Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-15, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. januar 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 9 - 15. januar 2003 Nr. 9 - 15. januar 2003 9 Í morgin kemur skipið, sum skal avloysa hann, til Føroyar og tað skal sigla ímillum Havnina og Suður- oynna í tríggjar vikur SUÐUROYAR- SIGLINGIN Áki Bertholdsen Nú er tíðin komin, at Smy- ril aftur skal í dokk. Suðuroyarskipið fer av landinum fríggjadagin og verður burtur í einar tríggj- ar vikur. Men hesuferð er munurin tann, at nú hevur tað eydn- ast Strandferðsluni at út- vega eitt hóskandi avloys- araskip at sigla ímillum Havnina og Suðuroynna. Tað er estlendska ferjan St. Ola. Kristian Davidsen, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at Smyril verður vætnandi burtur í tríggjar vikur og hesa tíðina fer St. Ola at røkja sigliningina. Manning av Strandferðsl- uni er farin til Estlands eftir ferjuni og hon kemur til Føroyar í morgin og verður sett í sigling hóskvøldið. Suðuroyingar hava man- gan ilskast inn á tey skipini, sum hava loyst Smyril av, tá ið hann hevur verið í dokk, tí tey hava verið ov vánalig. Men tað verður neyvan hesuferð, tí St. Ola skuldi ikki verið verri skip enn Smyril og hon lýkur øll tey krøv, sum Strandferðslan setir til eina slíka ferju. Hon hevur siglt í fastari rutu ímillum Scrabster og Stromness á Orknoyggjum og tað er minst líka ringt sum í Suðuroyarfirði og ferjan er gjørd hareftir. Hon er smíðað í 1971 og hon hevur stabilisatorar bæði aftan og framman . Hon siglur 16 míl, hon tekur 120 bilar og 500 fólk, hon er góðar 86 metrar long og góðar 16 metrar breið, so munurin ímillum hana og Smyril er ikki stórur. Tá ið Smyril fer í dokk, skulu ábøtur gerast á stabilisatorarnar, fyri at forða fyri at teir fara so lætt einferð afturat, og somu- leiðis skal nokk so fitt av stáli í botninum skiftast, umframt annað arbeiði. Tað verður í Frederikshavn í Danmark, at Smyril fer í dokk. Útnytta so væl sum gjørligt Strandferðslan kann leiga St. Ola í 75 dagar. Fyrr hev- ur verið upplýst, at St. Ola kostar 6.750 evrur um dag- in, tað eru umleið 50.300 krónur í okkara peningi. Tá er flaggskipari og maskinmeistari við, men allar hinar útreiðslurnar til manning, olju o.a. rindar Strandferðslan. Men tá ið Smyril skal í dokk í tríggjar vikur og St. Ola er leigað í 75 dagar, er nógv alopstíð og Strand- ferðslan umhugsar nú, hvussu leiguferjan kann út- nyttast betri. Strandferðslan er í klemmu ímillum kravið um at útvega hóskandi avloys- araskip til suðuroyarsigl- ingina fyri Smyril og treyt- irnar frá teimum, sum leiga skip út, tí 75 dagar var av- gjørt tað stytsta, sum est- lendski reiðarin vildi góð- taka at leigumálið vardi. Kristian Davidsen sigur, at ein møguleiki, sum verð- ur kannaður, er, um tað ber til at senda Dúgvuna í dokk eisini, tá ið Smyril er aftur- komin, so at St. Ola eisini kann røkja siglininga um Leirvíksfjørð, men ongin avgerð er tikin enn. Tórshavnar Býráð hevur onga aðra loysn enn at leggja nýggja Suðuroyar- skipið Við Bursa- tanga, har tann um- strídda útbyggingin fer fram SAMFERÐSLA Áki Bertholdsen – Skal nýggja suðuroyar- skipið hava fast atløgupláss í Havn, verður tað við Bursatanga. Jan Christiansen, borgar- stjóri í Havn, staðfestir einaferð enn, at nógv um- strídda útbyggingin við Bursatanga í Havn er ein- asti møguleiki at útvega nýggja suðuroyarskipinum fast atløgupláss í Havn. Fundur hevur nú verið ímillum Býráðið, Strand- ferðsluna, Vinnumálaráðið og Landsverkfrøðingin um møguleikarnar at gera nýggja suðuroyarskipinum fast atløgupláss í Havn. Fundurin kom í lag eftir at bæði Landsverkfrøðing- urin, Strandferðslan og Løgreglan hava funnist at ætlanunum, sum Tórshavn- ar Býráð nú er í holt við og har endamálið er at geva bæði nýggju Norrønu og nýggja Suðuroyarskipinum fast atløgupláss við Bursa- tanga í Havn. Sagt hevur verið, at hetta fer at føra til stórar ferðslu- trupulleikar í Havn. Haraft- urat er tað ein fortreyt fyri útbyggingini, at dýpt verð- ur framvið Tinganesi, men Landsverkfrøðingurin hel- dur ikki, at tað kann gerast, samstundis sum trygd verð- ur veitt fyri, at hellan omaná ikki eisini skalast. Jan Christiansen, sigur, at á fundinum førdi Býráðið fram, at skal nýggja Suður- oyarskipið hava fast atløgu- pláss í Havn, er ongin møguleiki enn við Bursa- tanga, soleiðis sum ætlanin er við útbyggingini. Hann leggur einaferð enn dent á, at nýggja Suðuroy- arskipið kemur avgjørt í aðru røð, tí Tórshavnar Havn hevur nógv onnur skip, sum kasta nógv meiri av sær og tey verða tískil tikin framum. Men hann heldur fram- vegis, at tað ber væl til at gera trygt atløgupláss til nýgja suðuroyarskipið við Bursatanga. Kunnu saktans loysast Hann sigur, at tíverri hava fólk fingið tað fatan, at ætl- anin er at sprongja burturav Tinganesi. Men tað er ikki ætlanin. Tað, sum verður sprongt, er fleiri metrar úr landi og fleiri metrar undir sjónum, so tað skemmir ikki Tinganes tað allar- minsta. Hinvegin heldur hann, at á fundinum ásannaðu allir partar, at ferðslutrupulleik- arnir verða ikki størri enn so, enn at teir saktans kunnu loysast. Jan Christiansen sigur, at tað letur seg væl gera at tví- faldað talið á perkerings- plássum við ferjurnar. Tað kann gerast við at flyta bygningar ella við at gera eitt parkeringshús. – Men tað kostar pening og tí má tað verða ein part- ur í eini langtíðarætlan og hetta er arbeiði, sum kunnu gerast, so hvørt tað vísir seg at vera neyðugt tá ið trupulleikar stinga seg upp. Men tað er ongin orsøk at leypa framav. – Norrøna kemur í mars, lat okkum so síggja, hvussu tað gongur og taka støðu eftir tí. Um hálvtannað ár kemur nýggja suðuroyar- skipið, so meta vit málið av nýggjum einaferð afturat alt eftir, hvussu støðan verður tá. Borgarstjórin sigur, at tekur Strandferðslan, ella Landsstýrið, ikki av hesum tilboði, verður nýggja Suð- uroyarskipið taka til takkar við at verða lagt har pláss er. – Men tað er neyvan nøktandi hjá suðuroyingum og tað er heldur ikki nøkt- andi hjá okkum, tí Tórs- havnar Havn vil fegin veita Strandferðsluni so góða tænastu, sum gjørligt. Annars ivast hann í, um tað fer at bera til at leggja nýggja Suðuroyarskipið út eftir Molanum, ella í Skansabryggjuni, tí tað er arbeiðsøki og loyvi verður neyvan givið til at hava ferðafólk og bilar av suður- oyarskipinum og tungan flutning við trukkum hvørt um annað. Annars endaði fundurin við, at eitt umboð fyri Býráðið, Strandferðsluna, Landsverkfrøðingin og Vinnumálastýrið, vórðu sett í ein arbeiðsbólk at ar- beiða víðari við málinum. Smyril av landinum fríggjadagin Í morgin kemur estelndska ferjan St. Ola, til Føroyar at loysa Smyril av, nú hann fríggjadagin skal av landinum í dokk í tríggjar vikur. St. Ola lýkur tey krøv, sum Strandferðslan setir og skuldi ikki verið verri enn Smyril Enn er óvist hvat hendir við nýggja suðuroyarskipinum Tórshavnar Havn hevur framvegis bara ein møguleika at geva nýggja suðuroyarskipinum atløguplás og tað er har, vit byggja út nú. Taka Strandferðslan og Vinnumálaráðið ikki av, gerst ikki við, sigur Jan Chiristiansen, borgarstjóri Svimjihøllin í Klaksvík longri opin Klaksvíkar kommuna søkir í hesum døgum eftir lívbjargarum. Ætlanir eru um, at høllin skal fara at verða longri opin SVIMJIHØLL Solby A. Eliasen Klaksvík: Kári Kjelnæs, leiðari í svimjihøllini, sigur, at tað hevur verið uppi og vent í mentunarnevndini í bý- ráðnum, at svimjihøllin møguliga átti at havt longri opið. – Høllin verður so nógv nýtt, einar 80 til 90 tímar um vikuna, sigur Kári Kjel- næs. Og tað eru bæði skúl- ar, svimjifelagið Ægir og onnur, sum nýta høllina, umframt almenningurin. Júst nær og hvussu nógv longri, ætlanin er at høllin skal verða opin er ikki greitt enn, men leiðarin sigur, at hugsast kann, at tímin hjá pensjionistunum leygarmorgun verður flutt- ur ein tíma fram, so hann verður frá átta til níggju framyvir. – Pensjionistar eru morg- unfólk, so eg trúgvi ikki, at tey fara at hava nakað ímóti tí, heldur Kári Kjelnæs. Hann sigur eisini, at tað er væl møguligt, at høllin fer at verða opin nakrar tímar sunnumorgnar. – Men tann størsta or- søkin til, at tað nú verður søkt eftir fólki er, at vit hava verið undirmannaði í mong ár nú, sigur Kári. Síðani kreppuárini hava einans trý fólk starvast í svimjihøllini, meðan tey vóru seks í tali áðrenn. Trý fólk er alt lítið, heldur leið- arin, og hann fegnast um, at tey fara at verða fimm, tá hesi eru sett. Tað gevur eis- ini fleiri møguleikar – mill- um annað tað at hava høll- ina longri opna. Ofta hevur eisini verið at hoyrt frá fólki, sum nýta høllina nógv, at tey væl kundu hugsað sær, at hon var opin eitt sindur longri um dagarnar. Svimjihøllin lat uppaftur í apríl í fjør eftir, at hon hevði verið stongd í yvir eitt ár, og væl royndist teir átta mánaðarnar. Kári Kjel- næs sigur, at tølini fyri teir átta mánaðarnar vóru áleið tey somu, sum fyri eitt heilt ár. Og tað er hann sera fegin um. Tvey fólk verða sett í starv í svimjihøllini í Klaksvík, og ætlanir eru eisini frammi um, at høllin skal verða longri opin fyri almenninginum Á middegi mánadag- in fór ein lastbilur, lastaður við gróti, útav vegnum oman fyri Hov. Vegurin er ov veikur og orkaði ikki vektina, tá last- bilurin mátti halda av fyri mótgangandi ferðslu FERÐSLUÓHAPP Um 12 tíðina mánadagin fór ein lastbilur útav vegn- um oman fyri Hov. Vegurin skrædnaði undan, tá last- bilurin helt av fyri mót- gangandi ferðslu, og last- bilurin koppaði niðan av vegnum. Bilurin var last- aður vi gróti. Hóast royndan bilførara, so hendi óhappið, og kønir á staðnum siga, at vegurin fleiri staðni er skrædnaður við vegjaðaran. Lukkutíð hendi óhappið ikki longur uppi, tað vil siga á Hovs- egg, tí so hevði óivað talan verið um sera álvarsligt óhapp. Eisini var betur, tá nú óhapp var á ferð, at bilurin koppaði niðan av vegnum, tá vegurin fór undan tunga lastbilinum. Seinnapartin mánadagin kom gravkúgv á staðið og tók grótið frá bilinum, sum síðani var tikin upp. Eingin mansskaði hendi, tá lastbil- urin koppaði niðanav vegn- um. Lastbilur útav omanfyri Hov Mánadagin fór ein lastbilur útav omanfyri Hov, tá vegurin skrædnaði undan honum C M Y K 9 8