mikudagur 15. januar 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 10 - 16. januar 2003
Nr. 10 - 16. januar 2003
9
Skúlin á Viðareiði
virkar ikki til fulnar,
tí kommunan vil ikki
betala 2.600 krónur
til savnsrøkt.
SKÚLASKAPUR
Áki Bertholdsen
Viðareiði: Skúlin á Viðar-
eiði er ikki sum hon skal
vera í løtuni.
Tað er framvegis tann
nógv umstrídda savnsrøkt-
in, sum spøkir.
Føroya Kommunufelag
tók fyri jól undir við semj-
uni um savnsrøktina á skúl-
unum.
Men kortini vil Viðareið-
is Kommuna ikki gjalda
fyri savnsrøktina og tí ligg-
ur hesin parturin av undir-
vísingini lamin á Viðareiði.
Elsa Birgitta P. Petersen,
forkvinna í Føroya Lærara-
felag, sigur, at felagið hev-
ur blokerað savnsrøktina á
Viðareiði og hevur noktað
lærarunum at røkja søvnini,
eitt nú st keypa tilfar, sum
skal brúkast til tær handa-
ligu lærugreinarnar.
Eftir avtaluni um savns-
røkt, skal ábyrgdarfólk set-
ast at hava ábyrgdina av
søvnunum. Síðani skulu
Mentamálaráðið og komm-
unurnar betala hvør sína
helvt av tí, sum savnsrøktin
kostar. Hvussu stór upp-
hæddin er, veldst um næm-
ingatalið.
Men hetta er bara gald-
andi til 1 august í ár, tá ið
Mentamálaráðið átekur sær
allar útreiðslurnar, tí tá
kemur avtalan um arbeiðs-
tíð í gildi.
Eftir henni skal lærari
setast at røkja søvnini. Tím-
arnar, hann brúkar til tað,
verða síðani drignir frá
vanligu tímatalvuni.
Smáligt
Elsa Birgitta P. Petersen
heldur, at hetta er ómetaliga
smáligt
av
Viðareiðis
Kommunu, tí tað eru smá-
pengar, tað snýr seg um.
– Tilsamans hevði hetta
kostað Viðareiðis komm-
unu 2.600 krónur, tað er alt.
Men tað vil hon ikki betala
og tí eru handaligu læru-
greinarnar
í
skúlanum
rættiliga nógv skerdar og
skúlin virkar ikki til fulnar.
Forkvinnan
í
Føroya
Lærarafelag sigur, at hetta
kann ikki vera ein spurn-
ingur um pening.
– Hetta er ein spurningur
um negativan hugburð mót-
vegis skúlanum.
– Men niðurstøðan er, at
kommununan forðar skúl-
anum eftir lógini og tað átti
at verið hugvekjandi hjá
landsins
myndugleikum,
heldur hon.
Tað, hon sipar til, er, at
eftir lógini skulu næming-
arnir hava undirvísing í
handaligum lærugreinum,
men tað er onki av á Viðar-
eiði
So vítt hon veit, er Viðar-
eiðis nú einasta kommuna í
landinum, sum enn setir
føtur í spenni og ikki vil
betala fyri savnsrøktina.
Hetta hevur annars verið
eitt mál, sum tað hevur tik-
ið nøkur ár at loysa. Men
fyrst varð avtala gjørd við
tær stóru kommunurnar í
Býarsamskipan
Føroya,
men tað var ikki fyrrenn
beint fyri jól, at tað eydnað-
ist at fáa avtalu í lag við tær
smærru
kommunurnar,
sum eru í Kommunufelag
Føroya.
Men sum borgarstjórin á
Viðareiði sigur aðrastaðni í
blaðnum, er tað eitt prin-
sippmál hjá kommununi, at
hon vil ikki betala.
Stríðið í samgonguni
man fara at javna seg,
heldur Jenis av Rana
MISÁLIT
Áki Bertholdsen
– Tað var synd í Jørgen
Niclasen, at hann hann ikki
varð spardur fyri hatta upp-
livilsi.
Jenis av Rana, sum er ein
av teimum smáu flokkun-
um í samgonguni, heldur
framvegis, at tað var rætt, at
Jørgen Niclasen fór frá.
Men hann harmast um, at
hann ikki fór frá áðrenn, so
at hann varð spardur fyri at
skula sita í Løgtinginum og
verða kroystur frá alment, tí
tað skerst ikki burtur, at tað
var ein kensluborin løta hjá
fyrrverandi
landsstýris-
manninum og tað sást eisini
á honum.
– Hetta var ein keðilig
viðgerð, sum Jørgen Nicla-
sen átti at verðið spardur
fyri.
Jenis av Rana sigur, at
hann staðiliga heitti á Jør-
gen Niclasen um at fara frá
áðrenn tað kom so langt,
men tíverri vildi hann ikki
tað og tí endaði tað, sum
tað gjørdi, men tað var
óneyðugt.
Annað slag av
kanningum
Annars heldur hann, at eftir
hetta málið er tíðin komin
at hetta slagið av kanning-
um verður endurskoðað.
– Løgtingið er landsins
hægsta vald. Og eg haldi, at
tá ið Løgtingið biðjur um
eina serfrøðingakanning,
eiga vit eisini at føla tað
sum okkara skyldu at halda
okkum til úrslitið. Vit
kunnu ikki seta eina slíka
kanning í verk uttan at vit
frammanundan hava gjørt
okkum greitt, at vit ætla at
brúka úrslitið, tí tær kosta
hóast alt fleiri hundrað
túsund krónur, í hesum føri
300.000 krónur.
– Tá ið ein slík kanning
er gjørd, ber ikki til at
skúgva hana til viks aftaná,
tí at Løgmaður ger eina
aðra kanning. Og vit eiga at
minnast til, at tað er Løg-
tingið, sum hevur eftirlit
við Landsstýrinum. Tað er
ikki landsstýrið sum hevur
eftirlit við sær sjálvum.
– Men í hesum føri varð
spurnartekin sett við kann-
ingina og tað eigur at fáa
okkum at umhugsa hetta
slagi av kanningum.
– Vit eiga at fáa eitt ella
annað slag av kanningar-
hátti, sum kann javntsetast
við Løgtingsins umboðs-
mann. Hetta er kanska ov
stór uppgáva hjá einum
»tilvildarligum« løgfrøð-
ingi og tí eiga vit at finna
onkran annan máta. Um-
boðsmaðurin hevur eina
umsiting og tað eiga løg-
frøðingar, ið gera slíkar
kanningar, kanska eisini at
hava.
Fer at javna seg
Annars ivast Jenis av Rana
ikki í, at hetta fer at javna
seg og at samgonguni er lív
lagað, hóast bæði mið-
flokkurin og tjóðveldis-
flokkurin kravdu Jørgen
Niclasen frá.
– Fólkaflokkurin royndi
at verja teirra landsstýris-
mann til tað síðsta og tað
mugu teir hava loyvi til.
Men eg vænti, at hetta fer
at laga seg, tí tað kann ikki
vera so, at landsstýrismenn
eru friðhalgaðir.
Hann væntar, at fólka-
flokkurin fer at leggja sær
hendingina
týsdagin
í
geyma og so heldur sam-
starvið í samgonguni fram,
tó at tónalagið kanska verð-
ur eitt sindur harðari.
– Samgongan hevur ein
greiðan politikk og ein
greiðan málsetning og tað
vænti eg, at vit fara at halda
fast við, tí eg dugi ikki at
síggja aðrar samgongu-
møguleikar, sigur Jenis av
Rana
Viðareiðis Kommuna setir enn føtur í spenni
– Hetta kann ikki vera ein spurningur um pening, sigur Elsa
Birgitta P. Petersen, forkvinna í Føroya Lærarafelag
– Tað er ikki upp-
gávan hjá komm-
ununi at betala
læraralønir, sigur
Jógvan Nybo,
borgarstjóri á
Viðareiði
SKÚLASKAPUR
Áki Bertholdsen
Viðareiði: Tað er eitt
prinsippmál, at Viðar-
eiðis Kommuna ikki vil
betala fyri savnsrøktina
á skúlanum.
Tað
sigur
Jógvan
Nybo, borgarstjóri.
Sum sagt í aðrari
grein her í blaðnum, vil
Viðareiðis
Kommuna
ikki betala 2.600 krónur
til savnsrøktina og tíans-
heldur er undirvísingin í
skúlanum skerd.
Men hetta er ikki av
tilvild, sigur borgarstjór-
in.
Hann sigur, at bygda-
ráðið hevði fund fyrr í
árinum og har varð ein-
mælt samtykt, at komm-
unan skal ikki betala fyri
savnsrøktina.
– Vit halda, at tað er
ikki ein kommunal upp-
gáva at betala læraraløn-
ir í fólkaskúlan um so
tað gera vit ikki, hóast
tað ikki eru tær stóru
upphæddirnar, tað snýr
seg um.
Hann sigur, at tað
kann heldur ikki ganga
at tað almenna alsamt
roynir at sleppa sær
undan fleiri og fleiri út-
reiðslum og at leggja tær
yvir á kommunurnar,
samstundis sum pening-
ur ikki fylgir við, tí
kommunurnar fáa ikki
størri part av kommunu-
skattinum, hóast tær fáa
fleiri útreiðslur.
Men tað er upplýst at
hetta bert skal vera gald-
andi til í august í ár, tá ið
Mentamálaráðið
skal
átaka sær allar útreiðsl-
urnar?
– Tað vita vit onki um.
Tað einasta vit vita, er,
at Mentamálaráðið hev-
ur boðað frá, at ætlanin
er at yvirtaka útreiðsl-
urnar í august. Men
mongum brestur ætlan,
tað hava vit sæð so ofta
og vit hava onga trygd
fyri at tað hendir, sigur
Jògvan Nybo.
Royna at turka
útreiðslur upp í okkum
Skúlin av Viðareið virkar ikki til fulnar, men tað er eitt
prinsippmál, at kommunan ikki vil betala, sigur borgar-
stjórin
Synd at Jørgen Niclasen skuldi
fara ígjøgnum hatta
Tónalagið verður kanska harðari, men eg vænti at samgongan
fer at halda, sigur Jenis av Rana
– At fara at leggja
borgarligu skráset-
ingina yvir á Fólka-
yvirlitið er tað sama,
sum at byrja at tøma
kirkjuna fyri virk-
semi. Hon hevur havt
hesa skráseting um
hendi í eini 2 - 300 ár,
og er tað ein ríkur
siður, sum kirkjan
eigur at halda fram
við
FÓLKAKIRKJAN
Solby A. Eliasen
Orðini eigur Heri Joensen,
sóknarprestur
í
Suður-
streymoyar vestara presta-
gjaldi. Hann er ikki samdur
við Niel Paula Danielsen,
sóknarpresti í Norðoya
vestara
prestagjaldi,
tá
hesin sigur ,at tíðin er farin
frá, at borgarliga skráset-
ingin verður umsitin av
kirkjuni.
Heri
Joensen
heldur, at tað er ein ríkur
siður hjá fólkakirkjuni, og
ein góður háttur at koma í
samband við fólk.
Prestur sigur, at ein
kirkja er ein kirkja, sum
skal boða Guds orð, men
hon skal eisini, soleiðis,
sum tíðirnar eru í dag, vera
ein tænastustovnur.
Hann greiðir frá, at tæn-
astan, sum fylgir við tí, at
borgarliga skrásetingin er
undir kirkjuni, er tann bí-
ligasta og best gjørda í
landinum. Og sigast má, at
tænastustøðið er høgt, tí
tað, so gott sum, til eina og
hvørja tíð er gjørligt hjá
fólki at kunna fáa fatur á
skjølum, sum teimum tørv-
ar. Tí hóast skrivstovutíð,
so ber altíð til at fáa fatur á
presti, sum kann útvega
tílík skjøl.
– Og tað er nakað, sum
ikki fer at verða so lætt, um
skrásetingin fer yvir til
Fólkayvirlitið, sigur Heri
Joensen, sum tó eisini við-
gongur, at nógv arbeiði
stendst av at umsita kirkju-
bøkurnar.
– Nógvar navnabroyting-
ar eru, sera nógvar og
mangt, mangt annað eisini,
men hví skulu vit fara at
oyðileggja tann týdningin,
sum kirkjan hevur fyri sam-
felagið við at flyta skráset-
ingina til ein annan stovn at
umsita, spyr presturin í
størstu sóknini í landinum.
Hann er sannførdur um, at
ein tílík broyting hevði ikki
verðið framd til tað besta
fyri kirkjuna.
Navnalóggávan ikki
góð
Men samstundis ásannar
prestur, at tað er nógv eyka-
arbeiði av hesum – serliga
eftir at løgtingið samtykti
broytingarnar í navnalóg-
gávuni í fjør.
– Navnalóggávan var fín,
áðrenn hon varð broytt í
fjør, sigur prestur, sum eis-
ini heldur, at nýggju broyt-
ingarnar hava havt við sær,
at øll eru ikki líka yvir fyri
lógini.
Hann vísir á, at í dag
kann tað lata seg gera at
uppkalla eitt barn eftir abb-
anum við stavseting, sum
ikki samsvarar við tað før-
oyska málið. Hann nevnir
eitt dømi, at um nú tvær
mammur koma við hvør
sínum soni, og onnur ynsk-
ir, at hann skal eita Finn,
sum ikki samvarar við før-
oyskt, eftir abbanum, so
kann hon tað. Men um hin
sigur, at hon eisini ynskir at
kalla sín son Finn, tí henni
dámar navnið, men hevur
ongan abba at kalla hann
uppeftir, so sleppur hon tað
ikki. Sonurin má tá eita
Finnur.
– Hetta er jú púra burtur-
við, og ongin skilagóð frá-
greiðing finst onnur enn
hon, at hitt barnið hevur
ella hevði ein abba, sum
stavaðist so. Eg haldi, at øll
eiga at vera líka fyri lógini,
men tað er ikki galdandi
her. Navnalóggávan var
góð, sum hon var áðrenn
samtyktirnar í fjør, sigur
Heri Joensen, sum heldur,
at tað var betur, um ongin
navnalóggáva var í dag, tí
so kundu øll kalla teirra
barn, tað tey ynskja og har-
við verða líka fyri lógini.
Heri Joensen leggur at
enda afturat, at onki er full-
komið her í verð, og tað er
skipanin við kirkjubókun-
um heldur ikki, men hon er
góð, sum hon er. Og hann
hevur onki ynski um, at hon
verður løgd til Fólkayvir-
litið at umsita.
Borgarliga skrásetingin er ein tænasta
Heri Joensen, sóknarprestur,
heldur ikki, at tíðin er farin
frá kirkjubókunum
Dómsprósturin
Bjarni Bæk heldur
ikki, at tíðin er komin
til at fara frá borgar-
ligu skrásetingini í
fólkakirkjuni
FÓLKAKIRKJAN
Solby A. Eliasen
Dómsprósturin vísir á, at
talan er um eina grundskrá-
seting, har øll, sum verða
fødd verða skrásett. Og tá
tey fáa navn, antin við dópi
ella navngivin verða tey
skrásett og síðani aftur við
deyðsfall.
– Og hóast ein tók og
flutti ta skrásetingina, so
skulu allar handlingar í
kirkjuni jú skrásetast kort-
ini, so kirkjan hevði skulað
havt eina ella aðra manna-
gongd fyri tað. Hvør hon so
skuldi verðið, tað dugi eg
ikki at siga. Og tí tað hevur
jú heldur ongantíð verið
uppi og vent, sigur Bjarni
Bæk. Hann heldur eisini, at
tað hevði verðið óneyðuga
dýrt at flutt skrásetingina
og fingið hana á sama in-
formatiónsstøðið og tæn-
astustøðið, sum hon er á í
dag.
– Kirkjuliga skrásetingin
er góð, sum hon er, og tíðin
er ikki farin frá henni, sigur
dómsprósturin í stuttari
viðmerking til tað, sum
Niels Pauli Danielsen førdi
fram í Sosialinum í síðstu
viku. Frá Landsfólkayvir-
litinum varð sagt, at tey
gjørdu ikki nakra viðmerk-
ing til eitt mál, sum ikki
hevur verið viðgjørt.
Tíðin ikki búgvin enn
Bjarni Bæk, dómspróstur,
heldur, at kirkjuliga skrá-
setingin er góð, sum hon er
C
M
Y
K
9
8
www.sosialurin.fo