mikudagur 15. januar 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 10 - 16. januar 2003
Nr. 10 - 16. januar 2003
11
Óli Nølsøe
Ja, so hava vit , alt Føroya
fólk, nú upplivað, hvat
Høgni Hoydal og hansara
harkalið meinar um rættvísi
og rættartrygd her á landi.
Linjan er løgd, siga hesir
góðu menn, og tað merkir
ivaleyst, at hvørja ferð fjøl-
miðlarnir fara at rumbla við
einum máli - og tað hendir
jú av og á, og í minsta lagi
tá smátt er við øðrum tíð-
indum, ja, so skal ein lands-
stýrismaður skiftast út.
Fyrst var tað Signar á
Brúnni, hóast púra ósekur
var hann likvideraður av
sínum egnu, síðani var tað
Tórbjørn Jacobsen, tað var
fyri tey flestu heldur lættari
at skilja, og man tað helst
vera eindømi í heimssøg-
uni, at ein ráðharri hevur
mist sessin av berari ó-
fólkaligheit.
Men hví Jørgen Nicla-
sen?
Var hetta ein tøkk fyri
seinast, tá Tórbjørn Jacob-
sen á ólavsøku var settur
uppá pláss, ella hvar skulu
vit leita eftir einari nøkun-
lunda brúkiligari grundgev-
ing fyri, hví Tjóðveldis-
flokkurin valdi at fella
landsstýrismannin í fiski-
vinnumálum?
Onki juristarí vóru boð-
ini frá Hoydal, hóast orsøk-
in til støðu Tjóðveldisflok-
sins júst var frágreiðingin
frá
kanningarstjóranum,
sambært sama Hoydal, og
sambært sama Hoydal, hev-
ur úrslitið hjá kanningar-
stjóranum púrt einki við
støðu Tjóveldisfloksins at
gera. Skilji tað hvør ið vil.
Ilt er sostatt at finna útav,
um kanningin var, ella ikki
var, orsøkin til støðu Tjóð-
veldisfloksins.
Kjarnin í málinum er
ivaleyst tann, at Tjóðveldis-
flokkurin longu hevði av-
gjørt, at nú skuldi lands-
stýrismaðurin fellast, hóast
einki var at fella hann uppá,
og kom hetta eisini týðuliga
fram í røðuni hjá Heina O
Heinesen, sum var so ó-
heppin at siga tað hart, at
hann gjarna vildi fella
landsstýrismannin,
men
helt tó at hetta var ikki
rætta høvið at gera tað.
Hvat ilt hevur so Jørgen
Niclasen gjørt tjóðveldis-
monnum? Svarið er – onki!
Hann hevur einans á lóg-
ligan hátt tikið avgerð í
einum máli, sum kom
rækjuskipaeigarum
og
øllum Føroya fólki annars
til góðar.
Eisini tjóðveldismonn-
um.
Eg vil til seinast at nýta
høvi at takka Jørgen Nicla-
sen fyri tað megnar arbeiði
hann hevur gjørt í fiski-
vinnumálaráðnum, og vón-
andi síggja vit hann aftur í
hesum starvi, sum hann
eftur órøttum bleiv noyddur
at siga frá sær.
Søguna um Jørgen Niclasen kennir helst hvørt mansbarn í
Føroyum eftir ta nógvu umrøðu, sum hevur verið í miðlun-
um seinastu tíðina. Vit kunnu so aftaná halda fram við at
geva hvørjum øðrum skyldina, at hetta endaði so. Neyvan
fer semja at vera um hetta málið nakrantíð.
Men tað, sum mong tó høvdu roknað við: at málið fór at
fáa avleiðingar fyri samgongusamstarvið, fer neyvan at
henda. Og tað átti ein og hvør eisini at vitað frammanund-
an, at tað fór tað ikki at fáa. Tá hugsað verður um, hvussu
vánaligt stevið hevur verið millum báðar stóru sam-
gonguflokkarnar, og teir kortini halda saman, tá er bert at
staðfesta, at hesir flokkar og leiðarar teirra hava gjørt av
einaferð med alla, at teir skulu varðveita maktina, kosta
hvat tað kosta vil - eitt, tvey ella trý ráðharrahøvd ella fyri
tað fýra ella fimm. Sum ein vissur maður segði herfyri: alt
er betur enn tað svarta sambandið. Ja tá vit síggja ting-
mannin Tórbjørn Jacobsen hálsfevna Óla Breckmann, sum
hann annars áður hevur ynskt, har piparið grør, so ber alt
til í politikki.
Anfinn Kallsberg og Høgni Hoydal tykjast at hava eina
fjalda agenda. Fyri tað fyrsta hava hesir báðir læst teir
smærri flokkarnar fastar til sín og harnæst hava teir so
saman givið hvørjum øðrum trúnaðareið. Uttan mun til um
ein slík tvíhaldan um maktina og tilsíðusetan av demo-
kratisku spælireglunum er til gagns fyri landið og fólkið
ella ikki, so tykjast hesir at vera óatskiljandi. Eitt skiftið
tosaðu teir als ikki saman. Hvussu verður nú! Hvussu
leingi skal Føroya fólk líða undir, at tveir floksleiðarar
leggja størri orku í at varðveita valdið enn at vilja landsins
besta!
Formaður Tjóðveldisfloksins, sum er ein fyrsta floks
taktikari, dugdi eisini at tackla hesa annars torføru støð-
una. Hann tónaði reint flagg og gjørdi støðu sína púra
greiða, tó væl vitandi, at løgmaður hevði einki val annað
enn at góðtaka avhøvdingina av landsstýrismanninum og
haraftrat at halda fram í samgongu við avrættaran. Hví
skuldi hetta broytt nakað í samgonguni! Fyri Kallsberg og
Hoydal er tað mest umráðandi at kunna varðveita maktina,
og kann nakar siga teir ringar fyri tað! Jú. Tí tað er ikki í
anda demokratisins bara at vilja halda fast um maktina fyri
maktina skuld, tá so nógv bendir á, at tað er ikki fyri
landsins besta, at henda samgongan heldur fram. Tað hava
vit sæð undir fíggjarlógarviðgerðini, og tað fara vit at
síggja aftur og aftur komandi mánaðirnar, tá tað veruliga
fer at sansa at úti í samfelagnum. Her hugsa vit ikki minst
um sera vánaligu handfaringina av heilsuverkinum, har tú
øðrumegin tosar um at viðgera fleiri sjúklingar heima í
Føroyum, og tú samtíðis skerjir møguleikarnar hjá somu
sjúklingum at fáa hjálp her heima. Niðurskurðurin á
Landssjúkrahúsinum er ein tikkandi bumba undir hesi
samgonguni. Men tað gloyma Kallsberg og Hoydal í tráð-
an síni at varðveita maktina.
Jørgen Niclasen hevur helst verið Føroyum ein góður
landsstýrismaður. Tað er altíð spell, tá slíkt sum hetta
hendir. Men hetta er so partur av tí oftani ótespiliga polit-
iska spælinum. Neyvan hevur nakar gloymt ta ósømuligu
viðferð Signar á Brúnni fekk frá sínum egnu. Men tað var
so eisini partur av tí politisku telvingini, sum tá fyrigekk.
Tað verður áhugavert at síggja, nær næsta bumban brestur
í samgonguni, og hvussu mangar slíkar skulu til fyri at fáa
Føroyum eina breiða stjórn. Vánaliga samgongustevið
hevur nógvar fjaldar vanlukkur við sær í samfelagnum, og
fyrr ella seinni fara tær at gerast meira sjónligar.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Tvíhalda um valdið
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 4449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Rættvísislinjan
Heri Simonsen
ferðslulógaroffur
Stutt og bersøgið lesara-
bræv fyri egna rokning. Jú
eg endurtaki: At koyra 200
km/t í Vágatunnlinum er
ikki verri enn eitt víki-
skyldisbrot!!
Og
hvat
grundgevi eg tað í, jú í
nýggju famøsu ferðslulóg-
ini frá 1. juli 2000. Ferðslu-
lógin frá 1/7 - 2000 síðu-
stillar revsingina fyri tað,
sum verður gjørt upplagt,
við beráddum huga og við
fríum vilja, t.d. tað at koyra
150-200 km/t ájavnt við
revsingina, har fólk fremja
víkiskyldisbrot við óvilja
og óttilætlað við 15-20
km/t. Bæði brotini verða á
jøvnum føti drigin í rættin,
og í báðum førum verður
talan um somu revsing: bót
og at missa koyrikortið
treytað. Tilkomnu bilførar-
nir og ferðglaðu unglingar-
nir koma at sita lið um til
undirvísing hjá koyrilærar-
anum, og gita hvør hevur
betri møguleika at klára
teoriina: tann, sum júst
hevur verið upp í teori, ella
tann, sum var uppi í eini
gamlari teoribók fyri 15,
20, 30....árum síðani? Ferð-
glaðu unglingarnir kunnu
fara flennandi avstað tí teir
fáa ein nýggjan kjans at
koyra 200 km/t, tí vanliga
gera teir hetta upp í 200
ferðir, áðrenn tað eydnast
løgregluni at fáa klørnar í
tær. Samstundis krevur
ákæruvaldið, at eg og
onnur, ið hava gjørt eitt
óvilja brot undir arbeiði, í
fólksins tænastu skulu fáa
somu revsing. Hetta er
himmalrópandi órættvíst!!
Løgtingslimir mugu
vakna!!
Løgtingslimirnir, ið sótu
setina 1998-2002 snork-
svóvu - allir 32 - tá teir rull-
aðu ferðslulógina ígjøgnum
32-0! Nú er stundin komin
at geva Føroya fólki eina
nýggja, rættvísa ferðslulóg,
sum revsar brot, ið eru
burtur úr vón og viti harð-
ari, enn tey, sum er gjørd í
ósketni. Løgreglufólkini eg
havi tosa við - undantikið
hann, ið var við til at gera
ferðslulógina! - siga, at tey
ynska eina lóg, sum slær
hart niður á hasardkoyring
og rúsdrekkakoyring, og
heldur gevur óvilja ferðslu-
brótarum ein eyka møgu-
leika.
Tíverri fylgir ákærin í
ferðslumálum ikki tropp í
hesum. Hon segði m.a. við
eina
víkiskyldis-"brots-
kvinnu": "Det som du har
gjort er meget værre, end f.
eks. hvad de gør, som kører
150-200 km/t, for de ved
hvad de gør! Du vidste ikke
hvor alvorlig en færdelslov-
overtrædelse du gjorde når
du ikke holdt din vige-
pligt!". Skal hon sleppa at
halda fram við hesum
ómoralska ójavnanum?
L Ø G T I N G S L I M I R ,
STEÐGIÐ
HESUM
ØRSKAPINUM!!
P.S. Í okkara grannalondum
hava bilirnir eisini víki-
skyldu fyri eini súkklubreyt
umframt høvuðsvegin, tað
er ein sera týðandi og av-
gerandi
munur
millum
Føroyar og t.d. Keyp-
mannahavn, tí er ikki upp-
lagt at hava "danskar til-
standir" viðv. revsingum
fyri víkiskyldisbrot!
At koyra 200 km/t í Vágatunnlinum er ikki
verri enn eitt víkiskyldisbrot!!
- Føroyingar fara
neyvan at lata sild í
gløs aftur, tí tað fer
ikki at loysa seg.
Fyritøkurnar, sum
virka sild í dag, eru
velduga stórar. Skulu
teir, ið veiða fjarða-
sild, fáa meira burtur
henni, noyðast teir
helst at taka málið í
egnar hendur, sigur
vinnulívsmaður, sum
hevur røtur í føroysk-
ari sildaframleiðslu
SILD
Vilmund Jacobsen
Tað er einki, sum bendir á,
at føroyingar fara at meir-
virka sild aftur, soleiðis at
føroyska sildin kann kapp-
ast við útlendsku sildina á
heimamarknaðinum - og úti
í heimi, um tað skal verða.
Orsøkin er, at hetta fer
snøgt sagt ikki at loysa seg.
Vit verða ikki kappingar-
førir. Í Føroyum eins og í
øðrum londum er brúkarin
at sær komin og fer ikki at
keypa eitt glas av føroysk-
ari sild - bara tí, hon er før-
oysk.
Hetta sigur ein vinnu-
lívsmaður, sum Sosialurin
hevur tosað við.
Stórar verksmiðjur
- Í Danmark eru flestu
verksmiðjur, sum virkaðu
sild í gløs, afturlatnar og
stóra svenska fyritøkan,
ABBA, hevur yvirtikið
meginpartin av tí, ið eftir
er.
Vinnulívsmaðurin vísir á,
skal tað loysa seg at virka
sild í gløs, er neyðugt, at
fyritøkan er velduga stór og
effektiv, og tað er óhugs-
andi, at ein slík fyritøka
verður reist á føtur í Før-
oyum.
Hann vísir á, at gongdin
úti í heimi er hon, at fyri-
tøkur spesialisera seg at
arbeiða stórar nøgdir við
lítlum vinningi fyri hvørja
eind.
- ES gerst meira og meira
ein marknaður, har tað
ræður um at framleiða so
nógv og so bíliga sum
gjørligt av eini ávísari vøru,
og her hava vit í Føroyum
smáar
møguleikar
við
sildini sum matvøru.
Men, sigur hann:
- Vit eru kappingarførir á
øðrum økjum, og tað er her,
vit eiga at nýta okkara orku
og okkara skil.
- Soleiðis, sum støðan er,
loysir tað seg betur sam-
felagsliga at landa sildina
fyri 1 kr./kg. til Havsbrún í
Fuglafirði, sum síðan virk-
ar hana til laksafóður, tí
hetta er eitt av økjunum,
har vit eru kappingarførir.
Vit ala laks og virka hann
til ymiskar vørur, sum vit
tjena pengar uppá.
Vinnulívsmaðurin sigur,
at tað er einki til hindurs
fyri at virka sild í gløs í
Føroyum, men trupulleikin
er, at vøran verður ikki
kappingarfør. Tí vil heldur
eingin gera tær íløgur, ið
eru neyðugar.
- Tú fært ikki fólk í dag at
keypa eina føroyska vøru,
sum er tvífalt so dýr, sum
tann útlendska, ið kanska
eisini er líka góð ella betur.
Hann heldur, at føroying-
ar sjálvsagt eiga at leggja
seg eftir teimum fram-
leiðslum, sum eru kapp-
ingarførar og geva pengar.
- Tað hevði eisini verið
absurd at tikið fólk úr øðr-
um vinnum, ið geva nakað,
yvir í eina sildavinnu, sum
ongar møguleikar hevur.
Aðrir møguleikar
Teir, sum fiska fjarðasild,
noyðast tí sum er at kappast
við tey stóru nótaskipini,
sum fiska velduga stórar
nøgdir, ið verða landaðar til
ídnað í Fuglafirði, og tað
sigur seg sjálvt, at her eru
møguleikarnir ikki stórir.
- Tað er sildin hjá nóta-
skipunum, sum ásetir prís-
in, og hendan prísin noyð-
ast eisini teir at liva við,
sum fiska fjarðasild.
Vinnulívsmaðurin heldur
tó, at onkur vegur er at
ganga hjá teimum sum
veiða fjarðasild.
Hann heldur, at hesir
kundu roynt at heilsaltað
hana sjálvir, eftir at hon er
avhøvdað og magadrigin.
Ein annar møguleiki er at
heilfrysta sildina og selja
hana til eitt nú Ruslands,
Afriku og Fjareystur.
- Um so varð gjørt,
høvdu teir helst fingið
meira enn ta einu krónuna
fyri kilo, sigur hann.
Vinnulívsmaðurin vísir á,
at sild er kompliserað at
fáast við, og haraftrat noyð-
ist tú altíð at ganga undir
nøkur dygdarkrøv, bæði úr
ES, men eisini úr eitt nú
Ruslandi.
- Verður handfaringin
røtt, ber ivaleyst til hjá
teimum, sum veiða sild inni
á firðunum, at sleppa av við
hana fyri ein frægari prís
enn tann, vit kenna í dag,
sigur hann at enda.
Ikki so einfalt við sildini
- Skulu útróðrarmenn fáa meira burtur úr fjarasildini, noyðast teir helst at arbeiða hana sjálvir, sigur vinnulívsmaður, sum hevur røtur í sildaframleiðslu.
Mynd: Vilmund Jacobsen
C
M
Y
K
11
10