen. Hann ger greitt, at teir ætla at leggja billet inn. – Vit mangla ikki kandit- atar, metir Steintór, sum tó ikki vil seta navn á nakran, tí hetta als ikki hevur verið viðgjørt enn. Persónur ikki stað Fyri Fólkafloksfelagið í Havn, Havnar Framburðs- felag, er tað ikki týdningar- mikið, hvaðani ein lands- stýrismaður er. – Tað mest týdningar- mikla er, at persónurin er tann rætti, sigur Aage Arn- oldson, formaður í Havnar Framburðsfelag. So fyri tykkara skuld kann ein komandi lands- stýrismaður vera úr Klaks- vík? – Ella úr Havn, sigur Aage Arnoldson. Hann vil ikki gera fleiri viðmerkingar til málið, tá felagið ikki hevur viðgjørt málið enn. Leitanin eftir landsstýrismanninum Eitt kontór stendur tómt á Fiskimálaráðnum. Bæði suðuroyingar og eysturoyingar ynskja sær ein av teirra í heita sessin. Kirkjan við Norðskála verður pussað og tett, eins og hurðar og vindeygu eisini verða skift UMVÆLING Tað verður í hesum døgum arbeitt upp á kirkjuna við Norðskála. Leki verður tettur, og hurðar og vind- eygu skift út. Emil Olsen, sóknarprest- ur, sigur, at arbeitt verður við at tetta onkrar lekar í kirkjuni. Pussið er tikið av, og tett verður, áðrenn puss- að verður aftur av nýggj- um. Síðan skal kirkjan mál- ast. Norðskála Kirkja hevur plastikkvindeygu og -hurð- ar. Tó eru høvuðsdyrnar av træi, sigur restur. Plastikkið varð sett í, tá bygt varð upp í kirkjuna í 1978. – Nú verður ikki hildið, at tað er nóg gott at hava plastik í slíkum bygningum sum eini kirkju, heldur Emil Olsen, so vindeygu og hurðar verða nú øll skift og træ sett í aftur, sigur hann. ej Menninir, sum eru á myndini, ið stóð á forsíðuni á Sosialin- um týsdagin, eru ikki partar av málinum um narkotikasmugl- ing um flogvøllin NARKOSMUGLING Edvard Joensen Menninir á myndini oman- fyri, eru ikki undir illgruna fyri at royna at flyta nar- kotika til Føroya. Løgreglan í Havn váttar, at menninir hava verið til avhoyringar og eru leys- latnir uttan ákæru. Menninir á myndini vóru í sama ferðalag, sum ein persónur, sum hevði narkotika í viðførinum, tá hann kom við flogfari til Føroya mánadagin, og tí tiknir við til avhoyringar hjá løgregluni. Menninir á myndini leyslatnir Menninir, sum á myndini av løgregluni verða fluttir av flogvøllinum til Havnar, eru leyslatnir uttan ákæru og hava einki við umrødda mál um narkotikasmugling at gera, váttar løgreglan í Havn Umvæla Norð- skála Kirkju Í samband við van- lukkuna, sum hendi í Vágatunlinum mána- kvøldið, hava fólk gjørt vart við, at alt ov vánalig uppmerk- ing hevur verið bæði uttan fyri og inni í tunlinum, meðan arbeitt hevur verið TUNNILSTRYGD Edvard Joensen Vágar: Hóast eingin ivi er um, at ferðin var alt ov høg, tá vanlukkan í Vágatunl- inum hendi mánakvøldið, eru fleiri fólk, sum sam- svarandi vísa á, at upp- merkingin í tunlinum hevur verið sera ónøktandi, með- an arbeitt hevur verið. Fólk, sum koyrdu gjøgn- um Vágatunnilin fríggja- kvøldið í seinastu viku, vita at siga, at arbeitt varð við tveimum stórum bilum inni í tunlinum, men ikki eitt einasta skelti var nakra- staðni, sum segði frá hesum. Hvørki uttan fyri ella inni í sjálvum tunl- inum. Hermann Lindberg hjá NCC váttar, at merkingin hevur ikki verið nøktandi. Hetta ávísa fríggjakvøldið, nevnt er, var einki skelti uppi, sigur hann. Og sama hevu verið inni í tunlinum, meðan arbeitt hevur verið. NCC hevur havt útvarps- lýsingar, sum hava sagt frá, at arbeitt verður í tunlinum. Umframt eru stóru bilarnir útgjørdir við arbeiðsljós- um, sum í stórari fjarstøðu ávara um, at arbeitt verður, og skuldi tað verið nóg mikið til at ávara fólk, sum koyra við vanligari ferð, metir hann. At eingin skelting er inni í tunlinum kemst av, sigur Hermann Lindberg, at tað krevjast so nógv skelti, og at tað tekur so langa tíð at flyta tey, so hvørt arbeiðs- bilarnir veðra fluttir stað úr stað. –Tað skulu eini fýra skelti til hvørjumegin ar- beiðsplássið, og tað tekur helst longri tíð bara at flyta skeltini, enn tað ger at gera sjálvt arbeiðið á staðnum, sigur hann. Men ein rættiliga stórur trupulleiki er tað eisini, vísir Hermann Lindberg á, at fólk virða ikki skelting- ina, sum er. Tað er rættiliga ofta komið fyri, at fólk halda hánt um eitt skelti, sum sett er upp, og bara koyra, hóast tey við skelt- ingini verða biðin um tat steðga ella heilt at halda seg burtur, sigur hann. Eftir tað, sum hendi mánakvøldið, er gjørt av at steingja tunnilin fyri ferðslu, meðan arbeitt verð- ur. Tað vil siga frá klokkan sjey á kvøldi, til klokkan seks um morgunin. Frá mánakvøldi til leygarmorg- un tað, sum eftir er av januar mánað. Tó er tað so- leiðis, at hvønn heilan tíma verða bilar sleptir ígjøgn- um. Vakt, sum syrgir fyri, at eingin fer ígjøgnum uttan til ta ásettu tíðina, stendur við tunnilsmunnarnar. Vantandi uppmerking í Vágatunlinum Arbeitt hevur inni í tunlinum, samstundis sum loyvt hevur verið at koyrt ígjøgnum. Tað er nú av trygdarávum broytt Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 7 6