mikudagur 15. januar 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 9 - 15. januar 2003
Nr. 9 - 15. januar 2003
11
Mønustingurin hjá sílaalingini
– Vit hava eina ringa
sak um dumping.
Alarar eru mótleysir
og fara neyvan at gera
nakað serligt fyri at
verja seg, sigur Regin
Jacobsen
DUMPINGÁKÆRUR
Vilmund Jacobsen
20. desember boðaði ES
frá, at dumpingákæran móti
føroyskum laksaalarum er
slept, og at sakin er niður-
løgd.
Regin Jacobsen, stjóri á
Bakkafrost á Glyvrum, sig-
ur, at ES í veruleikanum
viðgjørdi sakirnar móti før-
oyingum, norðmonnum og
chilenarum undir einum.
– ES fann onga dumping
í Føroyum, men sigur, at
bæði Noreg og Chili hava
selt laks á ES-marknaðin-
um fyri dumpingprísir.
Støðan hjá ES, sigur
Regin er, at handilin við
laksi skal vera fullkomiliga
fríur.
Ein ring sak
Men ákærurnar móti før-
oyskum alarum steðgaðu
ikki, hóast málið um laksin
er lagt aftur um.
Nú eru tað so finnlend-
ingar, sum ákæra føroyskar
og norskar sílaalarar fyri at
dumpa prísirnar á sílum á
ES-marknaðinum.
Regin vísir á, at norð-
menn selja nógvan laks til
ES, men nøgdirnar úr Før-
oyum hava verið smáar í
tíðarskeiðnum, ákæran snýr
seg um, nevniliga frá 1.
oktober 2001 til 30. sep-
tember 2002.
– Vit útfluttu umleið
7.000 tons av sílum í fjør,
harav meginparturin fór til
Fjareystur. Sílamarknaður-
in var sera vánaligur, og hó-
ast nøgdirnar til ES bert
snúgva seg um nøkur
hundrað tons í umrødda tíð-
arskeiði, hava vit eina ringa
sak.
Stjórin á Bakkafrost vísir
á, at tann parturin, sum fór
til ES, partvís var síl, sum
ikki slapst av við eystan-
fyri. Alarar høvdu tískil
valið ímillum at selja sílini
bíliga til ES - ella at eta tey
sjálvir!
– Eg vil siga, at síla-
marknaðurin fullkomiliga
kollapsaði fyrst í árinum,
sum nú skal kannast, og
sílaalarar høvdu miljóna-
tap.
Hann sigur, at hendan
sakin tískil er heilt øðvísi
og verri enn laksasakin, har
føroyingar høvdu góð kort
á hondini.
– Alarar
kenna
seg
drignar eftir hárinum eina-
ferð aftrat og eru mótleysir.
Ein slík sak kostar nógvan
pening og nógv stríð, og eg
vænti ikki, at alarar hava
orku og møguleikar til at
verja seg í hesum máli.
Mønustingur
Regin undrast yvir, at
landsins
myndugleikar
standa fullkomiliga passivir
í hesum máli og siga, at
hetta er eitt mál, sum vinn-
an noyðist at klára sjálv.
– Tað er undarligt, at
okkara handilsviðurskifti
við ES knappliga einki
skulu hava við politikk at
gera.
Eitt sindur speiskliga tek-
ur hann til, at kanska halda
okkara myndugleikar, at
tað er meira spennandi at
fáast við grót og betong enn
laks og síl - ella kanska eru
teir passivir, tí teir halda
seg ikki hava skil fyri hes-
um.
– Fáa vit ein toll á sílum
uppá 50%, verður tað
mønustingurin fyri alla
sílaaling í Føroyum, sigur
Regin Jacobsen.
At enda vísir hann á, at
Føroyar hava eina hampi-
liga avtalu við ES, men tá
ið dumpingákærur koma,
standa føroyingar veikir.
- Fáa vit ein toll á sílum
uppá 50%, verður tað
mønustingurin fyri alla
sílaaling í Føroyum, sigur
Regin Jacobsen, stjóri á
Bakkafrost, sum undrast yvir,
at føroyskir myndugleikar
eru so passivir í
dumpingmálunum.
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Hesa vikuna hevur verið úr
at gera á virkinum hjá
Fiskavirking í Miðvági.
Væl av fiski er komið
uppá land, hóast stutt er frá
liðið, síðan verkfallið var
av, og nú virkið í Saltangará
enn ikki er klárt at taka
ímóti, verður meira til
okkurt annað virki hjá
felagnum.
Í Miðvági siga tey, at har
hava tey fisk til fleiri dagar,
og tí vænta tey ikki, at
gólvini verða turr aftur, fyrr
enn vikan er úti.
Vesturtúgvan
Nú undirsjóvartunnilin er
komin, er einki til hindurs
fyri at koyra fiskin bein-
leiðis úr Eysturoynni og
allan vegin vestur á bryggj-
una í Miðvági.
Skip landa av og á bein-
leiðis til virkið, men tann
stóri parturin av ráfiskinum
kemur í bili, og soleiðis var
tað eisini, áðrenn tunnilin
læt upp.
Trolarin, Vesturtúgvan,
landaði í Miðvági leygar-
dagin. Teir høvdu 100.000
pund av upsa, 14.000 pund
av toski og 4.000 pund av
hýsu.
Nóg mikið av fiski til fleiri dagar
Í fiskavirkinum í Miðvági hava tey havt úr at gera hesa vikuna, og nóg mikið er av fiski til næstu dagarnar eisini.
Meira
burtur
úr
sildini
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Sosialurin hevur gjørt
nakað burtur úr, at fesk
sild verður seld fyri 90
oyru til eina krónu fyri
kilo í Føroyum, sam-
stundis sum henda sama
sildin kundi seljast fyri
heilt upp til eina krónu
stk. undir krígnum.
Í dag keypir Havsbrún
5-6 sildir, sum fara til
eitt kilo, fyri eina krónu,
men tá ið "gylta gullið"
hevði besta prísin undir
krígnum, kundu útróðr-
armenn geva heilt upp í
eina krónu fyri hvørja
sild!
Sosialurin fer í blaðn-
um í morgin at gera eitt
sindur meira burtur úr,
hví hetta nú einaferð er
so.
Í sambandi
Listastevnuna í ár
verður skipað fyri
yrkingakapping, har
tíggju yrkingar skulu
veljast út. Samstundis
verður sett hol á eina
skaldsøgu kapping til
Listastevnuna í 2004
LISTASTEVNAN
Heri á Rógvi
Fyrst var tað ein stuttsøgu-
kapping í 2001. Í sambandi
við Listastevnuna 2002
varð skipað fyri kapping at
finna besta handritið til ein
útvarpsleik. Í ár verður
aftur ein kapping á skránni
á Listastevnuni, og hesa-
ferð er tað so ein kapping
um at skriva yrkingar.
Somuleiðis er longu nú av-
gjørt, at í 2004 skal kappast
um at skriva bestu skald-
søguna.
Sum heild verður nógv
við bókmentir á skránni á
Listastevnuni í ár, greiðir
Oddvá Nattestad, samskip-
ari fyri Listastevnuna, frá.
Fay Weldon leggur leið-
ina til Føroya á Listastevnu
og onnur tiltøk verða eisini
á skránni við tilknýti til
bókmentaheimin.
10 tær bestu
Listastevnan 2003 verður
hildin í døgunum 7. til 17.
august.
Innan 1. mai skulu luttak-
andi yrkingar verða sendar
Listastevnuni. Yrkingarnar
skulu ikki hava verið al-
mannakunngjørdar
áður
fyri at vera við, men hetta
er so eisini einasta treytin.
Onkrar treytir eru um, at
tekstirnir skulu latast inn í
tveimum útgávum, men
hesar eru ikki stórvegis
krevjandi.
Kappingin virkar á tann
hátt, at tíggju tær bestu
yrkingar verða valdar út
millum tær innsendu. Hesar
verða allar løntar við 5.000
kr.
Gjørt verður ikki upp,
hvør verður nummar eitt,
tvey osfr.
Umframt virðislønirnar
verða hesar yrkingarnar
eisini lisnar í Útvarpi
Føroya, í táttinum Lista-
stevnuyrkingin 2003 – ein
yrking um dagin, meðan
Listastevnan er.
Til at finna tíggju tær
bestu hevur Listastevnan
funnið eina dómsnevnd. Í
dómsnevndini sita Høgni
Djurhuus,tíðindamaður,
Bergljót av Skarði, stu-
dentaskúlalærari, og Kim
Simonsen, bókmentafrøð-
ingur.
Yrkingarnar verða ikki
givnar út av Listastevnuni,
men tað stendur øðrum frítt
at geva hesar út.
150.000
Longu nú er eisini avgjørt,
at ein kapping verður fyri-
skipað til Listastevnuna
2004. Tað er heldur ikki so
undarligt, at kappingin
verður almannakunngjørd
so langt frammanundan, tá
kappingin snýr seg um at
skriva bestu skaldsøguni.
Freistin at lata handrit inn
er 1. mai 2004. Besta skald-
søgan fær 150.000 kr. í
virðisløn. Eingin virðisløn
er til nakra av hinum.
Dómsnevndin, mannað
við Turið Kjølbro, ritstjóra,
Bergi Hansen, Ph.D., og
Katrini Næs, stundaskúla-
lærara, skal velja bestu
skaldsøguna, men nevndin
hevur eisini tilskilað sær
rættin onga virðisløn at
lata, um einki handrit livir
upp til krøvini frá teimum.
Handritini skulu verða í
minsta lagi 75 A-4 síður til
støddar, tey skulu vera
skrivað soleiðis, at frástøð-
an ímillum reglurnar er 1.5,
og tey skulu latast Lista-
stevnu Føroya í einari
pappírsútgávu og einari
teldutøkari útgávu.
Talan kann eins væl vera
um eina ungdómsskald-
søgu ella skaldsøgu fyri
børn sum nakað annað.
Einasta treytin er síðutali.
Oddvá Nattestad sigur, at
Listastevnan letur eina
stóra virðisløn av teirra játt-
aðu pengum, men fer ikki
at geva skaldsøguna út.
Hinvegin hevur Listastevn-
an als einki ímóti, at onkur
annar
gevur
vinnandi
skaldsøguna ella aðrar í
kappingini út.
Listastevnan:
Løna skaldargávum
Listastevnan skipar fyri kapping í yrkingaskriving í ár, og komandi ár verður kappast um at skriva bestu skaldsøguna
Mynd: Jens Kristian Vang.
C
M
Y
K
11
10